Sosialurinarkiv
Sosialurin 1956-12-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. desember 1956síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 48 SAMRØDA við ein N.I.O.G.T.-mann. Men hetta er bert í stuttum frásagt, tað er sjálvandi nógv stnid, og nógv tíð krevst at leggja alt til rættis, og tað verður so gjørt onnur kveld. Um ein hevur áhuga fyri arbeidinum, so er altíð okkurt at gera, tað skal nógv arbeiði til at fyrireika skemtileikir, nú er t. d. ætlanin at fara undir ein sjón- leik. Í vår var ein kabarett framførd, og tá skuldi nógv gerast til, men bæði til sjálvan leikin og tað, sum skal til- evnast, hava vit jú gott fólk, so tað plagar altíð at ganga væl tó skal sig- ast, at húsarúmdin er alt ov lítil, tá vit skulu gera nakað serligt. Stórar veitsl- ur ella samkomur kunnu vit als ikki hugsa um, so fegin vit enn vildu, ti tað hava vit ikki pláss til, at tí mega vit royna at gera sum best, Eingin annar var fegnari enn vit, um vit fingu størri hús — tað vantar í stórum. Men umframt alt tað, sum verður gjørt innandura í felagshúsi okkara er nógv annað. Eg haldi, vit eru dúglig at ferðast. Tað hendir seg meira enn so, at vit ein leygardag fara at vitja losjur ella felog á bygdunum og koma so aftur mánamorgun. Á slíkum ferð- um hava vit mangan undirhald við okkum, ella onkur heldur rødu, Eisini er itrottafelagid Kyndil ein avleggari av ungmannadeildini, og fyribils íðka vit hondbolt bæði summar og vetur. Býráðið var so beinasamt at leiga okkum nidaru fimleikarhøllina tvær reisur um vikuna. Tað er heldur ikki sjáldan, vit hava hovi til at verða saman við felogum okkara uttanlanda. Í summar var ung- mannadeildin i Íslandi á 3 vikur, tað vóru sanniliga góðir dagar. me hvussu nógvir limir og viður- skiftini: losja—ungmannadeild ? Vit eru um leið 100 limir í ung- mannadeildini; men tað vil ikki siga tað sama, sum tað bert eru teir, ið eru við, nei, ein hópur av ungfólki vitjar okkum ofta, sum ikki eru limir, og tey eru altíð vælkomin, Leygarkveld eru vit ofta so nógv, at salurin er alt ov lítil, serliga kveld, tá nógv undirhald er; men sum við ungdómi yvirhøvur, so eru ofta få, tá tað t. d. er fyrilestur ella okkurt sokallað »turt«, men tó so, vit eru ongatíð heilt fá. Losjan og ungmannadeildin er ikki sama felag; á regluligan losjufund kunnu bert limir koma, men í ung- mannadeildina kunnu øll koma, se endamálið ? Ja, vit starvast fyri fráhaldi, Vit meina avgjørt, at eitt ungmannafelag, av hverjum slagi tað er, sum tolorerar at rúsdrekka verður nýtt á veitslum ella samkomum, tað svíkur sítt enda- mál. Sunnur og rættur ungdómur skal ikki nýta rúsandi drykkir at seta »humør« í, nei, kann ungdómurin ikki stuttleika sær uttan tað, so er tað ikki rættur ungdómur. Vit halda fast uppá, at stuttleiki uttan rúsdrekka er tann einasti rætti — kann blóðið sjálvt ikki rúsa, ja so er illa statt — medisin er fyri sjúklingar, ikki fyri raskar ung- lingar at stimulera seg við. Læknaval. Teir limir, ið ynskja at skifta lækna frá 1. januar 1957, mega siga frá nú og í seinasta lagi hósdagin tann 20. Nú ein dagin stóð ein greinastubbi i einum blad um dansifelagið >Vitanc, hvussu gott það var, at hetta var stovn að, tí ungdómurin i Havn hevði einki at fara til, og tað kann nú vera gott og væl; men hetta fekk ein at hugsa um, hvat býurin hevur at bjóða ung- | dómi sínum. Fyrst er tað skúlarnar, hann kann vitja: handilsskúlan, kveldskúlan, tekniska skúlan og fyri gentur: skeið i veving, seyming, brodering og mat- gerð. Ymisk ítróttafelog eru, sangfelag ungmannafelagið »Merkid«, og so ein týdningarmikil táttur innan fyri ung- mannaarbeiðið: skotarørslan, Síðani er ungmannadeild KFUM's og K's Hesi hús hava umframt teirra fundarkvøld opið hús hvort sunnu- kveld fyri ungdómi, Haraftrat kemur Losjan, sum eisini hevur eitt ungmannafelag. Vit hitta ein losjumann og biðja hann siga okkum frá hesi ungmannadeild, hvat hon hevst