leygardagur 12. februar 1955síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 7
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
VERÐUR 1901-SATT-
MALIN UPPSAGDUR?
Hósdagin gjørdist drúgvur og vid
hvort heldur harðligur orðadráttur á
tingi um sjómarksmálið. Hetta nógv
umrødda mål er nú aftur komið á ting,
og hesi ferð miðar uppskotið ímóti
beinleiðis uppsegn av 1901-sáttmála-
num.
Fyrsti rødari á hesum fundi var Er-
lendur Patursson, ið segði, at tá ið sjó:
marksmálið kom á ting, tá hevði
landsstýrið biðið fiskivinnufelogini um
at seta fram sína hugsan. 92 pst. av
Føroya fiskimonnum vóru ímóti upp:
skotinum og á landsfundi fiskimanna
varð einmælt samtykt at mótmæla av
verðum landsstýnisins. Rødarin visti
síðan á, hvat norskur lógarfreðingur
á hesum eki heyði at siga um setan av
sjómarki.
Eftir hesum er tað greitt, at Føroy:
ingar sjálvir hava rætt at seta sær egið
sjómark, og til tess eiga vit eisini bæði
seografiskan, søguligan og økonom
iskan rætt. Um vit skulu liva innanfyri
tað núverandi tronga markið, verður
ikki livandi her á landi. At soleiðis er
síggja vit best av ti, at stórur partur av
okkara fólki leitar burtur til fjarskotn
ar leiðir. Erl. Patursson dró fram tað.
ið farið var fram í hesum máli, um
tær loyndarmiklu samráðingarnar í
London, um landsstýrisins ovurbræði
at fåa uppskotið samtykt undan val
inum hóast ikki svar var komið frá
ollum fiskivinnufeløgunum og hóast
lað. at tey afturkomnu svørini einmælt
gingu ímóti Bretauppskotinum. Fyri
57 árum sidan bað Foroya løgting um
at fáa sjómarkið flutt 40 fj. åt, men í
dag biður Foroya legting um at koma
aftur í sama haft, sum vit fingu í 1901.
Mælti til, at Jøgtingid nú tók seg saman
og segði sáttmálan upp. so vit sjálvir
kundu seta okkum eitt mark. ið tryggj:-
aði landsins fólki livilig kor-
S. P. Zachariasen (sj.): segði seg
ongantid hava skilt landsstyrisflokkar-
nar, tá ið teir gingu vid til at seta nýtt
mark, Minti á, at aftaná valid vóru teir
flokkar. ið tikið høvdu við Bretaboðum
komnir í minniluta. (Hann gloymdi at
siga frá, at hansara flokkur nú hevur
sett nýggjar stuðlar undir sambands“
samgonguna). Úrslitið av fiskiveiduni
við Føroyar hevði verið, at fiskurin
var minkaður ár undan árið. Um 10 ár
kundu menn draga teir stóru båtarnar
nidan í bein.
J. Fr. Oregaardl (jv.) hevði væntað,
at áður enn orðadrátturin fór at fara
fram, vildi landsstýrið greiða tinginum
frá, hvat farið var fram síðan samtykt-
in um nýtt sjómark var gjørd. Málið
hevði fingið eina margháttliga viðgerð.
Var altíð vidgjørt undir heilum. Hvi,
ja, tað var nakað, ið tingmenn ikki
kundu fáa at vita, Málið var av fyrstu
tíð reist av feløgunum, vidgjørt á opn-
um tingfundi og síðan vóru menn send:
ir til samráðingar, tó uttan at felogini
vórðu atspurd um nakað. Vit vita ikki
um hesir høvdu nakrar leiðbeiningar
við sær, enn minni um teir høvdu nak-
að uppskot við sær. Men afturkomin
tók løgtingið við uppskoti Breta. Nú er
at spyrja: Er henda løgtingssamtyktin
sett í gildi? Er ein broyting møgulig?
Vóni at líkindi eru fyri at broyta hesa
ræðuligu gerð. Tað, ið umræður er, at
minka um armóðina. Hetta verður ein-
ans gjørt við at seta okkum so rúmlig
mark um landið, at vit vera at liva av
tí, ið okkara heimliga havøki gevur:
Hóast øking fiskiveiduflotans er fiska-
nøgdin ikki vorðin størri, ti fiskurin
minkar á teimum leiðum, ið vit royna.
