Sosialurinarkiv
Sosialurin 1956-06-09, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juni 1956síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

9. JUNI 1956 SOSIALURIN - KLAKKSVÍK i DAG | Góð Nordoyarstevna, Fólkið var ikki av ti mesta. — Veðrið var hampuligt men nóg so kalt. Nógv ítrótt fór fram á stevn- serliga hugtakandi var at síggja mannsliðdystin millum Sandavág og Neistan úr Havn. Fótboltsdysturin millum HB og KÍ I. lið royndist ikki av tí besta. Tað betra liðið vann, men nóg so nógv eftir spælinum at meta. Vit hava ofta sæð HB og KÍ spælt betri. Stuttligt og vakurt var at síggja skúladreingjaliðini úr Fugl- afirði og Klakksvík, tað barnsliga, káta lýsti av dreingjunum, og so vóru teir so vakurt ílætnir. Kvinnu hondbolturin millum Sandavág og Klakksvík royndist toluliga væl. Kappróðurin, sum annars var hampuliga góður, kom ikki at roynast so spennandi av tí, at ov mikin munur var ímillum teir ymisku bátarnar. T. d. kom Vág- bingur at verða einar 2—3 båts- longdir fremstur. Eisisni Sílið, mannað við kvinnum, vann held- ur nógv yvir Fípuni føgru. 6- mannafarsróðurin royndist á sama hátt. Dreingirnir, ið mannaðu Sílið og Fípuna føgru, róðu rætti- liga javnan róður. Klakksvíks- dreingirnir vóru stíva skutslongd fremri. Ikki einans ítróttin hugtók fólk á Nordoyastevnuni, Hin mentunn- arligi tátturin var væl umboðaður. Torgið var sera vakurt uppskrýtt, og midnáttarsamkoman eydnaðist frálíka væl. Tað góða samarbeiði, ið er komið í lag millum Havnar og Klakksvíkar hornorkestur, er prísvert. Hesi feløg hava seinastu árini gjørt samarbeiði á Norðoya- stevnu og t. d. Ólavsøku. Teirra frálíki tónleikur setti sín hugna- liga dám á samkomuna. Aftaná tónleikin helt John Reid Bjartalíð eina stutta midnáttarrøðu. Røðuna hava vit prentað aðrastaðni. Sam- koman endaði við, at gentukór úr z Fuglafirdi vid Herluf Bertelsen å uni, odda, sang 5 vakrar sangir. Her- luf hevdi frålikt tak å hesum ungu genturøddunum. — Undir hinum framúr væl eydnaða fólkafund- inum vóru hópur av fólki, Fund- urin var innleiddur við vakrari skrúðgongu. Síðan spældu orkestr- ini. Inn ímillum røðurnar, ið hildnar vóru av Jóhann Nielsen, presti, og Sigurd Heinesen, lærara sang Klakksvíkar sangfelag við Sámal Petersen, yvirlærara, sum sangleiðara. — KÍ hevði eydnu- hjól og eina lítla burturlutan, ið tilsamans góvu umleið 3400 kr. Sum vanligt endaði stevnan við togtogan og kapprenning. Togtog- anina vunnu avbygdamenn. Í ár var hetta ein sermerkt løta við tað, MAÐURIN, sum fyri 5 árum varð givin Norðoyar- at síðani av Í stevnunevndini til útróðrabátarnar varð avhend. — tann at kappast um, Kappingarreglurnar bátur, ið veiddi mest í peningi frá nýggjárinum til 1. mai, vann hesa vøru: | standmynd. Kappingin hevur stað- ið millum Eystnes og Ørv; men í ár hevdi Ørvur veitt meira, navn- liga fyri 120.000 kr. Janus Kam- ban hevur gjørt myndina, ið vísir mann, sum við mudd í hond stendur og bløðgar ein fisk. John Reid