fríggjadagur 19. apríl 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 74 - 19. apríl 2002
Nr. 74 - 19. apríl 2002
19
Úr øllum Norðan-
londum eins og úr og
Hetlandi stevna fólk
fyrst í juli til dansi-
stevnuna Havleik
2002, sum verður
hildin í Føroyum
DANSUR
Edvard Joensen
Tað fara fleiri hundrað fólk
at luttaka á dansistevnuni
Havleikur 2002, sum hildin
verður í Føroyum í døgun-
um frá triðja til sjeynda juli
í ár. Fólk koma úr øllum
Norðanlondum, eins og
hetlendingar eisini verða
við. Tað er Sláið Ring,
landsfelagið hjá føroysku
dansifeløgunum, sum er
vertur fyri stevnuni.
Maria Samuelsen, sum er
formaður í fyrireikingar-
nevndini, sigur, at higartil
hava umleið 300 útlending-
ar
boðað
frá
luttøku.
Hvussu nógvir føroyingar
verða við, veit hann av góð-
um grundum ikki enn. Til-
meldingarfreistin er úti 1.
mai. Dansifeløgini hava
fingið tilmeldingarskjøl við
skrá yvir stevnuna, og
kunnu fólk so boða frá lut-
tøku. Hugsað verður bæði
um limir í dansifeløgunum
sum dansa føroyskan dans
eins og tey, sum dansa útl-
endskar dansir.
Eysturskúlin
í
Havn
verður líkasum høvuðsstøð
á stevnuni, av tí, at tað
verður har, teir flestu
útlendsku gestirnir gista.
Eisini verða allar máltíðir í
samband við stevnuna á
Eysturskúlanum. Talan er
um
tríggjar
máltíðir
dagliga, sum luttakararnir
kunnu tekna seg til.
Dansistevnan Havleikur
2002 verður ikki bara í
Havn, men verður spjadd
víða um landið. Eitt nú er
partur av skránni, at luttak-
ararnir hósdagin 4. juli fara
út til ymsu dansifeløgini í
landinum at vitja.
Eisini
verða
útferðir
gjørdar ymsastaðni, og eitt
skeið í føroyskum dansi
verður hildið úti í Fugloy.
Farið verður úr Havn
fríggjamorgun, og komið
verður aftur til Havnar
seinnapart leygardag.
Ymsir fyrilestrar verða á
stevnuni, eins og skeið í
føroyskum dansi verður í
Havn umframt tað, sum
hildið verður í Fugloy.
Fyrilestrarnir vera um
føroyskan dans, føroyskar
bátar og føroysk klæði. Teir
verða allir í Eysturskúlan-
um fríggjadagin.
Sjálv stevnan verður sett
á Vaglinum i Havn miku-
kvøldið tann triðja juli
klokkan 19.00. Roknað
verður við, at sjálv setanin
fer at vara einar tveir tímar.
Tá hátíðarhaldið er av,
verður farið farið niðan í
Sjónleikarhúsið og í fim-
leikarhallirnar í Kommunu-
skúlanum til sonevndan
samansjóðingardans, har
fólk kunnu læra hvønn ann-
an at kenna. Skipað verður
soleiðis fyri, at hvørt landið
sýnir fram ymsar dansir.
Skipað verður eisini fyri
dansi á somu støðum hós-
kvøldið og fríggjakvøldið.
Viðrar ikki at seta stevn-
una á Vaglinum, verður hon
sett í ítróttarhøllini á Hálsi
ístaðin.
Fríggjakvøldið
verður
føroyskt mentanarkvøld í
Eysturskúlanum, sum Vár
Jacobsen og Páll Danielsen
fara at vera vertir fyri.
Leygardagin verða dansi-
framsýningar á ymsum
støðum í Havn. Dansað
verður í gongugøtuni, um-
framt at vitjað verður í
handlum og stovnum kring
býin.
Leygarkvøldið
verður
stór fráfaringarveitsla í
Ítróttarhøllini
á
Hálsi.
Aftan á borðhaldið verður
dansað í trimum støðum. Í
ítróttarhøllini, í HB-húsin-
um og í B36-húsinum. Móti
morgni verður morgunmat-
ur.
Fremmandu gestirnir fara
flestir avstað aftur sunnu-
dagin. Tó er møguleiki at
verða verandi til mánadag-
in, siga fyrireikararnir.
