leygardagur 13. februar 1954síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Í
|
Í
|
|
13. februar 1954
Føroya
S08IAL-DEMOKRATUR
Blaðstjóri
VILLI SØRENSEN
telf. 2172
Þostbox 76
Prent:
A. OSTER
Hvøss orð til
Løgtingid.
Frá sóknarstýrinum heiman á Sandi
hava vit fingi sendandi:
Tó at:tað er okkum hart ímóti at
leggjast í stríð við løgting og lands-
stýri, kunnu vit ikki lata vera við at
ålala, at vit sum sóknarstýrislimir —
vart ella óvart av ting- og lands-
styrismonnum á opnum løgtingsfundi
verða hongdir út sum húkar á J. P.
Davidsens fiskireiðskapi.
Vit ynskja at siga bæði landsstýri
og ting, bæði hart og tyduliga. at vit
eru ikki vanir at:lata okkum brúka til
liskireiðskap, og at i hesum føri gjørdi
Jóan Petur einki uttan tað hann var
bidin um.
Løgting og Landsstýrið skuldu verið
seinastu stovnar, ið hartaðu menn fyri
at bera seg loyalt at móti lógliga vald-
um tingmonnum, hvat antin teir so eru
eins partamenn ella ikki, og tað var
júst hetta vit gjørdu. Vit fóru til næsta
løgtingsmann, og tað var bygdamað-
urin, ið var komin suður eitt leygar-
kvøld.
Ikki var neistin storri, ið elvdi so
stóran eld. og tingmenn kunnu spara
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
sær ómakin at siga okkum, at vit fáa
ikki elverk fyri einki, eins og teir
kunnu spara sær sínar hentýdningar
til fávitsku. Kanska tað var ikki so
stórt undur, um vit ikki í leysa luft
aftur hesaferð fóru at geva út nógv
túsund fyri berar blýantsstrikur, men
heldur høvdu í huga orðatakið um hin
góðvarna.
Rætt er tað at vit hava ikki biðið
landsstýrið um loyvi til at »åleggja
kommununj hesa nýggju útreiðslu og
ætla heldur ikki at gera tað, men har-
ímóti hava vit eingi dulsmál havt fyri,
so ynskir landsstýrið at nýta sín rætt
og nokta okkum hetta, so gerið teir tað.
Hetta er heldur ikki fyrsta ferðin
Sands kommuna er órættvíst úthongd.
Í næstseinastu tingsetu vórðu vit út-
hongdir sum skuldarar, ið ikki svaraðu
sínar skyldur og høvdu ongan at taka
okkum í forsvar tí vit — sóknarstýrið
— ikki høvdu varnast, at lata ting-
menn okkara vita, hvat framm var
farið og tó at landsstýrið væl visti
søguna, vóru teir so »loyalir« móti
kommununi at teir tagdu. Heldur enn
at sita og kasta skitnar tvøgur hvør
eftir øðrum, sum so koma at raka
okkum, skuldu tingmenn fari sum
rættir menn á reinum gøtum og leita
framm tey tøp 4. d. í saneringspengum.
peningastovnum. = vinnulánsgr. og
øðrum støðum, sum staðist hava av
Sands kommunu og hennara borgarum
og kunngjørt tey. Tað var reinført
arbeiði.
At tingmenn dálka seg sjálvar persón
liga, mega teir sjálvir um, men vita
skulu tit landsins kosnu menn, at lata
tit skittfør; fara so langt at tit koma
at drýta á landsins hægstu pallar,
verður tað søk, ið ikki rakar bert ein-
stakar persónar.
Sóknarstýri á Sandi,
Sandur 5. februar 1954.
Hanus Johannessen, Axel Mohr, Peter
Hentze Rasmussen. = Christian Rein.
Magnus Hentze
Håkun Djurhuus hevði i Dagblað-
num i gjår aftursvar til av hesum
Peter
undirritaðu Sandingunum
Hentze Rasmussen,
Tórshavn.
| renta at rokna.
