Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. apríl 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 74 - 19. apríl 2002 – Í næsta mánað verða royndir gjørdar fyri at vita, hvar tað er best at leggja nýggju samferðslu- havnina á Trongis- vágsfirði SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen Tvøroyri: Fyrst í komandi mánað fara umboð fyri Tvøroyrar Býráð og Lands- verkfrøðingin til Dan- markar. Ørindini eru at gera royndir í einum hyli hjá Dansk Hydraulisk Institutt fyri at vita, hvar á Trong- isvágsfirði tað er best at leggja eina nýggja sam- ferðsluhavn. Nú nýggj suðuroyarferja skal setast í sigling í 2004, verður tað eisini neyðugt at gera nýggja samferðslu- havn á Trongisvágsfirði. Tað verður landið, sum skal byggja og eiga nýggju samferðsluhavnina í Trong- isvági og fyribils metir Landsverkfrøðingurin, at hon liggur best fyri ímillum húsið hjá Bilaeftirlitinum og Lítluholmar, ið eru nakað uttanfyri samferðslu- havnina á Drelnesi á syðra armi á Trongisvágsfirði. Á Hydraulisk Institutt er modell gjørt av Trongis- vágsfirði og royndirnar, sum skulu gerast fyrst í mai mánað, skulu vísa, akkurát, hvar á fjørðinum tann nýggja samferðsluhavnin liggur best. Finnleif Guttesen, borg- arstjóri á Tvøroyri, sigur, at tað, sum dentur verður lagdur á, at havnin skal gerast so, at tað ber til hjá nýggja suðuroyarskipinum at leggja at, bæði eystur og vestur og norður og suður, alt eftir, hvussu ættin er. Atløgubryggjan norður og suður verður bara eitt grótkast við stabbum á, sum hann kann leggja at. Samstundis skulu roynd- irnar vísa, hvussu havnin fer at ávirka viðurskiftini á norðursiðuni. Og nú modell kortini er gjørt av fjørðinum, er eisini ætlanin at royna, hvussu ein moli frá syðra landinum, út á fjørðin, fer at avirka viðurskiftini inni á fjørðinum. Men borgarstjórin sigur, at ein slíkur moli verður ikki gjørdur nú, tí hann er eitt kommunalt mál burt- urav, sum liggur langt frammi í tíðini. Má byrja í vetur Finnleif Guttesen sigur, at skal samferðsluhavnin verða liðug samstundis sum nýggja suðuroyarskipið, verður neyðugt at fara undir arbeiðið longu í vetur. – Landsverkfrøðingirin metir, at tað verður neyðugt at bjóða arbeiðið út í heyst, so at farast kann undir tað fyri ársskiftið. Enn er nógv ívamál eftir, sum ikki eru avgreitt, eitt nú, hvussu verður við far- støð á ferjuleguni og, hvað- ani grótið til leguna skal koma. Finnleif Guttesen sigur, at eitt, sum hevur verið frammi, er at sprongja tunnil inn í lendið, sum so kann brúkast til goymslu- rúm onkusvegna, sum í Fuglafirði, men tað allar- besta hevði sjálvsagt verið at tengt arbeiðið saman við einum tunli ímillum Øravík og Hov. Men borgarstjórin vísir á, at á landsins fíggjarætlan fyri í ár er onki sett av til arbeiðið, uttan 2,6 milliónir til modellroyndirnar og aðrar fyrireikingar. – Tí verður neyðugt við eini eykajáttan í ár til arbeiðið, sigur hann Landsverkfrøðingurin hevur mett, at nýggja samferðsluhavnin fer at kosta 50-75 milliónir. Fara nú at royna nýggja samferðsluhavn á Tvøroyri Enn er endalig avgerð ikki tikin um, hvar nýggja samferðsluhavnin á Tvøroyri skal gerast og enn eru ongin peningur settur av. Men skal havnin verða liðug, tá ið nýggja suðuroyoyarskipið verður liðugt, verður neyðugt at fara undir arbeiðið longu í ár Ein av fyrstu døgun- um sleppa norðoy- ingar endiliga aftur at svimja, nú svimji- høllin letur upp aftur SVIMJIHØLL Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík: Ætlanin er, at svimjihøllin skal lata upp antin komandi leygardag ella týsdag. Síðan 1. august hevur svimjihøllin staðið fyri umfatandi broytingum bæði innan og uttan, og tískil hevur ikki borið til hjá klaksvíkingum og øðr- um at tikið nakrar longdir í hyljunum. 1. byggistig Umvælingarnar, sum eru farnar fram, eru partur av fyrsta byggistignum av trimum, sum svimjihøllin skal ígjøgnum. 