leygardagur 18. august 1956síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 33
SOSIALURIN
rá løgtinginum
Figgjarløgin var til viðgerðar
7. august.
Javnaðarflokksins vegna talaði
P. M. Dam og málbar seg so-
Hetta er altso tað størsta málið
á tingi, og fíggjarneyndin, sum
fær málið til viðgerðar, má nú
royna at fáa eitt gott úrslit, so-
leiðis at peningurin verður væl
nýttur til uppbyggjan av landi
okkara.
Tað fyrsta, sum eg leggi til
merkis er, at ikki er meira avsett
til havnagerð enn 134 túsund kr.
Hvussu heldur okkara landsstýri,
at havnirnar í Porkeri, Hovi, Eiði,
Sandi og aðrastaðni skulu kunna
verða bygdar, tá ið so pinkalítið
av peningi verður til at býta sund-
ur millum fleiri bygdir nú í hesi
tíð, meðan alt kostar nógvan
pening. Hesar nevndu bygdir og
aðrar hava nú í mong ár noyðst
at stoðga, tí landsstýrið saman við
hinum sambands- og fólkaflokks-
monnunum viðtók, at tær skuldu
steðga.
Í 1942 varð játtað 207 túsund
til havnabygging í Porkeri. Tá
var prístalið 187 og nú er tað 324.
Tað vil siga, at 207 tús. kr. tá
verða eftir núverandi prístali tað
sama sum 358 tús kr. Porkeris
sóknarstýri ætlar nú at byrja
havnabyggingina og hevur fullan
rætt til at fáa hesar 358 tús. kr.
lagdar á borðið beinan vegin nú.
Tað fer ikki at bera til at lata teir
fáa 30 ella 40 tús. kr., soleiðis
sum játtað varð í fjør. Soleidis
kann eitt landsstýri og løgting
ikki bera seg at. Tað sama kann
verða sagt viðvíkjandi Hovi, Eiði,
Sandi og oðrura bygdum. Men við
13 Aús. krónum, sum landsstýrið
nå vil jåtta til havnagerð í øllum
Foroyum verða mong deyð av
elli, áðrenn nøkur havn verður
liðug í teim nevndu bygdum og
ødrum við. Her má eitt annað skil
koma á.
Afturhaldsmenn gjørdu eina
vanlukku, tå ið teir avtóku lands-
handilin, Allar verur eru nógv
dýrkaðar. Allir privatir menn, ið
eiga skip, líða stórt tap av veru-
dýrkan, sum agentar og grossistar
og aðrir hava stóran vinning av.
Ikki minst tær tómu sildatunn-
urnar, ið nú eru dýrar at keypa,
meðan landshandilin seldi tær
nógv bíligari og harvið gav stóran
vinning til fiskimenn og privatar
skipseigarar, sum nú megu rinda
óneyðugan pening til heilsølu-
menninar.
So er tað skúlamálið. Nú má
javnaðarmanna gamla mál um
kostskúla koma í rættlag, soleiðis
at ikki peningapungurin skal vera
avgerandi, um børn og unglingar
skulu kunnu læra ella ikki. Hin
konservativa kapitalistiska vana-
hugsanin er landsskaðilig. Eg biði
tykkum,
tess-
afturhaldsmenn,
havnir og vegir og skip,
vegna at læra tykkum at hugsa
planøkonomiskt og fåa eitt gott
samanspæl millum allar kreftur
her á tingi og kring land okkara.
Eftir javnadarmannauppskot-
inum: »arbeid til ell á sjógvi og
landi« kundu vit nú átt nokk av
nýmótans fiskiførum til allar
okkara fiskimenn. Afturhalds-
menn gjørdu tí eina vanlukku, tá
ið teir feldu okkara uppskot. Vit
megu nú taka hetta uppskotið
fram aftur. Eg veit, at hetta kost-
ar tykkum ein kamp ímóti tykkum
sjálvum, ímóti tykkara privat-
kapitalistisku vanahugsan. Allar
kreftur megu saman og
halda sosialistisku leiðina — tann
einasta, sum kann føra Føroyar
burtur úr tí óferi, sum vit eru í.
Kj. Mohr talaði um hitt gamla
javnaðarmálið um at broyta lóg-
ina um Føroya vanlukkutrygging
soleiðis, at menn, sum koma út
fyri vanlukku, ikki skulu bíða 13
vikur, áðrenn teir fáa nakran
pening. Hesin froystur eigur at
verða settur til eina viku.
rogva
Fr. Hansen, tjóðveldismaður,
var glaður yvir, at fíggjarlógin
frá í fjør hevur hildið, og hann
helt síðani fram: Vit skulu nú
administrera jørdini, ti hon er
yvirtikin; ti må jardarådid verda
avtikid. Lønjavningin kr. 650, og
eisini pristilskot visti seg nú, at vit
høvdu lopið ov langt. Alt hetta var
ov dýrt og kostaði landinum ov
nógv.
Poul Petersen: Nú megu vit
yvirtaka kirkjuna, og tí má
peningur verða avsettur til at bera
kostnaðin við at lena prestum og
bispi sum vit nú megu hava her
á landi. Tað ber ikki til, at Danir
løna okkara prestum, og at dansk-
ur bispur ræður yvir okkara prest
um og kirkjum.
