leygardagur 2. august 1952síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 31
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
Sorgarleikur
»Eingin veit frá einum at siga«, sig-
ur gamalt orðatak, og lagt verður atr-
at: >Eingin veit frá fleiri“ at siga, tá ið
eingin av teim ber boðini heim<.
Soleiðis hevur ofta hent í Porkeri.
Tey elstu fólkini her minnast um seksti
menn, ið druknaðir eru higani úr
bygdini.
Náttina millum 22. og 23. juli fór-
ust fýra menn á besta aldri.
Veðrið var av tí allarbesta, so eing-
in vardi um nakran vanda, men »eing
in veit á morgni at siga. hvar hann á
kvøldi gistir«.
Napoleon Poulsen, 39 ár nú, hann
doyði. var tann fyrsti ið fór sum skip-
ari frá Føroyum til Brettlands við fesk-
um fiski undir krígnum. Hann var tá
ógiftur. Ein systur hansara segði tá
við hann: >Tú Poli. tú mást ikki fara,
ti ikki kemur tú livandi aftur«. Men
Poli læði blidliga sum vanligt og segði
>Tryrt tå, at eg doyggi, fyrrenn tíð
min er komin? Hevur Harrin ætlad
mær at doyggja, so doyggi eg. um tað
Við sóðum
treysti fór hann av stað og sigldi mill-
so er í túninum her<.
um minur, kavbátar og annað t. d.
flúgvarar, ið skutu eftir honum, so-
leiðis at kúlurnar, komu gjøgnum stýr-
ihåsid, har hann stóð og styrdi, men
lika, djarvur fór hann næstu ferð av
stað aftur, og líka so djarvur hevur
hann bæði fyrr og aftaná bardagan
siglt í ódnarveðri eysturi við Rusland
og vesturi við Grønland eins og við
Ísland og Føroyar á vetri og sumri.
Fyri 10 døgum áðrenn hann doyði
kom hann eystaneftir vid nærum full-
um trolara, >Høddaberg<, sum hann
var ein av oddamonnunum fyri at
keypa, og sum hann førdi inntil havið
tók hann
við Grønland. hagar hann nú ætlaði
ikki í Hvítahavinum ella
sær; men tætt við heimbygd sína í
slíkum dýrdarveðri, sum sjáldan áður
hevur verið.
Saman við honum fóru tríggir aðrir.
sum eg eisini skal nevna. Napoleon
var elstur av teim hevdi. fylt 40 ár
nú um nakrar dagar.
Eftir situr einkja við 4 børnum.
Tað elsta 10 ár.
Hin næstelsti var Jens Leo 0
ár sum eisini var av raskastu sjó-
monnum. men vegna tess, at hann er
Fåmjuningur, veit eg minni um hann.
Fyri 6 árum síðan giftist hann higar
til Porkeris. Eftir hann situr einkja
við trimum smáum børnum. Tað elsta
er 5 år.
Í ti heimi, sum Jens Leo var inn-
giftur i, hevur sorgin mangan ådur
verid, Eg kann soleidis minna å tann
sorgarleikin fyri 8 árum síðan tå ið
motorbáturin »Louisa« gekk burtur
við fýra monnum. Tveir av teimum
vóru brøðir til hennara, ið nú misti
mann sín.
John Poulsen — 17 ár — var ein-
asta barn. Pápi hansara, bróður til
Napðleon Poulsen, er motorpassari við
»Maritanu«. Hann fær nú tey tungu
boð at hansara einasta barn — ein
evnagóður unglingi — og bróðurin, ið
bådi undir liðini á honum, eru báðir
druknaðir. Har verður tómligt at koma
heim aftur.
Herman Eli Dam 15 ár — var
sonur eina einkju. So har fellur sorgin
eisini tung yvir tapið av einum eyna-
góðum unglingi.
Beint nú fekk undirritaði bræv frá
harra fólkatingsmanni P. M. Dam.
Brævið byrjar soleiðis: >Tøkk fyri títt
seinasta bræv. Men áðrenn eg komi
til tað, má eg bera fram mína sam-
kenslu við øllum teimum, ið vara av
teimum. ið so syrgiliga fórust á sjó-
num nú ein dagin.
Undarliga. at tað skal kunna bera
so at. al menn, ið koma heim frá ti
víða stóra havinum. har ið lívið altíð
er í vanda, skulu koma heim at leggja
beinini við okkara strendur í dyrdar-
veðri. Ófatiligt.