Føroyingar, sum ætla sær
at luttaka á Havleiki 2002,
skulu boða frá luttøku áðr-
enn 1. mai. Tað gerst við at
lata tilmeldingarseðil inn til
ferðaskrivstovuna
MB
Tours í Havn og at gjalda
tilmeldingargjald í Føroya
Sparikassa í seinasta lagi
tann 1. mai.
Tilmeldingargjaldið
er
80,- krónur og gevur tað tá
rætt til felags dansikvøld-
ini. Mentanarkvøldið og
fráfaringarveitsluna, skal
gjaldast eyka fyri, eins og
gjørt verður fyri útferðirn-
ar.
Meira fæst at vita um
dansistevnuna
Havleik
2002 við at vitja heimasíð-
una hjá Sláið Ring, sum er
at síggja á www.slaid-
ring.fo.
Dansur og spæl eru gleðibrøgd
Hugskotið við ullar-
móttøku er gott, sigur
Dímunabóndin, sum
kortini ivast í, um tað
fer at loysa seg at gera
nakað stórvegis
burtur úr innsavning,
um prísurin ikki
verður betri enn tað,
higartil hevur veirð
frammi
LANDBÚNAÐUR
Edvard Joensen
– Tað er sera hugaligt, at
hugsað verður um at fáa
ullina til høldar, sigur Óla
Jákup úr Dímun, bóndi á
Stóru Dímun. Men hann
ivast koritini í, hvussu nógv
fer at verða lagt fyri til tess
at fáa ullina innsavnaða,
um prísurin ikki verður
heldur hægri enn tað,
higartil hevur verið nevnt.
Nevnt hevur veirð í sam-
band við tíðindini um ullar-
móttøkuna, Vinumálastýrið
ætlar at seta á stovn, at prís-
urin í dag liggur um fýra
krónur fyri kilog, og so
hevur líkasum ligið í luft-
ini, at tað skal vera minsti-
prísur í framtíðini.
– Í okkara føri er tað
knapt nokk fyri frakt, sigur
Óla Jákup úr Dímun, sum
kortini ásannar, at hann er í
eini serstøðu, tí alt skal
flúgvast av oynni.
Hjá onkrum, sum til
dømis er granni hjá eini
móttøku, verður tað sjálv-
andi meira lønandi. Men
hann heldur tó, at fýra
krónur ljóðar í lægra lagi.
Skuldi ullin verið goldin í
lutfalli til tað, hon kostaði,
tá tikið varð í móti ull
seinat, skuldi prísurin verið
rættiliga nógv hægri, vísir
Dímunarbóndin á. Minst
einar tíggju- tólv ferðir tað,
sum nú er nevnt, heldur
hann.
Tað várar
Várið er farið at merkjast á
Dímun, sigur Óla Jákup.
Fyrstu lombini eru komin,
og hann væntar, at tað fer at
lemba regluliga frá nú av.
Lunda hevur hann ikki
sæð í bakkanum enn, sigur
hann, hóast farið er nakrar
dagar um summarmála, tá
gamalt er at siga, at lundin
tekur land. Men tey vænta
lundan hvørt kvøld, tað skal
vera.
– Tað plagar at vea so,
greiðir Dímunarbóndin frá,
at fyrstu lundarnir koma í
bakkan um kvøldið. Lom-
viga hevur ikki verið nógv
at sæð av higartil í ár held-
ur.
Annars er fólk úti í Dím-
un um dagarnar fyri at út-
byggja tyrlupallin, so hann
lýkur tey krøv, sett verða,
sigur Óla Jákup úr Dímun.
Hetta er arbeiði, sum byrjað
varð upp á seinasta heyst,
ið nú verður gjørt liðugt.
Norðurlendska dansistevnan
Havleikur 2002 verður sett á
Vaglinum í Havn triðja juli.
Myndin er frá
Landsdansistevnuni hjá
føroyslu dansifeløgunum,
sum var í fjør
Mynd: Jens Kristian Vang
Vónar betri ullarprís
Ullarprísurin er í lægra lagi til at tað fer at loysa seg at savna
ullina á Dímun og senda hana til eina móttøku, heldur
Dímunarbóndin, sum tó er fegin um, at nakað verður gjørt fyri
at fáa nyttu burtur úr ullini
TÍÐINDASKRIV
Tað er hugaligt at arbeiða í
arbeiðsloysistryggingini.
Næstan einki arbeiðsloysi
er í landinum og peninga-
streymurin er næstan bara
einvegis inn í kassan.
