leygardagur 27. september 1958síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 39
Johan Poulsen
av pallinum
Tey tíðindi koma úr tinginum, at
Erl. Patursson frá legtingsins rødara-
palli hevur rópt Viggo Kampmann,
fíggjarmálaráðharra, agent<,
og at løgtingsformadurin ikki í fyrsta
umfari — ikki fyrr enn langt aftaná, tá
ið tingmaðurin Davidsen kravdi átalu
»bretskan
— åtaladi hetta.
Eg fari ti at spyrja: Kann Føroya
løgting yvir* fyri Føroya fólki og út-
heiminum forsvara, at legtingsformað-
urin letur ein sidloysing nýta frekastu
ókvæmisorð móti einum ráðharra úr
Danmark, uttan átalu?
Hetta er størsta vanvirðing, ið enn
er gjørd á Foroya løgtingi móti øðrum
landi eitt eindømi i søguni.
Slikt kunnu mentadir og sidadir Før-
oyingar ikki lata sita å sær.
polit.
Útvarpið
Útvarpsskráin 27. sept.—3. oktober.
Leygardagin 27. sept.:
kl. 1220—1250: Veður og tíðindi og
tónleikur.
kl. 1830—1840: Veður og tíðindi.
kl. 1840—1900: Eitt sindur um út-
varpsskránna.
kl. 1900—1905: Leygarkvoldsyrking.
— Ebba Hentze lesur yrkingina Heyst
eftir J. H. O. Djurhuus.
kl. 1905—1930: Louis Zachariasen:
Tingbøkur og teirra søguligi tydningur
kl. 1930—2000: Tónleikur.
Sunnudagin 28. sept.:
kl. 1500—1645: Kvøduljåmar.
kl. 1650—1700: Veður og tíðindi.
kl. 1700—1800: Gudstænasta.
kl. 2100—2330: Dansiløg.
Månadagin 29. sept.:
kl. 1220—1250: Vedur og tidindi og
tónleikur.
kl. 1830—1915: Veður og tíðindi.
ySummarið er liðið og heystið er
komið á hall«. Grein eftir Niels á
Botni, Nólsoy. Hákun Djurhuus lesur.
Týsdagin 30. sept.:
kl. 1220—1250: Veður og tíðindi og
tónleikur.
kl. 1830—1915: Veður og tíðindi.
Grammofonténaløg. Th. P. Christian-
sen leggur til rættis.
Mikudagin 1. oktober:
kl. 1220—1250: Veður og tíðindi og
tónleikur.
kl. 1830—1915: Veður og tíðindi.
Páll J. Nolsøe: Inngangur til Suður-
oyar siglingarsøgu Il.
Hósdagin 2. okt.:
kl. 1220—1250: Veður og tíðindi og
tónleikur.
kl. 1830—1815: Veður og tíðindi.
E. A. Bjørk: Hagaleys jørd III. E. A
Bjørk og Eyðun Winther
Fríggjadagin 3. okt.:
kl. 1220—1250: Veður og tíðindi.
Uttanrikispolitisk evni.
kl. 1830 —1915: Veður og tíðindi.
Lurtarar og tónleikur. Fraser Eysturoy
Viðmerking: Leygarkvoldið 27. sept.
verður senditíðin styttri enn vanligt,
frá kl. 1830—2000. Sunnukveldið 28.
september verður ein eykasenditíð frá
kl. 2100 til kl. 2330.
Lívsrættur teirra ognar-
leysu
Líka síðan 1929 hava javnaðarmenn
stríðst fyri at hjálpa teimum ognarleysu,
tradarmonnum og húsmonnum til størri
rættindi. Longu i 1929 settu javnadar-
menn fram uppskot um:
1. at allar traðir verða vetrafriðaðar.
2. at oll fáa javnbjóðis rætt til torv>
skurð.
at ikki einan
Øs
eigarmenninir, men
eisini tey ognarl.ysu skulu hava
rætt til at gera sína stóðu galdandi
í ellum landbúnaðarmálum.
Higartil hevur afturhaldið forða hes-
um rættvisiskrøvum.
Ognarleysir! Fellið teir, ið vilja
skerja tykkara rætt at liva her á landi!
Fylkist manniliga um JAVNAÐAR-
FLOKKIN!
SOSI!ALURIN
Hvat vil tjóð-
veldi forkoma
Veiða Føroyinga undir Íslandi, Grøn.
landi og Føroyum hevur verið umleið
77.000 tons.
