Sosialurinarkiv
Sosialurin 1954-09-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. september 1954síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

18. sept. 1945 FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR Nr. 37 Føroya $081AL-DEMOKRATUR Bladstjéri VILLI SØRENSEN telf. 2172 Pestbox 76 Prent: A. ØSTER Tey horðu høggini. Upp undir val er brimódnin altíð øgilig. Tað vil so vera; men hví? Tann parturin av fólkinum, ið held- ur seg hava rætt til alt ræðið í land- inum er slórmannastatturin. Tað er fyri ein part lætt fatiligt, tí hesir menn kenna einki uttan at ráða og eiga alt. Hinumegin hava vit tann partin, ið einki eigur og sum ongatíð hevur havt nakað vald. Vit kunnu væl siga: hina kúgaðu fjøldina. Hon er tað, men lat progvini fara hesi ferð. Men eitt er givið: ØIl eiga vit sama rætt at liva í hesum landi, og vit vita, at vit eru so frægt staddir, at vit kunnu liva her á landi, bert vit eru so frægt politiskt skúlaðir, at vit viður- kenna, at hin arbeiðandi fjøldin er hin nógv størsta stattin í samfelaginum og at hon kann, um hon vil, taka alt ræðið í landinum. Uppá hetta grundarlag tóku arbeið- arar og fiskimenn seg saman í javnað- arflokkin, teir vildu fremja hina sosia- listisku stevnuna, eins og kammirátar- nir i øðrum londum, men ikki hevur tað eydnast arbeiðarum og fiskimonn- um at savna sínar kammirátar um hesa stevnu. Men vit vita, at hinir, t. v. s. arbeiðs- gevarar, reiðarar og hinir politisku flokkarnir hava altíð dugað at sett kíl- ar inn í millum og fingið avleitt hugs- an arbeiðs- og fiskimanna frá teirra hjartans krøvum og hugsan. Lat tað gamla fara. Lat okkum nú siga við hvønn annan, at vit nú tveita alt hokuspokus sum samband, fólka- flokk, tjóðveldi av vegnum; men av sonnum taka upp politikk okkara: so- sialismuna, t. v. s. tann politikkin, ið er okkara og tann politikkin, id førir á tað mál, so at vit verða fríir menn í okkara samfelag. Lat okkum kvala hinar flokkarnar nú, antin nú ella ongatíð. Vit hava ikki ráð at bíða. Arbeiðari. HOF, Uppskot javnadar- og sjålvstyrismanna i sjómarksmálinum. Í. Løgtingid tekur undir við ti av landsstýrinum framlagda uppskoti til sáttmála við Bretar um sjómark okk- ara, tó við undantak av stykki 3. TREYTAÐ AV: 1) at bretska ríkisstýrið bindur seg til, att vit Føroyingar viðvíkjandi sjó- marki okkara skulu fáa somu søm- dir sum Íslendingar verða at fáa við altjóðardómstólin í Haag, um trætan millum Bretar og teir verð- ur løgd fyri hann, tó ikki minni enn uppskotið gevur, og um ikki trætan áðrenn 2 ár kemur fyri altjóðarræltin, skulu Bretar verða bundnir til at viðurkenna, at hitt føroyska sjómarkið verður sett so- 2) leiðis sum teir viðurkenna ella tole- rera tað sjómark „sum Íslendingar seta sær. Uppskot Fólkaflokks. og sambands- ins: I. Uttan harvið at ganga undir nak- tað, sum skerja kann okkara søguligu rættindi og rættindi eftir millumlanda rætti til rúmari fiskimark undir Før- oyum samtykkir løgtingið landsstýris- ins uppskot til sáttmála við undantak av 3), men undir tí forútseting, at dan- ska ríkisstýrið vil gera stig til tinging- ar við Bretland um nýggja viðgerð, um so er og so skjótt grundreglur við- víkjandi fiskimarki eru samtyktar á millum landa grund ella í bilateralum skipanum, sum høvdu givið Føroyum storri sømdir enn sáttmálin gevur, um so er., at tær vóru ganldandi í løtuni. Uppskot tjóðveldisins: Føroya løgting biður donsku stjórn- ina beinan vegin siga upp >En mellem Hans Majestæt Kongen af Danmark og Hans Majestæt Kongen af det for- enede Kongerige Storbritannien og Ir- land angående Ordningen af deres re- spektive Undersåtters Fiskeri i Havet omkring Færøerne og Island udenfor Søterritoriet afsluttet Konvention« dagfest 24. juni 1901. Nakið stendur tjóðveldis uppskotið