Tekningarkursurin er 100.
| Innbjóðing
| til tekning av brævláni
| Tórshavnar býráð bjóðar hervið út til almenna tekning eitt
bræv lán uppá 400.000 kr. til framhald av skúlabyggingini í
Nr. 7
At kæri maður mín, okkara
góði pápi, verðpápi og abbi
Peter Olaf Næss
doyði ídag á Dronning Alex-
andrines Hospital verður hervið
kunngjørt fyri slekt og vinum.
Hvalbæ, 12. februar 1954.
Frida Næss.
Fyri lánið verða latin 6 % í árligari rentu. Lánið verður
afturgoldið við 1/10 við lutakasti árliga.
Lánið verður tikið 11/6—1954, og frá hesum degi verður
Til trygd fyri afturrinding av láninum verður transportur
latin uppá løgtingsstudningin til skúlabyggingina, sbr. viðmerking
I Ð o ygg fl , o
til grein 19. 8. 8 í fíggjarløgtingslóg fyri 1953/54.
Tekningin fer fram mánadagin 15. februar 1954, og
listar liggja frammi henda dag í p/f. Føroya banka. p/f. Sjóvinnu-
88) 8! P/ ! P/1. 3)
bankanum og Færø Amts Sparekasse.
Inngjaldingin fer fram í p/f. Føroya banka í døgunum 20.
mai til 5. juni í ár. Samstundis letur bankin lánbrævið út.
Verða meira enn 400.000 kr. teknaðar, verða allar teknaðar
peningahæddir lækkaðar lutfallsliga við yvirtekningina.
Tórshavnar býráð, tann 28. januar 1954.
Dánjal á Dul. Johs. Hansen. J.P. Henriksen. Hanus við Høgadalsá |
T. J. S. Jakobsen. Kj. Mohr. Wenzel Petersen. Trygve Samuelsen.
H. C. W. Tórgarð M. Térsheim. K. Winther.
Umbýti ella gottgerð fyri íløt verður avgreitt inn-
an 21 dagar.
4.
Hvussu eplini skulu sendast.
Eplini skulu sendast soleiðis, at tey verða ikki
vat (í skipi, dekksbåti). Verða tey send í opnum
fari á landi ella sjógv, skulu tey verjast móti vælu,
og tey skulu sendast soleiðis, at tey hava sum stytstu
tíð at koma fram frá seljara til keypara. Eplini skulu
ikki sendast ímillum, meðan frost er í luftini.
Um seljarin letur eplir av ymiskum sløgum, skal
sekkjatalið av hvørjum slag setast á fraktbrævið ella
verða keyparinum frásagt í brævi, ið verður sent
saman við eplunum, og hvør sekkur skal hava frá-
merki fyri tað eplaslag, í honum er.
Seljarin skal so skjótt til ber siga keyparinum frå,
nær eplini eru send og við hvørjum fari.
Um avtalan er, at seljarin skal galda fraktina,
kann hann senda eplini uttan at gjalda frakt. Keyp-
arin letur tá út fyri fraktina og dregur henda pening
frá. tá hann sendir gjaldið fyri eplini.
5.
Eplavektin.
Grundarlagið fyri eplavektini er nettovektin av
skildum eplum. Um innblanding av jørð í eplunum
verður upp til 2 %, skal tað einki gera. Er jørð-
blandingin meira enn 2 %, kann keyparin krevja
avsláttur fyri alla ta íblandaðu jørðina og fraktina
av henni.
6.
Eplaskiljingin.
Tað er treyt at lata frísk og rein eplir. Um eplir
við vatnroti eru ímillum í sendingini, hevur keyp-
arin rætt til at klaga, um tað er meira enn 1 % av
vektini av vatnrotnum eplum.
Sár á eplum, svartaspilla, annað turt rot ella
skrubb gevur rætt til klagu, tá meir enn 5 % av
eplunum hava hesar skaðar.