at. og hvussu hon arbeiðir. Hann tekur soleiðis til: Tá tygum spyrja, hvat Ungmanna- deildin fæst við, so kann beinanvegin verða sagt, at endamálið er at samla ungdóm saman í eitt felag, har høvi er til at geva teimum ungu tað, sum ofta er tørvur á, nevniliga nakað at takast við í frítíðini, og eisini at virka so- leiðis, at ungdómurin lærur at vera sidiligur og altíð at kenna tað, sum gott og virðismikið er, og samtíðis eisini at skyna á, hvat er skeivt og hvat er skadiligt, Eg vil beinan vegin siga, at NIOGT Ungmannadeildin i Havn bert hevur limir, sum eru fráhaldandi; men hetta skal skiljast so, at allur ungdómur altíð er vælkomin til tær samkomur, sum deildin hevur. Tá tað henfyri stóð at lesa i 14. Sept., at tað ikki var nakað stað, sum ungdómurin kann samlast í fritidini, so er hetta ikki beint, tí tað er nettupp hvat veruleikin er: á losjuhúsinum við Tinghúsvegin er opið hús hvort leyg- arkvøld frá kl. 20 og kveldið út fyri allan ungdóm, og soleiðis hevur verið meginpartin av teimum 20 árunum, felagið hevur virkað. feet og hvat vit so gera? Ja, í hesum liggur so nógv. Eg vil samantikið siga, at vit gera alt, sum gerast kann í einum ungmannafelag, soleiðis at skilja, at. allir tættir innan- fyri eitt ungmannafelag nú á døgum so at siga eru at finna innanfyri ung- mannadeildina, Men tá ein hugsar um eitt ungmannafelag, so hugsast oftast um tað arbeiði, sum gerst um veturin. Hvert leygarkvøld er okkurt, t, d. verða kvøldini í einum mánaði býtt soleiðis, at fyrsta kveldið er fundur, tá hava limirnir orðið, kanska heldur onkur reðu, tekur okkurt evni fram, sum netlupp vidvikur arbeiðinum i felagnum, og tå kann verda komid vid atfinningum og leiðbeiningum og vid uppskotum um ymist. Tað er ofta eitt gott kvold. So er felagssangur, og aftaná er oftast onkur felagsleikur. Næsta kveldið er t. d. skemtikvøld, tå er fyrireikað nógv til skemtan, tey ungu kunnu tá sjálvi royna kynstir sínar, skemtileikir, sangir. tónleikir, upplestur 0, a. Triðja kvoldið er opið hús, t. v. s., lá standa ymisk spøl frammi, og einhvør kann hugna sær sum best við kortspæli, matador, bob, bordtennis o. ø. Fjórða kvøldid er vid hvort dansur ella vit fara út á býin at hyggja eftir onkrum virki; er tað gott desember. Tað kann bert veljast millum kommunulæknarnar Axel Poulsen og Jacob Højgaard. vedur, so er stuttligt a fara ein gongu- Eftir sáttmálanum vid læknafelagið tår, og tá vit koma aftur, so hava | mega hjån hava sama lækna. genturnar altíð ein heitan munn til- Havn, 29. november 1956. reiðar, Havnar sjúkrakassi. SOSIALURIN Úr Hvalba Í Dagblaðnum nr. 91 er tað ein huldu- maður, sum nevnir seg „Neon“, ið tyk- ist at vera blivin firtin yvir tað, sum er sagt um ljósið og ljósprísin í Hvalba, eins og hann eisini tykist at hava ilt av ollum tí, ið skrivað verður av sama manni — men tó tykist hann íkki at vera heilt vísur í, hvor maðurin er, tí greinin er bend til ein tíðindamann, men í end- anum á greinini heldnr hann seg vera beinrakin, og hevur kroyst eitt kristi navn burtur úr sær. Leingi hevur hasin huldumaður verið um at fáa sær hasar reglurnar saman, og sjálvandi eisini himprast við at koma fram í almennum blað, og hevur ivaleyst av hesum sama ligið nógvar nætur í svøvnloysi og ikki vitað sær síni livandi ráð, hvussu hann nú skuldi koma sær burtur úr hasum óferinum, og so onkuntíð í ørviti latið greinina frá sær, og soleiðis ikki havt skil fyri at undirrita sítt kristna navn. Hesin sami „huldumaður“ hevur kanska ætlað at geva lesarum Dagblaðsins ein meira fjøllbroyttan lesnad, enn tann, ið vanligur er og soleiðis samtíðis kunna fáa høvi til ein stuttligan lesnad; men mangan kann ein stuttleiki bliva einnm ov dýrur. Tað er nú ikki altíð so hugnaligt at stríðast móti einum huldumanni, og slíkt vil eg eisini frábiða mær; men við ein og hvønn, id kemur fram undir kristnum navni, eri eg ongantíð ræddur fyri at koma í blaðtjak við, hvat