uttan eitt einasta orð um, hvat ið skal henda yvir fyri Bretum. Sambandsins og fólkaflokksins upp- skot tekur við tí pinkulítla landsstýris- uppskotinum fyri 10 ár uttan uppá for- hond at vissa sær, at Bretar skulu góð- kenna annað og víðari sjómark seinri. At hesir flokkar yvir fyri danska stýr- inum leggja við, at teir forútseta, at tað vil samráðast við Bretar av nýggj- um um nakað nýtt verður samtykt á »millumlanda grund ella í »bilate- ralum skipanum«, gevur okkum so sanniliga einki hald á fleiri og víðari sømdum frá Bretum seinri. Hond er, ið hevur, vilja Bretar siga — »henstillingar«, ið eru gjørdar til donsku stjórnina, viðkoma ikki teim- um vilja teir siga. Javnaðarmanna og sjálvstýrismanna uppskotið sigur harafturímóti : Vit taka ímóti tí bata, ið gevst í dag, men bert soleiðis, at Bretar so uppá forhond lova okkum somu sømdir sum Íslendingar verða at vinna ella verða toldir at praktisera, innan 2 ár eru farin. Hetta framt vildi beinanvegin vissað okkum alt, ið vit sambært okkara søgu- liga og vinnuliga rætt kunnu kreyja, tí okkara rættur og krav kunnu aldri ganga longri enn Íslands, ið nú berjist fyri tí mesta. Hóast sniðið á hesum uppskoti so- leiðis við tað sama gevur okkum vissu fyri at vinna tað mest møguliga gong- ur tað ikki ímóti Daniel Nolsøes råd- um at bíða við uppsøgn, til vit síggja hvussu ið Íslandi skerst. x Erlends Paturssonar briksl móti javnaðarmonnum um at hava svikið ella lútað fyri donskum krøvum, er soleiðis einki annað enn illavorðið skról fyri at fjala tjóðveldisflokksins samvitskubit yvir misgerð við ikki at hava greitt atkvøðu fyri javnaðar- manna uppskotinum, ið er tad »reso- luttasta«, tað mest avkláraða og víðast- gangandi. Skipafelagið Feroyar | Telefon 1225 Tórshavn Foderstoffer. Foderblanding, Hvedeklid, malet Byg, Hønsefoder »Record«, hel Byg, hel Hvede, hel Havrn, hel Dari STORSTE LAGER BILLIGSTE PRISER A.S. VALDEMAR LUTZEN, THORSHAVN. 5 8 Lýsing. Fiskamarknaðurin í Aberdeen er stongd- ur mánadagin 27. sept. 1954. Tórshavn, 17. sept. 1954. FISKIVINNUSTOVAN Lýsi ysing. Lyst verdur hervid til kappingar til at tekna ellisheim fyri Norðuroyar. Húsið skal byggjast í Klakksvík. Til kappingar er sett ein 1. heiðursløn 1.500 kr. ein 2. heiðursløn 1.000 kr. ein 3. heiðursløn 500 kr. Um umstøðurnar tala fyri tí, kann nevndin fyri ellisheimið keypa eitt ella fleiri uppskot fyri 500 kr. hvørt. Uppskotini skulu vera innsend til kommunuskrivstovuna í Klakksvík í seinasta lagi hin 1. dec. 1954. Uppskotini verða kannaði av hesi nevnd: H. D. Joensen, landslækna, Tórshavn, M. Helmsdal, landsverkfrøðingi, Tórshavn. Kommunuverkfrøðingurin, Klakksvík. J. Michael Jacobsen, keypmanni, Klakksvík. O. H. Biskopstø, byggimeistara, Klakksvík. Nærri frágreiðingar fáast við at venda sær til Johannes Vitalis Hansen, Klakksvík, tlf. 230. NEVNDIN FYRI NORÐOYA ELLISHEIM Tórshavnar kommuna søkir ein ungan verkfrøðing sum hjálparmann hjá býarverkfrøð- inginum til projektering av og eftirlit við øllum fyrifallandi tekn. kommunalum arbeiði. Plássið verður at seta skjótast gjørligt. Umsókn við lønkravi og hjáløgdum prógvbrøvum og viðmælum verður sent til BYARVERKFRØDINGIN Í TORSHAVN MANNING TIL OYRNAFJAL Um månadaskiftid skal nytast nakad av manning til Oyrnafjall. Teir ið hava hug at søkja sum stýrimenn, meistarar, fýrbøtarar og dreingir biðast senda skrivliga umsókn beinanvegin. FARMUR Panti anting. Tað verður her gjørt kunnugt, at dómarin hevur góðkent, at eftirstøður av kommunuskatti, håsaskatti og vatngjøldum fyri 8, 9 og 10 gjald 1953-54, 1, 2 og 3 gjald 1954-55 og eldri eftir- støður, sum áður eru pantaðar til einkis, verða innheintaðar við panting. Fari verður undir pantingina uttan aðra ávaring tann 5. oktober í ár. TÓRSHAVNAR BYRÅD, tann 15. september 1954.