Íslendingar hava nú ríkið okkum
burtur frá veiðuleiðunum við Ísland,
har vit árliga hava veitt um 25.000 tons.
Eftir hava vit so Grønland og Før-
oyar.
Við loysingini missa vit Grønland og
harvið Grønlandsveiduna, ið er umleið
38.000 tons árliga
So hava wit bara landgrunnin um
Føroyar eftir, har veiðan er umleið
14.000 tons árliga.
Við einum 12 míla marki verður
veidunøgdin við Føroyar at hækka nak-
að, men einki afturímóti tí, ið vit hava
mist við, at vit eru riknir burtur undan
Íslandi og teimum 38.000 tonsunum, ið
tjóðveldismenn vilja forkoma okkum í
Grønlandi við loysingini.
Vildu fiskimann-
inum til lívs
Í 1940 var verkfall á fiskifløtanum.
Fiskimenn kravdu prosentini hækkað
frá 33 upp í 35 pst.
Javnaðarmenn settu tí fram uppskot
um, at henda hækking skuldi gerast við
lóg á tingi.
Fólkaflokksmenn bardust sum úlvar
ímóti.
Tað eydnaðist tó javnaðarmonnum at
vinna ein meiraluta til frama fyri krøv-
um fiskimanna.
Urslitid varð, at prosentini hækkaðu
úr 33 upp í 35.
Kann nakar fiskimadur velja fólka-
flokkin, ið so miskunnarleyst altíð er
til reiðar at kveistra burtur øll ynski
og oll krøv fiskimanna?
Eingin rætthugsandi fiskimadur ger
tað.
SOSTALISMAN — .og EINANS
SOSIALISMAN er teirra politikkur.
27. SEPTEMBER 1958
- KLAKKSVIK i DAG
Uppstillingarfundur. — Higartil hevur
eingin uppstillingarfundur verið í Klaks
vík. Norðoyar javnaðarfelag leggur fyri
í kveld og verður heitt á allar limir
felagsins um at meta. Vit vísa annars
til onnur fundarboð, har sagt verður frá
tíð og stað. Limagjaldið er nýliga inn-
kravt, og limatal felagsins er nú mun-
andi størri enn nakrantid ådur. Frå
hinum feløgunum er i løtuni einki at
frætta; men eisini tey munnu fara at
gera vart við seg rættuliga skjótt.
Tól,“ ið tala Eftir fólkatalinum eru
Norðoyingar ov illa mannaðir á tingi,
hvat valdømisvaldum monnum viðv.
Sum kunnugt verða einans 2 menn val-
dømisvaldir; men hitt stóra atkvøduav-
lopið hevur gjørt, at Norðoyar hesi
seinastu árini altíð hava havt 4 menn á
tingi. Niðanfyri verður víst á, hvussu
nógv fólk eru uppá hvønn valdømis
tingmann í teimum ymisku valdøm-
unum:
Norðoya valdsmi .......... 2400
srtsssr 1675
Norðstreymoyar valdømi ... 1450
Vága valdømi ............. 1325
Sandoyar valdómi ............ 850
Sudurovar valdómi ........... 1550
Suðurstreymoyar valdemi ... 1825
|
Eysturoyar valdømi
2 lærarstørv við Klakksvíkar skúla
eru lýst leys. Frammanundan eru 21
lærarafólk við skúlan. Á hverjum ári
koma nú 100—120 børn í skúla. Meðan
Sámal Petersen er í tinginum, rekir Óli
Dahl skúlastjórastarvið. 2 vikarar tóku
við starvinum nú um dagarnar: Mikal
Matras úr Klakksvík og Petur S. Ras-
| mussen úr, Havn.
}
Konfirmatión. 5. oktober hevur Buch
prestur, konfirmation í Klakksvíkar
kirkju. Eini 30 børn ganga til.
Útróðurin. Teir størru bátarnir gera
allir til heyst- og vetraútróðurin. Enn
er eingin byrjaður. Smábátar fingu væl
í hesi vikuni. Fleiri fingu upp ímóti
2000 pd. ein einstakur 3700 pd.
Formansskifti. Síðan hetta sóknar-
stýrið tók við, hevur Óla J. Jacobsen
røkt starvið sum frm. í bygginevndini.
Nú hevur hann lagt frå sær, og J. P.
Vågsheyg, sóknarstýrislimur, tikið við
aftur.
Ymist. — Í dag giftast í Klakksvík
UNDIR ÓLOGUM
(Framhald.)