Rakstrarúrslitið fyri 2001
var 82,2 mió. kr. Hetta er
ein øking uppá 16,4% í
mun til í 2000, tá úrslitið
var 70,6 mió. kr. Høvuðs-
orsøkin til vøksturin er at
finna í tí omanfyri nevnda
fallinum í arbeiðsloysinum.
Ársroknskapurin
fyri
2001 er tíggindi ársrokn-
skapur hjá Arbeiðsloysis-
skipanini. Ársroknskapirnir
hesi árini hava endurspegl-
að tær sera stóru broyting-
arnar, sum eru hendar í
samfelagnum, har farið er
frá
svárari
samfelags-
kreppu við høgum arbeiðs-
loysi til stóran samfelags-
ligan framburð við einum
arbeiðsloysi millum 2 og
3% av arbeiðsstyrkini.
2001 gjørdist eitt ár
afturat við ferð á búskap-
inum. Samstundis sum
arbeiðsstyrkin vaks við
millum 3 og 4%, minkaði
arbeiðsloysið enn meira, og
var tað alt árið ímillum 1/2
og 1% stig lægri enn í
2000.
Inngjøld
Við gildi frá 1. apríl 2001
avgjørdi stýrið fyri Ar-
beiðsloysisskipanina
at
lækka ALS-gjaldið úr 1,5%
niður í 1,25% (samlaða
ALS-gjaldið 2,5%). Hóast
lønarútgjaldingarnar hækk-
aðu í 2001 við út við 14%,
hevði lækkingin í inn-
gjaldinum í 2001, umframt
lækkingin uppá 1/2 % stig í
miðjum 2000, við sær, at
inngjøldini til ALS mink-
aðu úr 150,1 mió. kr. í 2000
niður í 137,1 mió. kr. í
2001, t.v.s. við umleið
8,7%.
Útgjøld
Samlaða útgjaldið av ar-
beiðsloysisstuðli fall við
umleið 24,8% úr 80,1 mió.
krónur í 2000 til 60,2 mió.
krónur. Størsta prosentvísa
fallið er í fiskavirkisskip-
anini, har útgjaldið fall við
50,5% í mun til árið fyri.
Miðaltalið av móttakar-
um av arbeiðsloysisstuðli í
2001 var 921. Hesi býttu
seg í 573, ið fingu stuðul
eftir vanligu skipanini, og
348, ið fingu stuðul eftir
fiskavirkisskipanini. Í 2000
var samlaða miðaltalið
1.417, t.v.s. ein minking í
2001 uppá 35% í mun til í
2000.
Ársúrslit og eginogn
Samlaðu
fyrisitingarút-
reiðslurnar (lønir og kost-
naður) fullu í 2001 við 1,4
mió. kr., ella 12% í mun til
2000.
Úrslitið av fíggjarpostum
í 2001 var 16,7 mió. kr. Ár
2001 varð annað árið, tá ið
úrslitið av fíggjarpostum
gjørdist størri enn tær
samlaðu
fyrisitingarút-
reiðslurnar. Hetta hevur við
sær, at tað tekniska úrslitið,
t.v.s.
munurin
millum
samlaðu inngjøldini av
ALS-gjaldi og samlaðu
útgjøldini til arbeiðsleys,
beinleiðis fer til konsoli-
dering av skipanini. Miðal
avkastið av virðisbrøvunum
í 2001 var 5,67%.
Eginognin við ársenda
2001 er 374,8 mió. kr. í
mun til 262,6 mió. kr. við
ársenda 2000. Hesin vøkst-
urin í eginognini uppá
112,2 mió. kr. er orsakað av
at rakstrarúrslitið uppá tær
82,2 mió. kr. og eina
afturføring av teimum 30
mió. kr., sum upprunaliga
vórðu avsettar í 1996 í
sambandi við ógreiðu um
tulking av ásetingunum í
fyrrverandi
ALS-lógini.
Tulkingin, sum ALS hevði,
varð staðfest í Føroya Rætti
í ávísum máli, har ALS
hevði stevnt einum við-
skiftafólki fyri rættin, tí
leiðslan á ALS ikki var
samd við Kærunevndini í
tulkingini um, at við-
komandi skuldi hava størri
arbeiðsloysisstuðul útgold-
nan.
