Sosialurinarkiv
Sosialurin 1952-10-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. oktober 1952síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 40 brygging kring um landið, at vit skjótt verða sjálvbjargnir við >mjøð<. Løgreglan hevur prógvað, at hon lítið og einki kann gera við hetta álv- arsama mál. Hvat viðv. keypunum frá skipum hevur hon við hjálp av toll- arunum havt eina forðandi ávirkan. Tað sigst, at landsstýrið hevur liggj- andi fyri 50.000 kr. í brennivíni. Av hesum er meginparturin brennivín, ið menn hava keypt umborð á fremm- andum skipum fyri 50 kr. fløskuna. Teir hava fyrst mist keypspeningin og síðani fingið fittliga stóra bót omaná. Trýst lógarinnar Við øðrum orðum hevur rúsdrekka- lógin fort teir í peningaliga armóð og trýst brostmannanavnið á teir. Hon hevur gjørt, at menn eru farnir at drekka bæði hárvatn. luktilsi og nógvan annan eiturløg. Hon hevur nú seinast — serliga aftaná tollhækkingina rættuliga fingið gongd á heimabrygg- ingina, har ókønir lættliga kunnu bryggja saman so eiturkendan løg, at tað er sjålvmord at drekka seinastu menn hann. FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR Henda lógin hevur longu verið í gildi ivaleysa leingi. Tað er longu uppá høgu tíð at taka hana av. Úrslit hennara, leysingabørnini: svarta- handil, loynikeyp og heimabryggingin eru fullvaksin. Aðrar leiðir megu roynast Hví ikki víðka so mikið um donsku rúsdrekkalóggávuna, at hon eisini verður galdandi fyri Føroyar. Hon vil í øllum førum steðga svartahandlinum, smuglingini, hårvatnsdrekkingini, heimabryggingini, eins og minka um eiturvrakini og talið á brotsmonnum. Einki mentað fólk kann finna seg í einari lóggávu. ið beinleiðis elur fram lógbrótarar. Tað er hóskuligari, at tingið ger eina fasta og haldgóða skipan. heldur enn at lappa uppá eitt gamalt, ónýtu- ligt plagg við láturligum lógarboðum. ið ongar møguleikar hava at vera hildin. Og hvør skal ansa eftir hesum lóg- um. Bjargið monnum frá sjålvmordi! Takið lógina av. meðan tíð er! Villi. Í KJALARVATNI SOSIALISTANNA Í øllum londum har sosialistarnir hava verið toluliga mannsterkir ella havt meiraluta. hevur tað verið ein trygg og støðug uppgongutíð. bæði vinnu- liga, sosialt, mentunnar- og Í flestu londum er kapitalistman knasað. Afturhalds- og menningarliga. niðurgongupoli- tikkur íhaldsflokkanna er jarðlagdur ella so smátt morlaður undir reyða frælsis- hæli sosialistanna, at blindabukkar. sosialistarnir nærum kunnu reka teir undan sær sum Eisini her á landið verður hetta lagna teirra. Her eru teir vid sínum oyð- ingar- og niðurgongupolitikki sjálvir við at leggja síðstu hond á verkið. Sigursgongd sosialistanna kann ikki støðgast. Tað gerst einki so sterkt boll- verk, ið ikki syndrast fyri árásum so- sialismunnar. Hin ræðuliga valdsmeg- in, peningamegin, gevur allastaðni eftir. Í Onglandi ræður íhaldsflokk- urin yvir 95 % av øllum teimum po- litisku men kortini kann arbeiðararørslan ikki haldast niðri, hon mennist í hvørjum. Stig fyri stig vinnur sosialisman fram. Har tað ikki bløðunum. verður gjørt við