Skiparin á >Høddaberg< var vorðin
mín persónligi vinur. Vit vóru komnir
so nógv saman í trupulleikunum við
»Høddaberg«. Mær dåmdi hann betri
og betri jú nærri eg lærdi hann at
kenna. Ein stáðs maður og rættur
maður í orðsins besta týdningi. Tað
er landaskaði tá slíkir menn doyggja
á besta aldri frá starvi sínum og bygd
tykkara hevur mist nógv. Hinar menn-
nar kendi eg ikki. Merkiligt sum Por-
keri er rakt av óhappum á sjónum.
Havið hevur verið tykkum ein dýrur
bróður.
Váttað næstingunum mínar sam-
kenslur og heilsað teimum frá mær.<
Ja, soleiðis skrivar P. M. Dam privat
til mín; men eg lati hesi orð fara
fram fyri lesararnar; tí tað sama siga
øll tey. sum eg havi hitt í hesum tungu
døgum.
Hvussu vanlukkan hendi, veit eing-
in: men tað mest trúliga er tað at
båturin er komin fyri aldurnar frå
einum tankskipi. sum kom somu leið
um somu tíð. Báturin var so søkk-
laðin. at hann toldi ongar aldur. Dýrd-
arveður var. og menninir høvdu ikki
roknað við nøkrum aldum. tá ið so
aldur komu. mátti ólukkan henda.
Kavari hevur verið niðri, og trú-
iga hava allir menn leitað, men einki
sást til båtin. og eingi lík eru funnin.
Um 11 tíðina týskvøldið fóru teir frå
andi og tveir tímar seinri komu sorg-
arboðini til bygdina her. Ein bátur
seyði tá longu verið og sóknast eftir
teim og hevði sæð árar. toryposar og
eina húgvu flóta á sjónum.
Stórt er tapið og saknið.
Vit lýsa frið og signing yvir minni
teirra.
J. H. Danbjørg.
BÍBLIUUM
IV: Hitt føroyska -málið.
Victor Danielsen hevur hildið, at
hann noyddist at umskriva hitt Nýggja
testamenti. av tí at málið eigir at vera
hitt dagliga málið og ikki nakað fornt
tungt ella hátíðarmikið.
Í hesum hevur hann ikki lítið rætt.
Tað er umráðandi. at hin ólærdi mað-
urin skilur málið (um hann so fatar
tankarnar er annað). Umsetarin må ti
leggja sær nær, at málið er algongi
mål, at tað er beint (her beint og
ólastandi føroyskt). og at har er sagt
heint hitt sama sum í Nýggja testa-
menti, Men eingin kann gera alt hetta
ísenn »ikki verður blást við mjøli
í munni.« Tað er jú so, at teir tankar,
sum tú finnur hjá t. døm. Paulus, eru
langt burtur frá øllum, sum viðvíkir
hinum dagliga, algongda lívi, og ti
kann ikki alt klæðast í algongdan mál-
búna uttan at verða bronglað. Best ber
til. um so er. at tú brúkar eitt mål,
sum hevur verið mentunarmál í nógv-
ar øldir og ti er vorðið væl nýansera')
og so tilbúgvið, at tað kann siga alt.
Er málið føroyskt, mega vit vera glað,
tá ið vit yvirhøvur kunna finna brúk-
andi orð, verða tey so eisini nakað
tung og forn viðhvørt.
Men V. D. vil royna meira. Hann
vil hava dagligt mál, ja ofta dagligt
tos. Hetta er ein móti nú á døgum.
Fleiri av hinum lærdu gera nú eisini
nóg mikið burtur úr, at málið í hinum
nýggja Testamenti er ikki hitt vakra
grikkska málið, sum skald og vísinda-
MÆLIÐ
menn nýttu, men eitt bronglad hvønn-
dagsmál, sum varð tosað í handils-
bygdunum í øllum midalhavslondun-
um og mest var tosað av handilsmonn-
um, sjómønnum og handaverkarum og
øðrum, sum ikki høvdu skúlalærdóm.
Tað var ikki móðurmál teirra. Har var
hundraðtals av málum og dialektum.
Men hetta bronglaða grikkska var eitt
mål, sum øll skiltu eitt sindur — eins
og eingilskt nú á døgum. Og so halda
teir, at vit skulu geva hesum skriftun-
um ein nakað líknandi málbúna. Í
Onglandi hava teir fleiri ferðir roynt
hetta. Hitt besta uppskotið av hesum
slagi kom fyri einum fyra—fimm ár-
um síðani. tá ið J. B. Phillips profess-
ari umsetti Paulus til dagligt mál.