Arbeidarafjøldin á Tvøroyri fær sett á
stovn stórt handils-ogfiskavirki.
Arbeiðaranna Trolaradrift,
Farin nøkur år um tredivuni harðnaði
kreppan aftaná næstseinasta varðaldar-
kríggið.
Mangt virkið og handilshúsið fóru á
heysin undir kreppuóløgunum. Millum
hesi virki var J. Mortensens Eftf., p.f.
J. Mortensonar virki var høvudsvirkid
á Tvøroyri og eitt hitt stórsta i Føroyum
hevði verið hitt stórsta.
Aftaná hetta húsagangsbúgy var
Tvøroyri sum lamsligið:
Hitt stóra fiskaturkingararbeidid steðg-
aði. Tey mongu skipini hjá felaginum
fóru av fjørðinum. Teir mongu handils-
bygningarnir, har ið lívið hevði utt, fóru
undir hamarin ... og hurðin fór í lás.
Hetta í sínilíð Føroya stórsta forrætn-
ingsvirki, ið sum ein veldug magnet
hevði drigið menniskju alla staðni úr
Føroyum til Tvøroyri tad lå kvirt og
deytt
Tunnligt hevdi verid vid arbeidi eina
langa tíð frammanundan. Tá ið so J.
Mortensens forrætningsvirki onga dagløn
gav meiri, kendist tað sum stóð deyðin í
durðinum hjá tí arbeiðsleysa arbeiðara-
hópinum.
Arbeiðsmannafelagið »Fylking«, ið
altíð hevur verið fyllt við skaparahuga,
var ikki, hóast fátækt og harðliga krepp-
urakt, fallið i fátt. Tað smæddist ikki at
fara undir uppgávuna at fáa sett virki á
stovn í staðin fyri tað farna. Pen-
ingurin var lítil, ið var tekur, skallutar
1400 kr. Men áræði var somikið stórri.
Saman við fiskagentufelagnum F. F.,
ið átti 7000 kr., eydnaðist arbeiðsmanna-
felagnum »Fylking« við dyggum studuli
frá danska fiskivinnubankanum, donsku
stjórnini við Th. Stauning á odda og
ðrum góðum donskum kreftum, sum
konsuli V. Thygesn, at fáa sett ARBEIÐ-
ARANNA TROLARADRIFT á stovn.
Keyptir vóru bygningarnir hjá trota-
búnum J. Mortensens Eftf. og trolarin
Leivur Øssursson.
Striggid var at byrja við. Ymisk óhapp
ini vóru við fiskiskapinum. Men trupul-
leikarnir vóru kortini ikki størri, enn at
Í teir vóru bastir.
| A. T. mentist skjótt til stórsta virkið á
plássinum. Fiskurin var turkaður og gav
væl av arbeiði.
| Undir krígnum tók felagið seg stórliga
í fram, vann skuldina av sær og legði pen-
ing niður.
Men skip trutu meiri og meiri sum
fleiri og fleiri av kríggsávum fóru burtur
av. Fyri at flest møguligir fiskimenn
Í kundu fáa lut í fortjenastuni við >Leiv-
| uri Øssursyni« var roynt so væl sum møg
uligt at býta túrarnar millum teir. Men
tað rakk so stutt. A. T. var tí noytt at
| Spenna seg út at økja virki sitt við
| fleiri skipum og keypti skipini »Vest-
manna«, »Brimnes« og »Vørduna«, Ma-
rite«, tað nýggja svenska skipið >Róanæ,
ein motorbåt og saman við »Fylking« og
kommununi keypti A. T »Rankan«.
»Vørdan«, »Brimnes« og »Vestmanna«
| vórðu umbygd, fingu nýggjar 250 hesta
dieselmotorar og trol- og snurruváðs- og
linuspøl.
Fleiri rædulig óhapp raktu summi av
skipunum, t. d. »Vørduna« og »Roan«,
ohapp, ið kostaðu felagnum fleir hundrað
túsund, um ikki milliónina fyri hvert
skipið.
Men felagið greiddi kortini vandarnar
og vaks og mentist í hverjum. Tað er
ikki ov nógv sagt, at um ikki arbeiðara-
driftin A. T. var undir krígnum, vildi
arbeidarafjøldin á Tvøroyri fullkomiliga
staðið á berum og verið noydd at leitað
burtur av plássinum, tí tey gomlu virkini
- vóru farin niður í einki at kalla sum ar-
i beiðsgevarar. '
Marjun Gudjónsson úr Klakksvík og
Reidar Egholm, ættaður úr Havn.
