týsdagur 16. apríl 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nýtt tilfar er nú lagt á
heimasíðuna hjá
Javnstøðunevndini
www.javnratt.fo
JAVNSTØÐA
Sigast kann ikki annað enn,
at nýggja heimasíðan hjá
Javnstøðunevndini verður
væl vitjað. Í seinastu viku
vóru 2128 vitjanir. Eisini
nógv hava brúkt møguleik-
an at atkvøða. 246 fólk
hava greitt atkvøðu og svar-
að uppá, um kvinnur skulu
hava fleiri tingsessir. 74%
svaraðu ja, 20% nei og 6%
svaraðu ‘veit ikki’.
Úr nýggja tilfarinum
Forkvinnan í Javnstøðu-
nevndini
Turið
Debes
Hentze sigur m.a. í grein,
sum ber heitið ‘Kynsbrill-
ur’, at: “Hví verður tað
mett sum ov jánkasligt at
brenna fyri umsorgan av
børnum, gomlum og veik-
um, tá vit í dag síggja polit-
ikkarar kropp á kroppi vilja
tekkast júst hesum. Kanska
júst eitt tekin um, at tey
sum veruliga brenna fyri
hesum forsømda øki, ikki
hava verið nóg væl umboð-
að á tingi. Hetta átti at verið
kvinnuligum valevnunum
til fyrimunar. Politikkur er
jú raðfestingar framum alt.”
Heri Kragesteen, sálarfrøð-
ingur, skrivar um at ynskja
og tora broytingar. Hví eru
ikki fleiri kvinnur uppi í
politikki? Hann sigur m.a.:
»Á sama hátt er tað, vit
hugsa og halda í politikki,
meiri stýrt av tryggleika-
tørvi
enn
politiskum
argumentum og skynsemi
ella dirvi. Tað er ikki til-
vildarligt at børn, tá tey fáa
valrætt, í nógv flestu førum
velja sum foreldrini, ið
hava valt sum teirra for-
eldur. Tað er ikki siðvenja,
og slættis ikki hjá okkum,
at kvinnur eru høvuðsleik-
arar í politiskum og øðrum
almennum talvi um makt
og ávirkan. Hvørki innan
ella uttan tinggátt. Og tað
eru bæði menn og kvinnur í
høvuðsheitinum samd um,
menn
møguliga
meira
samdir enn kvinnur.«
Í aðrari áhugaverdari
grein gevur Helena D. á
Neystabø,
tingkvinna,
nýggjum tinglimum góð
ráð og greiður frá arbeiðs-
háttinum í tinginum. Hon
sigur m.a. soleiðis: »Undir
yvirskriftini
»Ljóshærd
konufólk« stóðu m.a hesar
reglur at lesa í einum av
føroysku bløðunum beint
eftir
Løgtingsvalið
í
november 1990. Tað vil
siga dagin eftir, at eg varð
vald í Løgtingið fyri fyrstu
ferð. Eg hevði ongantíð
stillað upp til eitt løgtings-
val fyrr, so henda verðin
var nýggj fyri meg.
Aðrastaðni í sama blaði
stóð – eisini um meg –, at
»Eftirsum útsjónd er alt og
innihald einki« og víðari
»Einum kom til hugs
ævintýrið um Skønheden
og udyret, tá ið nývalda
tingkvinna hjá Fínaflokki
tók sæti ...«
Tað var slíkan orðadrátt,
ið eg nú sum ein part av
løgtingsarbeiðinum skuldi
brynja meg út at luttaka í.
Eg hugsaði, at slíka væl-
komuheilsan hevði ein ný-
valdur ljóshærdur maður
helst ikki fingið.«
Spurningurin
í
5
á
netinum hesa vikuna er:
Hvat kann gerast betur,
um fleiri kvinnur koma á
Ting?