navn hann so enn er nevndur. Hvussu bebbaræddur hesin sami huldumaður er fyri at koma fram við sínum kristna navni, prógvar best tað huldumerki, hann skrivar undir. — Kanska best fyri hann, tí annars kundi hann kanska fingið eitt slíkt svar, at hann ongantíð aftur á ævi síni váddi sær aftur fram í almennum blað, Men áðrenn eg endi hesa grein, vil eg biða henda sama »huldumann« at vera so nasadjarvan, at taka handa stubban eina- ferð uppaftur undir sínum kristna navni, so kanska vit báðir kunna hittast fyri rætta viðkomandi. Tað, sum eg skrivi í bæði tíðindabrovum og ødrum greinum, ætli eg mær sjálvur at taka ábyrgd fyri. Tíðindamaður. Per var forelskaður í Suffíu. — Kæra Suffía, stamaði hann, kann eg sleppa at kyssa teg? — Eg rópi, svaraði Suffia, og Per sakk niður á divanina. — Men, legði Suflía aftrat, eg rópi spakuliga. Í dag giftast í Havn Rhoda Ár- ting og Marius Rubeksen. Klakksvík í dag Hósmorgunin segði Jóannes Pat- ursson frá, at hann hevði 150 tons. Trolararnir eru allir við Biarnoynna, Veðrið hevur verið vánaligt, men reiðiliga betri seinastu dagarnar. Polarfarið, ið kom eystanífrá við 95 t., skal í dag fara til Keypmanna- havnar at landa. Í fyrradagin andaðist Ella Mi- chaelsen av skaðanum hon fekk tá eldur kom í skúlan á Vidareidi, TØKK Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum við gávum, telegrammu 1 og å innan hått gleddu meg å 70-åra- fødingardegi minum 16/11-56, Samuel J. Jacobsen, Búðunum — Klakksvík. I. DESEMBER i956 SOSIALURIN Útgevari : FØROYA JAVNADARFLOKKUR Bladstj.: Villi Sørensen. Bo x 76, Prentsmiðjan á Heygsbreyt TELF 1820 Húsabygging Á (flest øllum økjum eru vit aftan- fyri grannar okkara. Teir hava í dag allir eina góða bústaðarlóggávu. Vit hava onga. Jú, t. v, s. vit hava eina »negaliva«, eina, ið setur vissar treyt- ur fyri, hvat vit »ikki mugu gera«, tá vit byggja. Um húsini á annan hátt eru forsvarlig, ótíðarhóskandi og kanska ósunn fyri heilsuna, kemur samfelagnum ikki við. Men sannleikin og veruleikin er kortini tann, at húsa- byggingin er nógv meira enn tað at útvega fólki tak útyvir hovdið — hon er eitt lið í sosialpolitikkinum, hvers adalendamål má vera at skapa grund- arlag fyri einum sunnum og lívseigum fólki. Treytirnar fyri eini fullfiggjadari loysn eru m, a.: Tíðarhóskandi bústaðarlóggáva. Lagalig og langfreistað byggilán. Almennur studningur og uppískoyti til eginpening og byggilán. Búsetingarlán við tí endamáli, at heimid viðv. ístandsetingum, inn- búgvi, húskiráðum og nútíðar arbeiðs tólum verður so fullkomið sum gjør- ligt, tá tað frá fyrstu tíð verður tikið í brúk, Eins og kvinnurnar í grannalond- unum eiga tær føroysku kvinnurnar at fylkjast um henda húsabyggingar- og bústaðarpolitikk, ið viðkemur hverji einastu kvinnu í landinum, og hvers frami við verða ollum landsins kvinnum til almikla gleði og ómetiligt gagn. ókur = blóð Mín Jólabók er nú útkomin. Hon er 128 blaðsíður og hevur sum vant yrkingar og segur fyri born. Tað má m— — ye sigast, at Lærarafelagid er heppid at vera ført fyri at kunna geva út hesa bók, so væl útstýraða við myndum og kortini halda hana í so lágum prísi sum 3 kr. Hetta man vera tann før- oyska jólabók, ið best hóskar fyri born. Janus Kamban hevur gjert myndina á permuni, og hóast hon ikki er petti jólalig, so er hon avgjørt ein mynd, ið fellur børnunum væl, so lit- føgur og fantasifull hon er. Bardagaskaldið er lítið yrkingar- savn, 40 síður, av Bernhard Brim. Henda bók kom út bókadagin. Yrk- ingarnar snúgva seg eina mest um bardagatíðina, og flestu yrkingarnar eru snøggar og beinraknar, Ålmanakki 1957 er útkomin. Tad er H. N. Jacobsens Bókahandil, ið gevur út hesa rúgvusmiklu og nyttugu bók. Prísur 2,50 kr. Ein kanning millum 72 danskar hús- mødur vísir, at hvor familja í meðal brúkar fyri 3,24 kr. í kost upp á fólkið um dagin. Minsta brúk er 2,63 kr. og mesta brik 5,74 kr. upp á fólkið; men tá eta hesi 8 ferðir um dagin.