týsdagur 16. apríl 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 71 - 16. apríl 2002
21
KÍ álopsmaðurin
skal venja í
Onglandi í hesi
vikuni, og
leygardagin skal
hann til próvtøku í
Birmingham
YRKISLSLEIÐIN
Jóannes Hansen
Hjalgrím Elttør úr KÍ
hevur eina spennandi
viku frammanfyri sær.
Fyrrapartin í gjár fór
hann til Onglands. Í
morgun skal hann venja
fyrstu ferð við Aston
Villa. Har skal hann vera
alla vikuna. Flestu dagar-
nar skal hann venja tvær
ferðir. Leygardagin skal
hann spæla við U–19 lið-
num hjá teimum. Eftir
tann dystin kemur hann
aftur til Føroya, og so
skal hann geva tol og
bíða eftir, hvat teir í
Aston Villa fara at siga.
Vit loftaðu Hjalgrími á
flogvøllinum fyrrapartin
í gjár, meðan hann bíðaði
eftir at fara í flogfarið:
– Hetta er sera spenn-
andi. Ætlanin var, at eg
skuldi fara avstað í síðstu
viku, men KÍ vildi hava,
at eg spældi við ímóti
HB. Tíverri gekk tað ikki
so væl. Nú verði eg ikki
við ímóti B68. Tað harm-
ist eg um, men í vikuni,
sum stendur fyri framm-
an, kann eg ikki hugsa so
nógv um hatta. Nú ræður
um at gera sítt besta,
hava sjálvsálit og vóna,
at tað fer at ganga væl,
heldur ungi maðurin,.
Hjalgrím hevur ongan-
tíð dult, at hann droymir
um at gerast fulltíðar
yrkisspælari uttanlands.
Evnini eru góð, og venj-
ingarstøðan er fín. Fyri
einum lítlum mánað síð-
ani var Hjalgrím í Aston
Villa, og tað gekk væl.
– Tað var eftir venjing-
arleguna hjá landsliðnum
á Kypros, at teir í Aston
Villa settu seg í samband
við okkum. Tá eg hevði
verið har niðri, søgdu teir
seg vera væl nøgdar við
tað, sum teir høvdu sæð.
Ætlanin var, at eg skuldi
koma niður aftur hagar
eina ferð í summar. Nú er
hetta so framskundað.
Tað kundi sæð út sum eitt
gott tekin, men eg veit
ikki rættuliga. Nú fáa vit
at síggja.
Verður tú sáttmála-
bundin, tá tú kemur aftur
til Føroya sunnudagin?
– Nei, tað rokni eg ikki
við. Um teir eru áhugað-
ir, so mugu vit tosa um
tingini, og so skal KÍ eis-
ini upp í spælið. Í hasari
verðini ræður um at vera
kaldur og hugsa seg væl
um, men tað er eisini
neyðugt at vita, nær tað
skal skrivast undir, um
møguleikin verður har,
sigur Hjalgrím Elttør,
sum – hóast sín unga
aldur – longu tykist hava
innlit í, hvussu spæli-
reglurnar eru í stóra fót-
bóltsheiminum.
HB hevur tryggjað
sær fyrsta plássið,
meðan KÍ hongur í
klænum tráði í
steypakappingini
LØGMANSSTEYPIÐ
Jóannes Hansen
Tað gongur ikki væl hjá KÍ,
og tað gongur væl hjá HB.
Tað gongur so mikið illa
hjá KÍ, at teir nú hava knív-
in á barkanum. Um teir
skulu vera við í fjórðings-
finaluni í steypakappingini,
so skulu teir vinna á Toftum
leygardagin, og so skal HB
samstundis vinna ímóti
Skála. Tað gongur so mikið
væl hjá HB, at teir longu
hava trygjað sær fyrsta
plássið í bólkinum og har-
við heimadyst í fjórðings-
finaluni.
Tað verður trupult hjá KÍ,
sum hevur vánaligar fyri-
treytir at fara út á Svanga-
skarð. Heðin á Lakjuni
verður leikbannaður, Hjal-
grím Elttør verður burtur-
staddur, og Grímur Vang
varð skaddur beinanvegin
ímóti gamla felagnum hjá
honum, HB.
Leygardagin
hittust
sigursvandu javnaldrarnir í
Klaksvík. KÍ hevði bóltin
mest, og klaksvíkingar
høvdu fleiri møguleikar at
gera mál. Heðin á Lakjuni
var einar tríggjar ferðir um
reppið at skora, og Alex-
ander Djordjevic hevði eis-
ini stóran møguleika.
