Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. apríl 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 74 - 19. apríl 2002 15 Hetta er kanska ein lopfjøl hjá nógvum. Í Sambands- flokkinum eru kvinnur av- gjørt javnsettar við menn og bara tað, at formaðurin í flokkinum er ein kvinna, ger sítt. Úti um landið royna flokkarnir at eggja kvinnum til, men nógvar vilja ikki. – Nógvir menn hava enn tann hugburðin, at kvinnur ikki skulu blanda seg upp í politikk, og kvinnur fáa órímiligar spurningar, til dømis hvør skal ansa børn- um og heimi, um tær fara upp í politikk. Tað er ógvu- liga diskriminerandi. Eisini veit eg um dømi, har kvinn- ur ógvuliga fegnar vilja stilla upp, men eru ikki slopnar framat, tí menn hava kent seg hóttar. Hugsa um heildina Spurningurin er so, hvør skal vísa á ójavnar í samfel- agnum vegna kyn, um kvinnur ikki gera tað. – Eingin annar kann gera tað enn kvinnur. Kvinnur duga betur at hugsa um heildina enn menn, og tað kemst av, at uppgávurnar hjá kvinnum í heiminum eru so nógvar og allar skulu gerast væl. Eisini í bólka- arbeiði eru kvinnur nógv effektivari enn menn, tær kýta seg meir og brúka tíð- ina rætt. Nógvir menn hava tað við bert at hyggja at einstøkum lutum. Tí kunnu kvinnur læra menn at hugsa um heildina. Siga vit, at kvinnur bara hugsa um eina uppgávu í heiminum, dettur alt skjótt niðurfyri. Sjónar- mið hjá kvinnum eru týdn- ingarmikil fyri politikk, kvinnur hava mangan ann- að innlit og aðrar royndir enn menn, og taka tí støðu út frá øðrum enn menn. Serliga innan bleytu økini. Tað er bara positivt at fáa fleiri kvinnur inn á ting. Roynir tú at læra sonin hjá tær nakað viðvíkjandi javnstøðu? – Eg royni at vísa son- inum, at mamma hansara er sterk. Hann er við mær nógva staðni, sær at eg eri virkin og at eg ikki haldi meg aftur. Í mínari familju eru nógvar sterkar kvinnur, kvinnan heldur saman uppá familjuna og er eisini virkin í nógvum arbeiði annars. Pápi mín eigur eitt virki, og eru ikki øll við og taka lut, dettur alt niðurfyri. Nógvar skjótar avgerðir skulu tak- ast fyri at alt skal ganga. Sjálvsagt eri eg myndað av hesum umhvørvinum. Skúlin og bústaðurin Sum vera man eru hjarta- mál hennara ávirkað av tí umhvørvi, hon flytir seg í júst nú. Skúlin og íbúðar- viðurskifti hjá ungum eru tí mál, sum standa ovalaga í hennara raðfesting. – Miðnámsskúlarnir eiga at fáa betri umstøður og ung eiga at fáa betri íbúðar- viðurskifti. Ung lesandi í Havn hava ógvuliga ringt við at finna nakað at búgva í og tað, sum tey fáa fatur á, er ógvuliga dýrt. Lesur tú og býrt til leigu, ert tú noydd at arbeiða eisini, sig- ur Eydna, sum búði í Havn, meðan hon gekk á stu- dentaskúla. Sonurin búði hjá ommuni og abbanum á Sandi meðan, men var eis- ini onkuntíð við mammu síni í skúla. – Eg vil fegin hava sonin við, har eg eri. Hann er als eingin forðing fyri míni skúlagongd ella teimum ætlanum, eg havi fyri fram- tíðina. Sum vikarur í barnaskúl- anum á Sandi, hevur hon eisini fingið eitt annað inn- lit í viðurskifti í fólkaskúl- anum. – Fólkaskúlin er niður- slitin. Nógvir skúlar eru als ikki førir fyri at geva næm- ingunum ta undirvísing, teir hava krav uppá sam- bært fólkaskúlalógini. Barnaskúlin á Sandi er tann elsti í landinum, har er einki broytt eftir at eg havi gingið í barnaskúla har. Tá ið kommunan er so illa fyri fíggjarliga, eigur landið at vera við til at geva skúlan- um betri karmar. Tað er landið, sum áleggur skúlan- um meir og meir, eitt nú eina