leygardagur 11. september 1954síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6]
11. sept. 1945
Framhald av 1. síðu.
komu skipini ikki út, tí fiskimenn góvu
ikki eftir. Eg átók mær so at leita upp
sýsluformannin fyri Eysturoy og bað
hann gera tað, hann kundi,. fyri at fåa
stjórn Føroya Fiskimannafelags at
taka undir við krøvum okkara fyri at
fáa lingið saman, Hvat so er hent inn-
an fiskimannafelagið, veit eg sjálvandi
ikki, men ikki mant tað hava verið
lætt at:fingið Patursson við, tí ikki fyrr
enn tvær vikur aftaná „at eg hevði
verið hjá sýsluformanninum, tók fisk-
imannafelagið undir við at fáa tingið
saman.
Fríggjakvøldið kl. 10 tann 23. apríl
komu umboðsmenn fyri fiskimannafe-
lagið í Gøtu til mín og spurdu, um eg
vildi heita á løgmannin um at fáa ting-
ið saman. Eg læt umboðsmenninar vil-
a, at sjálvandi vildi eg vera við til at
kalla tingið saman men gjørdi um-
bodmsmonnunum greitt, at eftir mini
hugsan vildi tað verið best, um fiski-
mannafelagid hevði eitt uppskot til
tingið um, hvussu fiskimenn hildu at
eitt uppískoyti frá tinginum skuldi
vera skipað. Meðan eg tosaði við hes-
ar umboðsmenn, ringd; Patursson úr
Havnini og gav eg honum sama svar:
Tíðliga morgunin eftir telegraferaði eg
til løgmannin og mælti til at tingið
kom saman.
Mánamorgunin tann 26. kom sýslu-
formaðurin Fredrik Hansen saman við
einum mannj úr Fuglafirði og einum
úr Rituvík og spurdi, um eg ikki vildi
koma við teimum til Havnar, har fiski-
mannafelagið ætlaði at gera eina áheit-
an á løgmannin fyri at fáa tingið sam-
an, og áðrenn hålvtalad var ord, segði
eg honum, at lað var gaman í.
Komin til Havnar varð eg boðin til
fund saman við stjórn fiskimannafe-
lags i tinghúsinum, har umframt
stjórnina 3 manns møltu fyri hvørja
sókn. Á hesum (fund; har eg var fyrsti
talari aftaná at Patursson hevdj givið
eina frågreiding um, hvussu málið lå
fyri. gav eg fiskimannafelagnum til-
søgn um, at javnaðanflokkurin vildi,
um løgmaður kallaði tingið saman.
seta fram uppskot um, at tingid veitti
uppískoyti til fiskimenn.
Týsdagin var aftur fundur, har vit,
sum møttir vóru fyri javnadarflokkin:
Davidsen Henriksen, Waag og undir-
skrivaði tóku uppaftur tilsøgn okkara.
Seinrapartin týsdagin fór so Paturs-
son til fundar við løgmanni, men
kom aftur við teimum boðum, at løg-
maður noktaði at kalla tingið sama,
fyrr enn verkfallið var avlýst.
Teir løgtingsmenn, sum hjástaddir
vóru: javnaðarmenn, sjålvstyrismenn
og ljóðveldismenn spurdu nú Paturs-
son, um vit kundu gera meira, sum
málið nú lá fyri. Hartil svaraði hann,
at sjálvandi kundu tingmenn einki
vera, um løgmaður ikki kallaði tingid
saman.
Mikumorgunin lýsti Føroya Arbeið-
arafelag generalstreiku. Tá løgmaður
frætti hetta. sendi hann skriv til ar-
beidarafelagid at hann hevði kallað
tingid saman. Verkfallið var so avlýst
og tingið innkallad, og fiskimenn fing-
u uppiskoyti til lån teirra.
Tå nå Erlendur Patursson gevur
mær skomm til tøkk fyri tað, eg gjørdi
fyri at koma fiskimonnum burtur úr
ti óføri. hann kom teimum í við sátt-
málanum frá 1953, so er tað kanska
ikki annað enn eg hevði væntað av
honum við tað, at tað nú einaferð er
tann málin, hann nýtir, men tað, sum
fyri meg hevur týdnin, er, at fiski-
menn fingu eitt munandi uppiskoyti.
Men betri var, um ráð mini til fiski-
menn og Patursson við, vóru fylgd, ti
so vildi uppískoytið til fiskimenn verið
veitt undir einum formi, sum var var-
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
ss f—————|—[[[[[[f—————— eee [|[|||[
RÆTTLEÐING----
,
andi og betri, enn tann, sum nu er
galdandi.
J. Fr. Oregard.
Lopið verður eisini sum framman-
fyri skotið til á millum annað J. P. Da-
vidsen, at hann skal hava svikið fiski-
menn undir verkfallinum.
Kennir Erlendur Patursson einki
mark fyri frekleika sínum?
Allir fiskimenn, sum vóru í Havn
undir verkfallinum, eru vitandi um,
ta tað var ikki Erendur Paturssonur,
og tað vóru heldur ikki tjóðveldis-
menninir D. P „Danielsen og Hanus við
Høgadalså, men javnadarmenninir J.
