fríggjadagur 19. apríl 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 74 - 19. apríl 2002
Nr. 74 - 19. apríl 2002
17
Áhugabólkur Klaks-
víkar Húsmøðrafelag
skipar mánakvøldið
fyri almennum
politiskum fundi við
teim kvinnuligu løg-
tingsvalevnunum í
Norðoyggjum
LØGTINGSVAL
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík: Eins og undan
seinasta løgtingsvali og bý-
ráðsvali skipar Áhugabólk-
ur Klaksvíkar Húsmøðra-
felag mánakvøldið fyri al-
mennum politiskum fundi
við teim kvinnuligu val-
evnunum í Norðoyggjum.
Einans 27 prosent
10 kvinnur stilla hesu ferð
upp í Norðoya Valdømi.
Samanbera vit við tey
mannligu valevnini, sum
eru 27 í tali, vísir tað seg, at
kvinnurnar tilsamans telja
27 prosent av teim, sum
bjóða seg fram, meðan
menninir telja heili 73 pro-
sent.
Býtið av kvinnum mill-
um flokkarnar sær annars
soleiðis út:
Hugnaløta
Fundurin verður skipaður
sum ein politisk hugnaløta,
har hvør flokkur fyrst fær
10 minuttir at leggja sjón-
armið síni fram. Eftir hetta
verður skipað fyri orða-
skifti, har áhoyrararnir fáa
høvi at seta valevnunum
ymsar spurningar.
Afturvið
øllum
hesi
verður so eisini ein góður
drekkamuður at fáa.
Tiltakið er alment, og
verður í Bøgøtu 3 mána-
kvøldið tann 22. apríl
klokkan 19.30.
Kvinnurnar hava orðið
Fólkaflokkurin:
1 av 7 =
14,3 %
Sambandsflokkurin:
1 av 7 =
14,3 %
Javnaðarflokkurin:
2 av 7 =
28,6 %
Sjálvstýrisflokkurin:
2 av 7 =
28,6 %
Tjóðveldisflokkurin:
3 av 6 =
50,0 %
Miðflokkurin:
1 av 3 =
33,3 %
Enn er ikki avgjørt,
hvør verður settur í
prestastarvið í Hval-
vík, sum her fyri varð
lýst leyst at søkja
PRESTASTARV
Ragnhild Ellingsgaard
Hvalvík:
Kirkjuráðið í
Hvalvík hevur avgjørt at
tosað við tveir av teim trim-
um umsøkjarunum, sum
hava søkt um prestastarvið
í Hvalvík.
Hetta verður gjørt á ein-
um fundi, har kirkjuráðið
hevur møguleika at koma at
kenna umsøkjararnar betur.
Enn er ikki avgjørt, nær
hesin fundur verður, men
væntandi verður hetta í
heilt skjótt.
Tá kirkjuráðið hevur tos-
að við umsøkjararnar, verð-
ur ein innstilling til presta-
starvið gjørd, og hendan
verður so send Kirkju-
málaráðnum til góðkenn-
ingar.
Síðan verður tosað aftur
við umsøkjaran, sum fær
starvið, og eftir avtalu við
hann verður so endaliga
kunngjørt, hvør hesin er.
Tann nýggja lóggávan
gevur kirkjuráðnum betur
stundir at finna útav, hvør
tann rætti er til starvið.
Í gomlu lóggávuni skuldi
innstillingin til prestastarv-
ið verða liðug, longu tvey
samdøgur eftir fundin mill-
um kirkjuráðið og umsøkj-
ararnir.
Men í nýggju lóggávuni
kunnu ganga heilar seks
vikur, áðrenn nøkur inn-
stilling verður gjørd.
3 umsøkjarar til
prestastarvið í Hvalvík
Í kvøld verður hátíð-
arhald í Sandvík í
samband við 100 ára
dag. Heimbygdin
minnist og heiðrar
skaldið á degnum við
stórari almennari
kvøldsetu og minnis-
varðin verður fluttur
á nýtt og fríðkað øki
HÁTÍÐARHALD
Dagfinn Olsen
Í dag eru 100 ár síðani, at
høvundurin Martin Joensen
var føddur í Sandvík.
