Sosialurinarkiv
Sosialurin 1954-09-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. september 1954síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— i 5 3 |; HKH ed mm Sum hardar nøtur fyri brendar tenn, eru gamlar konur fyri ungar menn Tá ið stødd 42 ikki meira skal keypa undirtoy nr. 44. Væntuliga varða vit nú at fáa skil á ólagnum viðv. støddarfyriskipanum á kvinnuundirtoyi. Ein standardiserings- nevnd í Danmark hevur arbeitt við hesum málinum og hevur í summar gjørt uppskot um standardisering av trikotasjuvørum. Tað hevur frá byrjanini verið semja um, at standardiseringin av trikota- sjustoddunum skulu gerast eftir »kroppsmåli«, og at hon skuldi fylgja støddarnevningini fyri kjólar. Fyri at finna fram á standard- »kroppsmålini« hevur ein nýtt mát, ið tikin eru av 2500 kvinnum um alt Danmarkrk. Harvið hevur ein funnið »normalfigurar«, hvørs støddarmát nú verða yvirførd til gomlu talmerking- ina 36, 38, 40 ... 48. Ein hevur ikki latið idealmálið verið avgerandi, men einans tað, at undirklæðini skulu sita eftir kroppinum. Fleiri av málunum, t. d, lærmálini armaviddin, eru ti vald heldur stor, fyri at klædini ikki skulu liggja so fast at. Verdur uppskotid framt vil tað verða ein lætti fyri brúk- ararnar, ið ofta illskast við klædna- støddina. Tað vil ikki verða soleiðis í framtidini, at ein skal nýta kjóla nr. 14, men undirklædi nr. 46 ella kanska 8. Higartil hevur tað verið næstan eitt heppið bragd at fingið undir- klæðistødd .ið hevur sitid, bæði áðr- en og aftan á vasking. Í framtíðini skuldu kvinur verið frígjørdar fyri at keypt eftir ætli, eins og tær skuldu verið fullvísar í. at um ein brúkar eitt vist kjólanummar, so brúkar ein eisini sama undirklæðanummar. — Eisini skal henda støddarfyriskipanin verða soleiðis vorðin. at klæðini sita líka væl aftaná vask sum tá tey verða keypt. Lættklæddar kvinnur hava nógvar fyrimunir. Vilja kvinnurnar í Vesturheimi um stokkuta stund koma til ræðið? Henda spurning hava tveir Amerikumenn tik- ið til umhugsunar. Teir ganga útfrá, at kvinnurnar í kraft av teirra klædna- húna hava so nógvar fyrimunir í mun til menninar, at tær vid tidini vilja verða frar fyri at troðka teir til viks. Meðan klædnabúni mannsins reint funktionalistiskt stendur á ár 1850- støðuni, eru øgiligar broytingar hend- ar kvinnuni viðvíkjandi. Í gomlum døgum bóru kvinnurnar meira enn 7 kilo av klæðum á kroppinum: blusur, troyggjur, skjúrt og serkar. Í dag er vektin — alt eftir árstíðini — eitt sind- ur omanfyri og eitt sindur niðanfyri I kilo, Búni mannsins vigar 2—3 ferd- ir so nógv. Tað er henda vektin og so tættsitandi flippur og mansjettir, ið gera hansara sermerkta »klima«. — Takkað verið hansara búna livir hann í tropiskum klima bæði summar og vet- ur, meðan kvinnan ferðast í alpuklima. * MATPRÁT. Ragout. 15 kg av hardfrystum hvalakjøti — I stóran leyk — 2 ssk av smøri — 2 gularøtur — 6-8 epli — 1 dsl. tomat- pure — salt — pipar — 34 | kókheitt vatn. Sker kjøtið í fingurtjúkkar álir, ikki ov langar. Brúnka smørið, lat kjøtið útá, og lat tað fáa vakran brúnligan dám, lat hakkaðan leyk útá og lat so alt kóka lystiliga eina løtu. Kókheita vatnið, saltið og piparið verður latið útá. Tá ið so kjøtið er kókað hálvlið- ugt, tå verða tær skornu gularøturnar og eplini i stórari terningastodd latin útá. Eitt sindur av vatni er bøtandi. Tomatpurrein verður nýtt fyri at mana fram ein hóskandi góðan smakk. Kann verða borðreitt í kókiílatinum ella eis- ini øðrum eldføstum ilati. % + Køliskáp. Ein kana sjálvur gera sær eitt køli- skáp. Fyll kalt vatn í eina stóra lága skál ella eitt fat. Tak hin størsta óglaseraða urtapottin, tú eigur, vaska hann gott og set tøpp í holið í botninum. Holv urlapottin yvir fatið ella skálina om- anyvir matvørurnar, ið goymast skulu. Vatnið vil við tíðini verða sogið upp Tropuklimaði virkar drepandi, með- an alpuklimaið virkar lívfremjandi. — Um ikki menninir skjótt ásanna hetta og lata seg í annan búna, halda pro- fessararnir, at teir