Serliga í 1. hálvleiki var
HB púrasta á afturparti-
num. Teir høvdu ongan
málmøguleika og royndu
bara at savna seg bara um
verjupartin. Eftir steðgin
var tað frægari hjá HB, men
KÍ stýrdi framvegis. Kort-
ini var tað HB, sum vann
ein tryggan sigur. Teir
vunnu 3–1.
Fyrsta málið kom, tá 2.
hálvleikur var tríggjar min-
uttir gamal. Rangstøðu-
fellan hjá KÍ kiksaði.
Tríggir HB spælarar komu
leysir við KÍ málverjanum.
Jóhannis Joensen royndi
seg fyrst, men Meinhardt
Joensen hálvbjargaði. Bólt-
urin fór út til púra leysa An-
drew av Fløtum, sum lætt-
liga skoraði.
Andrew av Fløtum økti
til 2–0, tá sjey minuttir
vóru eftir. Hesa ferð var tal-
an um brotsspark. Tað varð
dømt, tá væl upplagdi
vongverjin í høgru, Tór-
Ingar Akselsen, hevði sneitt
fleiri av og varð feldur í KÍ
brotsteiginum. Tað málið
kom sera væl við hjá HB.
Dygst
frammanundan
vórðu teir undirmannaðir, tí
Vagnur Mohr Mortensen
hevði fingið seinna gula
kortið.
Dómarin hevði lagt meiri
enn fimm minuttir afturat
vanligu leiktíðini, og henda
løtan var sera hendingarrík.
Innskifti Allan Mørkøre
minkaði um munin fyri KÍ,
tá HB málverjin og verjan
fóru púra skeiv av einum
innleggi frá honum, sum so
fór í málið. So varð Heðin á
Lakjuni útvístur fyri hevni-
søku
ímóti
Tór–Ingar
Akselsen, og í síðstu løtu
staðfesti innskifti Ransin
Djurhuus HB sigurin, eftir
at hann varð spældur leysur
av Rógva Jacobsen.
Fleiri burtur
Bæði KÍ og HB vóru uttan
onkrar av føstu monnunum.
Hjá KÍ vóru Allan Joensen
og Jan Andreasen ikki við,
tí teir vóru skaddir. Hjá HB
vóru Jan C. Dam, Uni Arge
og Nicu Dogaru ikki við.
KÍ var hesa ferð í 3–5–2
útgávu: Meinhardt Joensen
–
Grímur
Vang,
Atli
Danielsen, Ove Nysted –
Erling Fles, Jan Joensen,
Hjalgrím Elttør, Bárður á
Lakjuni, Harley Berthold-
sen – Alexander Djordje-
vic, Heðin á Lakjuni.
Grímur Vang fór út við
skaða í fyrsta minutti. Tá
kom Andrass Jacobsen.
Allan Mørkøre og Kurt
Mørkøre komu eisini inn.
HB var í 4–4–2 útgávu:
Bárður Johannesen – Tór-
Ingar Akselsen, Jóhannis
Joensen, Jón Rói Jacobsen,
Hans á Lag – Vagnur Mohr
Mortensen, Rúni Nolsøe,
Rógvi Jacobsen, Hallur
Danielsen – Andrew av
Fløtum, Rókur av Fløtum
Jespersen.
Dysturin í tølum
KÍ-HB 1-3 (0-0)
0-1: Andrew av Fløtum
0-2: Andrew av Fløtum
1-2: Allan Mørkøre
1-3: Ransin N. Durhuus
Bólkaspælið í kappingini
um løgmanssteypið
Bólkur 1
v
t
d
v - j - t
mál mál +/- stig
1 B36
5
3 - 1 - 1
17
4
13
10
2 VB
5
3 - 0 - 2
12
10
2
9
3 NSÍ
4
2 - 1 - 1
8
5
3
7
4 Sumba
4
0 - 0 - 4
3
21 -18
0
Bólkur 2
v
t
d
v - j - t
mál mál +/- stig
1 GÍ
5
3 - 2 - 0
11
5
6
11
2 EB/Str.
5
1 - 2 - 2
7
8
-1
5
3 FSV
5
1 - 2 - 2
5
7
-2
5
4 TB
5
1 - 2 - 2
8
11
-3
5
Bólkur 3
v
t
d
v - j - t
mál mál +/- stig
1 HB
5
4 - 1 - 0
14
6
8
13
2 B68
5
2 - 0 - 3
10
11
-1
6
3 Skála
5
2 - 0 - 3
7
12
-5
6
4 KÍ
5
1 - 1 - 3
10
12
-2
4
TB og GÍ býttu stigini
sínamillum, tá tey
dystaðust leygardagin
LØGMANSSTEYPIÐ
Jákup Mørk
Gøtumenn høvdu mest sum
tryggjað sær oddasessin í
deildini, longu áðrenn teir
fóru til Tvøroyri, og ikki
heilt óvæntað varð hesin
eisini staðfestur leygardag-
in.
