týsdagur 16. apríl 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 71 - 16. apríl 2002
23
Hvidovre vann, og
mótstøðuliðið var
síðsta tíman
undirmannað, tí ein
hevði fingið reyða
kortið fyri at gera seg
inn á føroyska
landsliðsmannin
1. DEILD DANMARK
Jóannes Hansen
Síðani Peter Schmeichel
boðaði frá, at hann fór at
taka seg aftur úr Hvidovre,
hevur tað hilnast betri hjá
Óla Johannesen og teimum,
enn tað gjørdi framman-
undan. Spurningurin er so,
um gongdin fer at verða
tann sama hjá Aston Villa,
nú Schmeichel er rýmdur
til Manchester City og
Kevin Keegan!
Hesa ferð hevði Hvid-
ovre vitjan av Skive, og
heimaliðið vann 3–0. Teir
fingu øll málini í 1. hálv-
leiki, og teir kundu havt
vunnið uppaftur meiri, um
teir høvdu fingið úrtøku
burturúr møguleikunum,
sum teir høvdu í 2. hálv-
leiki.
At Hvidovre hevði lætt
spæl komst m. a. av, at mót-
støðuliðið var undirmannað
síðsta tíman. Ein hálvur
tími var farin, tá ein av
Skive monnunum, Peter
Bechmann,
fekk
reyða
kortið. Hann varð vístur av
vøllinum, tí hann hevði
gjørt
seg
inn
á
Óla
Johannesen.
Í síðstu viku ljóðaði í
donsku pressuni, at venjar-
in hjá Hvidovre, Jan Søren-
sen, er á veg úr felagnum.
Hann verður nevndur sum
møguligur venjari í AGF
eftir summarfrítíðina, og
hann váttar, at tað hevur
verið
samband
millum
partarnar. Venjarin er sera
væl
nøgdur
við
Óla
Johannesen. Spurningurin
er so, um hann vil hava
føroyska verjuspælaran við
sær til Århus. Tað hevði nú
verið ein eitt sindur undar-
lig støða. Óli fekk ikki
nógvar møguleikar at vísa,
hvør dugur var í honum
sum miðverji, tá hann flutti
av Tvøroyri og til Århus,
har hann í AGF royndi,
hvussu langt fótbóltsevnini
kundu bera!
Stórsigur til Randers
Køge er framvegis oddalið
í næstbestu donsku deild-
ini. Hesa ferð vóru teir
aftanfyri 1–0 á útivølli í
Odense ímóti B1909, men
teir vendu gongdini og
vunnu 3–1.
Farum
er
framvegis
omanfyri uppflytingarstrik-
una. Hesa ferð høvdu teir
vitjan av Fredericia, sum
Johan B. Hansen spælir
við. Úrslitið var 2–1 til
heimaliðið.
HFK Sønderjylland flutti
niður í fjør, og teir vilja
fegnir uppaftur beinanveg-
in. Teir eru við í stríðnum
um tey fremstu plássini,
men leygardagin fingu teir
ein orduligan undir vangan.
Teir vóru í Randers, og
heimaliðið vann við ikki
minni enn 8–0! HFK misti
ein mann, tá eitt korter var
farið, og í 56. minutti mistu
teir ein afturat.
Nú er munurin
millum FCK og
Brøndby so lítil, at
tað er upp til FCK
sjálvt at gera av, um
teir skulu endurvinna
meistaraskapin
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Tá superligan var í vetrar-
frí, tóktist tað púra ógjør-
ligt. Nú resta seks umfør av
hesum kappingarárinum,
og sunnudagin gjørdist tað
veruleiki. Eftir enn eitt
Brøndby tap og enn ein
FCK sigur er munurin mill-
um fyrr so sannførandi
oddaliðið og liðið hjá Toda
Jónsson minkaður til tvey
stig.
Tað vil við øðrum orðum
siga, at um FCK vinnur teir
seks dystirnar, sum eru
eftir, so fara teir at endur-
vinna meistaraskapin, sum
teir vunnu fyri einum
knøppum
ári
síðani.
Soleiðis sum tað sær út í
løtuni, so verður dysturin í
Parkini millum FCK og
Brøndby – tað er tann dyst-
in, sum Atlantic Airways og
Sosialurin skipa fyri ferð til
– ein sonn finala um DM.
Tølini siga, at FCK er
væl fyri. Síðani vetrar-
steðgin hava teir ikki tapt.
Teir hava vunnið seks dyst-
ir, og tvær ferðir hevur ver-
ið javnleikur. Málmunurin
er 19–1!