skjótt vilja missa heimsvaldið til frama fyri kvinnurnar. gjøgnum hin porøsa urtapottin og for- dampa. Til fordampingina krevst hiti, men hesin hitin kemur frá matvør- unum, ið liggja inni í. Tað er neyðugt at lata feskt vatn í av og á og ansað má vera eftir, at vatn altíð er í. Um ikki verður køliskápið onga nyttu at gera. + Veitst tå? at tað at vera vælklødd, ir ikki tað sama sum at eiga almikið av klæðum, men at klæðini ein hevur, eru vald eftir slag og trongd. Til størri pløgg, drakt ella kápu, má tilfarið vera sterkt, tola reinsing og egna seg til endamálið, ein hevur fingið sær tað til. Lit- ur og mynstur má hóska saman við hina gar- derobuna. Smidid skal ikki vera seinasta skríggj frá útheiminum, men hóska til byg- ning bulsins og yrki. Ein vælklødd kvinna sløsar aldri við teimum smáu tingunum, men ansa reftir at skógvar, hattar, handskar og annað er í rættlagi og litirnir eru hóskandi. * Ein NYLON-sega. Fyrsta verksmiðjan ið gjørdi nylon, varð opnað ii Seaford i Delaware 1939. Í 1941 var nylonsokkaframleiðslan í USA 64 mill. pør. Árið eftir 100 milj. pør. Aftaná seinasta heimsbardaga er framleiðslan okt øgiliga. Nylonbrúkið er nú eit tíggjundapart av ull- brúkinum. Gott barn hevur mong nøvn. Í Kanada, USA og ltaliu er navnið NÝLON, í Týsk- landi PERLON, íHálandi ENKALON, í Sveits GRILON, í Ruslandi KAPRON og Fraklandi RILSAN. Tá ið tilfarið fekk navn i USA var nevnd sett at kanna uppskotini — 350 í tali. * 50 ár seinrí. Ein ung kvinna bað Einstein, prolessara um ein autograf. Hetta hendi á hansara 75 ára føðingardegi. Tá hon fakk autografbók- ina aftur, las hon: >Tá eg var 25 ár, hugsaði eg bert um at elska. Í dag elski eg bert at hugsa.< * Svam eftir frælsi. Fyri stuttum svam 24 ára gomul tjekko- slovakisk húsmóður tvørtur um ánna Noravo á markinum millum Tjekkoslovakiu og Eyst- urríki. Henni longdist eftir frælsi. Áður var maður hennara flýddur til Týskalands. Nú hava tey funnið hvønn annan aftur. Eins og heiðrandi orð sjáldan eru heilt sonn, eru tey grovu orðiniheldur ikki heilt 18. sept. 1954 FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR Nr. 37 KVINNAN >» |* Góð ráð. Tá ið sild verður steikt á pannu, verður sildaroykur at ganga at pannuni, sjålvt um hon er væl vaskað. Gníggjar tú pannuna — aftaná hon er væl vaskað og turr — við si- trónskali fer roykurin fullkomuliga burtur. Brúna rondin, ið legst á blómugløsini fæst best burtur við at gníggja við blanding av salti og edikki. Skola tað burtur aftur hålv- an tma seinri. Tá ið ein kókar óflust epli í einari alu- miniumsgrýtu og letur FÍNT SALT útí, verð- ur grýtan svørt ella døkk innan. Við at nýta GROVT SALT afturímóti verður grýtan ikki døkk. Hévur tú gjørt tær greitt, hvussu lívgandi sterkur gulur litur virkar í einari myrkari stovu. Ein sofakoddi, eitt blómuílat ella blómur — tað verður at hava somu åvirkan sum veikt sólarljós. Royn henda veruleika. x HÁR-DUSTSÚGVARAR Í Ameriku eru tey farin at nýta ein lítlan, fittan dustsúgvara til hárið. Hann tekur burt- ur dust og flus, samstundis sum hann mas- serar og timbrar húðina. Hetta er serliga gott fyri seingjaliggjandi fólk, ið ikki so væl fáa vaskað hárið, ella eisini ikki kunnu gera tað. Hvørja ferð hann er nýttur, verður eitt pappírsfiltur útskift. x Skotin Mac Tavish var at enda vorðin keddur av konu síni og lovaði at koma til biggjar við henni. Hon skuldi keypa nýggj- an hatt, men hevði ilt vid at avgera, hvønn hon skuldi hava. Endiliga legði Mac Tavish uppí: >Tú skalt keypa handa stráhattin. Tá ið tú ert vorðin kedd av honum, kann geitin eta hann.