Fingu mótstøðu
Tað var tó ikki heilt eftir
bókini hjá GÍ, at teir fingu
somikið nógva mótstøðu,
sum teir fingu frá TB.
Longu tíðliga í dystinum
vísti TB, at teir ikki uttan
víðari ætlaðu at geva seg, tá
Bárður Dimon var seinasti
maður á einum álopi, so-
leiðis at bólturin varð
beindur í málið.
GÍ royndi at svara aftur,
og hetta eydnaðist eisini, tá
Sámal Joensen fekk møgu-
leikan av brotsteigarbletti-
num. Landsliðsmaðurin var
ósvikaliga tryggur, og sendi
í kassan, og úrslitið varð
hitt sama, tá Sámal í seinna
hálvleiki enn einaferð fekk
møguleikan
frá
brots-
sparkssblettinum.
TB og Bárður Dimon
góvust tó ikki uttan víðari,
og spenningur kom í aftur,
tá Bárður skeyt næsta málið
hjá sær, men ein avgerð
tóktist tó at verða funnin, tá
Súni Fríði Johannesen stóð
á rætta staðnum.
Stutt fyri leiklok fekk TB
tó bjargað øðrum stiginum,
tá Alexander Radosavljevic
fekk møguleikan.
Hava fyrimun
Sum nevnt aðrastaðni á
síðuni, so viðførdi báðir
javnleikirnir í bólkinum, at
alt framvegis er púrasta
javnt millum tey trý liðini,
sum elta GÍ á veg til fjórð-
ingsfinaluna.
Kanska eru tað tvørá-
menn, sum standa við bestu
kortunum í so máta, tí teir
hava fyrimunin av heima-
vølli í seinasta dystinum í
bólkaspælinum. Allar helst
er ein sigur í hesum dysti-
num nóg mikið til at
tryggja sær víðari atgongd í
kappingini.
Dysturin í tølum
TB-GÍ 3-3 (1-1)
1-0: Bárður Dimon
1-1: Sámal Joensen (br.)
1-2: Sámal Joensen (br.)
2-2: Bárður Dimon
2-3: Súni Fríði Johannesen
3-3: Alexander Radosavljevic
Hjalgrím aftur
í Aston Villa
KÍ-HB 1-3 (0-0):
Brennivargur í Klaksvík
Eftir tapið fyri HB hongur víðari luttøkan hjá KÍ nú í klønum tráð undan seinasta umfarinum
Mynd: SáH
TB-GÍ 3-3 (1-1):
Málríkt á Tvøroyri
21
20
Nr. 71 - 16. apríl 2002
Runavíkingar hava nú
bestu kortini á hond-
ini í bólki 1, eftir at
teir leygardagin í
evstu løtu fingu togað
sær trý stig á útivølli
móti B36
LØGMANSSTEYPIÐ
Jákup Mørk
B36 kundi við einum sigri
leygardagin ogna sær odda-
sessin í bólki eitt. Runavík-
ingar komu á vitjan, og tó
at tað kanska vóru gestirnir,
sum høvdu størra tørvin á
stigunum, so var einki at
ivast í, at teir á heima-
liðnum vóru favorittar.
B36 omaná
Fyrstu longu løtuna av
dystinum var eisini líkt til,
tað skuldi eydnast B36 at
vinna sær tey trý stigini.
At kalla allan fyrra hálv-
leik vóru tað teir, sum vóru
omaná. Teir royndu at
leggja eitt ávíst tryst oman
móti málinum hjá NSÍ, og í
borðunum
báðum
varð
roynt at bróta ígjøgnum,
soleiðis at vandamikil inn-
legg kundu spyrjast burtur-
úr.
Talan gjørdist tó ikki um
so øgiliga nógvar mál-
møguleikar.