Bjartalíð avhendi við væl- valdum orðum myndina til Pól ! Jakkup Olsen, skipara, id helt vakra takkarrøðu. Kappingarúrslitini vóru hesi: 4-mannafør: 1. Tjaldur, 2. Ritan, báðir úr Klakksvík. G-mannafør: 1. Smiril, Vági, 2. Sjóormurin, Klakksvík. Gentubátar: 1. Sílið, Havn, 2. Fípan fagra, Klakksvík. Í Dreigjabåtar: 1. Fípan fagra, Klakksvík, 2. Sílið, Havn. 10-mannafér: 1. Vágbingur, 2. Havnarbáturin, 3. Studenturin, 4. Klakksvíkingur. ' Fótboltur: HB og KÍ IL lið 1—1, HB KÍ I. lið 4—1. Skúla- PF. J- J- JACOBSEN, Klakksvík krambúðunum hjá okkum fáa tygum allar verur: slachs vindjakkar kjólatoy meturvorur damufrakkar harrafrakkar klædningar klædningatoy ViT KEYPA telefonir : skrivstovan 7 og 207 toystovan 307 mativørudeildin 107 spísistell kaffistell annars alt isinkramm øll sløg av vidskera altíð nógva og góða føroyska kjøtpylsu grisakjøt kålvakjøt oksakjøt annars allar matvørur allar foroyskar verur, ull og kloddar, neytakjøt og kålvakjøt nógv av emaljuvørum | i byrjan, dreingir Fuglafirði—Klakksvík: 0—2. Hondboltur: Sandavåg—Stjørn- an (kvinnur) II. lið 5—3. Sanda- våg Neistin I, lið 4—5. Fyrst runnu hes- r tríggir: 1. Ejlev Hansen, Vest- manna, 2. Pól Niclasen, Klakksvík | 3. Kristmund Kunoy, Kunoy. Síð- | ani hesir tríggir: 1. Bergur Peter- sen, Fuglafirði, 2. Georg Hansen, Klakksvík, 3. Sverri Línklett, Klv. Alt í alt ein góð steyna. Barið, Eystnes og Coralia eru komin undan Íslandi, har tey hava fiskað til ís. Fugloy og Carlton væntast heim í fyrstu viku. Keldan fer um vikuskiftið til Íslands við sneri, Polo fór hósdagin til Noregs við tunnufiski, fer síðani til Dan- markar og Sveríkis, har hon tekur viðafarm heimaftur. Osvald Helmuth kemur hós- morgunin um ll-tíðina og spælir kl. 8 í fimleikarhellini, har rúm er —wiiWiiiw NR. 23 fyri 350 áskoðarum. Hann fer av- stað beinan, liðugt er. Málningaframsýningin. Norð- oyastevnuaftan var málningafram- sýning opnað í Tekniska skúlanum. Hon verður opin til 16. juni, hvert kvold frå kl. 6—8. Tey listarfólk, ið her sýna kynstri sítt, eru Frida í Grótinum, Erik Hansen, Hans Hansea (Mikladal), Eliesar Joensen, Fridtjof Joensen, Paulina Joensen og Svend Liitzen sáli. Við teirra 55 málningum sýna tey, at her er væl statt í bygdini á hesum vakra listagki. Bernard Brim skald hevur lagt til rættis. Barnaframsýningin. Á Norðoya- stevnuni var eisini framsýning av skúlabarnatekningum. Tær um leið 300 tekningarnar, ið prýddu vegg- irnar í fimleikarhøllini, vóru við til at seta dám á stevnuna, og hug- tikin vóru tey vitjandi av úrslitinum av hesi vøkru lærugrein skúlans. Kristian Mørkøre, kennari hevdi lagt til rættis. At skapa sær eina løtu Midnáttarrøða John Reid , Bjartalíðar á Nordoyar- steynuni: Háttvirda samkoma! Lívið hevur skiftandi streymar; tað kann vera beiskt, og tað kann vera blítt. Stundum kann tað tykj- ast, sum eru vit heilt dottin í botn í einum dimmum dali, og stund- um, tá best veit við, standa vit spelkin á ovastu rók fjallanna og