Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. apríl 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 71 - 16. apríl 2002 19 Hóast hann hevur verið í føroyska billard-oddinum seinastu 15 árini, so var hetta fyrsta ferð- in, at Kristian Suni Høgnesen gjørdist føroyameistari í ein- staklingakappingini FM Í BILLARD Jan Müller Eftir at havt beina kós móti tí týdningarmesta sessinum í billardspælinum, FM- heitinum fyri einstaklingar, í skjótt 15 ár, eydnaðist tað loksins Kristian Suna Høgnesen úr Klaksvíkar Klubba at røkka trúnini. Hann gjørdist greiði og tryggi vinnarin av hesum FM-meistaraskapinum. Tað er tó ikki fyrsti sigur hans- ara í ár. Hann byrjaði billardárið við at vinna kappingina um Haldor Holm-steypið, síðani at vinna FM-heitið fyri lið og nú at vinna FM-gullið sum landsins besti billardspæl- ari. Tilsamans átta mans spældu seg til endaspælið í billard. Hesir átta dystaðust á borðunum í Havnar Klubba seinasta vikuskift- ið. Av teimum komu fýra víðari til endaspurtin. Teir vóru Kristian Suni Høgne- sen úr Klaksvíkar Klubba, Bjarni Skaalum úr Kagga- num, Ólavur Kjølbro úr Klaksvíkar Klubba og Óli Joensen úr Tvøroyrar Klubba. Eftir tvær spennandi semifinalur komu Kristian Suni og Bjarni víðari til sjálva finaluna. Her gekk ógvuliga javnt á hjá teim- um, til bert eini fimm um- før vóru eftir. Tá kom rutin- an og vælkoyrandi og flót- andi bleyta spælið hjá Kristian Suna fram og av- gjørdi dystin einaferð med alla. Hann vann ein tryggan sigur og hevði eitt samlað meðaltal omanfyri 25 eygu fyri umfarið. Hetta má sig- ast at vera avbera gott. Fyrsta FM Kristian Suni hevur verið við til at vinna Klaksvíkar Klubba fleiri FM-heiti fyri lið. Hann hevur verið fastur fúsur rundan um billard- borðini kring landið í meira enn 15 ár. Áhaldandi venj- ingin og nærlagni hevur ment Kristian Suna sum spælara og við sínum róliga og sera avballanseraða spælistíli hevur hann gjørt mangan vørr í stórum og spennandi kappingum og dystum móti fleiri av okk- ara frægastu spælarum gjøgnum árini. Nr. 2 og silvurvinnari varð Bjarni Skaalum, sum má sigast at vera millum stinnastu spælararnar í landinum, hóast sín unga aldur. Hann megnar at fella keylu eftir keylu og spæla torførar reyðar bóltar, men tá veruliga ástendur gerst hann í so ivrigur, og harvið spælir hann sær sjálvum eitt puss. Skjótleikin gong- ur út yvir presisjónina og konsentratiónina, nakað, sum ikki er ókent hjá fleiri øðrum góðum spælarum. Men eingin ivi er um, at Bjarni, sum hevur tíðina fyri sær, fer at vera millum bestu spælararnar nógvu komandi árini. Nr. 3 og bronsuvinnari gjørdist Max Rasmussen av Tvøroyri. Hann megnaði at vinna FM-heitið í fjør. Hann man vera ein av okk- ara allarbestu spælarum. Hevur ein sera vakran og professioneltlíknandi spæli- stíl. Megnar tað ómøguliga, tá hann er hart pressaður. Hann hevur verið við til at vinna flestu av teimum stóru kappingunum, og í fjør eydnaðist tað so at fáa FM-gullið fyri einstakling- ar fyri fyrstu ferð. Stjørnuskot móti oddinum Nr. 4 í kappingini verður mett sum eitt stjørnuskot í komandi billardinum í Før- oyum. Tað er ungi alvin úr Klaksvík, Ólavur Kjølbro, sum eftir bert at hava spælt billard í gott og væl eitt ár er vorðin FM-meistari fyri lið og rakk heilt til semi- finaluna í fyrstu luttøku