meiraluta í lóggávu- tingunum, eru tað arbeiðarafeløgini, ið ikki unna stórmannavaldinum grið. fyrr enn teir lúta fyri teirra miðvísu rættvísiskrøvum. Á lóggávutingi okkara er manna- gongdin hin sama. Ov illa eru javnad- armenn mannaðir at nakað í bræði; men eingin kann noktað, at í gera vissum førum hevur tað eydnast teim- um at havt íhaldsflokkarnar undir ein- um so áhaldandi trýsti. at teir at end- anum hava boygt seg fyri krøvum javnaðarmanna. Mannagongdin tykist at vera tann, at uppskotini bert skulu á tingborð nóg oftani. Vit nevna nøk- ur dømi um uppskot frá javnaðar- monnum, ið vunnin eru á henda hátt: Ellisrentan (Sosiala forsorgin sum heild) Tryggingarmálið Minstalønin Lønjavningargrunnurin Forskotsrindanin Fulla dýrtíðarviðbótin til arbeiðs- mannin. Vinnulånsgrunnurin o. s. fr. Enn eru mong stórmál at fremja, ið verða skulu arbeiðsmonnum og fiski- monnum at gagni. Tað er eingin ivi um. at íhaldsflokkarnir eisini her fara at taka undir við javnaðarmonnum al enda. Deyðspolitikkur valdsharranna verður aldri at fáa tey undir heilt í armóðskirkjugarði sínum. Framburðspolitikkur — sosialistanna er åvisuligur. Tad kann prógvast vid tølum. Próvdømini kunnu vit taka allastaðni. úr Danmark. Noreg. Svø- ríki, Onglandi, Ný Zealandi o. s. fr. Tað er allastaðni sami politikkur, ið framdur verður; vit eru allir í sama báti. Alt fólkið í arbeið er høvuðsmál so- sialistanna. Tølin her vísa niðurgond- ina í arbeiðsloysinum í Svøríki tey seinastu 20 árini, meðan sosialistar- nir hava sitið við ræðið: 1932 22,4 pst. 1931 182 pst. 1937 10.8 pst. 1942 7,5 pst. 1915 4,5 pst. 1949 2.7 pst. 1951 1,8 pst. Hetta er sosialisma í tølum. Við tølum vilja vit í komandi bløð- um ávísa, hvussu stórur vinnuligur, sosialur og mentunnarligur framburð- ur hevur verið í kjalarvatni sosialism- unar. Hvat skulu vit gera? Vit Suðuroyingar megu nú leggja ein plán um. hvussu vit skulu fáa ak- vegasamband um alla oynna, ti uttan tílíkt vegsamband kann okkara oyggj ikki trívast. Aðraleiðis hevði alt kunnað gingið, um rutubilar gingu úr Sumbø til Sandvíkar. Fyrst og fremst hugsi eg tó um at allar bygdir í oynni kunnu fáa regluligt aksamband við báðar tær stóru bygdirnar Vág og Tvøroyri. Allar bygdir á syðra helmingi í oynni — undantikið Víkarbyrgi — hava nú akvegsamband við Vág; men enn er ikki reglulig aking — rutuak- ing, og hon trívist ikki, fyrr enn allar bygdir fáa akveg. Nógv annað kundi verðið sagt um tann tydning, ið ak- vegurin hevði haft; men um tað er so nógv skrivað, at eg skal lata tað liggja og heldur spyrja, hvat ið eigur at verða gjørt fyri at fáa vegin lagdan. Lat meg fyrst taka økið millum Hov og Øravik, Um tann vegurin verður liðugur. so fáa allar bygdir samband við Tvøroyri undantikið Víkarbyrgi. Hvalbø og Sandvík. Fámjiningar hava gjørt leirra veg, Sumbingar og Vág- bingar og Porkerningar hava allir gjørt teirra veg soleiðis, at nú er veg- urin frá Hovi til Øravikar eftir at gera. Lat meg við tað sama siga, at vit øll sum nú liva, verða deyð, áðrenn hesin vegur verður gjørdur, um Hov- bingar einsamallir