Partvíst
tí
runavíkingarnir hava eina
miðverju, sum er rættiliga
sterk í luftspælinum, og
partvíst tí bóltarnar ofta
lógu somikið nær málinum,
at Jens Martin Knudsen
ikki hevði stórvegis trupul-
leikar av hesum.
Eftir at B36 soleiðis
hevði roynt at hótt eina
løtu, fingu teir hol á um
hálvan hálvleikin, men tað
skuldi eitt mistak frá NSÍ
til, áðrenn hetta lat seg
gera. Ein afturlegging til
málverjan gjørdist ov stutt,
og tá John Petersen var um
reppið at koma ímillum, sá
Jens Martin seg noyddan at
nýta hondina til at steðga
bóltinum.
Óbeinleiðis fríspark varð
dømt. Runavíkingar still-
aðu stóran manngarð á 5-
metra teiginum, men lítið
hjálpti. Skotið sjálvt varð
sent á undirsíðuna á tvør-
trænum, men Magni á
Lakjuni var fyrstur at fylgja
upp, og so var B36 á odda.
Tað, sum eftir var av
fyrra hálvleiki, royndu teir
á heimaliðnum at trýsta,
men tað gekk framvegis
hampuliga striltið at fáa
nakrar veruligar málmøgu-
leikar. Jens Martin Knud-
sen hevði tó eina góða
bjarging, tá Jákup á Borg
royndi seg av brotsteigar-
markinum, og John Peter-
sen var heilt nær við einar
tvær ferðir, men annars
hevði
NSÍ
mest
sum
tamarhald á. Teir bitu nú
eisini spakuliga frá sær, og
ta einu ferðina noyddist
Arnbjørn
Danielsen
at
bjarga á málstrikuni.
Vend kom í
Rættiliga tíðliga í seinna
hálvleiki tók dysturin tó at
venda. Onkursvegna tóktist
tað, sum um heimaliðið
ikki hevði orku til áhald-
andi at trýsta runavíking-
arnar, og spælið varð alt
fyri eitt førkað nakað væl
niðan á B36 hálvuna.
Helst var tað eisini ein
stór avmarking hjá B36, at
Klæmint Matras ikki fekk
verið við hendan dystin.
Uttan
stríðsmannin
og
krumtappin fingu runavík-
ingar nógv betri rásarúm á
miðvøllinum, og ikki minst
tóktist Pól Thorsteinsson
veruliga at koma í gongd
nú.
Kanska høvdu runavík-
ingarnir ikki bóltin so nógv
meira enn heimaliðið, men
tá teir vóru í álopi, so vóru
teir nógv meira beinleiðis.
Royndu at stinga bóltar út í
borðini, og so fáa sent
innfyri, har Helgi og Sonni
L. Petersen vóru menninir,
sum skuldu taka ímóti bólt-
unum.
Annars
varð
hendan
fyrsta løtan av seinna
hálvleiki eisini merkt av, at
menn nú vóru um at gerast
dekan ov heitir. Serstakliga
kom røk í millum Arnbjørn
Danielsen og Sonna L.
Petersen. Helst átti dómarin
at steðgað hesum munandi
skjótari við at geva teimum
hvør sítt gula kort, men tá
einki hendi, gjørdist spælið
veruliga ófantaligt eina
løtu. Hevndaratgerðir fingu
loyvi at seta sín keðiliga
dám á, og uttan nøkur stór-
vegis mótmæli kundi dóm-
arin væl givið í øllum
førum trý reyð kort hesa
løtuna, men tey komu ikki,
og tíbetur sissaðust leikar-
arnir so við og við, soleiðis
at tankarnir aftur fóru at
leita til fótbóltin.
Fingu lønina
B36 hevði kanska riðið
ringasta stormin av sær,
men tá góður tími var farin,
eydnaðist NSÍ at javna.
Jónstein
Petersen
var
staddur beint uttan fyri
brotsteigin, tá ein bóltur
varð sendur innfyri. Í fyrstu
atløtu fekk B36 vejran
stútað útfrá, men við einum
klokkureinum
ristskoti
hamraði Jónstein bóltin í
kassan. Kanska helt Magn-
us Poulsen, at hann hevði
tamarhald á harða skotin-
um, men tá bólturin tók
høvdið á Arnbjørn Dan-
ielsen á vegnum, var mál-
verjin fullkomuliga seldur.
Ein skuldi kanska hildið,
at hetta fekk meira lív í B36
liðið aftur, soleiðis at teir
nú fóru at trýsta niðaneftir,
men soleiðis varð ongan
tíð.
