Sosialurinarkiv
Sosialurin 1953-02-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. februar 1953síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

á | 28. februar 1953 —"—[[[[[[[[|—|[—|[|]||||—=[[éZ| | [[[[[ [| [| [| [[||—— —————i——i—ølø— Føroya S0SIAL-DEMOKRATUR Blaðstjóri VILLI SØRENSEN telf. 672 Postbox 76 Prent: A. ØSTER 50 år Týsdagin 3. mars verður ein væl- kendur Havnarmadur Olaf Lava, fisk- avrakari, 50 år. Á ungum árum tók hann skipara- prógv. Stutta tíð aftaná var hann við niðri í Danmark eftir tí fyrsta >Tjaldr- inum<. Við tí sigldi hann so umleið 10 ár. Farin av Tjaldrinum gjørdist hann fiskari og var ein av Havnar fremstu útróðrarmonnum. Seinni gjørdist hann eisini fiskavrakari. Eisini sum landbrúkari hevur hann verið av teimum fremstu. At hann ágrýtin hevur verið dúgligur og prógvar best, at hann í mong ár hev- ur haft 2 kýr. Politisk hevur støðan verið ógvu- liga greið. Hann hevur meginpartin av lívi sínum verið javnaðarmaður av lív og sál. Til lukku við degnum. Vinur. Glæstriborgir- og skip — fiskifør landsins tvangsseld Allir eru vit samdir um, at vit skulu hava so gott telefonsamband bygd- anna millum sum gjørligt, — eitt rímuligt krav frá skatt- og tollokraðu íhúgvum landsins. Allir eru vit samdir um, at ikki verður reiðiliga livandi livandi her á landi fyrr enn vit kunnu fáa ljós í hvørjari vrá við at trýsta á tøppin á bróstinum, — eisini eitt rímuligt krav frá skatt- og tollokraðu íbúgvum landsins. Allir eru vit samdir um, at vit skulu hava hitt besta sambandið við út- heimin, og at vit skulu røkja tað sjálv- ir, — aftur eitt rímuligt krav frá skatt- og tollokraðu íbúgvum lands- ins. Hetta eru alt mál, ið kosta almikið av peningi. Miljónir og aftur miljónir av landsins egna peningi, marshall- hjálp og donskum peningi eru eis- ini latnar til hesi endamál. Um stutta tíð verða vit at fáa nyttu av SEV-verkinum, ið má metast fyri eilt av størstu og mætastu framburðs- stigum í søgu landsins. 1. apríl verður hin ovurdýra auto- mattelefonin í Havn tikin í brúk. Eitt óført tiltak fyri Havnina, ið vil bøta eitt indur um tað vánaliga samband- ið, ið bygdirnar líða undir. >Tjaldrið< er komið. Í krepputíð landsins eru 10 milj. kr. verstu FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR av peningi fólksins settar í hetta luks- usfarið. Hóast flestu halda, at hetta er eitt stórsligið váðaverk, eiga allir før- oyingar at styðja hesa fyritøku, sjálvt um fraktirnar eru ovurdýrar, ja heilt uppí 12 % hægri enn fraktprísir »Drottningarinnar« hjá Sameinda danska skipafelagnum. Samstundis sum øll hesi stóru risa- framstig verða gjørd, verður eitt fyri og annað eftir av landsins fiskiførum tvangselt, ella selt út av landinum sum gamalt jarn. Fiskimenn missa hvørt oyra teir settu í hesi før, alla inntøku sína gjøgnum fleiri ár, hús, jørð o. a. Tað er eingin, ið hjálpir teimum, og týðuligt er, at tað er heldur eingin vilji til steðar at rætta teimum eina hjálpandi hond. Hvat hevur løgtingið gjørt? Jú, samtíðis sum teir blaka eina miljón fyri og aðra eftir av egnum peningi, av marshallhjálp og øðrum peningi bæði til líkt og ólíkt, seta báðir afturhaldsflokkarnir — fólka- flokkurin og sambandsflokkurin — so rørandi einigir uppskot um at avtaka bæði forskotsrindan og minstuløn. — Teir ikki so mikið sum unna fiski- monnum og teirra familjum eina minstu inntøku, ið neyðug er