leygardagur 30. mai 1953síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
30. mei 1953
Føroya |
S0SIAL-DEMOKRATUR
Blaðstjóri
VILLI SØRENSEN
telf. 2172
Postbox 76
Prent:
A. ØSTER
YMISK TÅDINDI
FISKAPRISURIN Í GRØNLANDI
Fiskaprisurin i Gronlandi sigst at vera
85 oyru fyri kg i ar. Í fjør var hann
I kr. fyri kg. Hetta hevur orsakað. at
menn hava aftrad seg vid at selja har
yviri, Hetta kemur sjálvandi at tarna
veiðuni, men líkindi eru til, at ein
broyting kann fåast i lag hesum við-
víkjandi.
150 TONS AV KLIPPFISKI
eru nå eftir i landinum, Hesin fiskurin
verður avskipaður nú fyrst í juni mån-
aði. Ein partur av tí fiskinum, ið seld
ur er til Spaniu hevur verið ov smáur
eltir sølusáttmálanum. Hetta hevur tó
ikki forðað
komnir
soluni, tá partarnir eru
ásamt um, at útjavna hetta
seinni.
UTRODURIN
Klakksvikarbåtarnir fiskadu
bådar tær seinastu vikurnar fyri hvitu-
ofort
sunnu. Bátarnir lógu javnliga frå 20
og uppí 30.000 pund. Hetta eru størstu
veiðuúrslitini higartil i ár. Teir flestu
bátarnir hava eisini verið úti hesa vik-
una. Smábátar fáa hópin av hýsu, ser-
liga í vikuni fyri hvítusunnu. Hesa vik-
una hevur ikki borið so væl til vegna
tann harða streymin.
FYRSTA SILDASKIPIÐ
Fyri stuttum fann Thetis óførar sild-
atorvur norðan fyri. Fyrsta sildaskipið
er nú útfarið. Tað er Eystnes, ið fór út
mikukvøldið. Skal fiska til agnsild.
MEDISINNÝTSLAN 20-FALDAÐ
Norðlýsið sigur frå, at medisinnýtsl-
an er 20 faldað tey seinastu 18 árini.
Víðari sigur blaðið, at tað tí ikki er so
løgið, at tilskotsskipan sjúkrakassanna
er prongd. Hesar øgiligu meiraútreiðs-
lur standast fyri ein stóran part av
øktum brúki av nýggjum medisini, t.
d. penicilin.
CTFERDIR
Føroya ferðamannafelag ger útferð
til Tvøroyri og Vágs í morgin. Farið
verður úr Havn kl. hålvgum átta á
morgni. Steðgað verður einar 12 tímar
å Tvøroyri og einar 10 tímar í Vági.
Kostnaðurin er 15 kr.
Somuleidis. ger hornblåstrarfelagid
G.H.M. útferð til Nólsoyar.
LORVIKSBATARNIR
Pålledrangur og Ternusker fóru til
slands við snøri 2. hvítusunnudag.
Guliklettur
Førovum. Skal á sild í summar. Au
roynir Íramvegis undir
gust fer til Íslands vid snøri.
FOROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
Konguliga sjónleikaravitjanin
Í ár varð so álvari av, at kongl.
sjónleikararnir komu til Føroya. Tað
verður Sjonleikarfelagid í Havn í sam-
arbeiði við Dansk-færøsk komite við
stuðli frá Dansk-færøsk Kulturfond, ið
standa fyri vitjanini.
Sum fólk minnast var sjónleikari
við kgl. Teater Elith Foss her í fjør og
hevði upplestrarkvøld og skemtanir í
Havn og á bygd. Endamálið við ferð
hansara í fjør var eisini at kanna møg-
uleikarnar fyri sjónleikaravitjan til
Føroya. — Og nú er tað komið í lag.
Í døgunum 9, til 15. juni verða fyri-
vísanir í Sjónleikarhúsinum.
Tað. ið verður at síggja.
Sýnd verður ein sokallad samansett
fyrivísan — tveir sjónleikir, ein nú-
tímans danskur sjónleikur og ein kals-
siskur sjónleikur. Hin fyrri er álvar-
samur leikur í einum parti eftir Knud
Sønderby. nevndur »Hjertets rehhed«.
Knud Sønderby er kendur sum ein av
donsku
Hann hevur m. a. skrivað »En kvinde
dramatisku hovundunum,
overflådig«. ið var ein av stóru sukses-
unum hjá Kgl. Teatrinum.