J.P. Davidsen: Í fjor varð sagt
at nú í ár skuldi 10-ára plánurin
fyri havnagerðirnar verða tikin
upp aftur. Havnin á Sandi varð
víst til verkfrødingin til nýggja
projektering, ið skuldi verða lið-
ug til ólavsoku. Hetta hevur óivað
eisini verið tóm lyfti og ongatíð
verið ætlanin. Hetta má ein hugsa
av tí, at ikki meira enn 134 tús.
kr. eru avsettar til allar havnir í
Føroyum, bæði Sand, Eiði, Hovi
og Porkeri og aðrastaðni eisini.
Poul Petersen heldur, at tað er
meira neyðugt at seta bispar við
og løna teimum og prestum og
yvirtaka kirkjuna enn at byggja
Hann
talar óivað sum orðforari fyri
fóélkaflokkssambandið, tí lata teir
ikki = verkfreðingin projektera
havnirnar.
Við 134 tús. kr. verða ongar
havnir gjørdar; men sama ger,
um teir avseta fleiri milj. kr., tá
ið teir biðja verkfrødingin lata
vera við at projektera nakra havn,
so steðgar jú alt av sær sjálvum,
; og so kann tjóðveldismaðurin Fr.
z
Hansen aftur næsta ár eins og Í
dag standa og gleða seg yvir, at
fíggjarætlanin heldur — einki
projekterað, so verður einki gjort,
og so heldur fíggjarlógin, sjálvt
um lítið og einki av peningi er
játtað. Men einaferð munnu fólk
kring um landið fáa eyguni upp
fyri hesum fólkaflokkssamband-
ska humbukki, sum tjóðveldis-
menn lovprisa og styðja og rópa
halleluja fyri. Tað er eisini Fr.
Hansen, sum tjóðveldisflokksins
vegna í dag stendur og talar um
at minstaløn og prísviðbót kostar
ov nógv. Hetta eru menninir, sum
a0ruhvørja lotu siga, at teir eru so
góðir við fiskimenninar. Men
ss USS
18. AUGUST í 956
| útvarp og yvirtøku av kirkjum og
+
Í so framvegis. Eg haldi, at her á
|
einki er Oføri, tá ið talan er um |
landi liggur so nógv á láni, sum
er neyðugt at gera, at tað ikki er
góður politikkur at nýta pening
til tað ið óneyðugt er og at yvir-
taka kirkjur, sum als ikki er
neyðugt at yvirtaka, og at seta
bispar við,, tá ið próstin væl kann
klára tað fyri uttan nakran bisp.
Men einaferð enn má eg undir-
strika, at tað er at halda Sanding-
ar, Eiðismenn, Hovbingar og
Porkerningar fyri tað turra spott
at avseta 134 túsund krónur at
býta sundur millum allar hesar
| bygdir og aðrar, sum hava vent
| sær til tingið um pening til havna-
gerð. Hesar havnir, sum eru so
neyðugar, um fólk skal kunna
liva á smáplássum.
a —
Av tí, at hin nýggi kommunuskúlin verður ikki
liðugur at fara í hin 20. august, verður summarfrítíðin
longd, soleiðis at farið verður aftur í skúla hin 3. sept.,
og um somu tíð verður sagt frá, at mánaðarfríloyvini í
z
hesum skúlaári verða strikad.
Tórshavn, hin 14. august 1956.
Z. Sørensen.
Ávaring og leiðbeining
viðvíkjandi havhestaungum
Aftur í ár verður loyvt at taka havhestaungar, men vegna smittu-
vandan er tað framvegis av stersta týdningi, at hesi ráð verða
gjølla fylgd:
1) Teir, ið sláa havhest, eiga at vera
og oll klædnapløgg, teir hava verið
oljuklæðum og at tváa hesi
í
í, væl, tá veiðan er av,
2) Ongantíð taka ungar, sum eru rak, og sum sita og hanga á sjónum.
Eru tílíkir av óvart tiknir, tá eiga teir beinan vegin at verða
blakaðir avstað aftur.
3)
Tá fuglurin verður handtikin (undir veiðini, skoldingini og aðr-
ari viðgerð), eigur at verða ansað væl eftir minst møguligt at
dálka seg út í spýggju og skarni og altíð at tváa hendurnar væl,
áðrenn farið verður at fáa sær, festa sær í 0. s. fr. Aftaná at
hendurnar eru tvignar
..
skal verða mælt til at skola tær í hesum:
5 kloramintablettir ella 1 súpuskeið av kloraminpulvuri (fæst á
apotekinum) loyst upp í 1. litri av vatni.
Ongantíð at bera fuglin heim til hús, fyrr enn hann er saltaður,
men at lata alla viðgerðina fara fram í neystum ella oðrum húsi
burtur frá sethúsum.
Ongantíð royta fuglin, men altíð at skolda hann (3 minuttir ella
longri í kókandi vatni) og síðani stråka fjødurina burturav.
bein og innvel.
At grava niður fjaðrar (sum eru tað mest smittandi), veingir,
Haldið oll óviðkomandi, konufólk og born — og serliga kvinnur,
sum eru við barn, burtur frá fugli og fjarðum.
Tey, sum hava fingið illtanka um, at tey hava fingið sjúkuna,
eiga beinan vegin at venda sær til lækna.
LANDSLÆKNIN, Tórs
H. D. Joensen.
havn, 10. august 1956.
Aðalskrivstova
TÓRSHAVN, telf. 1350
Avgreiðsla:
| MIÐVÁGI, tlf. 7
P-F. FØROYA BANKI
(Stovnaður 1906)
| Renta av bankabók 31/9, p. a.
| Renta av innskoti við uppsogn uppá 3 mánaðar 49/0.
Utbankar:
Norðurova deild
KLAKKSVÍK tlf? 274
Suðuroyar deild:
TVØROYRI, tlf. 32