fyri yvirhøvur at kunna liva. Hvat vid marshallhjålpini? Sjålvandi roknadu allir menn vid. at her fór løgtingið at verða samsint og veita fiskivinnuni tann stuðul, ið tørvur er á fyri at hon kann koma at bera seg. men eisini her hava teir verið samsintir ikki at latið eitt oyra — heldur alt á heysin og undir ham- aran. P. M. Dam og Kallsoy settu full- fíggjað uppskot um at nýta ein part av marshallpeninginum at sanera og ístandseta okkara fiskifør við, men aftur her vóru teir so rørandi einigir at fella uppskotið. Eftir verða nakrir stórmenn, ið eiga alt og ráða øllum. Hvørja lagnu fiskimað- urin tá verður at lúka, er ikki ilt at Fiskimenn skulu missa alt. geita. Tað prógva tær sáttmálasamráð- ingarnar, ið nú fara fram. Men soleiðis er fiskimannsins lagna, har stórmenn gera peningavald sítt galdandi og á tingi eiga 15 av 25 tingmonnum. Tað er ov lítið. at fiskimenn manna skipini. Teir mugu manna tingið eis- ini. Fyrr vinna teir ongar sømdir, og fyrr verður ikki livandi í landinum. Nøkur orð um okkara góða og nógv avhildna lækna Eivin Rubeck Nielsen Tað hevur verið nakað nógv skriv- ing í bløðunum um læknan í Klakks- vík, nú ið dr. Nielsen hevur fingið pláss har norðuri. Millum annað hev- ur verið sagt, at læknin í Klakksvík er óumveruligur. Tað kann vera, at hann er góður lækni. og tað ivist eg heldur ikki í, men at hann er so óum- veruligur, at hann ikki kann erstattast av dr. Nielsen, tað hugsi eg ikki, tí Nr. 8 SVEINA- ROYND 25. mars og í telegrafi (40 og 60 tekn.) verdur 26. mars. Havnar handverksmeistarafelag. Tórshavnar tekniski skúli byrjar sveinaroynd 21. mars. Frásøgn um luttøku verður at senda til Jóhan Ziska í seinasta lagi hin 9. mars. Roynd í radioteknik verður TRYGGINGARSAMBANDIÐ FØROYAR telf. 372 telf. 372 Føroya Kriggstrygging.. Føroya Brunatrygging .. Føroya Sjóvátrygging... telf. 372 Føroya Vanlukkutrygging telf. 221 Vit tryggja: Bátar - skip - voru - hús - innbúgv - ferðagóðs bilar o.a. Føroyingar eiga at tryggja í landsins egnu trygging — FÆRØSK MARGARINE VITA Ne1 VITAMINISERET FÆRØSKT PRODUKT FINT PRODUKT Måltråd 4 FOROYA PILSNAR EKTA MALTOL Føroya Bjór ØL- og MINERALVATNSVIRKI Citron sodavatn Appelsin limonada Hindber limonada Jørdber limonada Vanillie limonada Åppolinaris EINAR WAAG, Klarrsvík Grót og skervur. Al, ið vilja keypa skerv ella grót eiga at venda sær til kom- munukantórið. Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað. Bilstjórar verða ámintir, at teir íkki kunnu heimta grót ella skerv uttan við einum lími av vegnevndini ella einum umboðsmann fyri kommununa. Froðbiar sóknar kommuna Skipafelagið Føroyar Telefonir 209 171 274 | Tórshavn sum menniskja og sum lækni fær dr. Nielsen neyvan sín líka um okkara leiðir, og eg tori at siga, at um ein adressa varð sett í gongd her í Vág- oynni til fordeil fyri Eivin, so trúgvi eg, at adressan hevði fingið 100 %. So nógv er hann avhildin her, og tað er ikki fyri einki, at hvørt fólk tosar um, hvussu tungt tað verður fyri okk- um Vágafólk at missa okkara góða lækna. At dr. Nielsen verður saknaður her í Vágum, tað er sikkurt, og tað eru nógv við mær, sum ynskja, at hann verður verandi her og ikki fer til Klakksvíkar. Tað hevði verið okkum eini góð tíðindi. At enda vil eg takka dr. Nielsen og konu hansara fyri ta tíð, tey hava ver- ið hjá okkum. og ynskja teimum alt gott í teirra nýggja starvi. Ein Miðvingur.