Sár á eplum roknast við tá miðjal epli hevur størri
skaða enn eitt einkult hol 14 cm. djúpt og í sama
lagi fyri eplir av aðrari stødd. Skrubb verður roknað
við. tå 1/19 av skalinum er skrubbut.
Er ikki annað avtalað, skulu øll eplir skiljast frá.
sum fara gjøgnum eitt sold, hvar meskarnir eru 3.5
cm. stórir, 3 % spælirúm er tó loyvuligt.
Heilt stór, ella avskapaði eplir mugu ikki vera
meira enn 4 % av sendingini. Um miðjal eplir verða
skild frå fyrst, skal hetta sigast keyparinum, áðrenn
handil verður gjørdur.
Um tað í einari sending er meira enn 3 % av
eplum, ið hava málir ið eru yvir 2 cm. langar, hevur
keyparin rætt til klagu.
Góðskudpillan av øllum teim seinastu trimum
nevndu orsøkum — ov smá, ov stór og nálir —
gevur ikki rætt til klagu, uttan orsakarnir finnast í
tilsaman 7 % av eplunum.
Hevur ein sending yvir 5 % av eplum av øðrum
slagi, ið hevur annað skap og aðra útsjónd enn tey
keyptu, hevur keyparin rætt til klagu.
Tey nevndu % eru % av vektini og ikki av
talinum.
på
rå
Tíðliga eplir.
Av eplum sum verða latin fyri 14. september
verður skilt burtur úr, tað ið fer gjøgnum 3 cm.
sold.
8.
Gjald av keyptum eplum.
Keyparin hevur at gjalda seljarinum fyri latin
eplir seinast 4 vikur eftir, at tey eru móttikin, um
einki annað er avgjørt teirra millum.
9.
Klaka yvir brek.
Tá tað er avgjørt, at keyparin ella varðamaður
hansara skal taka ímóti eplunum við búðstað selj-
rn
ss
arans ella við handilsstøð í bygd hansara ella við
lendingina har, áliggur tað keyparinum ella varða-
manni hansara at seta fram klagu yvir brek, tá hann
tekur ímóti eplunum. Latin eplir nevnast góðkend
av keyparinum, um hann ikki hyggur at teimum á
avsendingarstaðnum.
Tá seljarin letur eplir til móttøku á heimstað
keyparans, á goymslustøð hansara ella við havna-
støð hansara, áliggur tað keyparinum at klaga yvir
brek við eplasendingini. Klagan skal sendast
telefonisk ella telegrafisk seinast 11 gerandistímar
aftaná, at eplini eru komin keyparinum í hendi.
Gerandistímar eru tíðin frá kl. 7 til kl. 18 gerandis-
dagar.
Tá eplir eru latin við støð keyparins, hevur selj-
arin ansvar av eplasendingini, til tey fara frá borði
á tí fari, hann hevur sent tey við. Kemur nakað upp
á eplini í hesum fari, er tað seljarin, ið skal gera
ansvar galdandi hjá farmaskipaeigarinum.
10.
Avgerð av trætumálum.
Um keypari og seljari koma soleiðis upp at stríðast
um ein eplahandil, sum er avgjørdur undir hesum
reglum, at teir ikki koma á samt sjálvir, skal trætu-
málið avgerast við úrskurði (voldgift).
Hvør av pørtunum velur innan 22 gerandistímar
aftaná at eplini eru komin til móttakarastøð ein úr-
skurðamann, hesir báðir velja saman triðja úrskurða-
mannin (opmand).
Avgerð úrskurðamanna er endalig og kann ikki
berast fram fyri dómstólar.
Úrskurðamenninir gera av, hvør ið hava skal
kostnaðin at bera av háðum pørtum við eins stórum
gjaldi. —
Tað er av allarstørsta týdningi fyri allar, ið selja
eplir, at teir geva seg undir hesar reglur, fyri at
føroysk eplir kunnu verða ein so góð vara sum tey
nátúrligu viðurskifti loyva,