Spælið gekk framvegis
rættiliga stirvið. Litil ferð
ella hugflog var á, og bert
tað einu ferðina hóttu teir
veruliga, tá Jákup smekk-
aði til á tvørtræið.
Hinvegin hendi kanska
heldur ikki so nógv longur,
men framvegis hevði tú
varhugan av, at skuldi ein
avgerð fella, so máttu tað
verða gestirnir, sum stóðu
fyri hesi, og tá vanliga
leiktíðin var farin, fingu
teir løn fyri strevið.
B36 verjan var alt annað
enn vakin, tá NSÍ vann sær
innkast í høgra borðið.
Bólturin varð tveittur til
Kára Hansen, sum slapp
sær at baklinjuni. Hann
legði flatt útfrá málinum,
og við handara stólpa kom
Jónstein Petersen púrasta
leysur og stýrdi bóltinum
inn til ein tá samanumkom
væl uppibornan sigur.
Kanska var sigurin hjá
runavíkingunum fyrst og
fremst grundaður á góða
stríðsviljan, men yvirhøvur
vóru tað eisini teir, sum
sýndu betra spælið. Teir
vóru nógv meira beinleiðis
í spælinum. Miðvøllurin
tykist nú spakuliga at vera
við at koma fyri seg, og fáa
álopsmenninir veruliga glið
á, so er lítið at ivast í, at
runavíkingar kunnu røkka
heilt langt í ár. Ikki minst tí
hópurin í ár tykist breiðari,
enn hann nakran tíð áður
hevur gjørt.
Dysturin í tølum
B36-NSÍ 1-2 (1-0)
1-0: Magni á Lakjuni
1-1: Jónstein Petersen
1-2: Jónstein Petersen
VB tóktist hava fult
tamarhald á, men í
seinna hálvleiki
skapti Sumba veru-
ligan spenning í aftur
dystin
LØGMANSSTEYPIÐ
Jákup Mørk
Eftir at Sumba fyri viku
síðani var fyri rættiligum
stórtapi í Havn, vóru fá,
sum góvu teimum stórvegis
møguleikar, tá teir leygar-
dagin skuldu royna seg í
grannauppgerð móti VB.
Fyrra hálvleik var eisini
litið, sum bendi á, at Sumba
skuldi
gera
stórvegis
skreytir. Spælið var kanska
ikki so øgiliga sannførandi,
men eftir at Jón Pauli Olsen
og Palli Augustinussen
høvdu skotið hvør sítt mál,
tóktist dysturin at vera mest
sum avgjørdur.
Tíðliga í seinna hálvleiki
var Jón Pauli aftur á blett-
inum og økti um leiðsluna,
og við trimum málum á
muni, mundu teir á heima-
liðnum ikki ivast í, at nú var
leyst og liðugt.
Svaraðu aftur
Tí mundi tað kennast sum
vátur vøttur, at sumbingar
als ikki høvdu hug at geva
seg yvir. Heldur enn at fella
í fátt, so stríddust teir fram-
haldandi av øllum alvi, og
tað var eisini um reppi, at
teir fingu løn fyri stríðið.æ
Jón
Lisberg
minkaði
fyrst um munin, og tá Berg-
ur Winther nakað seinni
minkaði munin niður í eitt
mál, stóð veruliga á hjá
heimaliðnum. Tað eydnað-
ist teimum tó at staðfesta
sigurin, tá Nenad Zivanovic
móti dystarenda.
Við sigrinum eru vág-
bingar vísir í, at teir í øllum
førum koma víðari sum
besti trý’arin í bólkaspæl-
inum, men sigurin hjá NSÍ í
Havn viðførdi, at teir nú
eisini hava møguleika at
gerast besti tvey’arin, og
harvið fáa fyrimun av
heimavølli í fjórðingsfinal-
uni. Treytin fyri hesum er,
at VB vinnur seinasta
dystin móti B36.
Dysturin í tølum
VB-Sumba 4-2 (2-0)
1-0: Jón Pauli Olsen
2-0: Palli Augustinussen
3-0: Jón Pauli Olsen
3-2: Jón Lisberg
3-2: Bergur Winther
4-2: Nenad Zivanovic
VB-Sumba 4-2 (2-0):
Sumba svaraði aftur
B36-NSÍ 1-2 (1-0):
NSÍ líkist vinnaranum
Jónstein Petersen hevur sent bóltin í málið fyri aðru ferð, og frøin á runavíkingunum er sum
vera man stór
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
20