Eisini fiskaprísirnir ganga niður. Hvat
verður úrslitið? Hvussu skulu fiski-
mannaheimini liva. Í 1947 veiddu bret-
skir trolarar 247 kg upp á hvønn trol-
tíma undir Feroyum. Í 1951 veiddu
teir 125 kg. upp á hvønn troltima. So
skjótt minkar fiskanøgdin undir Før
oyum.
Einaferð verður komið so langt, at
teir bretsku trolararnir ikki koma hig-
ar, men tá er heldur einki eftir hjá
okkum og ov seint at hugsa um
nakra friðing. Javnaðarmenn hava
havt sítt egna uppskot í hesum máli,
Um tað hevði vunnið frama nú, veit eg
ikki. Heldur ikki veit eg, um hetta
uppskot verður sett fram aftur, men
er eingin onnur leið at ganga, so
er at siga upp sáttmálan. Her leikar
lívið á og lívsrættindi okkara mugu vit
verja. Guðs barnið batnar. Vóni lands-
stýrið tekur aðra støðu í hesum máli.
Tora teir ikki tað, mugu teir leggja
frå sær. Fólkið er ímóti teimum í hes-
um máli. Við atkvøding hava 92 pst. av
fiskimonnum gingið ímóti teimum. Á
landsfundi fiskimanna gingu 100 pst.
av fundarmonnunum ímóti avgerð
landsstýrisins. Stødan er greið. ganga
teir nú ímóti fólksins vilja, so mugu
teir leggja frá sær-
Rikard Jacobsen (jv.) segði hetta
vera eitt mál, ið lá sær serliga nær at
hjarta. Sum sjómaður og skipari visti
hann, hvussu ovurstórir trupulleikar
nir vóru við at leita burtur til fjarskot-
nar leiðir. Veruliga var kostnaðurin so
stórur, at hetta illa loysti seg. Vit eiga
rikidømi undir landinum. Hvussu stórt
hetta er, síggja vit eina best, hverja
ferð tað hevur verið kríggj, kolaverk-
fall o. t. Tað er nógvur fiskur undir
landinum, men so miklan skaða gera
trolararnir, at teir oyða hesa fiska-
nøgdina upp á tvær nætur. Á henda
hátt verður alt oytt eftir fáum árum.
Hetta kunnu vit ikki forsvara. Sáttmál-
in hevur verið og er til miklan skaða.
Tessvegna má hann sigast upp og vit
verða sjálvir at seta okkum eitt mark,
ið hóskar okkum og sum ger tað liviligt
her í landinum. Tey smærru og eldri
førini eru hóskandi til fiskiskap undir
Føroym, ikki á fjarskotnum leiðum.
Tá ið fiskivinnan ikki ber seg, hóast
innløgan er 70 milj. kr. árliga, er hetta
prógv um, at fonini eru ótíðarhóskandi
og ikki kunnu nýtast til langfarafiski-
skap. Hereftir má tað vera soleiðis, at
vit einans nýta stór og tíðarhóskandi
fiskifør til langfarafiskiskapin, men tá
verður neyðugt, at vit eiga hóskandi
oki at veiða á. Sáttmálin má sigast upp.
Síðan verða vit at skipa okkara mark-
viðurskifti, soleiðis sum vit, aftan
á vísindaligar kanningar halda vera
okkara fiskimonnum eins og fólki og
landi sum heild at besta gagni.