Í hesum sambandi verður
skipað fyri tiltøkum í Sand-
vík, ið fostraði henda stóra
føroyska høvund, ið er
kendur fyri stuttsøgur og
skaldsøgur.
Minnirvarðin í bygdini
yvir Martin Joensen verður
fluttur á nýtt øki mitt í
bygdini, sum bygdaráðið
hevur latið fríðkað.
Klokkan 18.30 fer bygda-
ráðsformaðurin í Hvalbiar
sókn formliga at lata økið
til sandvíkingar í minninum
um Martin Joensen.
Steinbjørn B. Jacobsen,
høvundur, lesur upp yrking,
hann skrivaði, tá Martin
Joensen doyði.
Kvøldseta
Aftaná
verður
almenn
kvøldseta í bygdarhúsinum,
har framsýning er av verk-
um Martins og av tí, onnur
hava skrivað um hann.
Hanus Kamban, høvundur,
hevur fyrilestur um bók-
mentaverk Martins, og Álv-
ur Enni, lærari á Tvøroyri,
heldur fyrilestur, sum pápi
hansara Johannus Enni,
sáli, skrivaði um barna-
bókmentir Martins.
Lisið verður upp úr verk-
um Martin Joensens.
Væl dámdur
Martin Joensen var føddur í
Sandvík 19. apríl í 1902. Í
stuttum kann sigast um
hann, at hann telist millum
fremstu høvundar okkara.
Skúlabørn, nú sum áður,
kenna óivað søgurnar um
Elin Mariu, um sjórænarar,
sum endaðu í kyksendi-
num, um familjuna, ið
mátti frá húsi og heimi í
søguni ”Húsvillur”, fyri
bert at nevna nakrar.
Umframt eru jú skald-
søgurnar, har tey flestu
kenna ”Fiskimenn”.
Martin hevur verið mett-
ur sum høvundur, ið gav
bygdalívinum ans, eins og
teim minni mentu, teimum,
ið vóru fyri órætti. Hann
var stóri humanisturin.
Og uttan hóvasták dugdi
hann at greiða frá, lýsa,
gerandislívið fyrrapartin av
farnu øld. Gerndislív, trong
kor, ið júst mangan mundi
vera merkt av, at høgt í met-
um var ikki at gera nógv
burturúr sær sjálvum.
Martin Joensen fór á Há-
skúla og fekk eggjan at fara
á Læraraskúla, heldur enn
at fara handilsvegin, sum
hann hevði hugsað. Hann
tók læraraprógv í 1926.
Fyrstu ritroyndir hansara
komu í næmingabløðini á
Háskúlanum og Lærara-
skúlanum, Tjaldur og Snar-
ljós.
Hann var lærari á Økrum
og Víkarbyrgi og í Lopra
eitt skifti. Í 1929 gjørdist
hann lærari í Sandvík og
var har, til hann í 1944 tók
við lærarastarvið á Tvør-
oyri.
Hann var deknur í Sand-
víkar kirkju, limur í bygda-
ráðnum í Hvalbiar Sókn og
eisini var hann eina tíð
blaðstjóri á Sosialinum.
Seinastu
árini
bilaði
heilsan og Martin Joensen
doyði 64 ára gamal jóladag
í 1966.
Meira verður at lesa um
Martin Joensen og skald-
skap hansara í blaðnum í
morgin og í næstu viku.
Tey, ið fyrireika hátíðar-
haldið í Sandvík í dag, eru
Levi Niclasen, Álvur Enni,
Jákup Jensen, Rannveig
Hovgaard, Emmy Klett-
heyggj, Jákup Kjærbo og
Snorri Thomsen.
Dansifeløgini í oynni
taka lut í kvøldsetuni.