Hetta verkið, sum eg um eina løtu
skal lýsa eitt sindur meira, er frálíkt
í sínum slagi, men hevur ikki alla-
staðni fingið góða mótitøku, minni enn
so. og tað er ógvuliga ymiskt, um vit
hava rætt til at eftirlikna hasum koine-
grikkska máli. Høvdu teir, sum skriv-
adu, dugað at skriva vakurt mål, men
kortini viljað brúkt hitt bronglaða sjó-
mannamålid, so er ikki at ivast í, at
vit áttu at gjort hitt sama. Men bara
Lukas dugdi tað, hinir ikki, og teir
royndu at skriva hitt vakrasta málið.
sum teir dugdu. So eiga vit ikki at
brongla. Annað er at tað hevur verið
óføra virðismikið, at vit í seinastu øld
hava lært hetta sjáldsama vinnulívs-
mál at kenna. Tað hevur hópin av orð-
um, sum ikki hava verið brúkt í bóka-
2. august 1952
A ——————————#—i}<—N—/——i8iWWVWMVIV—
málinum, og sum vit fyrr á døgum
ikki reiðuliga skiltu. Nú er seinri kom-
in upp í ljósmála hópurin av papyrus-
pettum við rokningum, handilshrøvum,
sáttmálabrøvum og slíkum, har vit
finna hesi orð og fáa át vita greiniliga,
hvat ið tey merkja. Hetta hjálpir okk-
um betur at fata, hvussu meint er í
Nýggja Testamenti. Men vit fara yvir
mark, royna vit al konstruera eitt
koine-eingilskt ella koine-føroyskt. Tað
vildi eisini verið skeivt av øðrum
grundum, Nú eru teir so glaðir uppi
yvir at hava borið eygu við hetta vinn-
ulívsgrikkska málið, at teir gloyma, at
N. T. er eyðkent eisini av øðrum: av
synagogumålinum og hinum rabbin-
ska skúlamálinum og hini grikkska
týðing av Gamla Testamenti, sum
menn rópa Septuaginta. Hetta minnir
okkum á ta tíðina, tá ið summir hildu
seg at hava funnið, at kristnir tankar
um Jesus Harran og Mariu Moy og
Andan Heilaga og mangt annað høvdu
sín uppruna í heidnum hugsanum, at
teir med alla gloymdu. at kanska okk-
urt kundi hava samband við Hitt
Gamla Testamenti!
Men latið so vera, at V. D. vil fylgja
hesum nýggja móta, id eins og grasið
stendur í dag og í morgin verður kast-
að í ovnin, Vil hann gera tað, må hann
gera tað beint, og tað er torført og
ikki dilettantverk. Hin nevndi Phillips
roynir alla staðir, har orðini ella mál-
berslan eru koine-grikksk, at brúka
nakað samsvarandi á eingilskum máli,
og tað kann jú hava sín týdning. Men
V. D. brúkar dagligt tos, har sum
hann hevur hug, eisini tá ið hini
grikksku ordini eru vøkur og håtidar-
mikil, og á tann hátt kann hann við-
hvørt geva øllum ein annan dám, enn
tað skal hava. Eitt dømi: V. D. letur
altíð Jesus tosa, ikki tala. Tað skal
vera meira bróðurligt, meira hugna-
ligt. Men hitt grikkska »legein« kann
til »Lalein«). Bara eitt sovorðið orð
ikki týðast á tann hátt (tað vildi svara
broytir ofta dámin — ansið eftir, at
lærusveinarnir nevndu Jesus harra ella
meistara og hildu honum í miklum
mæti. Men eitt stað hevur orðið »tosa«
út av lagi broytt bílætið av, sum hendi.
Í Jóhs. 19, 10 letur V. D. Pilatus siga
við Jesus: >Tosar tú ikki við meg.<
Nei, sjálvandi tosar Jesus ikki við Pi-
latus. sum høvdu teir sitið og fingið
sær ein heitan munn, og verður V. D.
stevndur fyri rættin í Havn og fer at
»tosa« við sorinskrivarin, fær hann
alt fyri eitt at vita, at hann skal hava
virðing fyri rættin. Og landshøvding
rómarafólksins noyddist ein deyða-
dømdur at hava enn meira virðing
fyri. Hann tosaði hann ikki við, men
talaði. tá ið hann var spurdur. V. D.
fær yvirhøvur ikki tað fram, at frels-
arin, konganna kongur, má standa
eyðmýktur fyri heimsins dómarasæti,
soleiðis sum tann Kristus, id livir í
kirkju síni, má gera enn í dag.
Men nú er tað ein, sum hevur sagt:
har er ikki talan um, at V. D. hevur
viljað givið eina dilettantiska eftirlík-
ning eftir koine-mál. Hann hevur gjørt
eins og Luther, sum fór út at hoyra,
hvussu mamman tosaði við børn síni.
—-