skulu gera henda veg. Hov er ein lítil bygd og kann ikki átaka sær at gera og viðlíkahalda henda langa og dýra akveg. Teir, ið landinum stýra. megu ikki líta á. at Hovskommuna skal rinda ein fjórðing av tí, tað kostar at gera henda akveg umframt at átaka sær viðlíkahalds- skylduna við ti pinkulitla tilskoti. sum nú verður latið. Hetta megu allir gera sær greitt. Her má nakað annað verða gjørt. ella megu Suðuroyingar sláa seg til tols við, at oyggin liggur þetta sundur í smá vegøkir í staðin fyri at verða heild við akvegsambandi. Sum eg so ofta havi talað og skriv- að, so hevur hesum akvegur tydning fyri allar Føroyar, tí Smiril nýtist tå ikki at liggja nátt í Suðuroy. Hann kann aðruhvørja ferð koma á Vág og aðruhvørja ferð á Tvøroyri og so norður aftur sama dag. Um summ- arið kundi Smiril byrjað um morg- unin á Klakksvík ella Vestmanna og so Tórshavn og eina bygd í Suðuroy og so Tórshavn og aftur á Klakksvík ella Vestmanna. Akvegsambandið um alla Suður- 4. oktober 1952 [AA Føroya S0SIAL-DEMOKRATUR Blaðstjóri VILHELM SORENSEN Prent: A. ØSTER oy er soleiðis ein landasak, umframt at:tað er ein lívssak fyri Suðuroyingar serliga fyri sjúklingar, ið treingja til at koma á sjúkrahús; tí mangan vetr- ardag er tað ógjørligt at koma út ígjøgnum Porkerisfjørð. Her liggja sum kunnugt hálvthundrað boðar, so kunnu øll skilja, at sjúklingar eru illa staddir í illveðri, teir megu heldur doyggja hjálparleysir heima enn at sleppa á sjúkrahús. Landið má taka sær um reiggj og rinda allar fýra fjórðingarnar, sum hesin akvegur kostar og átaka sær við- líkahaldsskylduna í hvussu er fyri størsta partin. Nú má álvara verða gjørt av hes- um máli. Tað hjálpir ikki at steðga, tí sum sagt er tað nyttuleyst at líta á, at Hovskommuna skal kunna bera tær byrður. ið koma at hvíla á henni, um hon einsamøll skal verða um at gera henda vegin. Vegurin má gerast nú. Tað má vera ein landasak at fáa hann gjørdan. Latum okkum byrja nú i heyst at arbeiða við hesum máli bein- an vegin Løgtingið kemur saman. Vónandi vilja allar góðar kreftir taka sær av hesum landsgagnliga og lívsneyðturvuliga máli. J. H. Danbjørg. Føroyskt tógv av nappaðari ull, J-trått, óføra væl og fintspunnið, hvítt 37 kr. kg Viggo Dalsgaard, telf. 1, Skálavík. Skipafelagið Feroyar Telefonir 209 171 274 Tórshavn FÆRØSK MARGARINE VITA Net VITAMINISERET FÆRØSKT PRODUKT FINT PRODUKT Lisitatión Tórshavnar nýggi kommunuskúli el. enterprise Í umfatandi leggjan av g innstypingsdósum og -rørum í jarnbelongólvið yvir kjallarahædd, verður boðin fram til almenna lisitatión. Frágreiðingar, treytir og tekningar fåast til láns móti kr. 25 í veðhaldi á skrivstovu Lamhauge á Waagsteins, Sverrisgøtu 8, frá týsdegi 30. sept. kl. 12. Skrivlig bod í afturlatnum konvolutti merktur >Boð uppá el. enterprise I Tørshavnar nýggi kommunuskuli« verður lata aftur til skrivstovu okkara í seinasta lagi leygardagin tann 4. oktober kl. 12.00. — eru hjástaddir. Boðini verða tá opnaði, meðan teir, ið boðið hava Túrshavn, 29. september 1952. LAMHAUGE á WAAGSTEIN projekterings og byggifelag