Mikkjalsmessudag verður Herluf
Thomsen, heilsølumadur, 50 ár.
Sjúkrakassin hevur sett Dalborg Jo-
hannesen úr Klakksvík til heimasjúkra-
systur.
Á Brødur Olsens sleipustoð fær
»Keldan« nýggjan motor ísettan.
Fyrst í vikuni frættist frá Sjúrðar-
berg. Vegna illveður hevði hann tá bert
roynt tvær lotur.
Polarstjørnan hevur verið inni við 650
tn., Skálanes við 899. Nakkur hevur
eftir 2 túrum veitt 615 tn.
Klakksvíkar sjónleikarfelag
aðalfund í KÍ-húsinum í morgin.
Hentzar Ellingsgård av Eiði er settur
sum lærari á Viðareiði og Heri Smilli
av Tvøroyri sum ferðalærari Haralds-
sund-—Múla.
hevur
Húsatrotið i Føroyum er øgiliga stórt.
Tey ungu, id ætla sær at seta bligv, eru
verri farin her heima, enn tey ungu i
nøkrum av grannalondunum.
Bert tey
byggja. Hann, ið lítið og einki eigur, er
illa fyrikomin.
múgvandi hava ráð at
Her á landi er atgongdin til lán sera
ring. Lánini eru ovurdýr og so ólaga-
lig, sum hugsast kann.
Í Danmark og Grenlandi kunnu fólk
fáa lagalig og ódýr lán at gjalda aftur
eftir meir enn 60 árum.
Hetta kundu vit eisini fingið, men
løgmaður framdi ta ógerð, at hann yvir-
tók øll
líkindi til somu lånmøguleikar sum í
búsitingarmál og harvið oll
Danmørk og Grønlandi.
Vit hava einki at takka landsstyris-
flokkunum fyri.
Lat okkum forkoma teimum hin 8.
november!
Burtur úr 1400 plus 7000 kr. var tað
eydnast arbeidarafjøldini á Tvøroyri at
upparbeida næststórsta forrætnings- og
fiskavirki í Føroyum.
Av sonnum eitt fyrimyndandi bragd.
Men heita arbeidaravirki møtti ongan-
tíð blíðum byrði her á landi. Og tað
gjørdi ongan mun, um tað vóru andstøðu
menn, ið komu upp frá flatlondum aft-
aná kríggið ella tað vóru teir gomlu
»borgarligu« her heima.
Øllum er í frískur minni, hvussu Er-
lendur Paturssonur í blaðnum 14. sep-
tember í eini greinarød undir markinum
>Suðurpólurin og Norðurpólurin legðist
á kroppin á A. T. sum tað var hin
stórsti privatkapitalistiski polýpur heldur
j enn hitt mest igjøgnumførda arbeidara
Í og fiskimannavirki á andeilsgrundarlagi.
At tann maður, sum førdi pennin
í hesum láglynta álopinum nú skal sita
sum formaður i'F. F. er annað av lagn-
| unnar merkiligu skålkabrøgdum. Hvussu
kann maður, ið so grimliga og fullur av
óndum huga bardist ímótihesum ti at
kalla einasta stóra arbeidara- og fiski-
mannavirki, vera at líta á, um sjóarfallið
verður at snúgva sær í hansara persón-
ligu og politisku interessum, meðan hann
| situr á odda fyri fiskimenninar?
Sum dømi uppá, hvussu stórur beisk-
leikin var ímóti Arbeiðaranna Trolara
drift, straks ið hon byrjaði, kann verða
sipað til ta ferðina, tá ið trolarin
Leivur Øssursson á fyrsta sinni skuldi
| leggja út á havið: Nøkur kertuljós
trutu. Maður varð so sendur í ein
handil har tætt við at keypa hesi. Men
hann mátti koma aftur við ongum, tá
ið hann íkki kundi gjalda ljósini við
peninginum í hondini.
„Hetta arbeiðaravirki skal eg einki
hava við at gera,< fekk handilsmaðurin
lagt aftrat sýtanini av at lata ljósini.
So lítil samhugur var til steðis frá
teirri »borgarligu« síðuni at taka undir
við arbeidaranna royndum at bjarga
arbeiði og lívsmegi til plássið, ið av
lagnuni var rakt so ómetiliga hart!
(Framhald.)