náttúrulærugrein, sum als ikki hóskar inn í gomlu skúlakarmarnar, tí hvørki amboð ella høli eru til taks. Meðan eg havi gingið í skúla í Havn havi eg hoyrt fyri, at næmingar úr Sand- oynni eru verri fyri í nátt- úruvísindaligu lærugrein- unum enn næmingar aðra staðni. Hví skulu landsmyndug- leikarnir skapa skúlakarm- ar á Sandi, tá ið aðrar kommunur, eisini komm- unur sum eru minni enn Sands kommuna, klára tað sjálvar? – Tá ið Sands kommuna ikki megnar at skapa betri skúlakarmar og skúlin er so forsømdur, má onkur annar gera tað. Skúlin, sum var ætlaður at byggjast, er ikki komin enn, men kortini verða pengar settir av til eina ítróttarhøll. Alt gott um tað, men eg haldi, at skúlin eigur at verða rað- festur hægri. Hetta er ein spurningur um raðfesting, sigur Eydna Vidtfeldt at enda í viðtali. Eydna Vidtfeldt, 21 ár, uppvaksin og búsit- andi á Sandi, og eigur ein trý ára gamlan son. Gjørdist studentur úr Hoydølum sein- asta summar, arbeiðir nú á Statoilstøðini á Sandi, og lesur samstundis enskt. Er nevnd- arlimur í Ungmannafelagnum Samband. Eftir summarfrítíðina fer hon í handilsskúla og um eitt ár undir lestur á samfelags- deildini á Fróðskaparsetrinum – Eg royni at vísa soninum, at mamma hansara er sterk. Hann er við mær nógva staðni, sær at eg eri virkin og at eg ikki haldi meg aftur, sigur Eydna Vidtfeldt 15 14 Nr. 74 - 19. apríl 2002 – At geva eini 21 gamlari kvinnu møguleikan at stilla upp, tá ið tað kanska er meiri upplagt, at eitt nú ein eldri vinnulívsmaður stillar upp, er at vísa mær stórt álit. Eg veit, at eg fari at arbeiða innan samfelagslig viðurskifti restina av mínum lívi, so hví ikki royna at stilla upp og gera mína ávirkan galdandi, sigur Eydna Vidtfeldt, valevni hjá Sam- bandsflokkinum í Sandoynni, hvør hjartamál serliga snúgva seg um viður- skifti hjá børnum og ungum KVINNUVAL Turið Kjølbro – Eg havi altíð havt áhuga fyri politikki. Heima hava vit tosað aftur og fram um samfelagsviðurskifti, men eg havi altíð havt mínar egnu meiningar um, hvussu samfelagið skal síggja út. Tá ið eg fór á studentaskúla var tað púra natúrligt at velja samfelagsfrøði. Í okk- ara flokki vóru mest sum allir næmingarnir rættiliga virknir og okkum dámdi væl at diskutera. Lærarin dugdi væl at gera undirvís- ingina áhugaverda. Hann setti tað vit lærdu inn í aktuell samfelags- og sosial mál, soleiðis, at alt ikki bara var teori. Tað hevur heilt vist vakt mín áhuga fyri samfelagsviðurskiftum enn meir, sigur Eydna Vidt- feldt. Tað er fyrst og fremst í hesum umhvørvinum, at Eydna Vidtfeldt er vorðin greið yvir, at hon hoyrir uppí sambandsvongin í før- oyskum politikki. – Støðuna til ríkisfelags- skapin, um vit skulu vera verandi í ríkisfelagsskapin- um ella taka loysing, havi eg tikið sjálv. Tað eru ikki míni foreldur, sum hava sagt mær, hvat eg skal halda og ikki. Eg hugsi fyrst og fremst realistiskt, hvat er realistiskt fyri okk- ara samfelag. Tað er í mín- um hugaheimi ikki realist- iskt at fara úr ríkisfelags- skapinum. Tey, sum ynskja loysing, hava eina romant- iska mynd av Føroyum og eru droymarar. Tað samfel- agið, tey vilja skapa, er ikki fyri tey veiku. Innan ríkis- felagsskapin eru øll tryggj- að. Frá at vera áhugað í poli- tikki, til at stilla upp, er eitt lop, og ikki minst, tá ið ein er 21 ára gomul. – Eg fekk eina áheitan um at stilla upp og játtaði eftir at hava hugsað meg væl um. Jú, eg ivaðist eitt sindur, men eg haldi, at tað er rætt at royna, hóast eg eri ung og