1997 var fysta árið síðan
1992, at eginognin aftur var
positiv. Síðan 1997 hevur
stýrið støðugt sett ALS-
gjaldið niður (úr 2,75%
niður í 1,25%). Sum áður
umrøtt, verður mett sera
umráðandi, at Arbeiðs-
loysisskipanin stimbrar um
eginognina í góðum tíðum,
soleiðis at peningur er at
standa
ímóti
við,
um
arbeiðsloysið aftur veksur.
Sum dømi um, hvussu
álvarsom
støðan
kann
gerast, kann verða víst til
1993, tá ið útgjaldið av
arbeiðsloysisstuðli var 285
mió. kr., og úrslitið av van-
ligum rakstri var uppá -122
mió. kr.
Nú eginognin er út við
400 mió. kr., fer ALS at
viðgera, hvørjar broytingar
eiga at verða gjørdar í
skipanini, nú eginognin
nærkast tí stødd, sum áður
er sett sum mál.
Barsilsskipanin
1. juni 2001 kom í gildi
nýggj barsilsskipan fyri
tann
samlaða
føroyska
arbeiðsmarknaðin. Síðan
skipanin byrjaði í juni
2001, hevur Arbeiðsloysis-
skipanin, eftir áheitan frá
Vinnumálastýrinum, staðið
fyri útgjaldinum av barsils-
peningi. Toll- & Skattstova
Føroya stendur fyri inn-
gjaldspartinum.
Útlitini fyri 2002
Hóast tað kanska verður ein
framhaldandi vøkstur í tí
føroyska búskapinum í
2002, verður hesin tó vænt-
andi ikki eins stórur, og vit
hava sæð tey seinastu árini.
Henda meting verður m.a.
grundað á fallið í fiska-
prísunum og trupulleik-
arnar innan rækju- og ali-
vinnuna. Byggivinnan og
aðrar vinnur boða tó frá
støðugt nógvum arbeiði í
2002. Á ALS síggja vit
somuleiðis eitt framhald-
andi fall í arbeiðsloysinum,
nú í byrjanini av árinum,
samanborið
við
sama
tíðarskeið í fjør. Hetta
saman við lønarhækking-
unum
á
arbeiðsmarkn-
aðinum, førir óivað við sær,
at inntøkurnar hjá ALS
verða nakað hægri í 2002
sammett við 2001.
Støðuga fallið í arbeiðs-
loysinum fer væntandi at
hava við sær, at útgjaldið av
arbeiðsloysisstuðli verður
nakað lægri í 2002 enn í
fjør. Tó kunnu trupulleikar
í fiskivinnuni á sjónum og á
landi koma at bera við sær
økt útgjald innan bæði
fiskavirksisskipanina
og
vanligan arbeiðsloysisstuð-
ul.
Við tí vaksandi gjaldsfør-
inum er úrslitið av fíggj-
arpostum alsamt vaksið
seinastu árini. Útlitini fyri
avkasti av virðisbrøvum í
2002 eru rímulig, og hetta,
samanhildið við alsamt
øktu
lánsbrævaognina,
hevur við sær, at úrslitið av
fíggjarpostum
í
2002
væntandi verður nakað
hægri enn í 2001.
Sí annars hjálagda árs-
roknskap fyri 2001 við
samanberingartølum fyri
2000. Somuleiðis eru hjá-
løgd hagtøl, ið lýsa gongd-
ina í arbeiðsloysinum sein-
astu árini.
Vinarliga
Arbeiðsloysisskipanin
Arbeiðsloysistryggingin tjenti 82 milliónir seinasta ár
C
M
Y
K
19
18
Grønt havahegn:
90 cm x 25m
60cm x 25m v/ tungum
Høsnahegn
50-60-90-120 cm
Urtagar
Urtagarðsambo
samboð:
Spakar - R
Spakar - Rívur o.a.
vur o.a.
Hj
Hjólb
lbørur
rur
Cempexo - betongfarva 12,5 kg
hvít - grá - gul - creme
Plantugift og Vespugift
Skálatrø 14 • Postboks 20 • 110 Tórshavn • Tel. 31 79 20
Kunsttøð: 5-10-25-50 kg
Kálksalpetur
NPK-Universal
Nitrophoska
Natúrtøð:
Florina høsnatøð 15 kg
Rododendron - Animix 2 kg
Rosintøð - Animix 2 kg
Dolomit jørðkálk 25 kg
Havamold taða 80 l
Havamold spagnum 150 l
Bark til urtagarðin 80 l
Græsfræ 1-2,5 kg
ALT TIL URTAGARÐIN
Saksar
Saksar
S
S
RAKSTUR