síni í FM fyri einstaklingar. Hann er nærlagdur og hev- ur víst seg at hava eitt fram- úrskarandi bólteygað. Millum billardspælarar gongur tosið um, at Ólavur man blíva komandi stjørn- an í billardinum her á landi. FM-kappingin í ár varð fyriskipað av Billardsam- bandi Føroya saman við vertunum Havnar Klubba. Hon varð væl løgd til rætt- is, og gjørdu dómararnir og fyriskiparar eitt gott ar- beiði. Føroya Bjór, sum altíð hevur staðið billardinum nær, nakað, sum røkkur heilt aftur til Haldor Holm- sa tíð, var eisini hesaferð sponsorur og lat steyp til øll vinnandi liðini í liðkapp- inginmi og teimum bestu í einstaklingakappingini. Tað eru annars 25 ár síð- ani, at Billardsamband Før- oya varð stovnað. Í hesum sambandi verður skipað fyri einum hátíðarhaldi seinni í ár, har ein møgulig kapping millum frægastu spælararnar hesi árini verð- ur á skránni. Trúgvur hevur hann verið, stu?ulin hjá oddaspælarunum í billard í Klaksvíkar Klubba. Tummas Johannessen hevur trúð- liga øll árini ferðast kring Føroya land fyri at stuðla sínum monnum, tá avgerandi kappingar hava verið. Hann var við á Tvøroyri, tá Sonhard Johannessen sum fyrsti klaksvíkingur nakrantíð vann FM-heiti? fyri einstaklingar, og hann var aftur við í Havn, nú Kristian Suni Høgnesen vann sítt fyrsta FM- heiti. Kristian Suni vísir okkum tríggjar sigursfingrar, ein fyri Haldor Holm-kappingina, ein fyri FM fyri lið og ein fyri FM fyri einstaklingar Mynd: Jan Kristian Suni føroyameistari í billard Ein sera fegin føroyameistari í billard, Kristian Suni Høgnesen úr Klaksvík Mynd: Jan “Tab og vind med samme sind” orðatakið kann vissuliga sigast hóska væl til hesar fýra billardgarparnar, sum seinasta vikuskiftið vístu framúr gott og spennandi billardspæl. Fv. Nýggi Føroyameistarin Kristian Suni Høgnesen, silvurvinnarin Bjarni Skaalum, bronsuvinnarin Max Rasmussen og nr. 4 Ólavur Kjølbro Mynd: Jan 19 Saman við tveimum øðrum íleggjarum hevur Todi Jónsson nú keypt ein náttklubba mitt í danska høvuðsstaðnum, og er ætlanin fyrst og fremst, at hetta skal verða eitt stað fyri føroyingar NÁTTKLUBB Jákup Mørk Í fríggjadagsblaðnum skrivaðu vit, at eftir øllum at døma kundi Todi Jónsson í næstum skrivað diskoteks- eigari á navnaspjaldið hjá sær, og fríggjadagin vórðu tíðindini so staðfest. Tríggir eigarar Føroyski landsliðlsleikarin er tó ikki einsamallur eigari av nýggja staðnum. Um- framt Toda er talan um Suna S. Reinert og Martin Ansbjørn, sum báðir hava royndir á økinum, og verða tað helst fyrst og fremst teir báðir, sum koma at standa fyri rakstrinum av Jack- Ways, sum náttklubburin nú er doyptur. Suni Reinert, sum annars hevur verið í læru hjá eini stórari café- og matstovu- ketu í Danmark sigur við Sosialin, at ætlanin við hes- um fyrst og fremst er at skapa eitt stað, har føroy- ingar í danska høvuðsstað- num kunnu savnast. – Hetta er sjálvandi ikki nakar nýggjur tanki hjá okkum. Vit hava í eina tíð leitað eftir hóskandi hølum til endamálið, og hesi halda vit nú, at vit hava funnið, sigur Suni við Sosialin. – Fyrst og fremst er ætlanin, at hetta skal vera eitt stað fyri føroyingar. Sjálvandi eru øll vælkomin inn á klubban, men í stóran mun hava vit lagt okkum eftir, at talan skal verða um eitt føroyskt stað. Tað vil siga, at vit hava føroysk starvsfólk, og sjálvandi