mánadagur 10. januar 1955síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10. januar 1955
{
|
Ferova
| — SOSIAL-DEMOKRATUR |
Blaðstjóri
VILLI SØKENSEN
Postbox 76
Prent;
3. ((STER
MARKNAÐAR-
TELVINGIN.
Tað er einki dulsmál, at okkara stór-
u konkurrentar — Noregi og Ísland —
royna at troðka okkum burtur frá
marknaðinum fyri síðan sjálvir at
sleppa sær framat.
Seinastu tvey várini hava teir vist
verið serstakliga ágrýtnir í marknað-
arkappingini — eina mest í Spaniu.
Verkføllini hava givið teimum ein
ramúr kans.
Suðurlandsfiskurin er Spaniufiskur.
Fleiri ár upp í røkur hava okkara skip
igið fyri íla hesa ársins tíðina.
Úrslitið hevur verið at vit hava ver:
ið noyddir at keypt almikið av stórum
íski úr Íslandi fyri yvirhøvur at hava
kunnað selt nakran fisk til Spaniu.
Verða vit tí at halda áfram við verk-
føllum á hvørjum ári, er tað eyðsæð. at
vit verða heilt útihýstitr á Spaniu-
marknaðinum.
Tað verður ein dyggur og óbótalig-
ur smeitur fyri okkara samfelag. Tá
leikar deyðin í durinum, tí vit mugu
minnast til, at vit nærum einki hava
at líta á uttan fiskin,
Maður, ið var í Spaniu við fiska-
dampara undir øðrum av hesum båd-
um seinastu verkfollunum, visti at siga
frá, hvussu grammir bæði Norðmenn
og Íslendingar vóru at frætta verk-
fallstíðindi úr Feroyum.
Íslendingurin enntá vónaði, at Ís-
lendingar heima vildu oysa pening út
til Foroyingar fyri at fáa teir at halda
áfram við verkfallinum; tí fyri hvønn
dag dragnadi marknaðurin Føroying-
um av hondum, og samstundis øktust
líkindini hjá Íslendingum at taka tað
aftur, ið vit mistu.
Hesin ovurstóri vandin man sjáld-
an hava verið til gjøllari umhugsan
hjá okkum, tá ið farið hevur verið út í
verkfall.
Fiskimenn kunnu sjálvandi siga sum
so: tá ið vit fáa so lítið fyri okkara
stríð og baks, at vit ikki kunnu liva av
tí, hvat skulu vit tá hava makran
marknaða til?
Hetta er greitt.
Men hitt almenna, ið rekja skal á-
hugamál fólksins og landsins, kunnu
teir tigandi vera áskoðarar, tá ið vinn-
u- og handilsmál eru í slíkari vanda:
stoðu ?
Ikki teir, ið kenna ábyrgd yvir fyri
fiskimonnum, fólkinum og landinum
sum heild!!
Tað hevur verið og er tó ongum
líkari, enn at teir, sum ráða fyri borg:
um, kveistra alla ábyrgd til viks
lata standa til sjálvt um orrustur leika,
skipini liggja og marknaður er við at
og
FØROYASOSIAL-DEMOKRATUR
dragna okkum av hondum.
Hetta eru átroðkandi mál, ið við-
koma hverjum fiskimanni,
einstøkum
arbeiðsmanni, hverjum
| samfelagsborgara, tí má hitt almenna
- løgtingid — kenna sína ábyrgd, —
lergja uppí og í øllum lutum reka
slíkan politikk, at hann verður at veita
ta neyðigu lívsmegina til framhald-
andi stríð fyri bottum livilíkindum eins
og fyri framburði og gróðri samfelags-
ins.
Landbúnaðurin.
Javnadarflokksins støda í landbún-
aðamálum er sett fram í fullfíggjaðum
uppskoti í bóklinginum: >ARBEIÐI
TIL ØLL Á SJÓGVI OG LANDI«:
A. OGNARVIÐURSKIFTINI :
a.Uttanbiggjajørd.
Tá ið jørd ikki er almenn ogn, skal
fólkið í bygdini, har ið hon er nýta
hana og eiga hana.
Viðvíkjandi bøi er niðursetubygd at
rokna javnt við aðra bygd.
Við hesum verður sama krav til
brúkarin av ognarjørð at sita á jørdini,
sum nú er krav til kongsfestararnar.
b. Útskifting.
Útskiftingararbeiðið verður hildið
fram uttan steðg. til tað er liðugt.
Gjørd verður ein fullfiggjad skipan
av byggispurninginum, samstundis
sum útskiftingin fer fram.
Undir hesa fullfíggjan liggur upp:
gávan at fáa byggiláns- og byggistudn-
ingsskipanina ájavnt við viðurskiftini
í Danmark, helst undir somu korum,
av tí at peningavánirnar hjá okkum í
løtuni eru út av lagi ringar.
B. FRIÐING AV DYRKAÐUM
LENDI:
a. Vetrarfriðing.
arfrida bø, annaðhvort hann er bóndi
Hver maður skal hava rætt at vetr-
traðarmaður ella ognarmaður.
. Hegnmål.
Mál viðvíkjandi hegn og markfrid
verða gjørd til almenn politimál.
