Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. apríl 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 74 - 19. apríl 2002 Nr. 74 - 19. apríl 2002 13 Tann ov lítli almenni stuðulin til føroyskan tónleik fer í nógvar smáar bitar. Stuðulin gevur eitt lítið íkast til fløgur og tiltøk, men tá talan er um stórar ætlanir, ger føroyskur stuðul lítlan og ongan mun. Tað er flóvisligt, heldur fyriskipari og limur í Mentanar- grunni Landsins TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Føroyskir tónleikarar eru samdir um, at neyðugt er við almennum stuðli til tónleikalívið. Men verandi stuðulin er ov lítil, og hann munar so at siga einki, tá talan er um stórar ætlanir. Stuðulin fer í nógvar smáar bitar, tí tað verður ikki valt ímillum góðar og minni góðar ætlanir. – Í hesum fullveldistíð- um er tað flóvisligt at hugsa um, at einki størri mentan- arligt tiltak í Føroyum letur seg gera uttan stuðul og vælvild frá Norðurlondum og Kongeriget Danmark, sigur Urd Johannesen, sum fæst við mentarligt arbeiði, og sum eisini situr í nevnd- ini fyri Mentanargrunn Landsins. – Almenni stuðulin til tónleik og mentan sum heild er ov lítil. Tað eru eld- sálir á mentanarøkinum, sum fara í holt við alskyns tiltøk alíkavæl, og tí sleppa politikararnir ólukksáliga lætt, heldur Urd Johanne- sen. Steintór Rasmussen, sum er høvuðsmaðurin aftanfyri nýggju útgávuna hjá Brandi Enni, sum er tann dýrasta og kanska mest ambitiøsa í Føroyum nak- rantíð, heldur, at tað verður valt ov lítið ímillum tær ymsu ætlaninar, tá stuðul skal latast. – Eg veit væl, at tað er ómetaliga trupult at velja ímillum ymiskar ætlanir og ymiskar listagreinar, og tí endar tað eisini við, at tað verður latið eitt sindur til øll. Kanska áttu tey, sum býta stuðulspengarnar, at havt størri dirvi til at valt nakrar ætlanir út og stuðlað teimum betur. Tað kundi verið við til at hækka støðið í eitt nú føroyskum tónleiki, heldur Steintór Rasmussen. Stuðul er alneyðugur Nýggja mentanarálitið mælir til, at stuðulin til tónleik verður hækkaður, og at tað gerst greiðari, hvør parturin hjá tónleikin- um í samlaða mentanar- stuðlinum er. Eitt nýtt tón- leikaráð skal stovnast, og hetta ráðið skal umsita stuðulin, sum er ætlaður tónleikinum. At brúk er fyri stuðlinum eru tónleikarar ikki í iva um. – Teoretiskt vildu øll list- arfólk fingist við sína list, líkamikið um tey vórðu stuðlað ella ikki. Men veru- leikin er, at tað er neyðugt hjá listafólki at fáa fíggjar- ligan stuðul og pláss at vaksa í. Sjálvt Mozart fekk stuðul og uppgávur frá hoffinum, sigur Teitur Lassen. Hann er tann føroyski tónleikarin, sum er nærm- ast við at fáa ein stóran plátusáttmála. Hann hevur seinastu árini fingist bur- turav við tónleik, og megin- partin av tíðini hevur hann verið uttanlands. Men hann hevur ikki gloymt, hvussu yrkisleiðin hjá honum byrjaði. – Eg havi fingið stuðul á ymsan hátt í mínum ar- beiði, til dømis peningalig- an stuðul til útgávur og ferðir, og tað hevur hjálpt mær hartil, ið eg eri staddur nú, sigur Teitur. – Persónliga haldi eg ikki, at tað er so áhugavert at institutionalisera men- tanina við at stovna og lata pengar til 150 feløg við hvør sínum endamáli. Mær dámar betur idealismuna, sum millum annað er at finna í feløgum sum Grót, Grímu og Tutl. Mentan og list skulu koma frá hjartan- um og ikki frá statinum. Land og fólk kunnu so meta um og velja, um tey vilja stuðla tí, sum fer fram. Tað skal ikki verða øvugt, at listafólk skulu laga seg eftir lógum og stovnum. – Sum støðan er nú, meti eg, at tað er mest vinnulívið í Føroyum, sum stuðlar tón- leikinum í sambandi við út- gávur og tiltøk. Tað er tó týdningarmikið hjá tónleik- arum at hava venjingarhøli, fáa frálæru og ikki minst íblástur. Hesum eigur land- ið at stuðla treytaleyst, heldur