er ætlanin eisini, at føroyskar vørur skulu vera at fáa. Skal verða “staðið” Um hølini, sum teir nú hava keypt, sigur Suni, at teir eru sera væl nøgdir við um- støðurnar. Bæði innan og uttan. – Hóast tað er rættiliga miðskeiðis í býnum, so er hetta kanska ikki eitt stað, sum tú bara dettur inná, og tað er sum so heldur ikki ætlanin. So skuldu vit hildu til á Strøgnum, men tá kundu vit so akkurát tað sama gloymt alt um, at hetta mest skal verða til føroyingar. – JackWays, sum klubbin eitur liggur á Hauser Plads, beint við síðuna av Stk. gertrud matstovuni, sum er ein av teimum heldur dýr- aru matstovunum í býnum. – Upprunaliga vóru tað eisini eigararnir av Gertrud, sum gjørdus náttklubban, sum tá æt Kapellet, og ætlanin við hesum var fyrst og fremst, at hava sama kundaskara, sum helt til á matstovuni. Hetta gekk tó ikki heilt so væl, sum ætlað, og tá fíggjarliga grundarlagið ikki var í lagi, sóu tey seg noyddan at steingja. Hetta er tó ikki nakað, sum hevur tikið móti frá teimum trimum. Suni vil ikki upplýsa, hvat íløgan hjá teimum er, men hann sigur tó somikið, at tað skulu heilt fitt av vitjandi til, fyri at fáa alt at mala runt. – Hølini hava rúm fyri eini 300 fólkum, og fyri at alt skal ganga upp, so skulu vit helst hava fult hús í øll- um førum leygardagar. Tað rokna vit tó eisini við fer at bera til, tí tað eru hóast alt nakrir túsund føroyingar í Keypmannahavn, og fáa vit hetta at verða “staðið” sum hesa fara, tá tey fara í býin, so eru vit ikki bangnir um, at tað ikki skal bera til. – Vit hava veruliga roynt at gjørt hetta til eitt stað, sum hóskar seg til føroy- ingar. Bæði Martin og eg hava royndir innan yrki frá Føroyum, men eg haldi ikki, at tú kanst samanber hetta við nakað av føroysku dansistøðunum. Sjálvandi eru onkur hugskot fingin í Føroyum, men eg haldi, at vit hava fingið eitt stað, so- leiðis sum vit kundu hugs- að okkum, at eitt føroyskur klubbi skal verða, og so er bara at vóna, at tað eisini eru onnur, sum dáma hetta eins væl. Sjálvur bygningurin, ið sum sagt hevur rúm fyri 300 fólkum, er knappar 300 fermetrar til støddar. Talan er um tvær hæddir, men hvør hædd er harafturat býtt sundur í minni sektión- ir, so hóast talan ikki altíð er um fult hús, so ber væl til at gera hølini hugnalig. Opna komandi vikuskiftið Longu komandi leygardag verður fyrsti dagurin, at JackWays verður opið, og einki er at ivast í, at í nógvir føroyingar fara at kanna sær umstøðurnar. Eitt gott høvi hjá nýggju eigarunum verður tað helst eisini, nú hópur av føroy- ingum fara niður at hyggja at dystinum millum FCK og Brøndby, og sum skilst á Suna, so ætla teir at hava opið, meðan stóra ferðalag- ið er í Danmark. – Loyvið hjá okkum er soleiðis, at vit bert kunnu hava opið fríggja- og leygardag, men harafturat kunnu vit hava opið tá halgidagar eru, so møgu- leiki skuldi verið fyri at havt dyrnar opnar hesar dagarnar, og so er bara at vóna, at nógv leggja leiðina framvið, sigur hann at enda. Nr. 71 • týsdagur • 16. apríl 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Vegurin hjá Jack Tveir av eigarunum av nýggja náttklubbanum, Suni S. Reinert og Todi Jónsson, taka sær av løttum eina løtu Mynd: Martin Ansbjørn Talan er um ein rúmligan bygning, við góðum umstøðum hjá teimum vitjandi Mynd: Martin Ansbjørn C M Y K 18