Sosialurinarkiv
Sosialurin 1955-06-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. juni 1955síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 26 SOSTALURIN Ofta byr fals undir frium skinni. Gerid so væl at hysa hesi grein: Síðan eg kom heim úr Íslandi, eg av og á kagað niður í „14. sept.«. Henda skriving tykir mær so ógvislig, ósiðilig og á mangan hátt so ómoralsk, at hon valla finnur líka sín í allari heims- pressuni. Hon er ovmikið litað av at vera skrivað fyri tápulingar, at fólk yvirhevur taka hana fyri fult. Fyri hampa- og toluliga mentaðum fólki man hon tí í flestu førum verða javnmett við tær dyggastu kriminalromanirnar. Kann vera, at Forøyingar eru fóðurlættir, men teir taka nú einaferð ikki við ellum lættisoppunum, ið teimum býðst. Tá ið eg ikki beinan nevndi, hvussu ósonn henda skriv- ing er, so var hetta orsakað av, at ella villleiðingarskriv- hesum blaði Blaðið kemur grovum — og havi vegin ósannindis- ingin bjá hevur eina serstoðu. fram við ógviliga ofta hálvum og heilum lygnum — skuldsetingum móti eðrum, men tegir burtur síni og partamanna svikabrøgd móti t. d. fiskimonnum. veruliga Landsstýrið verður lagt undir allan møguligan fjandansskap. Í tí rætt: men so verið blaðsins er tíverri almikið skuldi tað skylda at sagt frá sínum egna luti og egnu ábyrgd í hesum fjandans- skapi. Tað tegir blaðið við — og háttur at ljúgva spæla eisini tað er eisini ein uppá og serstakliga at myrkaspæl við lesarunum uppá. Læknamålid Seinni tíðina hevur blaðið ser- stakliga válkað sær í læknamálin- um, men sum vanligt gloymir tað at siga frá tess egna og parta- manna beinleiðis og óbeinleiðis samarbeiði við landsstýrisflokkar- nar fyri at fella málið. Við vitandi og vilja roynir blaðið at tiga burt- ur, at H. við Høgadalså og D. P. Danielsen i dyggum samarbeidi vid landsstýrisflokkarnir vóru við at reka málið burtur av tingi og svíkja orð og lyfti, ið teir einaferð høvdu givið Klakksvíkingum. Heldur ikki nevna teir við einum orði, hverja mótteku teir góvu uppskot- unum hjá Richard Jacobsen, tá ið hann í seinastu tingsetu royndi at fáa í lag eina loysn. Hví íkki endurgeva rødu Erlends Patursson- ar, har hann legði fram sínar grundir, hví hann ikki helt seg kunna ganga ynskjum Klakksvík- inga, soleiðis sum orð- aði í uppskoti Richards Jacobsens, á meti? Nei, tøgn er besta vápn hjá hesum monnum í hesum máli. Á tann hátt Norð- oyingar fara at gloyma svikabrøgd- tey vóru vóna teir, at ini. So man tó neyvan fara at vera. Norðoyingar hava víst, at frægari tari er í teimum, enn at teir lata seg villleiða og nýta til blok, nú hesir politisku myrka- spælararnir endaliga hava fingið eyguni upp og vórðu noyddir at ásanna, at Klakksvíkingar meintu tað álvarliga og vóru til reiðar at taka ímóti bæði donsku politimonn- unum og teimum, ið altíð svíktu, hverja ferð ástóð. Tí semir tað hesum monnum betur at halda seg á básinum saman við landsstýris- flokkunum, ið teir hava gjørt fel- ags sak við í hesum málið — íkki bert einaferð, men altíð. Henda ógerðin kann tigast burt í einum blaði, men í minni Norð- oyinga verður hon ongatíð at hverva. Minstalønarsvikid — Mætasta mål, ið fyri var á tingsetu, er óreingiliga prísviðbótarspurn- seinastu minstalenin og ingurin. Hvussu bóru hesir menn seg at í hesum málum? Um várið 1954 vóru fiskimenn í verkfalli, orsakað av einum týði- ligum broti frá formannsins síðu av sáttmálanum, ið inngingin varð árið fyri, hareftir fiskimenn mistu hundraðir av krónum, ti hesin sátjmáli var so illa gjørdur, men at hann stórliga minkaði heldur | enn at økja um inntøkumøguleik- arnar. Mangt og margt hendi undir hesum verkfalli, ið ikki skal um- raðast her, men vert er at nevna, ' at formaðurin — Erl. Patursson — einaferð bjóðaði reiðarunum at av- lýsa verkfallið, um teir vildu ganga við til tað láturliga lítla, at hækka línuprosentið við einum einasta pst.. Hetta var kortini so lítið, at fiskimenn ikki eingongd vildi vunnið tað aftur, ið teir mistu árið fram- manundan. Men so forstokkaðir vóru reiðararnir, at teir ikki gingu við til hetta, hóast teir fullvæl vitstu, at teir harvið hevdu beint fyri Erl. Paturssyni bæði sum fiski- mannafelagsformanni og politikkara, hvat ivaleyst vildi havt verið ein stórsigur fyri fiskimenn. Bótin Omaná hetta verkfallið kom bót- in. So legið tað ljóðar var Fiski- mannafefagið til reiðar at gjalda allar sakarumloysirnar hjá reiðar- unum. Vórðu fiskimenn spurdir, vildi ivaleyst eingin gingið við til hetta. Hvat sjálvari bótini viðvíkti