Martin Joensen 100 ár:
Minnast høvundin í Sandvík í dag
Atli P. Dam
Atli Dam, fyrrverandi
løgmaður, hugleiðir
um skaldið, Martin
Joensen, sum í dag
hevði fylt 100 ár.
Martin doyði jóladag
í 1966.
Serstakt vinarlag var ímill-
um húsini hjá Martin Joen-
sen og Petur Mohr Dam, og
var hetta nakað av tí, sum
ávirkaði meg og systkini í
barna- og uppvakstrarár-
unum í trýati- og fýratiár-
unum.
Tá á døgum framdi tú
ikki ørindi ímillum eina
smábygd í Suðuroynni og
Tvøroyri sama dag. Oftast
gekst tú yvir fjøll og noydd-
ist at gista í minsta lagi eina
nátt á Tvøroyri.
Martin og Lina hildu so
til hjá okkum, tá tey vitjaðu
á Tvøroyri hvørt sær ella
saman við børnunum Reg-
ini og Ásu, sum vóru javn-
aldrar ávikavíst míns og
Finngerð.
Áðrenn Martin í 1944
fekk starv á Tvøroyri, var
eg nakrar ferðir í summarfrí
í Sandvík, og hóast hetta
var í teim døpru stríðsár-
unum, var tað stór og
spennandi uppliving at
nema felagsskap við javn-
aldrar og vaksin í hesi
vøkru bygd, har tað var so
vítt um at fara og so mangt
serstakt at spæla ella takast
við. Seinni havi eg so
ásannað, at hesar vitjanir í
eini hini fremstu menta-
bygdini og kunnleikin til
jørildið Martin spratt úr og
vaks í gjørdist førleika-
mennandi fyri meg, ikki
minst høvið til at lýða á
áhugaverdu
frásagnir
Louisu móður Martins um
ævintýr, sagnir, náttúrlig og
yvirnáttúrlig fyribrigdi ella
gamlar tíðir gjørdist sið-
søgulig barlast, ein kundi
taka við sær, var sinnið
opið.
Martin og pápi høvdu
nógvan felagsskap, fakliga
sum lærarar, mentunnarliga
báðir við alski til føroyskt
mál og bókmentir, og ikki
minst politiskt tí teir strídd-
ist út frá somu hugsjón um,
at sosialisman var tann pol-
itiska samlívsskipan, sum
kundi veita fjøldini fræg-
astu materiellu korini, sam-
stundis sum hon veitti rúm-
asta frælsi bæði tjóðskapar-
liga og persónliga. Tá á
døgum trýsti so mangt okið
enn vanliga fólkið og fjøt-
raði hin einstaka, sum
Martin eisini lýsir á sín ser-
liga og sannførandi hátt
Tá so Lina og Martin
settu búgv á Tvøroyri nærk-
aðist enn meira ímillum
vinfólkini, og minnist eg
hesi ríku ár, sum vóru hús-
ini næstan samanvaksin, tí
alt sum var uppi hjá øðrum
partinum,
hátíðardagar,
konfirmatiónir, føðingar-
dagar, ja alt veitsluhald, lut-
tók hin parturin í.
M.a. vóru móðir og Lina
í sama bindiklubba, hildu
mangt kortablaðið tá høvið
beyðst og hjálptu hvør aðr-
ari, tá á stóð, meðan pápi
og Martin oftast umrøddu
álvarsmál av øllum handa
slag, ja teir fevndu og ferð-
aðust so víða sum hugflog
ber.
At eg sjálvur í 1947 kom
at búgva hjá Linu og Mar-
tin í nakrar mánaðir og at
Louisa ofta búði styttri og
longri tíðarskeið hjá okkum
gjørdi sítt til, at ein heldur
seg kenna Martin og um-
støður hans rættiliga væl.
Hesi minnisbrot eru ikki
ætlað at røkka sum bók-
mentafrøðiligt ummæli av
skaldskapi Martins. Heldur
ein tøkk fyri tað, hann vakti
í mær og ein ásannan av
virðing fyri manninum –
persóninum – Martin Joen-
sen og tí, hann lærdi um
lívið í tí, hann lýsti í søgu
og frásøgn.