P. Davidsen og J. P Henriksen, ið
gingu millum landsstýrið og umboðs-
menn fiskimanna og førdu samráðing-
arnar, og tå ið hvørgin parturin vildi
geva eftir, var tað uppskotið frå J. Þ.
Davidsen um, AT LOGTINGIÐ
SKULDI INNKALLAST OG VERK-
FALLIÐ AVBLÁSAST SAMSTUND-
IS, sum loysti knútin.
Var tað nú ikki rímiligari fyri Er-
lend Patursson at takka javnaðar-
monnum, sum komu við uppskotinum
at kalla tingið saman til at hjálpa fiski-
monnum, og serliga at takka Øregaard,
J. P. Davidsen og J. P. Henriksen, ið
sum eingir aðrir løgdu til brots fyri á
lógligan hátt at hjálpa teimum úr 6-
førinum, enn nú at seta sannleikan á
høvdið og leggjast á kroppin á teim-
um?
Um Erlendur Paturssonur hevur
gloymt ella vil fjala tað nú, at hann há-
tíðarliga steig fram og rætti Magnus
Tórsheim hondina og takkaði honum
hjartaliga fyri hansara hjálp í verk-
fallsstríðnum, so kunnu fiskimenn og
arbeiðsmen minnast tað. Blstj.
TIL DAGBLAÐIÐ
Dagblaðið fyri fríggjadagin 3. sept.
ber boð um ymisk tingmál „harímill-
um annað kolamálið, sum varð lagt á
ting í hesi tingsetu. Blaðið heldur fyri,
at tað uppskot, sum figgjarnevndin
framsetti í hesum máli og sum skuldi
geva føroyska kolinum frammihjárætt
fram um tað útlendska, royndi allir
sambandsmenn at fella.
Var annað væntandi av tí kolsvarta
afturhaldinum — fólkaflokkssamband-
inum, sum gjøgnum allar tíðir hevur
roynt at halda fólkið niðri í størstu
armóð og vesældómi. Nær hevur fram-
burdsneisti verið at hóma innan fyri
sambandsflokkin — ongantíð.
Og var tað ikki hesin sami flokkur.
ið fólkaflokkurin so hjartaliga háls-
fevndi aftaná valið 1950?
Og hvussu hava hesir báðir flokk-
ar hagreitt land og fólk hesi fýra ár-
ini? Tað kemur fólkið at fella dóm yv-
ir. um stutta líð. Kolamålid er ikki
fyrsta landsgagnliga mál, sum er kom-
ið fram á tingborð, og sum hevur verið
vanhalgað (vanvirt) av fólkaflokks-
sambandinum; tí slíkt hevur verið að-
alstevna hjá hesum báðum aftuhalds-
flokkum, síðan teir sóu dagsins ljós.
Hesir báðir flokkar hava einans eina
uppgávu, og tað er at ganga stórkapi-
talistum til handa og fremja teirra egin
interessur.
Hann er ein vánaligur Føroyingur,
hvat fólkaflokksfelag, hann so enn
hoyrir til, sum ikk; unnar føroyskari
framleiðslu frammihjárætt fram um
útlendska — hann er ikki verdigur at
kallast Føroyingur — enn minni at sit-
a sum fólksins umboð á løgtingi
ella í nøkrum almennum starvj lands-
ins.
Hví er landið statt í tí sváru pen-
inganeyð uttan bert av, skilaleysum
handilspolitikki. Er nakað meira skila-
leyst enn tað, at innflyta vørur, sum
landið eigur.
Nú megu hesir kosnu harrar, ið
stjórnað hava landinum hesi fýra farn-
u ár, hava spælt nokk grýlu við Før-
oya fólki yvirhøvur, og koyrt landið
nóg langt niður í armóðina, at eitt
slíkt ábyrgdarleyst stýrislag ikki krev-
ur revsing í dýrum dómi. Tá Dagblað-
ið sigur, at undirritaði hevur roynt at
fáa kolamálið politiskt, so kann tað
vera líka so satt, sum tann avsannan
blaðið hevði viðvíkjandi propseftirlit-
inum, og at Hvalbingar sjálvir skuldu
hava sett eftirlitsmann við kolanámini.
Tá ið undirritaði reisti kolamálið og
fekk tað inn á ting, so var tað einans
við tí fyri eyga, at vinna málinum frí-
ari ræsur, enn tær høvdu verið higartil
— og ikki til politiskan vinning. Er
tað nakar, sum hevur ætlað sær polit-
iskan vinning av hesum máli, so er tað
sjálvur Dagblaðsstjórin, — men slíkt
kemur ikki at eydnast honum.
At enda fari eg at loyva mær at
spyrja Dagblaðsstjóran, um tað júst
ikki var fólkaflokkurin, sum á sinni
undirskrivaði såttmålan
sambandinum — at fremja hin >gitna
sambandska handilspolitikk.«
D. J. Sørensen.
DAGBLAÐIÐ
er veikt í kongunum,
tá ið tað nú noyðist at taka til at rongj-
a míni orð og støðu í kolamálinum.