góvu reiðarar ríkliga eftir, tó skuldu vit gjalda 120.000 kr. Varð hesin peningur goldin beinleiðis, vildu teir, ið stjórna felagnum, havt míst andlitið beinan vegin, tí varð ella verður hesin peningur goldin um- vegis — snildislig er mannagongdin hjá hesum heilt blindir eru vit tó ikki. monnum, men Pínslavátturin Lítið ber til at uttan at róta í hesum vavgreytinum nevna eina hending, ið nú man vera búgvin at fáa ein meira enn hon hevur fingið tað dóm, rættferðarligan | frammanundan. Erl. Patursson varð fyri óðamannagerðir demdur at haldast í fangatyppi í 40 dagar. } Glaðbeintur kvikaði hann sær út í í Tinganes — ætlandi fyri at spæla ! pínslaváttur. Nú hendi tað, at ein | kundi hoyra, at Erl. »bløddi« fyri okkum fiskimenn. Slíkt tvætl taki eg ikki undir við. Nei, nei, tað var ikki Erlendur, ið bløddi. Erlendur fekk fulla løn bæði undir verkfall- inum, og meðan hann sat. Men tey, ið bløddi, vóru vit fiskimenn, okkara konur og okkara bern. Vit bløddi, vit fingu onga løn, ongar pengar, vit máttu geva út á hvorjum degi — og einki oyra kom inn, vit mistu og mistu í stórum. Tað er veruleiki! A PREV ONE TINGE 0 10 AM Tá id teir tóku hinar 150 krónurnar So kom valið. Fiskimannafelags- formaðurin — pínslaváttavaldur — kom á ting sjálvur sætti. Og so henda svikabrøgdini slag í slag. Nú vísa teir andlit. Vit høvdu vunnið 800 kr. í minstulon. Tað teir halda vera ov mikið. at vit, ið árinum, mundi Hver meining var í tí, bert arbeiða ein part av skulu fáa somu len sum fastlontir, lærarar og aðrir? Nei, her mátti kutast burtur av. Nevnd fiski- mannafelagsins setti tí uppskot um, at takast skuldi 150 kr. burtur av månadarløn okkara. Hetta uppskot kom á ting, og í figgjarnevndini ' varð hetta av Erl. Paturssyni, H. við Høgadalså, Poul Petersen, An- dreas Djurhuus, Hans Iversen og Djóna í Geil gjørt til lógaruppskot og seinri gjørt til lóg við tingsam- tykt. Harvid høvdu fiskimenn mist 150 kr. um månadin, okkara livi- líkindi vóru skerd, minni til matna og klædna, einki til fríðkan av heiminum, einki til lærdóms hjá børnunum o. s. fr. Soleidis hava hesir menn tíggjað sær. Skomm fái teir fyri tað! Men vit skuldu ikki bert eyðrænast fyri hesar 150 kr. ; 5 25. JUNI 1955 a ——øiiieew Samstundis vórðu vit dýktir undir í tolli — 1 milj. 200,000 kr. Har- við skerdi teir livilíkindini enn meira, ja, eg fari neyvan stórvegis villur, um eg sigi, at vit við hesi tolllógini, t. v. s. skerjanini av keypikraftini og so teimum 150 kr. burtur av minstulonini, í minsta lagi hava mist 300 kr. um mán- aðin. Fleiri orð nýtast ikki. Hesir menn hava sjálvir tala. Teirra tala røkkur inn í hvert fiskimannaheim í Feroyum. Vit kenna sviðan av svikunum, konurnar og børnini kenna sviðan av svikunum. Og hin ruðuleikin Hvussu verður ikki talað og skrivað um vidurskiftini í Gren- landi. Sáttmálin út av lagi ringur. Eingin minstaløn fyrr enn mið- skeiðis í juni. (Tað er tíðin, tá ið Tinganes hjá D. P. Danielsen, partamanni Erl. Paturssonar, frm. Fiskimannafelagsins fer yvir). Ja, soleiðis er lagið — ruðuleikin. Og so Íslandsmenninir. Við stór- um lýsingum verður teimum játta bæði eitt og annað, bert teir vilja fara yvir. Men hvat hendir. Pind- skatti. Eingin til konuna, ir verða vit eftir peningur kemur heim sum í langar tíðir einki hevur at keypa fyri. Hungur og hall í heim- inum, alt í ólagið, einki fast at halda um, eingin fastur og rætt- ferðsligur sáttmáli. Soleiðis eru vit viðfarnir av teimum, ið settir eru og sett seg hava á odda fyri okk- um. Í dýrum dómum skulu vit gjalda fyri at fáa peningin heim, hóast vit seinasta ár fingu lima- gjaldið hækkað við 10 kr. frá 20 upp í 30 kr. Felagið er veruliga gloppið okk- um fiskimonnum av hondum, men felagir, í heyst verður val av nýggjum, lat okkum tá gera upp við hesar níðingarnar og aftur taka ræðið í okkara egnu hendur! Fiskimaður. L | icitation. Vegna skúlabyggineynd Tórshavnar býráðs verða hesi arbeiðir viðvíkjandi nýggja kommunuskúlanum útboðin í almenna licitation: I. Inn- og útvendigt pussiarbeiði v. m. 11. Centralhiti, kalt og heitt vatn-innstallatiónir. Tekningar, frágreiðingar fáast til láns frá hósdegi 23. juní hjá Lamhauge & Waagstein, Tinghúsvegur, móti 100 kr. í veðhaldi. Tilboðini skulu í seinasta lagi vera innkomin á skrivstovu okkara: I. Múrara-tilboð leygardagin 9. juli 1955 kl. 12. II. Rerleggjara-tilboð leygardagin 23. juli 1955 kl. 12. LAMHAUGE & WAAGSTEIN TÓRSHAYN AVRIKAR ALT PRENTINGARARBEIÐI TELF 1820 Í —————nðÚÞ0K————Þi PRENTSMIÐJAN Á HEYGSBREYT |