Todi skoraði
Hesa ferð var setningurin
hjá FCK á pappírinum lætt-
ari, enn hann hevur verið í
øllum hinum dystunum síð-
ani vetrarsteðgin. Todi og
liðfelagarnir vóru á gamla
heimavøllinum hjá Toda og
fleiri av hinum spælarunum
í FCK.
Áhugin fyri dystinum í
Lyngby var stórur. Í vár
hevur áskoðarratalið har
verið niðanfyri eitt túsund.
Hesa ferð møttu 5.393. Tað
gekk so mikið seint at av-
greiða atgongugjaldið, at
tey síðstu komu ikki inn,
fyrr enn 1. hálvleikur var
hálvrunnin.
Lyngby hevur tapt allar
dystirnar í vár, og teir løgdu
aftur sunnudagin rygg til
eitt tap. Men tað gjørdist
ongantíð nakað stórt upp-
livilsi av einum fótbólts-
dysti. FCK gjørdi sína
skyldu og ikki meiri enn
tað. Teir vunnu 3–0. Tað er
bara Vejle, sum hevur
vunnið við so lítlum muni
ímóti Lyngby í vár, sum
FCK gjørdi sunnudagin.
Todi Jónsson hevur ikki
skorað í fleiri teimum sein-
astu dystunum. Men hesa
ferð eydnaðist tað. Hann
legði FCK á odda, tá 19
minuttir vóru farnir. Hini
bæði FCK málini skoraði
miðvallarspælarin Thomas
Røll í 26. og í 66. minutti.
Tá tað restaðu níggju
minuttir, varð Todi skiftur
út. Álopsfelagin hjá hon-
um, Zuma, var ikki á liðn-
um hesa ferð. Hann segðist
vera smáskaddur. Í staðin
spældi Peter Møller. Sam-
bært donsku fjølmiðlunum
gekk einki serligt hjá hon-
um, og hann varð skiftur út
í 72. minutti.
Álopsspælararnir
hjá
FCK skulu støðugt vísa,
hvør dugur er í teimum. Í
løtuni kannar felagið, um
tað ber til at keypa ein
spælara, sum kann vera við
í kappingini um fremstu
plássini. Í norskum bløðum
ljóðar, at FCK hevur boðið
tíggju milliónir fyri 24 ára
gamla Thorstein Helstad.
Hann hevur spælt 54 dystir
fyri Brann Bergen, og hann
hevur skorað 39 mál. Eitt
umboð fyri felagið váttar,
at teir samráddust við FCK
hósdagin, men eingin sátt-
máli er undirskrivaður. Og
tað er ikki víst, at talan
verður um nakran sáttmála
við
FCK.
Eysturríkska
Austria Wien er eisini
framvið.
Brøndby kiksaði aftur
Eingin endi tykist vera á,
hvussu illa tað gongst hjá
Brøndby. Í heyst vóru teir í
serflokki í superliguni. Nú
hava teir ferð eftir ferð mist
stig á heimavølli. Sunnu-
dagin høvdu teir vitjan av
FCMidtjylland. Og tað
gekk, sum tað hevur gjørt
fleiri tær seinastu ferðirnar.
Brøndby tapti, og harvið
høvdu teir innanfyri átta
dagar mist sjey stig.
FCM kom á odda 2–0, tá
tað restaðu tólv minuttir.
Tað eydnaðist Brøndby at
minka um munin, tá tað
vóru fimm minuttir eftir.
So var lagt upp til, at tað
skuldi ganga, sum tað
gjørdi, tá AGF næstseinasta
sunnudag var í Brøndby. Tá
javnaði heimaliðið til 2–2 í
yvirtíðini.
Men hesa ferð eydnaðist
tað ikki at javna. Brøndby
venjarin ásannaði, at liðið
er í aldudali, og spælararnir
tagdu. Fjølmiðlarnir liggja
alla tíðina framvið fyri at
fáa spælararnar at siga okk-
urt, sum kann brúkast at
seta innanhýsis kílar í. Tí er
best einki at siga.
Tað er ikki ómøguligt, at
FCK
longu
komandi
sunnudag verður oddalið í
superliguni. Tá skal FCK
spæla á heimavølli ímóti
Silkeborg. Á pappírinum
verður
uppgávan
hjá
Brøndby torførari, tí teir
skulu til Aalborg.
Klokkan var farin av
teimum 90 minutt-
unum, tá Zwolle
tryggjaði sær trý stig
um vikuskiftið
HOLLAND
Jákup Mørk
Zwolle hevði um viku-
skiftið møguleika at styrkja
um oddastøðuna á næst
bestu hollendsku deildini,
tá teir á útivølli skuldu
royna seg móti TOP/Oss,
sum
er
fullkomuliga
avbyrgt á niðasta plássinum
í deildini.