Mær tørvar ongan bóka-
ummælara at sannføra um,
at tað sum kom á prent eftir
Martin eru varðar, sum
ongantíð rapa.
Fyri mær er hann eitt hitt
størsta skald, eg veit um.
Men tað kennist sum serlig-
ur frammíhjárættur at hava
livað í sama húsi sum hann,
meðan hann skapti nakað
av hesum.
Í 1947 var hann farin undir
at skrivað »Tað lýsir á
landi«. Í einum kamari í
eysturendanum av húsum
Annu Mohr´s á Tanganum
skrivaði
hann
nærum
hvønn dag brot til hesa bók,
onkuntíð kundi hann røða
um hetta, men tað var tó
sjálvdan, tó so, vit gittu at
hann ikki var fallin í fátt,
hóast fíggjarligu byrðarnar
av útgávuni av »Fiski-
monnum« árið fyri ongan-
tíð vóru tyngri enn júst tá, tí
tað gekk so illa í hond, at
bókin kom so seint frá
prenting, at nærum onki
kom undir jólasøluna í
1946.
Pappírstrot, illvilji ella
politiskur mótburður, eg
veit tað ikki, men ráðini
vóru smá, tí lærarar fingu
onga lænarhækking ímill-
um 1940 og 1949.
Martin var álvarsmaður,
men kundi í veitslulagi
verða sera skemtingarsam-
ur tað minnist eg, tá hann
av og á talaði við borðhald
til rundar dagar í heimi
mínum.
Við Tvøroyrar skúla var
hesa seinnu helvt av fýrati-
árunum eitt lið av lærarum,
sum løgdu stóran dent á at
geva ein góðan málsligan
førning, og sum megnaðu
at skapa virðing hjá okkum
næmingum fyri góðum
málburði.
Petur Mohr Dam, Jákup
Olsen og Martin Joensen
var eg so heppin at hava í
føroyskum, og ikki minst
Martin er í huga mínum ein
fyrimynd.
Tíverri fór heilsan hjá
Martini at bila álvarsliga
longu í fimtiárunum og
varð hann noyddur at leggja
frá sær í 1964. Hetta gjørdi
nógvar árgangir av næm-
ingum á Tvøroyri fátækari,
tí teir mistu tann tjansin vit,
sum undan fóru, fingu.
Martin var blaðstjóri á
Sosialinum árini 1946-47-
48 og 49. Júst í teirri tíð, tá
mest leikaði á, tí ágangurin
frá tí »harralyndi«, sum lá
yvir samfelagnum tá, var so
ógvusligur.
Martin vardi borg á siði-
ligan, hampuligan og sann-
førandi hátt, væl stuðlaður
av øðrum andshøvdingum í
okkara landi. Hesum eru vit
Martini sera takksom fyri.
Vil enda hesa persónligu
kvøðu við at heita á tykk-
um, sum nú stíla fyri á
Sosialinum, um at endur-
prenta minningarorð faðirs
míns við deyða Martins,
sum hann skrivaði í blaðið
4/1-1967. Hóskandi hevði
tað verið, um hetta kom í
blaðið 19. apríl, tá Martin
vildi verið 100 ár.
Eftir áheitan endur-
prentað vit minning-
arorðini, sum P. M.
Dam skrivði um
Martin Joensen, 4.
januar 1967.
Fyrsta jóladag 1966 slók-
naði eitt av okkara bjart-
astu ljósum: Skaldið Mar-
tin Joensen, lærari á Tvør-
oyri er so ikki meiri mill-
um tey livandi.
Hold hansara!
Andi hansara og navn
slókna ongantíð.
So bjart skinu og skína
tey.
Martin var frálíkur lær-
ari. Kunnskaparríkur sum
fáur. Sálin brann. Tað er
ikki av ongum, at føðibygd
hansara eftir støddini er
ríkari enn flestar bygdir
uppá lærdar menn og
kvinnur, prestar og lærarar.