Jóhan Simonsen( tj) segði i jomfru
rødu síni, at hann sum útróðrarmaður
kravdi sáttmálan uppsagdan. — Hann
visti á, hvussu grunnarnir bert eftir
stuttari tíð vórðu oyddir av trolaru-
num. Fiskurin kemur ikki inn at landi,
tá ið trolararnir fara við honum á
vegnum inn, Vit høvdu einki at óttast
Bretar, um teir møguliga vildu hevna
seg, Hesin óttin var veruliga ógrund-
aður, tí hann kundi sum dømi nevna, at
at Viðareiði varð hýsa keypt til salting-
ar til sama pris sum til ísingar. Einki
mátti forða okkum fyri at siga upp
såttmålan, og vit fingu høvi til at seta
nýtt mark eftir egnum tykki og sam-
svarandi fólksins og landsins tørv,
J. P. Davidsen (jv.) vísti á, hví hann
hevði atkvøtt fyri landsstýrisuppskoti-
num Uppskot javnaðarmanna var fall-
ið. Tað var kortini ein favnur at vinna
við landsstýrisuppskotinum, og hann
var av teirri áskoðan, at vit áttu at
taka tað, ið var at vinna í letumi. Vildi
verið ovurfegin at sagt upp, um vil
høvdu nakra vissu fyni, at hetta kom
at vera fyrimunur. Mælti til, at málið
varð gjølla kannað, og at vit aftaná
hesar kanningar tóku ta stødu, ið á
einhvønn hátt kom at verða okkum
mest at gagni.
Frederik Hansen (tj.) tók undir við
tí, ið partamenn hansara høvdu sagt,
og kravdi sáttmálan uppsagdan. Eisini
vildi hann taka undir við Øregaard og
krevja landsstýrið frá, um teir ikki
vildu ganga fólkinum á meti í hesum
kravi.
J. H. Danbjorg (jv.) tók undir við
ti, ið partamenn hansara høvdu sagt.
Mælti til góða og sakliga viðgerð og
síðan at taka ta stødu, ið vit frå vis
indaligum sjónarmiðum komu at vera
best nøgdir við.
Håkun Djurhuus var einasti lands
styrismadur, id var å fundi. Løgmadur
var farin til Suduroyar at halda føding:
ardag. Håkun vardi stóðu landsstýris-
ins, og segði stýrið at hava gjørt sum
best eftir teimum fyriliggjandi = um:
stødunum. Eisini RikardLong vardi
stødu landsstýrisins og segði, at menn
nú vóru í ferð við at gera millumland-
auppskot um friðan av gytingargrunn-
unum.
Tað kom at verða heldur drúgvur
orðadráttur millum H. Djurhuus og
Erl, Patursson. Í hesum orðadrátti tók
H. v. Høgadalså orðið einar tvær ferå-
ir.
Lands-
handilin
Um heystið 1939 varð Landshadilin
stovnaður fyri at tryggja landsins i
bågvar vid neydsynjarvørum, meðan
kriggid leikadi á. Tað at Landshand-
ílin varð stovnaður, var ikki bert gott
við tað at hann tryggjaði landsins í-
búgvar móti vøruneyd (hungri), men
eisini fekk fólkið vørurnar nógv bílig-
ari enn gjøgnum heilsølumenn. Men so
skjótt kriggid var avhasad, legði heil-
sølumenninir skriv inn á ting, harí teir
bóðu tingid um at avtaka einkarrættin
hjá Landshandlinum — og hetta varð
teimum til síðst eftirlíkað av kapitalist-
iska umboðnum á tingi — fólkaflokks-
sambandinum. Hvat skaða tað hevur
fort við sær at avtaka Landshandilin,
man Føroya fólk longu hava merkt
sviðan av.
Framman undan logtingsvalinum
segði logmaður, at tað vísti seg longu
nú, at moguleiki fyri at kunna keypa
bíligari verur, enn gjøgnum Lands
handilin; men Dam, sum er ein gløgg;
ur, vitigur og framskygdur madur lædi
spottsliga at slíkum orðaskvaldri. Men
tað vísir seg tvorturímóti, at nú Lands
handilin er avtikin, eru tær verurnar,
sum hava verið undir Landshandli-
num dýrkaðar, og møguleiki fyri at
tær koma at dýrka enn meira.