C. JØRD TIL UPPDYRKINGAR:
a. Dyrkiplánur:
Gjørdur verður dyrkiplánur yvir all-
a uppdyrkingarjørd í oyggjum okkara.
b. Seyðatraðir.
Fyri at kunna brúka ta jørd, ið ikki
er skikkað til uppdyrking verða av:
lagdar seyðatraðir í so stórum muni,
>
sum tørvur er á.
Seyðatraðirnar verða avlagdar við tí
í hyggju, at tær verða gjørdar til kul-
turbeiti.
c. Dyrkijorð.
Alt, ið tá verður eftiri av tí plån-
løgdu jørdini, skal verða til dyrkingar.
d. Dyrkingarskylda.
Dyrkiskylda, sum lógfest er, skal
gjalda fyri alla dyrkijørð.
e. Endurgjald fyri dyrkilendi,
Tann peningur, ið verður goldin
fyri kongsjarð, verður at seta á konto
hjá jarðagrunninum, og hevur bóndin
rætt att fáa hann til nýtslu til umval-
ingar av húsum, keyp av amboðum, til
grundbetingar av lendi, til seyðahús
og eitthvert annað til bata fyri garðin.
hvorjum |
Peningurin skal koma festinum
ongum ødrum til góða.
og
Í. Vegir.
Almennir vegir verða lagdir í so
stórum muni, sum plánleggingin krev-
ur,
g. Vatnveitingar.
Hovuðsvatnveitingar verða gjørdar
í tann mun, sum plánleggingin krevur.
h. Hjálp til dyrkingar.
1. Ferdandi dyrkilið verða sett í ar-
beiði, og skulu tey hjálpa monnum at
velta upp úr nýggjum, inntil tann ein-
staki hevur fingið hálva traðna ella
dyrkilendi umvelt.
2. Tað, ið tradarmadurin sjálvur
skal gera á treð síni av uppdyrkingar-
arbeiði, skal hann fáa so nógvan studn-
ing til, at hann skal kunna liva við sín
ari familju, meðan hann arbeiðir uppá
tað. Hetta arbeiði er at rokna fyri ikki
Nr 2
a AA [AA AA [A [AA [ Af AA AA AA AA AA Af [ [ [ [ [A[ [Af Af ff
fyri
bara hann sjálvan men eisini
komandi ættir.
D. KONGSGARÐARNIR:
Tað er veruleiki, at nógvir kongs-
garðar nú á døgum bert geva brots-
part av tí, teir áttu at givið innan-
garðs. Tá ið tað ið jørðin gevur av
mjólk, eplum og øllum sløgum av grøn
meti meiri og meiri í hverjum sum
fólkatalið veksur verður ein lívstreyt
fyri heilsu og lívsorku uppvaksandi
ættarliðsins, er neyðugt at halda skil
á, hvussu nógv, ið ein kongsgarður
eigur at geva, og verður bóndin at
slanda samfelaginum til svars fyri, a!
tann almenna jørdin verður rektað so-
leiðis, at hon loysir samfelagsuppgávu
sína. Ger hon ikki tað. verður bóndin
at kunna gerast leysur av festium um
skilanevnd heldur, at grundin til tess
ikk; er sjúka ella aðrar ringar umsteð
ur, ið maður ikki er skyldugur i.
HAFNIA — Lívstrygging.
Tryggingarsambandið Føroyar (endurtryggingardeildin)
hevur frá 1. januar 1955 yvirtikid eitt nystovnad høvuðsumboð
fyri Føroyar fyri Danmarkar elsta og størsta privata lívstrygg-
ingarfelag:
DET FORENEDE DANSKE LIVSFORSIKRINGS-A/S HAFNIA
við John Sivertsen sum umsjónarmanni.
Upplýsingar um livstrygging og tilboð fær ein við at
snúgva sær til høvuðsumboðið ella umsjónarmannin, sum eisini
fegin kemur heim til tygara og uttan, at tygum harfyri eru bundin,
vil geva tygum ókeypis leiðbeiningar viðvíkjandi tryggingarvið-
urskiftum tygara.
Tryggingarsambandid Føroyar, John Sivertsen, umsjónarmaður,
Hoydalsvegur 22, Havn,
Tlf. 2172 ella 1721.
Tinganes, Havn,
Tlf. 1080.
Skipafelagið Føroyar
Telefon 1225 |
Térshavn
TRYGGINGARSAMBANDID
FØROYAR |
Føroya Sjóvátrygging.. telf. 1086
Føroya Vanlukkutrygging telf. 1724
Føroya Kriggstrygging. telf. 1086
Føroya Brunatrygging . telf. 1089
Vit tryggja:
Bátar - skip - veru - hús - innbúgv - ferðagóðs
bilar o.a.
Føroyingar eiga at tryggja
í landsins egnu trygging —
Foroya Bjór
ØL- og MINERALVATNSVIRKI
Citrón sodavatn
Appelsin limonada
Hindber limonada
Máltráð 4
FOROYA PILSNAR
EKTA MALTØL
EINAR WAAG, kiakrksvik
Jerðber limonada
Vanillie limonada
Áppolinaris