Her verður m.a. sagt:
»Koma fleiri kvinnur á
Løgting vilja tær avgerðir,
sum tiknar verða gerast
betri fyri øll. Kvinnur og
menn hava ofta ymiska
áskoðan, tí kynini gjøgnum
uppaling og mentan hava
fingið ymiskt virðisgrun-
darlag. Fleiri kvinnur á
tingi, hevði tryggjað, at
hædd varð tikin fyri fleiri
viðurskiftum, av tí at bæði
kvinnur og menn høvdu
luttikið í avgerðartilgongd-
ini.« Eisini verður sagt, at
»Mannfólk og konufólk eru
skapt ólík bæði kropsliga
og av lyndi. Tey síggja ting-
ini úr ymiskum sjónarhorn-
um og tí skuldi tað givið
eina meir fjøltáttaða fatan
av veruleikanum, tá bæði
kynini arbeiða saman.
Atkvøðugreiðslan hesa
vikuna fer at snúgva seg
um, hvørt vit hava brúk fyri
einari javnstøðulóg ella
ikki.
Um tú vilt vita meir,
kanst tú venda tær til sam-
skiparan:
Anniku
W.
Joensen,
annikaw@post.olivant.fo,
tlf. 212848.
Heimasíðan
hjá Javnstøðunevndini
aftur dagførd
Heimasíðan hjá
Javnstøðunevndini verður
dagførd hvørja viku til valið.
– Hesa vikuna við trimum
nýggjum áhugaverdum
greinum eftir Turið D.
Hentze, Hera Kragesteen og
Helenu Dam á Neystabø
16
Nr. 71 - 16. apríl 2002
Nr. 71 - 16. apríl 2002
17
Ólavur Groth hevur
júst tikið dugna-
skapsroynd í sigling,
og nú hevur hann
ætlanir um at fara
suður til Karibia at
sigla í nakrar
mánaðar
SIGLING
Ingrid Bjarnastein
Søldfirðingurin,
Ólavur
Groth, hevur verið áhugað-
ur í sigling í fleiri ár. Í vetur
hevur hann gingið á sjó-
mansskúlanum tvær ferðir
um vikuna, og fríggjadagin
fekk hann prógv fyri alt
stríðið. Frálæra hevur verið
í sjóreglum, siglingarlæru,
skipstøkni og skipstólum.
Eisini hevur verið undirvíst
í týðan av veðurkortum.
– Eg havi keypt mær ein
bát, sum er ein gamal fiski-
bátur, og nú geri eg hann
um til ein frítíðarbát, sigur
Ólavur Groth, sum dagliga
er byggimeistari, og fæst í
løtuni mest við at umvæla
gomul hús.
– Ætlanin við hesum er
so at fara ein longri túr.
Allarhelst verður tað til
Karibia í nakrar mánaðar.
Eg ætli at sigla framvið
skotsku strondini, holl-
endsku strondini, niður
framvið Portugal og so
enda í Karibia.
Dugnaskapsroyndin
er
nú komin til hølvdar, so nú
vantar bert at rigga bátin til,
soleiðis, at hann verður
egnaður til túrin. Men hesin
túrurin verður neyvan í ár,
tí enn manglar rættiliga
nógv til báturin veðrur
klárur.
Síggja verðina
Dugnaskapsroyndin gevur
Ólavi møguleika at síggja
verðina.
– Eg havi leingi havt
áhuga í at sigla. Næst sein-
asta ár var eg fleiri túrar við
Norðlýsinum, eg havi siglt
við seglum í Danmark og
eg havi faktiskt altíð verið
spentur uppá, at gjørt ein
slíkan túr. Eisini havi eg
siglt við fiski- og fraktbát-
um í trý ár.
Sjálvur hevur Ólavur
onga familju her í Føroy-
um, sum bindur hann.
Hann hevur eina dóttir í
Danmark, so hann heldur
hetta er ein gyltur møgu-
leiki at sleppa at síggja
verðina.