1. byggistig varð gjørt fyri at skapa nýggjar karm- ar um framtíðarsvimji- høllina, sum væntandi fer at standa liðug um nøkur ár. Í hesi framtíðar svimji- høll fara norðoyingar at kunna njóta eitt heittvatns- umhvørvi við gosbaði, eitt cafeteria og ein 45 metur langan skreiðibana, um- framt at eitt nýtt teknik-rúm eisini verður gjørt í kjall- aranum. Nýggja lyftu 1. byggistig hevur umfatað broytingar bæði innan og uttan. Nógv er gjørt uttan- dura við svimjihøllina, og innan er eitt nýtt skifting- arrúm gjørt til menningar- og rørslutarnaði, umframt at ein lyft er sett upp til tey rørslutarnaði at nýta. Hendan lyft kann bera tey rørslutarnaði allan veg- in til sjálvan svimjihylin, og hevur svimjihøllin leingi havt tørv á eini slíkari. Harafturat er nærum alt gjørt av nýggjum innan, og eitt nýtt ljóðannlegg er eisini sett upp. Hetta hevur alt ført við sær, at svimjihøllin nú sýnist at vera nógv ljósari og frískari, enn hon var áðrenn umvælingarnar. Umvælingarnar innan eru nú komnar so væl ávegis, at svimjihøllin kann lata upp aftur. Enn er ikki alt liðugt uttandura, men arbeitt verður framvegis við hesum, hóast almenn- ingurin nú aftur kann gera nýtslu av nýmótans um- hvørvinum innan. Norðoyingar sleppa aftur at svimja Teir rokast óført við at leggja seinastu hond á umvæling- arnar Frá fríggjadegi 19. apríl til hósdagin 26. apríl Stýrivolt Kina syndromet Sjónvarpið verður við á trimum valfundum kring landið seinastu vikuna uppundir valið. Valfeløgini skipa fyri fundunum og teir eru almennir. Ætlanin er at geva áhoyrarunum rúmar møguleikar at blanda seg í kjakið. At hava viðmerkingar og seta spurningar. Fund- irnir verða skipaðir sum al-mennir pall- borðsfundir. Hvør flokkur hevur trý um- boð við á fundunum. Valfundirnir verða sendir beinleiðis í sjón- varpinum Fundirnir verða klokkan 20.25 eftir hesi ætlan: Mánakvøldið 22. apríl í Roynhøllini í Hvalba Mikukvøldið 24. apríl í ítróttarhøllini í Klaksvík Fríggjadagin 26. apríl í ítróttarhøllini á Kambsdali í Eysturoy. Sjónvarpsvertir verða Øssur Winthereig og Tórður Mikkelsen. Valfundir kring landið Fres – matpakkar Fríggjakvøldið kl. 18.30 Leygarkvøldið kl. 20.40 Nú tað stundar til val… So byrjar endaspurturin! Í longri tíð hava dagbløðini verið á tremur við valgrein- um, og nú fylgja loftmiðl- arnir tropp. Fyrsta sending- in Tinggáttin var send mánakvøldið, og tá var tað Sjálvstýrisflokkurin, sum skuldi kunna um síni sjón- armið. Byrjanin av send- ingini var ein ferð við floksformanninum, Eyðuni Eltør. Hvat, ið hann segði? Spyr ikki meg! Eg sat burt- uri í øðrum heimi og hugdi eftir myndunum aftan fyri formannin, sum minti meg um løgin gandakend glans- bíløt. Aftaná var Sámal Petur í Grund spurdur um ymisk viðurskifti av tveimum sjónvarpsvertum. Um nak- að nýtt kom fram? Nei, eg helt, at tað var rættiliga keðiligt at hyggja og lurta eftir. Týskvøldið var tað so Miðflokkurin. Formaðurin byrjaði við at greiða frá grundsjónarmiðunum hjá flokkinum. Eisini spurdi hann tveir aðrar menn, sum eru uppstillaðir, um teirra áskoðan. Eftir hetta var for- maðurin spurdur í góðar 25 minuttir um valskrá og stevnuskrá. Um nakað nýtt kom fram? Nei, men henda sendingin var ikki so keði- ligt at lurta eftir sum tann fyrra! Kanska eru Jenis og hansara sjónarmið meiri áhugaverd! Eitt var tó felags fyri báðar sendingarnar: Bara menn umboðaðu flokkar- nar! Hvar vóru konufólk- ini? Hví sleppa tær ikki framat í sjónvarpinum? Sjónvarpið er ein sera týdn- ingarmikil miðil og er sera vælegnaður at føra seg fram í, so her kundu konu- fólkini rættiliga sloppið at gjørt vart við. Tað hevði helst hjálpt, um sjónvarps- vertirnir kravdu, at bæði kynini vóru umboðað í slíkum sendingum! Sunnudagin seinnapartin var ein rættiliga áhugaverd og skelkandi sending um kristin samkynd og kirkj- una. Sendingin bygdi á dagbóksbrot hjá ungum kristnum norskum manni, sum ikki megnaði at liva við, at hann var samkyndur. Hann orkaði ikki at liva við lygnini og kláraði ikki at koma til sættis við sann- leikanum. Sendingin lýsti støðuna hjá kirkjuni í Norðurlondum til tey sam- kyndu, og hvussu torført tað er hjá kristnum sam- kyndum at finna og sættast við egnan samleika. Onnur áhugaverd send- ing í Svf var mánakvøldið. Hon snúði seg um, tá ið børn missa. Í hesi sending- ini greiddi ein lærarinna frá, hvussu hon hevði roynt at lætt um gerandisdagin hjá trimum børnum í sínum flokki, sum høvdu mist systkin og foreldur. Ein áhugaverdur spurn- ingur, sum kom fram í sendingini, var, hvar mark- ið gongur millum tað heim- liga og skúlan. Var tað rætt av lærarinnuni at tosa um sorgina og missin hjá hes- um trimum børnunum í teirra flokki? Sjálv ivaðist hon viðhvørt, tá ið hon kendi seg ovbyrjaða, og fleiri starvsfelagar hildu, at skúlin átti ikki at blanda seg. Lærarinnan fekk royndar sorgráðgevar at hjálpa sær, og tá ið saman um kom, vóru bæði foreld- ur og næmingar sera takk- samir fyri arbeiðið, sum henda lærarinnan stóð fyri. Eftir hetta fekk skúlin eina skipaða ætlan, hvussu far- ast skal fram, tá ið sorg rak- ar næmingar. Tunnlig vika, men okkurt var so! Lydia Didriksen ummælir: Mána-, miku- & fríggjakvøldið kl. 20.25 Mánakvøldið kl. 20.00 C M Y K 21 20