Á pappírinum skuldi tal-
an soleiðis verið um eina
yvirkomuliga uppgávu hjá
felagnum hjá Súna Olsen,
men tað skuldi tó vísa seg,
at gerast alt annað enn lætt.
Tvær ferðir hevði Zwolle
lagt seg á odda, men í báð-
um førum eydnaðist botn-
liðinum at svara aftur, og tá
90 vóru farnir, var støðan
framvegis javnleikur.
Sum tað sømir seg einum
oddaliðið, so hevði Zwolle
tó tað petti av hepni, sum
skal til, um tú skalt gera teg
galdandi í oddinum. Í yvir-
tíðini eydnaðist tað nevn-
liga at tryggja sigurin, tá
Arne Slot brádliga fekk
møguleikan,
og
sostatt
heldur Zwolle framvegis
fast um oddasessin.
Tað eydnaðist tó ikki
Zwolle at økja um munin
niður til næstbesta liðið, tí
bæði RBC og Excelsoir
vunnu sínar dystir, so mun-
urin er framvegis lítil.
Komandi vikuskifti hev-
ur Zwolle aftur útivøll. Teir
skulu
tá
spæla
móti
Helmond.
Todi er á meistarakós
FCK er nú bert tvey stig aftan fyri oddaliðið, Brøndby, og sita
sostatt sjálvir við avgerðini um, hvør verður danskur meistari
hetta kappingarárið
Óli aftur í miðdeplinum
I evstu løtu
Fyri fyrstu ferð undir
leðsluni hjá Jan Mølby,
var Julian Johnsson á
vøllinum, tá Hull um
vikuskiftið spældi javn-
leik móti Bristol Rovers.
Hull legði seg á odda í
fyrra hálvleiki, og undan
steðginum høvdu teir
eisini fleiri møguleikar
at økja um leiðsluna, utt-
an at hetta tó gav nakað
av sær.
Í ensku miðlunum
verður sagt, at Bristol
Rovers vóru greitt við
undirlutan,
men
tað
eydnaðist teimum tó at
fáa annað stigið, tá teir
miðskeiðis
í
seinna
hálvleiki fingu seinasta
málið í dystinum.
Úrslitið kundi hvørgin
parturin tó nýta til nakað
sum helst. Bert eitt um-
far er eftir í Bretlandi,
og Hull – sum eitt langt
skifti stríddist fyri upp-
flyting – kann í besta
føri stríða seg upp á eitt
10. pláss í deildini.
-jm
Julian við aftur
23
22
Nr. 71 - 16. apríl 2002
Samansettu liðini
býttu stigini sína-
millum, og sostatt er
alt enn púrasta opið í
bólki 2
LØGMANSSTEYPIÐ
Jákup Mørk
Undan dystinum var mest
sum greitt, at ein møguligur
vinnari av dystinum kom at
standa við sera góðum
kortum í hondini undan
seinasta
umfarinum
í
bólkaspælinum.
Saman við TB høvdu
bæði vágamenn og EB/-
Streymur fýra stig fyri fýra
dystir, og tí kundi ein sigur
til annan partin væl gerast
avgerandi fyri, hvat av lið-
unum skuldi koma víðari í
fjórðingsfinaluna.
Sleptu takinum
Í fyrra hálvleiki var tó lítið,
sum bendi á, at nakar av
pørtunum ætlaði sær at
vinna. Úr Vágunum frætt-
ist, at spælið als ikki var
nakað at reypa av fyrstu trý
korterini, og at tað var
rættiliga
langt
ímillum
løturnar, sum fingu hjartað
hjá áskoðarunum at sláa
nøkur eyka sløg.
Í seinna hálvleiki kom tó
alt fyri eitt vend í. Vága-
menn høvdu uttan iva fing-
ið av at vita frá venjara-
num, og frá fyrsta bríksli
royndu teir nú at trýsta mót-
støðumenninar langt aftur á
vøllin.
Gestirnir royndu hinveg-
in í mestan mun at binda
fyri, soleiðis at í øllum før-
um annað stigið kundi fáast
av aftur oynni, og sum vera
man, so viðførdi hetta, at
eitt munandi trýst varð lagt
oman móti málinum hjá
EB/Streymi.