skoða lívsins fagurleika og ríki- dømi. So ójavnt gongur á. Henda løtan er júst ein av teimum, har vit felags hava leitað uppá fjalla- rókina, og vit njóta útsýnið, gleð- ast yvir lívsins dygdir og akur leikan. Vit hava heilt smoygt tað gerandisliga og tað beiska burtur av okkum, vit halda eina summar- hátíð, sum er sveipað inn í summ- arsins vakra náttúrukrans, tá alt livandi gleðir seg. Fuglurin syng- ur í erva, grøðin teskar í neðra, land okkara stendur summar- skrýtt. Hvat annað enn vera glað? Rætt so. Summargleðin er yvir okkum. Fólk leita út í náttúruna, gera útferðir — ungfólk spælir á leikvøllum 0. $. ir. Kallið røkkur víðari, tá teir kátu streingirnir tóna. Tað boðar til samkomu, til eina fjøllbroytta samkomu, har teir ymissu streingirnir fáa ljóð, sum tóna í fugurleikanum og gleð- ini. Júst hetta rúma stevnurnar, Tá er stundin til at leita fram okkara besta í songi, tónleiki, ítrótti, list, fólkafundi, kristnifundi og vinar- | og ættarkenslum. Samkomur av tílíkum uppruna eru øldargamlar, og her hava vit | | ein søguligan arv at røkja, og hann | eiga vit at fara væl um. Hetta er har vit siga samstundis | ein sameindarløta, farnum farvæl, sum vit heilsa ti, id hevur tikid vid, Dagurin er lokin, leikir og r dansurin er av. Ein summarnátt e degi eitt stuttdimm nemur ' oyggjarnar, so er aftur ljóst, fugl- in er av. So ójavnt tað er, eina slíka summarløtu; meðan fuglurin ber sína morgunkvøðu, fara vit til songar. Men so má tað vera. Menniskjan er skapt so: ar- beiða og hvíla. Hvíldin er ikki einans svøvnurin, men ein løta, sum ber at tí hugtikna, ið kann vera ein lætti fyri kropp og sál. Hetta er ein løta, av tí rætta slagnum, har vit — børn og vaksin — hugtikin sveima í hvíldini, og vit eru felags um eina ríka gleði- „løtu. Hetta unnast okkum, men mangir eru teir Føroya synir, sum ár um ár ikki unnast slíkar løtur. Teirra lagna er, at teir megu rýma frá tí føroyska summarinum til fremmandar strendur at veiða fong heim til landa. Teir eru okk- ara álit og vón. Eitt samfelag er nú einaferð so, ymissir eru tátt- irnir at røkja. Latum okkum hesa løtuna, hvør sær eisini minnast teir við at senda teimum eina sam- hugskenslu á hesi gævu løtu. Eg vil enda hesi mini fáu orð við ynski um, at ungir sum eldri megu fáa eitt nartl av tí fræga í lívinum sum viðføri av stevnuni. Eydnuríkan Norðoyastevnudag. ———————i Maðurin, ið hevði sitið eina nátt í fangahúsinum fyri fyllskap, skrivaði til myndugle ikarnar: — Eg varð tveittur inn í eitt grátt trist rúm, Har var ikki so mikið sum eitt teppi á tí hørðu bríkini. Ikki øll sum koma higar, hava náttúr til slíka viðferð. Tað må vera myndugleikanna skylda at syrgja fyri, at eingin fangi kemur nakað til. Ég tali vegna øll tey, ið innsett verða fyri fyllskap. Siviliser- að menniskju mugu hava líkindi til at sova rúsin út undir meira hugnaligum viðurskiftum. Myndugleikarnir Siviliserað menniskju drekka seg full. Haldið Sosalin! honum: ikki at svaraðu eiga