– Arbeiðið hjá mær verð-
ur lagt soleiðis til rættis, at
eg sleppi at verða burtur í
nakrar mánaðar, greiðir
Ólavur frá. – Men tað er
ikki vist, at túrurin verður
um summarið. Tað er nú
soleiðis, at veðrið til at
sigla í Karibia er best í
november mánaða, tí tað
liggur vindurin undan.
Ætlanin er eisini at seta
segl uppá bátin, so øll
náttúrlig orka verður brúkt
á bestan hátt.
Báturin hjá Ólavi eitur
Annika eftir dóttrini hjá
fyrrverandi
eigaranum.
Men tey vera ikki tveyeini
tá lagt verður til brots.
Helst verða eini tveir mans
við.
Fríggjadagin fingu kvøldskúlanæmingar hjá Tórshavnar
Kvøld- og Ungdómsskúla dugnaskapsprógv í sigling.
Myndamaðurin hjá Sosialinum var ein túr framvið og
fekk mynd av teimum. Kartni Páll Sólbjørn Fornagarð,
Brian Jakob Bjartur í Dali, Jóannes Dan Eidesgaard,
Einar Venned, Jens Petur Jensen, Jákup Poulsen, Ragnar
Justinussen, Heini Harryson, Ólavur Groth, Bárður
Johannesen, Torbjørn Jacobsen og Kristian Petersen.
Kjartan Signar Petersen vantar á myndini.
Mynd: Jens Kristian
Millum próvtakar-
arnar fríggjadagin
var eisini Jóannes
Eidesgaard, sum
flest øll munnu
kenna. Eisini hann
hevur stóran áhuga
í sigling og báti, og
sigur hann, at
grundin til, at hann
tók dugnaskaps-
royndina er av
berum áhuga
BÁTALÍV
Ingrid Bjarnastein
– Nei, eg komi neyvan
so langt sum til Karibia,
segði Jóannes Eides-
gaard, tá Sosialurin tos-
aði við hann mánamorg-
unin. – Hetta er bara
reinur áhugi. Mær hevur
altíð dámað væl at fjas-
ast við bát, og eg eigi
eisini bát sjálvur. Og
hetta prógvið gevur mær
jú loyvi at føra skip upp
til 100 tons á heima-
sjógvi.
Jóannes Eidesgaard
sigur, at hetta var ein
møguleiki, sum hann
valdi at taka av, tí hann
hevur stóran áhuga í
fakinum. Áðrenn polit-
isku
karrieruna
var
Jóannes lærari, og tá
hann hevði verið lærari í
10 ár, tók hann farloyvi í
2 ár fyri at sleppa til
skips, og eisini var hann
til skips, hvørja summ-
arfrítíð.
– Hetta er absolutt
ikki
valflesk,
sigur
Jóannes
Eidesgaard
flennandi. – Men tað er
væl ikki nakað afturstig
fyri ein politikkara at
hava innlit í ymisk mál,
tí tað gevur jú grundar-
lag fyri betri politikki.
Politikkur er jú alt, og
júst sum aðrir eru áhug-
aðir í haga, veðrum og
landbúnaði, so eri eg
áhugaður í bátum og tí,
sum hartil hoyrir.
Hvat
dugnaskaps-
royndin verður brúkt til,
dugir Jóannes ikki at
siga. Men í fyrsta um-
farið letur hann Karibia
fáa frið.
Dugnaskapsroyndin,
várið 2002
Neyvan Karibia
Fyrst dugnaskapsroynd,
so Karibia
Eftir ætlan fara Ólavur Groth og báturin Annika til Karibia komandi ár. Ólavur fekk fríggjadagin prógv fyri at hava tikið
dugnaskapsroynd í sigling
Mynd: Jens Kristian
Jóannes Eidesgaard fekk saman 12 øðrum dugnaskaps-
prógv fríggjadagin
Mynd: Jens Kristian
C
M
Y
K
17
16