Leingi bendi tað tó tann
vegin, at tað skuldi eydnast
gestunum at verja seg til
ein málleysan javnleik, tí
hóast trýst og møguleikar,
so tóktust teir á heimalið-
num at hava meira enn stril-
tið við at vinna seg fram til
málmøguleikar. Ikki fyrr
enn ungi Jákup Joensen
heilt fram móti dystarenda
hevði sníkt seg framvið, bar
til, og við bert heilt fáum
minuttum
eftir,
tóktist
sigurin nú vísur.
EB/Streymur hevði neyv-
an ætlað, at tað skuldi ger-
ast somikið knapt, nú vága-
menn høvdu skorað, men
nú svaraðu teir brádliga
aftur. Heimamenninir høv-
du eisini nýtt nógva orku
fyri at halda trýstinum, og
nú fullu teir langt aftur á
vøllin.
Tíðin var tó um at renna
undan hjá gestunum, men í
yvirtíðini hjá dómaranum
kundi Andrzej Pacek javna,
soleiðis at 1-1 gjørdist
endaliga úrslitið.
Púrasta opið
Hetta inniber, at tað fram-
vegis er púrasta opið, hvat
av liðunum skal fylgja GÍ í
fjórðingsfinaluna. Á papp-
írinum stendur helst ringast
til hjá EB/Streymi, sum í
seinasta dystinum skal tak-
ast við GÍ á útivølli.
Hini bæði fara at dystast
sínamillum á Tvøroyri. Her
hevur FS Vágar helst betra
útgangsstøðið, tí teir hava
vunnið fyrru uppgerðina
móti TB, og kunnu tí kan-
ska standa seg við javn-
leiki. Men tað er tó ikki
víst, at hetta verður nóg
mikið, tí EB/Streymur er
tað av teimum trimum nið-
astu liðunum, sum saman-
lagt hevur staðið seg best í
innanhýsis dystunum, so
verður talan aftur um tveir
javnleikir komandi viku-
skiftið, verða tað teir, sum
koma víðari, so alt í alt er
alt framvegis púrasta opið í
bólkinum.
Dysturin í tølum
FS Vágar-EB/Streymur
1-1 (0-0)
1-0: Jákup Joensen
1-1: Andrzej Pacek
FS Vágar-EB/Streymur 1-1 (0-0):
Alt er framvegis opið
Vágamenn skoraðu móti
dystarenda, men máttu
kortini síggja gestirnar fara
av aftur oynni við øðrum
stiginum
Mynd: Edvard Joensen
Málskjúttar
løgmanssteypið
Andrew á Fløtum
HB
6
Jens Kristian Hansen
B36
4
John Petersen
B36
4
Fróði Benjaminsen
B68
4
Uni Arge
HB
4
Øssur Hansen
B68
3
Jens Erik Rasmussen
FSV
3
Bartal Eliasen
GÍ
3
Súni Fríði Johannesen
GÍ
3
Heðin á Lakjuni
KÍ
3
Jónstein Petersen
NSÍ
3
Alexander Radosavljevic
TB
3
Nenad Zivanovic
VB
3
Din Sandu
B36
2
Fróði Clementsen
B36
2
Marni Djurhuus
EB/Streymur
2
Sámal Joensen
GÍ
2
Jón Rói Jacobsen
HB
2
Kurt Mørkøre
KÍ
2
Ove Nysted
KÍ
2
Óli Hansen
NSÍ
2
Sonni L. Petersen
NSÍ
2
Jonhard Frederiksberg
Skála
2
Bárður Dimon
TB
2
Zoran Mancic
TB
2
Jón Pauli Olsen
VB
2
Palli Augustinussen
VB
2
Robert Cieslewicz
VB
2
Við hjálp frá vindi-
num í fyrra hálvleiki
legði B68 trýst á frá
byrjan, og trýstið helt
á mestsum allan dyst-
in. Stóri maðurin hjá
B68 var Anders Ny-
gaard sum skoraði 3
ferðir
LØGMANSSTEYPIÐ
Bjartur Nolsøe
Eftir at Skála hevði vunnið
í Klaksvík seinasta viku-
skiftið,
var
spenningur
undan dystinum. Skála
kundi við at vinna móti
B68, tryggja sær víðari lut-
tøku í steypakappingini.
B68 skuldi hinvegin helst
vinna dystin um teir skuldu
víðari.
B68 trýsti
Fitt av vindi var á Skála
leygardagin, og darvaði
hetta eisini spælinum. B68
hevði vindin í ryggin fyrra
hálvleik, og fingu teir lagt
eitt trýst á Skála frá byrjan.
Hóast nógva vindin, gjør-
du bæði liðini tað sum
frægast var, nevniliga at
halda bóltinum niðri. Ser-
liga B68 megnaði at fáa
spælið at koyra. Málmøgu-
leikarnir teir komu fram til
vóru ikki tilvildarligir, men
góð gjøgnumspæld álop.