Teitur Lassen. Spælistøðini mangla Jón Tyril er ein av høvuðs- monnunum aftan fyri tón- leikafelagið Grót, sum hev- ur verið sera virkið seinastu árini. Tað er millum annað gjøgnum virksemið hjá hesum felagi, at bólkar sum Clickhaze og Flux hava tik- ið skap og ment seg. Hann ivast ikki í, hvat kann menna føroyskan tón- leik. – Eg vóni, at tað fara at taka seg upp fleiri tónleika- feløg, ið fara at arbeiða fyri at menna spæli- og venjing- arumstøðurnar hjá bólkum. Kommunurnar áttu at verið ein meira positivur viðleik- ari og sæð møguleikarnar í tónleikinum. Eg rokni tó við, at hetta fer at broytast í framtíðini, so kommunur, landið og vinnulív fara at síggja møguleikarnar í tón- leikalívinum. Spælistøð og og venjingarhøli eru lykilin til eina størri og framhald- andi menning av føroysk- um tónleiki. Jón Tyril heldur, at rákið í føroyskum tónleiki seinastu árini hevur verið, at før- oyskir bólkar fegnir vilja spæla sín egna tónleik. – Teir ungu bólkarnir vilja heldur spæla sín egna tónleik heldur enn kopitón- leik, men teir mangla fleiri spælistøð, har teir kunnu spæla sín egna tónleik. Tá talan er um hallardansirnar, snýr tað seg um at gera øll- um til vildar, og tað endar tað oftast við, at bólkarnir mugu spæla kopitónleik. – Størstu trupulleikarnir í føroyskum tónleiki í dag eru manglandi spælistøð og umstøður at venja í. Bólkar, sum vilja spæla egin løg, men sum kanska ikki eru vorðnir kendir enn og kanska ongantíð gerast til ein dansivinarligar »sing- along-bólk«, mangla spæli- støð. Almennur stuðul kundi verið við til at skapt fleiri spælistøð kring landið, og í grannalondum okkara verður slíkur stuðul latin, so at tónleikarar hava fjøl- broyttar møguleikar at framføra sín tónleik. – Tað er í løtuni møgu- ligt at søkja um stuðul frá Mentanargrunninum og frá Vinnuframagrunninum, og tað er gleðiligt, at tónleikur verður mettur sum meira enn bara eitt frítíðarítriv. Tónleikur er ein sera um- ráðandi listargrein, men hann er samstundis ein sera stórur ídnaður kring allan heimin. Føroyski búskapur- Ov lítil stuðul fer í smáar bitar Hendan mánaðin er greinarøð í Sosialinum við sam- røðum við skapandi og útinnandi listafólk. Listafólk, umboðandi allar listagreinir, greiða frá sínum listaliga lívi og gera sær tankar um mentunarálitið, Mentan og Menning, og hvussu tey kunnu hugsað sær ein føroy- skan mentunarpolitikk. Føroyskur tónleikur fær ov lítlan stuðul frá landinum. Stuðul verður latin eitt sindur her og har, og tað verður ikki veruliga tikið dagar ímillum, um ávísar ætlanir veruliga hava uppiborið munandi stuðul, halda fólk, sum fáast við tónleik in kundi eisini fingið gleði av hesum, heldur Jón Tyril. Skilja ímillum ymiskar ætlanir Steintór Rasmussen, sum rekur Studio Pegasus í Klaksvík, brúkar í løtuni meginpartin av orku sínari til at fáa unga tvørámannin Brand Enni fram. Brandur er miðdepil í einum kostn- aðarmiklum føroyskum fløguprojekti, har málið er at náa út um landsoddarnar við tónleikinum. – Almenni stuðulin kem- ur væl við hjá føroyskum tónleiki, tí marknaðurin er so lítil. Men eg haldi, at tað er týdningarmikið at læra seg at lata ymiskan stuðul til ymiskar ætlanir og hugsa eitt sindur størri við hvørt, so at føroyskur tónleikur kann menna seg og gerast ein søluvøra uttanlands, heldur Steintór Rasmussen. – Tað er ilt hjá mær at gera meg til dómara yvir, hvør list kann blíva stór, og tað skal eisini vera pláss fyri eksperimenterandi list, men spurningurin er, um vit duga nóg væl at velja ímillum tær ymsu ætlaninar og tora at satsa meira upp á okkurt við hvørt. Í løtuni lata vit eitt sindur her og eitt sindur har. Steintór Rasmussen vón- ar, at føroyskur tónleikur kann gerast ein vinna, og skal tað henda, so er lítið at ivast í, hvat skal henda. – Lykilin er útflutningur. Vit