Sosialurinarkiv
Sosialurin 1952-07-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. juli 1952síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

19. juli 1952 rer Túnatos Jákup hittir sín gamla vin Jóanis og heilsar honum. Jákup: Góðan morgun Jóanis. Hvat nýtt veitst tú í morgun? Jóanis: Eg má heldur spyrja teg um nýggj tíðindi ella rættari sagt um somu tíðini. Jákup: Sonn tíðindi, sigur tú. Eri eg yanur at ljúgva fyri tær? Jóanis: Annaðhvørt er tað tú, ið lýgir fyri mær ella keypmaðurin. Ég eri altíð vanur at trúgva Hanusi keyp- manni og eisini eri eg vanur at trúgva tær; men annar tykkara lýgur fyri mær viðvíkjandi vøruprísunum. Tú segði fyri mær. at nú fóru vøruprísir- nir niður eftir, men teir dýrka, ella rættari sagt, vørurnar dýrka dag og dagliga. Jákup: Eg minnist ikki at eg havi sagt nakað um vøruprísir fyri tær. Jóanis: Jú, sanniliga segði tú, at Løgtingið skuldi geva tilskot til at lækka vøruprísirnar. Ég fortaldi hetta fyri konu míni. og sjálvandi gleddust hon yvir hesi tíðindi; men hvat hendi? Nú deilir hon inn á mín kropp bæði tíðliga og seint; tí at eg leyg fyri henni. Eg segði, at Jákup hevði for- talt tað, og veitst tú, hvat svar eg tá fekk. Jú, hon sigur, at Marsanna sig- ur beint tvørturímóti tí, sum tú sigur. Jákup rópar á konu sína: Hoyr Marsanna, hvat hevur tú fortalt nm vøruprísir fyri Onnu? Marsanna: Jú Anna spurdi meg, hvussu tað ber til at vørurnar dýrka. og tú skal hava fortalt fyri manni hennara, at Løgtingið gevur tilskot til at lækka vøruprísirnar. Ég segði henni so sannleikan allan, sum hann er. Jákup: Tú nevndi væl einki av ti, sum eg fortaldi fyri tær? Marsanna: Jú, eg segði hvørt orð. Tí tú fortaldi, at tollur var lagdur á FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR vørurnar, og tí eru tær dýrkaðar. Jákup: So hevur tú gjørt mann tín til lygnara. Marsanna: Tú um tað, tá ið tå hev- ur tvær tungur í einum heysi. Tú segði fyri mær, at núverandi Landsstýri við sínum 15 mannavaldi hevur lagt toll á næstan allar vørur; men fyri at ugga fólk lótu tolli til at lækka nakrar vøruprísir við teir eitt sindur av hesum serliga tær vørur. sum bøndur skulu nýta, og eisini tilskot til súrhoyggj- brunnar og tílíkt, fyri at »Dimmal.« og onnur ríkmannabløð skuldu sleppa at fortelja út um landið. at tilskot er givið til at lækka vøruprísirnar við. Jákup: Nei. nei, mín góða Mar- sanna, Tú mást hava misskilt meg, og tú sást eisini, at »Sosialurin« skriv- aði nakað um tað sama, so bara rík- mannabløð vóru tað jú ikki, ið tað skrivadu, Marsanna: Ja, Anna segði, at tað hevði staðið í »Sosialinum«, men tað sóu øll, at tað var skrivað uppá spott, tí samstundis dýrkaðu næstan allar vørur í stórum. Jóanis: Nú veit eg einki, hvat eg skal siga, ti eg havi tråd Jákupi fyrr: men politikkurin hevur gjørt hann til ein tílíkan mann, at eingin kann trúgva honum eitt orð longur. Hann helt ein dagin, at eg mundi fara at venda um frá Men er tað við tílíkum lygnum hann ætlar at umvenda fólk, so verða tað fá. ið lata seg lokka. Nei, hetta Landsstýrið við verða frá- sosialismuni. sinum 15 mannavaldi må koyrt og tað beinan vegin. — TANNKLINIK Dr. Jakobsensgøta, 11 Tórshavn. Viðtalutíð kl. 10—13 og 14—16 Leygardag 10—13 Måltrådur. 717. Magnus Jensen, tannlækni. Nr, 29 LANDSFRAMSYNINGIN Tórsdagin vórðu bladmenn bidnir um at koma åt i neystid at tosa vid Stig G. Rasmussen, vit so gjørdu og skal nú verða sagt eitt sindur frå ti hann segði. Framsýningin kemur at vera á 3 plássum. Í neystinum (seinri bátahøll- ini), í Dr. Jakobsens gøtu 6 og sum hini árini listaframsýning í fimleikar- høllini. Framsyningin er býtt i 2 høvuðs- deildir: 1. Søgulig seinastu 2. Einstaklingar og virkir ið sýna tað tey hava avrikað. frágreiðing frá teimum 100 árunum. Tann søguliga deildin er aftur býtt sundur í fleiri. Bókadeild, forndeild, heilsumáladeild, samferðsludeild (aft- urstig frå Smiril til Ternuna?), skúla- deild, handil, løgting. landbúnaður og í einum rúmi fyri seg sjálvan sjóvinn- an. Heimi í Dr. Jakobsens gøtu verður sýnd tøtan og vevan í tveimum deild- um, og er tað Sofía Gregersen í Syðru- gøtu id hevur tað undir hondum. Í miðjuni er so løgtingsframsýning- in, og sum tygum síggja er í miðjuni glasskáp har fundarbøkur frá løgting- inum liggja (hevði verið stuttligt at vita um allir teir brotnu sáttmálarnir og tey sviknu lyftini eru til skjals). Úti við báðar teir longu veggirnar eru básar hvar einstaklingar og virkir hava vørur sínar. Máltráð 4 FØROYA PILSNAR EKTA MALTØL Á tí rundu myndini er leikpallurin hvar hvønn dag verður ført ymiskt fram til at stuttleika gestunum við, millum annað skal nevnast at 24 ungar gentur skulu dansa gamlar og nýggjar dansir. Uppskotið til komið frá Stig Rasmussen og hevur framsýningina er løgtingið tikið undir, løgmaður er pro- tektor. Tær ymsu nevndirnar eru stór- ar og er tað næstan Ogjorligt at fara og nevna allar menninar, so tað er betur at lata vera. Ein dani Wagner Sørensen er tann tekn. leiðarin, og er tað Stig Rasmus- sen ið fingið hevur hann higar, á framsýningini ið var í Danmark hetta ári. hevdi Stig lagt til merkis hvussu framúrskarandi hann var til tílíkt, og sigur Stig, at vit eisini verða at leggja tað til merkis. Annars segði Sørensen, at teir før. handverkarar ið arbeiða har úti eru óføra raskir, ein skuldi trú, at teir einki annað høvdu tikist við uttan tílíkt arbeiði. Víddin har úti er innan 450 m? og uttan 200. Fyri uttan verða bátar at standa, og skal tann mest áhugaverdi båturin vera ein ið Johs. Olsen (Vest- mannajóannis) í Fuglafirði hevur gjørt. Til spurningin um hvussu tann pen- ingaliga síðan kemur at verða sigur Stig, at ætlanin er at hon skal hvíla í sær sjálvum, Atgongan kemur at verða 3 kr. fyri vaksin og 1 kr. fyri børn. Foroya Bjór ØL- og MINERALVATNSVIRKI Citrón sodavatn Appelsin limonada Hindber limonada Jørdber limonada Vanillie limonada Åppolinaris E | N A R WA A G, Klakksvík.