hóast mamma mín helt, at eg átti at bíða. Hon heldur, at tað kanska fer at skaða mína framtíð. Soleið- is hugsi eg als ikki. Eg veit, at eg fari at arbeiða innan samfelagslig viðurskifti restina av mínum lívi, so hví ikki stilla upp og gera mína ávirkan galdandi. Hinvegin ætlaði eg upp- runaliga fyrst at taka eina úbúgving og síðani stilla upp. Nú eg fekk møguleik- an, tók eg av. Eg klári ikki at tiga so leingi og eri als ikki bangin fyri at siga, hvat eg hugsi. Tá ið eg fari undir nakað, fari eg av fullum huga og verði ógvu- liga virkin. Vit, sum eru í Ungmannafelagnum Sam- band, eru ógvuliga upptikin av teim aktuellu málunum, sum eru í samfelagnum. Vit hava ein fingur á pulsinum alla tíðina, diskutera tað sum hendir politiskt og gera viðmerkingar og nið- urstøður. Síðani hon er vorðin upp- stillað, eru nógv komin við viðmerkingum, eisini kvinnur, sum ikki halda, at tað er skilagott av henni at stilla upp. – Nógv geva mær eitt herðaklapp fyri at royna, men fleiri tilkomnar kvinn- ur hava sagt mær, at tær halda, at kvinnur ikki skulu blanda seg uppí politikk. Tær seta spurnartekin við, um tað er rætt at stilla upp, tá ið eigi eitt barn. Ein maður hevði aldri fingið sama spurning, sigur Eydna. Kvinnusjónarmið týdningarmikil Heildarkendur politikkur upptekur Eydnu meir enn kvinnupolitiskir spurning- ar, og hóast eitt av enda- málunum við hesi greinar- røð er at fáa eina mynd av, hvørji kvinnupolitisk sjón- armið kvinnur í dag um- boða, letur Eydna seg ikki tøla. – Sjálvsagt havi eg eina meining um viðurskifti, sum hava við kvinnur at gera, og í tann mun eg meti, at tað er rætt, geri eg eisini vart við slíkar spurningar. Síggi eg eitthvørt viðvíkj- andi kvinnum, sum ikki er nóg gott ella rætt, er tað mín uppgáva at gera vart við tað og arbeiða fyri, at tað verður betri. Men kvinnupolitikkur annars verður ikki tað, eg fari at savna meg mest um. Javnstøðulógin hevur virkað við til, at fleiri kvinnur eru virknar í sam- felagnum, heldur Eydna, men í aðrar mátar heldur hon ikki, at tað er rætt at lóggeva kvinnur upp í politikk. – Tá ið tað kemur til kynskvotering, meldi eg klárt frá. Tað er ikki rætt at áseta eitt prosenttal til kvinnur, bara fyri at fáa kvinnur uppí part. At kvinnur verða bodnar uppá listarnar, er fínt, men er áhugin ikki fyri politikki, gera tær meiri skaða enn gagn. Tað sama er galdandi fyri menn, um teir verða tvingaðar at gera nakað, teir ikki hava áhuga at gera. – Sjálv vil eg verða vald fyri mínar meiningar, ikki tí eg eri kvinna. Hinvegin vildi eg fegin sæð fleiri kvinnur á tingi og tað hjálpir uppá hugburðs- broytingina, at reisa spurn- ingar um viðurskifti hjá kvinnum, hví tær ikki gera seg galdandi og so fram- vegis. Kvinnur halda seg aftur, tí tær eru bangnar fyri at gera og siga nakað býtt. Vit krevja so nógv av okk- um sjálvum. Skeiðsvirksemi er ein máti at eggja kvinnurnar til at gerast virknar, heldur Eydna. – At skipa fyri taliskeiði fyri kvinnur, soleiðis at tær hava eina grund at byggja á, er eitt gott hugskot. Sam- bandsflokkurin hevur boðið kvinnum á skeið í at skriva greinir, og tað hevur verið ógvuliga uppbyggjandi. KVINNUVAL Eg klári ikki at tiga ov leingi - Úti um landið royna flokkarnir at eggja kvinnum til at stilla upp, men nógvar vilja ikki. Í Sambandsflokkinum eru kvinnur avgjørt javnsettar við menn og bara tað, at formaðurin í flokkinum er ein kvinna fer sítt, sigur Eydna Vidtfeldt Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 14