Eg var so sanniliga ikki ímóti kola-
málinum, men fannst at uppskoti Mar-
tins Holms, tá ið tað nýtti orðalagið:
yløgtingið heitir á valutaráðið.<
Eg vildi sjálvandi hava orðalagið:
yløgtingið åleggur valutarådnum«.
Stovnar tingsins taka ikki móli å-
heitan frå tinginum, men tingid bod-
gevur teimum.
Sjálvandi skal kolaframleiðslan eins
og øll góð føroysk framleiðsla stuðl-
Á tingi 3-9-1954.
J. Fr. Oregaard.
HUGSA TEG UM
«14. SEPT.»
»Svik« »fjarstyrdir« og annað 6-
megdarbriksl verður 14. Sept. at
sleingja eftir javnaðarmonnum í
marksmálinum.
Men, »14. Sept.«, var tað ikki betri
at haft eitt sindur av hógv og skili,
verið minni bulvirkin, tå ið ålopid
verður? Var tað ikki betri at hildið
seg til ið hvussu er eitt sindur av sann-
leikanum, so ikki øll fingu tað í blóð-
ið. sum lesa brikslid og álopini, at hatt-
a er bara skról?
Hugsa um hetta!
saman við.
Nr. 3
Vil >14. Sept.« siga, at Dánial Nols,
øe, lógfrøðingur er svíkjari í sjómarks-
spurninginum ?
Svik råpar >14. Sept.« eftir javn-
adarmonnum í sjómarksmálinum.
Er tað at svíkja >14. sept.«, at seta
fram eitt uppskot, sum í hvussu er 95
pst. av Føroya fólki halda er tað besta
og sterkasta, ið fram er komið?
Er tað at svíkja í sjómarksmálinum,
okkara uppskot er júst tað, ið tann
maðurin, Dánial Nolsøe, sum 14. Sep-
tembir næstan hevur gjørt til ein gud
í sjómarksspurninginum heldur vera
beinasti og klókasti vegurin at ganga?
Harra Nolsøe sigur í ritgerð síni
síðu 12 og 13:
Tey føroysku bløðin; nevna bert 2
møguleikar: at góðkenna sáttmálan
ella at siga traktatina frá 1901 upp-
Ein triðj; møguleiki — ið bretar illa
kunna hugsast at hava nakaða ímóti
— er, at vit bíða nøkur fá ár við at
taka avgerðina, og nýta tíðina til, bet-
ur enn vit hava gjørt, at prógva tann
góða rætt, ið vit óivað eiga til eitt
rúmligt fiskimark. At eiga ein góðan
rætt hjálpir sum fyrr sagt lítið, um
man ikki ger eitt arbeiði fyri at vinna
hann. Í Haag sakini byrjaði bretski
advokaturin Eric Beckett sína prose-
dyre við at siga, at norðmenn høvdu
leitað um alla jørðina eftir øllum, sum
kundi gagna máli teirra. Tey norsku
prosessskrivini í sakini vóru 5 prent-
aðar bøkur uppá tilsamans 1.400 blad-
síður. Aftaná dómin er øll sakin, her-
undir hin munnliga prosedyran, prent-
að í 4 bind uppá tilsamans o.u. 3.000
blaðsíður. Av hesum áttu norðmenn
bróðurpartin so sjálvt um teir høvdu
tapt „høvdu teir einki havt at lasta seg
sjálvan fyri. Eg vil ikki mæla føroy-
ingum til at gera eitt sovorðið risaar-
beiði ella til at biðja danir um at gera
tað fyri okkum. Tað er ikki neyðugt,
vit og aðrir kunnu njóta gott av ti ar-
beiðnum, ið norðmenn hava gjørt.
Tað tilfarið, ið vit eiga finna fram við-
víkjandi føroyska sjómarkinum, kem-
Framhald á 3. síðu.
BARNASTÓLUR —
Ein góður, lítið brúktur barna-
stólur til solu,
Ringið máltráð 2172
GOTT RADIO
FØROYAMEISTARI
1950
selist vegna yvirflytan til elektri-
citet, fyri 300 kr.
Jéhan Petersen Saltnes
Tlf. 122 Runavik.
. oe . 7
Licitatión:
oo
Telefonverk Føroya Løgtings býður út alment tey her
nevndu arbeiðir við umbygging og íbygging til telefonstøðina
í Klakksvík.
Jørð — kloak — betong — múrar — timbur — og snikkara-
arbeiðið.
Tekningar, frágreiðingar og treytir fáast til láns á tele-
fonstøðini i Klakksvík og á skrivstovu Telefonverksins i
Tórshavn móti kr. 50,— í veðgjaldi.
Tilboð mrkt. ”umbygging av telefonstøðini í Klakksvík“,
skulu vera innsend til Telefonverk Føroya Løgtings í Tórs-
havn, í seinasta lagi mánadagin hin 20. sept. 1954 kl. 12.00,
og verða tey tá opnaði í hjáveru teirra, ið boðið hava.
Tórshavn, hin 9. sept. 1954,
TELEFONVERK FØROYA LØGTINGS