“ DUSTKLÚTURIN tekur alt dust nógv betur, um eitt lítið sindur av glyserin verður latið útí hann. — Nakrir dropar verða upploystir í ein- um sindri av vatni, og dustklúturin verður væl bloyttur í lútinum. Aftaná er best at gníggja klútin turran. Gly- serinið ger, at dustið verður hangandi í klútinum. x ET IKKI OV MIKIÐ Tað er royndur lutur, at einum ikki nýtist at eta so nógv, tá i ein verður eldri. Kaloriukravið minkar umleið 7,5 pst. fyri hvørt tíggjunda ár aftaná 25 ára aldurin. Er ein 45 ár og etir somu nøgd, sum tá ið ein var 25 ár — sjálvt um ein hevur líka nógv kroppsligt ar- beiði — etur ein 15 pst. meira enn ein treingir til og tað avgjørt føra til, at vakrari men er eisini høvuðstreytin men et rætt. Ansa eftir vektini og royn at halda kroppin ungan. Tað, at vera heldur klænur og soltin, er ikki bert fyri góðari heilsu, tá ið ein verður eldri. *x KVINNAN Í SVEITS Sum kunnugt hava kvinnurnar i Sveits ikki valrætt. Aftur ímóti er tað tvungið, allar ungar gentur skulu inn á lærda skúlan í 6 vikur fyri at læra matgerð — teirra virkisøki er í heim- inum og ikki við valborðið; men tað er løgið. at tær ikki skulu kunna taka lut í báðum. vr WHO og barnadeyðin. Heimsheilsusamskipanin = (WHO) hevur sent út frágreiðing, har sagt verður frá, hvussu støðan er viðvíkj- andi smábarnadeyða úti í heiminum- Stór framstig eru gjørd seinastu 50 árini. Frágreiðingin umfatar 30 lond. Í hesum londum er barnadeyðin síðan 1900 minkaður millum ein triðjapart og ein fimtapart. Beint aftaná aldar- skiftið doyðu í einstøkum londum 200 av hvørjum 1000 smábørnum áðrenn tey vóru ársgomul. Í dag er talið 20— 30 børn av hvørjum 1000. Tó verður sagt, at tað enn eru økir í heiminum, har 500 av hvørjum 1000 børnum doyggja, áðrenn tey eru ársgomul. Tað var synd. Hon var ógvuliga forelskað, men samstundis bangin fyri at gera okkurt galið. Tí fór hon til prests fyri at spyrja hann til ráðs: — Eg eri ógviliga góð við ein ung- an drong, segði hon, er tað synd? — Nei, svaraði presturin, tað er ikki synd. — Vit vóru saman í bio, segði hon, er tað synd? — Nei, svaraði presturin, tað er ikki synd. — So hildu vit í armin á hvørjum øðrum, segði hon, er tað synd? — Nei, svaraði presturin, tað er ikki synd. — So fylgdi hann mær heim, segði hon, er tað synd. — Nei, svaraði prestur, tað er ikki synd. — So sótu vit saman á divanini, segði hon, er tað synd? — Nei, svaraði presturin, tað er ikki synd. — So kom mamma inn, segði hon, og — Men tað var synd, svaraði prest- urin. 4 Onga revsing Rusneska stjórnin hevur boðað frá, at kvinnur, ið geva seg undir ólógliga abort, hereftir ikki verða revsaðar. — Revsaðir verða tó læknar, ið tílíkt á- taka sær, ella sum eisini fáa kvinnur til slíkt. Revsingin er 2 árs fongsul fyri læknar, ið gera skurðsluna á sjúkra- húsi, og 3 ár fyri teir, ið gera hana undir ósaniterum vidurskiftum. Farið hóliga fram. Hjúnarbandið er álvarsamur spurn- ingur fyri øll ungfólk. Tað ræður um at fara hóliga fram. Dr. Lena Levine, ein amerikonsk kvinna, sigur m. a. ungu í Amerika. — Vit samla (fólk, ið venda sær til okkara, til fyrilestrar, tjak og samrøð- ur á einrúmi. Fyrst og fremst siga vit teimum, at tað ikki ræður um at ov- hasta seg í hjúnarbandið og at fáa børn beinan vegin, men heldur at fyrireika seg sjálvan og hjúnarbandið. — Tað hjúnarbandið, har partarnir fáa høvi til at grógva saman heldur enn at aka frá hvørjum øðrum hevur bestu lík- indi at halda. Eitt lukkuligt hjånar- band er treytin fyri einum lukkuligum foreldraskapi. — Ikki krevst so lítið. — Elskar tú meg? spurdi Hanus. — Á — Hanus ... — Eg spurdi, um tú elskar meg, Marin? — Tað veitst tå fullvæl! — Tað er ikki tað, tú skalt siga! — Ja, men hvat skal eg tá siga? — Tú skalt siga: Eg elski teg, Han- us „skattur mín! — Eg elski teg, Hanus, skattur min! -— Nei, ikki soleiðis, Marin! — Nei, lurta nú eftir mær, tú segði beint nú, at eg skuldi siga: Eg elski .. — Ja, men góða Marin — kanst tú ikki fata, at tað — tað — er tónin, ið er tad avgerandi! — Tónin? — Ja, tónin, tú sigur tað uppá. Tú kanst líka so væl siga: Vit skulu hava fiskaknetti til døgurða í dag .... — Á, títt tvætl! Hann grundaði leingi. Nei — hon elskar meg ikki longur. — Men so eitt kvøldið kom Marin brestandi, háls- fevndi hann og rópti: — Á, skattur min, eg elski, elski, ELSKI teg ... Tá lætinaði . hetta var einki fiskaknettatos, tað kom frá hjartanum- — Hon elskar meg kortini, ]