hava tosað so nógv um tað, men nú eigur nakað at henda. Vit mugu fáa før- oyskan tónleik seldan utt- anlands, tí tá kunnu vit tosa um at byggja eina vinnu upp, at menna lokala tón- leikalívið og at hava dugna- lig fakfólk í landinum. Vinnulívið kann gera veruligan mun Steintór Rasmussen vónar, at vinnulívið fer at síggja møguleikarnar, sum liggja í tónleikinum. – Skulu pengar koma í tónleikin, so at tað veruliga munar, so nyttar tað einki, at tað almenna letur eina millión ella tvær meira í stuðli um árið, tí tað verður bara klandur um, hvør skal hava pengarnar. Hinvegin kann vinnulívið gera stóran mun, um tað trýr upp á, at tað ber til at forrenta pengar gjøgnum tónleik. – Vinnulívið brúkar í løt- uni nógvar pengar til áhugafeløg, ítróttarfeløg og annað, og tað er frálíkt, men tá tað snýr seg um tón- leik, tá endar prátið ofta við, hvørt ein fyritøka skal keypa 10 ella 20 fløgur av einari útgávu fyri at stuðla. Vinnulívið átti at sæð størri møguleikar í tónleikavinn- uni, tí hon kann geva nógv- ar pengar. Steintór Rasmussen hel- dur, at tónleikarar tó fyrst skulu taka í egnan barm. – Tað er umráðandi, at tónleikarar sjálvir trúgva uppá tað, sum teir fara holt við, tí annars ber ikki til at fáa nakran annan at trúgva uppá tað. Spurningurin er eisini, um føroyskur tón- leikur fyrst skal prógva, at tað ber til at selja fløgur utt- anlands, áðrenn vinnulívið fær hug at brúka vágafúsan kapital til føroyskan tón- leik. Tá talan er um almennan stuðul heldur Steintór, at kommunurnar skuldu trúð eitt sindur meira uppá síni egnu listarfolk. Óttast at lata stuðul til ávís tiltøk Urd Johannesen, sum er nevndarlimur í Mentanar- grunni Landsins og sum hevur staðið fyri ymsum tónleikatiltøkum, tekur undir við, at stórir møgu- leikar eru í tónleiki. – Tað er hørð kapping um tær avmarkaðu upphædd- irnar, sum verða latnar í stuðli til mentan, og í løtuni er stuðulin eitt sindur til hvønn. Eg haldi, at tað al- menna kundi brúkt meira pengar til tónleik, tí hendan listagrein fer ikki nógv, tá samanborið verður við aðr- ar greinar, heldur hon. – Hugsa vit um at fáa eitt nú føroyskan tónleik seldan uttanlands, so krevjast heilt aðrar upphæddir til tað, enn tað sum almennu Føroyar kunnu lata í stuðli. Í løtuni er tað eisini ein ótti fyri at stuðla nøkrum, sum tykist verða kommercielt, hóast tað júst eru slíkar ætlanir, sum kunnu verða við til at skapa eina føroyska tón- leikavinnu. – Kanska er trupulleikin hjá føroyskum tónleiki, at hann ikki hevur nakað veruligt forum ella felag. Tað eru einkultpersónar, sum brenna fyri sakini og hava sínar egnu ætlanir. Hevði eitt størri samstarv verið í tónleikalívinum, so hevði tað kanska eisini merkt meira stuðul. Urd Johannesen heldur, at fólk geva sær ikki far um, hvussu nógv tónleikur og mentan annars hava at siga fyri samfelagið. – Mentan kostar – eisini tónleikur – men tað er valla nakar, sum gevur sær far um, hvussu nógv hon gevur aftur til samfelagið. Eg hugsi ikki bara um tey bleytu virðini og upplivilsi, men sanniliga eisini reint fíggjarliga. – Tak til dømis eina fíggj- arætlan fyri eitt mentanar- ligt tiltak. Er tað kanska umsøkjarin, sum fer av stað við øllum pengunum, sum verða latnir í stuðli. Nei, umsøkjarin er bara ein mill- ummaður millum tann myndugleika, ið stuðlar, og ta tænastu, sum ein skal keypa fyri at kunna gjøgn- umføra eitt tiltak. Hetta er bara ein sirkulatión av pengum. – Hugsa vit um tey tiltøk, sum byggja á norðurlendskt samstarv, so er her talan um norðurlendskar pengar, sum verða brúktir at keypa føroyskar tænastur fyri. Tú freistast næstan til at hugsa, at tað loysir seg betur hjá landskassanum ikki at stuðla mentan so nógv, tí so er neyðugt við norður- lendskum stuðli og harvið koma pengar til landið. Bólkurin Clickhaze C M Y K 13 12