Sosialurinarkiv
Sosialurin 1952-10-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. oktober 1952síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

11. oktober 1952 Føroya S0SIAL-DEMOKRATUR Blaðstjóri VILHELM SORENSEN Prent: A. ØSTER Landaskaði hver hevur skuldina? Nú síggja teir, ið stýra i Føroyum, hvussu stórur landaskaði, tað er, at ein hópur av trolarum liggja og rusta í staðin fyri at veiða sild ella annan fisk, ti rikiligt er til av øllum sløgum og prísurin ovurhonds stórur, sjálvt um fiskimenn fáa lítið og einki, so er prísurin høgur og land okkara kundi haft stóran vinning, sum onkur kundi fingið gagn av og landið sum heild kundi fingið inntøkur, sum harðliga eru fyri neyðini at fáa, Men fyri 1952 má nú svíða sum svøllur. Soleiðis mátti tað fara at ganga, tá ið hitt kol- svarta afturhaldið fekk buktina og báðar endarnar. Nú vaknar teirra svarta samvilska, og tí royna teir nú at skjóta skuldina á aðrar. Lesið t. d. »Dagbladid«, sum skrivar, at fyri 3 árum síðan stóð stríð um at bjarga trolarunum, og tå varð uppskot fólka- flokksins felt. og tí liggja trolararnir í ár. Mangt hevur fólkaflokkurin bill- að fólki inn í teimum árum, sum farin eru og væl hevur borið til at fáa fólk at trúgva bæði einum og øðrum; men at fáa fólk at trúgva at fólkaflokkurin — sum hevur haft maktina nú í 2 år, einki hevur fingið gjort, ti eitt upp- skot varð felt fyri 3 árum síðan, tað fær eingin fólk at trúgva. Nú í 2 ár hevur fólkaflokkurin saman við sam- bandinum haft buktina og báðar end- arnar; men ikki hava teir rørt ein fingur fyri at fáa okkara fiskiflota út at veiða, og nú siga teir, at skuldin liggur 3 ár afturi í tíðini. Fyri 3 ár- um síðan hevði fólkaflokkurin ikki maktina. Tá fortaldu teir, at alt kundi lata seg gera, men nú í 2 ár hava teir haft maktina og nú ber púra einki til. Fólkaflokkurin veit ógvuliga væl, at sambandsmenn altíð hava mótarbeitt trolarunum og kallað teir fyri rusti- kustar; men kortini tók fólkaflokkurin um hálsin á sambandsmonnum og settu trolarafíggindan nr. 1 landsins hægsta sess. Harfyri liggja trolarar- nir stillir til stóran skaða fyri okkara land. Allir menn eru greiðir yvir, at Før- oyar høvdu verið komnar heilt á føtur aftur. um allir trolararnir høvdu verið úti á veiðu hetta árið, sum nú er farið at halla. Tað er landaskaði, at trolarar í hópatali liggja og rusta burtur í staðin fyri at vera á sildaveiðu. Tað er FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR ikki løgið, at teir, sum landinum stýra, royna at skjóta skuldina á onkran annan við at grava upp aftur tríára- gomul løgtingsmál í staðin fyri at síggja, hvat landsstýrið hetta hevur gjørt í hesi tvey árini, tað hevur sitið. Nú er illa í Føroyum vorðið kann av sonnum sigast, Tað minnir okkum á ørskapin i Bábil á sinni, tá id ein rópti kálk og annar stein. Summir siga: burtur við trolarunum, slíkir gamlir rustikustar, sum hava oyðilagt land okkara, aðrir lata teir liggja og rusta og selja teir bestu út av land- inum, meðan aðrir siga, at trolarar- nir eiga lívið í okkum. Hetta seinasta hevur undirritaði altíð sagt, og hetta eri eg altíð til reiðar at progva. Sannleikin um tað, ið hendi fyri 3 árum síðan, er tann, at eg ikki var fastur tingmaður tá. Eg var einans 14 dagar á tingi, meðan Dam var í Grøn- landi. og tá lovaðu sambandsmenninir allir sum ein, at teir vildu sanera allar teir trolarar, sum høvdu lívsmøguleik- ar. Eg helt tá eins og nú og altíð. at ein sanering skal til, men tann hjálp, ið veitt verður, má verða veitt við skili. Tað kann ikki hjálpa at sanera trolarar. uttan leiðslan verður forræt- ningsmessiga forsvarlig. Tílíkt má alt verða kannað og mangt má verða broytt, áðrenn ein general sanering verður sett í gongd. Alt hettta lovaði sambandsflokkurin at gera; men tí- verri leyp tann flokkurin frá sínum orði í hesum føri eins og í so mong- um øðrum. og tí slitnaði samgongan millum javnaðarflokkin og sambands- flokkin; men fólkaflokkurin sló seg í felag við sambandsmonnum, og hesir báðir afturhaldsflokkar hava lagt eina kalda hond á alt okkara vinnulív. Hetta