– Tey sótu við føtur Mar-
tins og vuksu og hitnaðu
undir hansara vekjandi og
fløgandi anda.
»Hann gav mær tað, sum
eingin onnur menniskja
hevur givið mær síðani,
heldur ikki teir á teimum
hægru og størru skúlunum,
eg havi vitja seinri« tók ein
av
hansara
takksomu
næmingum til orða undir
eini samrøðu um vala-
menn, stórar menn.
Hann setti Martin mill-
um teir størstu, hann hevði
kent.
– Tað var vitnisburður
Jóhann Nielsens prests.
»Martin var eikin í
skaldaskógvi okkara,« tók
annar av frægu bygda-
monnum hansara til.
Minnið um Martin sum
lærara í hansara bestu ár-
um, áðrenn hann varð
sjúkur, vil lýsa bjart mill-
um hansara næmingar.
Lýsa so leingi, ið teir liva.
Minni um Martin sum
skald vil lýsa bjartari í
hvørjum, sum tíðin líðir
frá. Lýsa fyri Føroya fólki.
Hvør kann seta fiski-
monnunum ein dýrmettari
varða enn Martin í bók síni
»FISKIMENN«!
Hvør kann seta fólkinum
og mannalívinum í tíðar-
skeiðinum, sum fyri mesta
partin nú er horvið, ein
bjartari varða enn Martin í
bókum og mongu skald-
søgum sínum!
_ _ _
Martin Joensen var mill-
um bestu vinir mínar.
Allar tær hugnaligu og
ríku løturnar, vit vóru sam-
an, verða at lýsa og fram-
vegis bera mær av tí ríki-
dømi, hann goymdi í sál
síni.
Eg og heim mítt vilja
sakna Martin sum hin
trúgva vinin.
Hann var, til tess sjúkan
bant hann inni ella burturi
til
sjúkrarøktarviðgerð,
dagligur gestur í heimi
okkara og gjørdi tað høgt
til loftið og vítt til veggja
við ríka hugsjónarheimi
sínum og ansi fyri tí
skemtingarsama.
Vit veita honum okkara
hjartans tøkk fyri tað, ið
hann gav okkum.
Sum tann skila- og álitis-
maður Martin Joensen var,
var hann í læraratíð síni í
Sandvík í fleiri sóknar-
stýrisskeiðum valdur í
stýrið fyri Hvalbiar sóknar
kommunu
og
royndist
sannur framburðsmaður
fyri bygd sína. Tað skyld-
ast ikki minst honum, at
Sandvíkin fekk tað eftir tá-
tíðini góðu bryggju við
frálíkum bátauppdrátti.
_ _ _
Martin Joensen var javn-
aðarmaður og eina tíð var
hann blaðstjóri á blaði
okkara Sosialinum. Navn
hansara og pennur bar
blaðnum virðing millum
manna.
Flokkur okkara kennir
missin av hesum ands-
menni sum nívandi sakn,
tí, hansara orð og luttøka í
flokksins stríði fyri teirri
sonnu sosialistisku stevn-
uni vigaðu og týddu almik-
ið og her verður ikki lætt at
seta mann í manns stað.
Føroya javnaðarflokkur
og Sosialurin síða merkið í
sorg við báru stríðsfelag-
sins og hugsjónarmann-
sins, men vit draga tað
aftur á fulla stong, í tøkk-
læti, í gleðini og stoltleika-
num yvir at hava talt so
gævan mann í liði okkara.
Friður og signing lýsi
yvir minni tínum, vinur
mín og felagi!
Í Vestmanna, tann 26.
des. 1966
Pætur
Minningarorð um skaldið
Martin Joensen
Martin Joensen 100 ár
Mær tørvar ongan bókaummælara at sannføra um, at tað
sum kom á prent eftir Martin eru varðar, sum ongantíð rapa,
sigur Atli Dam
C
M
Y
K
17
16