Tað var serliga í vinstra
síðu at B68 kom ígjøgnum
og fekk lagt innfyri.
Skálamenn lógu fyri tað
mesta aftarlaga á vøllinum
og lúrdu uppá kontra. Tær
ferðirnar teir royndu seg
við uppspæli, blivu teir sum
oftast steðgaðir, áðrenn teir
komu inn í brotsteigin hjá
B68.
Tað vóru bert spældir 7
minuttir tá fyrsta málið
kom. Øssur Hansen fær
bóltin í vinstru síðu og
spælir innfyri, har Anders
Nygaard setti fótin á. Eitt
einkult, men vakurt mál.
Tá 11 minuttir eru farnir
kemur B68 uppá 2-0. Aftur
er tað uppspæl í vinstru
síðu, bólturin endar hjá Jan
Inga Petersen, sum spælir
Anders Nygaard frían.
Nú væntaðu flest øll at
Skála fekk trupult at koma
við aftur í dystin. Higartil
høvdu teir ikki havt nakra
veruliga roynd uppá málið
hjá B68.
Og tað var eisini B68
sum hevði greiða yvirvág
næstu løtuna. Teir komu
fram til fleiri góðar mál-
møguleikar,
men
antin
skotu teir við síðuna av, ella
bjargaði málmaðurin hjá
Skála. Verjan hjá Skála var
eisini ótrygg hesa løtuna.
Ofta hendi tað seg at teir
løgdu aftur til málmannin
og bólturin fór út til horna.
Eisini hevði verjan ilt við at
meta um høgar bóltar sum í
vindinum duttu niður á tann
váta vøllin.
Skála við aftur
Hóast tað sá svart út,
eydnaðist tað Skála at
koma inn aftur í dystin.
Bólturin verður spældur inn
í B68-brotsteigin. Tað sá út
til at verjan hevði tamar-
hald á støðuni, men ein
misskiljing endar við at
Marius Joensen gerst fríur,
og kann minka um munin
fyri Skála til 1-2. Hetta var
miðskeiðis í fyrra hálvleiki.
Løtu seinni kundi Skála
javna um teir vóru meira
neyvir í skotroyndini. Jon-
hard Frederiksberg kemur
at standa væl fyri í brots-
teiginum, men málmaðurin
hjá B68 bjargar.
Skálamenn
trúðu
nú
uppá, at teir kundu fáa okk-
urt burturúr dystinum. Men
10 minuttir áðrenn hálv-
leik, er tað aftur B68 sum
spælir upp í vinstru síðu og
innfyri, har Anders Ny-
gaard aftur stendur væl
fyri. Hann setur høvdið á,
og bólturin hevur kós við
síðuna av málinum, men
rakar ein Skálamann so
hann fór í málið til 1-3.
Avgerðin fellur
Seinni hálvleikur var ikki
meira enn 3 minuttir gamal,
tá Anders Nygaard aftur
slapp leysur. Hesuferð bleiv
bólturin spældur ígjøgnum
mitt fyri, og danin skeyt
framvið málmanninum hjá
Skála til 4-1.
Tá so Skála fekk Paula
Hansen útvístan eftir 15
minuttir í seinna hálvleiki,
varð dysturin í roynd og
veru avgjørdur.
Eftir hetta dovnaði spæl-
ið, og meginparturin gekk
fyri seg uttan fyri brotsteig-
in hjá Skála. Hetta var eis-
ini væntandi, nú B68 spæl-
di við einum mann meiri.
B68 kom eisini fram til
stórar málmøguleikar, sum
kundu givið fleiri mál.
Skála hevði hendinga skot-
royndir úti frá, uttan at
hetta gjørdist vandamikið.
Soleiðis gekk restin av
dystinum, og komu tískil
ikki fleiri mál.
B68 var betra liðið og
vann uppiborið. Bæði liðini
vístu, at sjálvt um veðrið
ikki var av tí besta, ber til at
fáa spælið at koyra, í staðin
fyri at royna seg við long-
um og høgum bóltum.
Dysturin í tølum
Skála-B68 1-4 (1-3)
0-1: Anders Nygaard
0-2: Anders Nygaard
1-2: Marius Joensen
1-3: Sjálvmál
1-4: Anders Nygaard
B68-Skála 1-4 (1-3):
B68 setti Skála uppá pláss
B68 vann tryggan sigur, tá teir leygardagin ferðaðust tvørtur
um fjørðin
Mynd: Jonhard Hammer
C
M
Y
K
22