er allur sannleikin. Tað ið Før- oyingar hava tapt av hesum aftur- haldsstýri, eru mangar miljónir krón- ur; men tað batar ikki at gráta um spilta mjólk. Latum okkum vóna, at vit læra av skaðanum, og at allar kreftir nú bein- an vegin fara at samarbeiða fyri at fáa lív og arbeið í staðin fyri tann deyða, sum hóttir við at beina fyri okkara fólki. Hava sambandsmenn ikki hug at gera nakað, so megu fólkaflokksmenn skilja seg frá teimum á sama hátt og av somu orsøk, sum javnaðarmenn máttu skilja seg frá sambandsmonn- um. Latum okkum so fáa løgtingsval, og so kann fólkið avgera, hvør leið, ið gingin skal verða. Javnaðarmenn vilja, at allar hendur skulu koma í arbeiði, og við hesum máli fyri eyga vilja vit arbeiða í fram- tíðini eins og vit allar tíðir hava gjørt. Vit kunna ikki gera við tað, at sam- bandsmenn loypa frá teim orðum, sum teir siga, og eisini frå ti, sum leir hava skrivað og sett teirra novn undir. Tílíkum kann eingin vara seg fyri. J. H. Danbjørg. Nr. 41 LÝSING Tað verður her gjørt kunnugt, at býráðið á fundi 9. september í ár hevur samtykt at seta teir streymprísir, sum nú eru galdandi fyri veksilstreymsbrúkarar, fyribils eisini at verða galdandi fyri javn- streymsbrúkarar frá oktober avlestur í ár at rokna. Eftir hesum streymtaksti kemur hvørt húsarhald til at rinda eitt fast årligt gjald + ein kWh pris + mátaraleigu. Kraftbråkarar rinda eitt fast årligt gjald fyri hvørja innlagda HK + ein kWh pris + mát- araleigu. Prísurin fyri streym til ljós og kraft verður tann sami, tó kann ein stórur kraftbrúkari fáa ein serligan kWh pris, sum antin nevndin ella býráðið ásetur eftir samráðing við avvarandi brúkara. FAST GJALD FYRI SETHÚS Tað fasta gjaldið verður vanliga sett til 100 oyru fyri m“ av húsastøddini (uttanduramát), tå ið verður sæð burtur frá smærri út- húsum, vaskihúsum o. t., somuleiðis frá kjallarum, tá ið hesin ikki verður nýttur til okkurt serligt endamál, til dømis til verkstað, kram- búð ella annað. Fyri rúm vid skráveggjum verður bert roknað 75 % av húsa- støddini ella 75 oyru fyri hvønn m“. Mátaraleigan verður fyri: ein 1- fasaðan mátara 15 kr. um árið ein 2- fasaðan málara 20 kr. um árið ein 3- fasaðan mátara 25 kr. um árið ein 220 volt javnstreymsmátara 5 kr. um árið 5 kr. |: ein 440 volt javnstreymsmátara 25 um árið FAST GJALD FYRI VIRKISHÚS: Barber- og hárfríðkingarhøllir, posthús. telefon- og telegrafstøð og hús við størri ljósnýtslu ... 5 kr. fyri m? Gistingarhús (undantikið gongdir, trappur), mat- stovur, kioskir, ursmiðjur, tubbak- cosmetik- kramhúðir „.„seeeieeeressereesrnssoannsanensansent tt 4 kr. fyri m“ Størri krambúðir, størri skrivstovur við stórari nýtslu, herundir manufakturkrambúðir ...... 3 kr. fyri m? Meðal krambúðir, goymslurúm nógv brúk, meðal meðal verkstøð „...meererererrerrsnassrensnastur 2 kr. fyri m“ Smærri skrivstovur, størri verkstøð, trappuupp- gongdir til størri hús, smærri krambúðir ...... I kr. fyri m“ Goymslur, smærri verkstøð, kirkjur, skúlar og VErksmidjUr ... ser set srratraatt aka 2 FKR KK 0,5 kr. fyri m” Fjós, úthús og høsnarhús „....s.sseseseseesesenannsr 20,2 kr. fyri m“ FAST GJALD FYRI KRAFT Gjaldið er 15 kr. fyri hvørja innlagda HK. kWh PRÍSUR Prísurin fyri kWh verður settur til 30 oyru. Innkrevjingin av tí fasta gjaldinum verður saman við mátara- avlestrinum 10 ferðir um árið. Í mei og juli verður ikki avlisið. Um brúkari eftir tí nýggja streymtakstinum í einum roknskapar- ári — frá mars avlestri til mars kemur at gjalda meira enn 1 kr. fyri kWh, fær hann, tá ið árið er liðugt, tann meira goldna peningin afturgoldnan. TORSHAVNAR BYRÅDS ELEKTRISITETSNEYND t, 26. september 1952. FØROYSKAR VORUR 8.00 kr. pr. stk. | Vøttir Skipstroyggjur, 3-tr. 30.00 kr. pi tk Lambsskinn 1.00 kr. pr. pal Kálvsskinn 9.00 kr. pr. stk. | Hosur 5.50 kr. pr. pal Vil 1.50 kr. pr. stk. | Í býti ; býti Ull, hvít 6.00 kr. pr. kg. y fyri verur Ull, dimm UM. bundnir klútar 3.25 kr. pr. kg. 1.50 kr. pr. kg Pf. Z. HEINESEN NORTH ATLANTIC SALT CO. A-S Fyrsta flokks salt til fisk og sild å goymslu. Prisurin munandi nidurfarin Tigr.-adrs. NORTHSALT