Nú má svíða sum svøllur, tí tey, sum
hava verið við at seta teir kapitalist-
isku umboðsmenninar inn á ting, mega
nú fola sviðan av gerðum sínum —
teimum smáu sum teimum stóru. Men
tíverri líðir tann óskyldigi í nógvum
førum fyri tann skyldiga. Mangur er
hann, sum longu nú ásannar, at betri
var at Landshandilin ongantíð varð av-
tikin — og nettupp av onkrum sam:
bandsveljara-
Løgmaður royndi at villleiða veljar-
arnar við at siga, at um Landshandilin
varð avtikin og heilselumenninir
12. februar 1955
ss ——— ff —————8—>—oo——r——8m—
sluppu framat aftur, vildi kappingin
verða størri, og soleiðis møguleiki fyri
at fåa biligari vørur, Men nå kundi
verid åhugavert at spurt Løgmannin,
hvar ein skal venda sær fyri at fáa hes
ar biligu vørurnar frå?
Neyðars veljarafjøld, sum ferð eftir
ferð letur seg blinda av landsins aftur-
haldi
D. J. Sørensen.
Fáa útróðra-
menn heima
ongan stuðul
Tað vísir seg, at vera eitt gleðiligt
tidartekin, at útgerðarmenn fara at
skilja fiskimannsins umsteður, og vísa
teimum vilja til livilig kor. Tað er eis-
ini í seinasta tíma fyri útgerðarmenn
at ásanna tær ringu umstødur, ið fiski-
menn arbeiða undir men smáligt verð-
ur hjá útgerðarmonnum, tá øll tann
besta og sterkasta kraftin av fiskimonn
um er farin umborð á åtlendsk fiski-
før.
Eg og mangur heimafiskimadur vid
mær spyr i hesum døgum, um tad ver
uliga er ætlanin hjå teimum rådandi
2 ap fiskimannin, ið fiskar við
játi heima, upp á fjall? og is:
hækkan LE MA
Dimmalætting nr. 9 skrivar um sild
afiskimenn og heldur soleidis fram:
»Medens alle andre Fiskere, herun-
er Baadfiskere som hidtil har oppe
baaret Mindsteløn (Baadfiskere ved
Grønland) tilsikres Mindsteløn af 650
kr. maanedlig.«
Tað er bert at gleðast yvir, at hesir
Grønlanlsfiskimenn kunnu fáa vissu
fyri hesum 650 kr. um mánaðin heila
árið, og skrivar blaðið víðari um min-
staprís; men tann, ið lesur neyndu
grein í Dimmalætting, fær ikki fatan
av, at hesin minstiprisur umfatar okk:
um ið heima rógva út.
Tað eru nógvir, ið rógva út heima
í Føroyum, og eru av ymiskum um:
stoðum noyddir at vera her heima, ofta
er lítil fiskur at fáa, serliga við smáum
forum (installeringum) og nógvur eru
teir menn, ið hava búðpláss soleiðis, at
vit eru føddir og vaksnir til at vera
her, vit hava bygt okkara heim her úti
á bygd. og her hava vit fingið okkara
kæru at stríðast fyri til matna og
klædna.
Vit selja, tann fisk, vit fá í handilin,
til handilsmannin, og er tann prísur,
vit fáa, ofta vánaligur, men fyri at fáa
pening at keypa fyri, mugu vit gera
fiskin til pening skjótast gjorligt og
taka við tí prísi, handilsmaðurin gevur
okkum, Menn úti á bygdunum eru
ringast staddir í so máta, tí prísurin í
keypstaðnum er ofta eini 5—6 oyru
meiri fyri kilo.
Øllum tykkum, ið hava vald her á
landi at gera, má tað standa greitt, at
heimamaðurin = treingir so væl sum
nakar til ein hóskandi minstaprís fyri
teir toskamurtarnar, ið hann er maður
at fáa latið í handilin í Føroyum. Eina
minstu len ber nokk illa til at lata
heimamannin fáa, men ein minstaprís
kundu vit eins væl fáa og aðrir. Tað
verður forvitnisligt at spyrja, hvussu
langt hessin prisur røkkur, og um vit
koma upp í part. Allir menn við van-
ligum skili, duga at fata, hvussu smá
ið kor heimafiskimannsins eru, og vit
rópa ti í hesi stund til tykkum, id
valda og gjalda: Gloymið ongan fiski-
mann, hverki uttanfyri Foroyar, ella
heima í Føroyum.
Heimafiskimaður.