Harnæst kemur eitt Holberg-stykki
»De usynlige«. Holberg er kendur
í Forovum, men her fáa vit at síggja
ein av hansara sjónleikum við donsk-
um sjónleikarum. Eitt stykki teir hava
spælt á Nationalsenuni við miklum
ansi hjá sjónleikarhugaðum fólki
Hvørjir verða sjónleikararnir?
Tað verða nøkur av teim bestu av
teim kgl. sjónleikarunum, vit fáa at
síggja.
Sambart heimastýrislógina er sjón-
leikur sermál, so kgl. Teatrið sjálvt
kann ikki føra fram sjónleik her, men
tað vera tó kgl. sjónleikarar vit fáa at
síggja.
Maria Garland er ein av kendu ka-
raktersjónleikarinnunum við kgl. Te-
atrið. Í seinastuni hevur verið tikið til
hennara í Aleksandra í »Colombe« og
leikpart hennara i »Pygmalion« og nú
kemur hon at spæla Magdelone í >De
usynlige« — ein leikpartur, ið hon
fyrr er heiðrað fyri.
Jørgen Reenberg spælir ungi elsk-
arin — Leander. Her í Føroyum kenn-
a vit hann úr donskum filmum, m. a.
Fodboldpræsten — hann er hin kom-
andi Hamlet á Kgl. Teatrinum. Hann
hevur útsett filmsarbeiði sítt fyri at
kunna vera við í Føroyaferðini.
Eitt av „nýggju névnunum« er Kir-
sten Rolffes, ið sjónleikarhugaðir for
oyingar eiga at gleða seg til at síggja.
Tey trý árini hon hevur verið á kgl.
Teatrinum boða frá eini stórari fram-
tíð sum sjónleikarinna.
Íkki minni áhugavert verður at
síggja Poul Kern — sjálvur nhrdl
síggja Poul Kern. ið helst mangir før
oyingar ið vitjað hava sjónleikir í
Keypmannahavn hava havt høvi til at
síggja.
— Elith Foss
sjålivur er vælkendur heruppi, ikki
Leiðarin á ferdini
bert tí at vit hava sæð hann her í Før
oyum. men eisini fyri teir leikpartir.
hann hevur havt í Holbergsjónleikum
á kgl. teatrinum. Hann er ein av mæt-
stu Holberg-fortolkarum á kgl, teatri-
num og ikki minst hevur hann spælt
væl i »De usynlige«.
Hatta vóru so allir teir »kongaligu«
sjónleikararnir, men harumframt kem-
ur við sum gestur frá Folketeatret Bir-
gitte Federspiel, — Tað var ikki gjør-
ligt at fáa nakran frá kgl. teatrinum at
taka leikpartin sum Leanders elskaða,
tí varð Birgitte Federspiel biðin til at
taka henda partin. Hon er so kend, at
tað er ikki neyðugt at siga meira.
[Havn verða so 5 ella 6 fyrivisanir,
síðan verður farið til tær størru bygd-
irnar, sum møguligt er at koma til.
Har verður ikki møguligt at vísa hesar
nevndu sjonleikirnar, men istadin er
skipað ein kvøldskemtan við hesum 5
fyrstnevndu sjónleikarunum, og verð-
ur tað ein skemtan sum neyvan áður er
sæð á hesum plássum.
Men um hetta verður meira frásagt
seinri, tá sjónleikararnir eru komnir
til Føroyar.
Í Danmark arbeiða sjónleikararnir
nú við fyrireikingunum. Tað er nógv
sum skal gerast, tí teir hava við sær
stóran part av tí, sum skal nýtast til
leikpall 0. a. — eisini av tí verður fyri-
vísanirnar nakað útyvir tað vanliga.
Seinri verður greitt frá sølu av at-
gongumerkjum o. t.
Til Knút Vang
Knútur, meint vart tú raktur, so at
tú neyvan mundi rokna við at verða
raktur meinari. Tað sæst best av tíni
illsinnisgrein, sum tú hevur í blaði
tínum týsdagin 12. mai.
Aftur í seinastu grein tíni vágur tú
tær tó at siga, at tit meira enn nakar
annar hava roynt at virka fyri, at so
nógv føroyskt kol sum møguligt skal
verða nýtt í Føroyum.
Um tú ikki veist betur um kolamálið
serliga viðv. Hvalbingum —, so
haldi eg, at tú átti at duga sær at
skriva tað, tú
tagt, heldur enn at
skrivar. — Tá ið tú og tínir part-
amenn hava so stóran kærleika og
áhuga fyri tí føroyska kolinum, hví
eru tá so stórir trupulleikar við at
sleppa av við føroyskt kol? Kanst tú
ikki gera so væl at siga tað — hví
skal tað krógvast í myrkrinum ?
Um tit høvdu
áhuga fyri føroyskum
haldi eg, at tínir partamenn hava havt
góðan kans til at gera sítt besta fyri
ti; tí teir hava havt buktina og båd-
sum helst
koli, so
nakran
ar endarnar nú hálvttriðja år, og ikki
javnaðarmenn, sum tú kastar alt
skarnið eftir.
satt, tí partamenn tínir hava ongan
Nei. Knútur. sig bara
áhuga fyri føroyska kolinum, heldur
enn fyri øðrum gagnsmálum landsins.
Hetta er ikki fyrsta árið, tað hevur
staðið í botni við at sleppa av við
føroyskt kol. og ikki er tað heldur
fyrstu ferð, at Hvalbingar hava vent
sær til landsstýrið fyri at fáa bøtt
um teir stóru trupulleikar, sum hava
verið fyri at sleppa av við føroyskt
kol; men ikki kann åhugin hava verið
Nr. 23
stórur, tí ongantíð hava vit dugað at
sæð nakrar ábøtur frá landsstýrisins
síðu. Men kortini vilt tú, Knútur, hava
fólk at trúgva tær, at tínir menn gera
so og so nógv gott fyri at bøta um
nýtsluna av føroyskum koli. Hetta er
einans »fantasiur« av tær og einki
annað.
Tú grýtur alt niður á valutamið-
støðina, tí tú veist, at har situr javn-
adarmadurin Øregaard; men eg havi
sagt tær, at landsstýrið er landsins
hægsti myndugleiki og at partamaður
tín, Hákun, hevur hetta týdningar-
mikla mál í hondum — og tað slepp-
ur tú ikki frá. Tú brikslar mær, at eg
vil drepa føroyska kolasølu, men har
haldi eg, at tú sum vanligt mistekur
teg, tá ið tú sigur soleiðis, tí tað, eg
havi skrivað um kolaframleidsluna.
kann ikki fatast sum drepandi, men
vil skilafólk taka tað frá einari adr
ari síðu, enn tú tekur tað.
Hvat sigur tú um teir menn, sum
innflyta 10.000 tons av útlendskum
koli, samstundis sum tað liggja o. u.
2000—3000 tons av føroyskum koli
å goymslu; vilja slikir menn livga
føroyska kolasølu?
Sjálvandi grýtur aftur skuldina fyri
hetta á javnaðarmannin Øregaard
men hann kann so avgjort ikki hava
alla skuldina einsamallur. ti hann er
ikki diktator innan fyri pris- og va-
lútamiðstøð, har sita eisini aðrir menn
og heldur ikki kann landsstýrið
vera skuldfritt fyri slika gerå.
At enda vil eg lata teg vita, at um
eg var í tínum stað, so hevdi eg held-
ur viljað fiskað til javnaðarmenn enn
til tað kolsvarta afturhaldið, sum tú
ert verjutáta fyri.
Hvalbingur.
Framh. av 1. síðu.
Læknatrætan ...
Tað er ikki óhugsandi, at
Rubek Nielsen so kortini fær
starv í Klakksvík og harvið
skuldu líkindi verið fyri einari
endaligari loysn av trætuni.
Hvat vil Kofoed?
Fyrrv. lækni í Klakksvík,
Bornholmaramtslæknin Svend
Kofoed, er í hesum døgum á
vitjunarferð í Klakksvík. Summi
hava vilja sett ferð hansara í
samband við læknatrætuna, men
sjálvur sigur hann seg einki hava
við hetta mál at gera. Hann
vildi fegin hjálpt Norðoyingum,
men heldur seg kortini einki
kunna gera.
Inn-(út)brotið
Stutt aftaná at innbúgvið hjá
Rubek Nielsen var komið til
Klakksvíkar, varð herverk gjørt,
og tveir stólar smávegis løstadir.
Síðani hevur verið dúliga tosað
um hetta inn-ella útbrotið, ið
summi hava hug at rópa tað. Í
seinastu viku skuldi onkur hava
sagt, at maðurin, id hetta hevdi
gjørt, nú var staddur í Gronlandi.
Einki er frætt, um hesin leið-
beinarin er rættur ella hevur
verið til nakra hjálp viðvíkjandi
uppkláringini.