týsdagur 23. apríl 2002síða 25
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
48
Nr. 76 - 23. apríl 2002
Nr. 76 - 23. apríl 2002
49
Kunngerð
um løgtingsval í Fuglafjarðar kommunu
Til veljarar til løgtingsvalið 30. apríl 2002 í Fugla-
fjarðar kommunu.
Atkvøðugreiðslan fer fram í býráðssalinum týsdag-
in 30. apríl 2002 fyri bygdirnar Fuglafjørður og
Kambsdal, og í húsunum hjá Annu Jensen fyri
Hellurnar.
Atkvøtt verður millum kl. 10.00 og 20.00 og heldur
fram, so leingi veljarar møta uttan støðg.
Veljarar, ið sambært vallógina hava rætt til at nýta
brævatkvøðu,kunnu atkvøða á býráðsskrivstovuni í
vanligari avgreiðslutíð. Tey, sum vegna sjúku ikki
kunnu koma á valstøðini, kunnu velja heima við at
venda sær til býráðsskrivstovuna tlf. 444006 innan
kl. 15.00 tann 29. apríl 2002.
Seinasti dagur fyri brævaatkvøður er mánadagin
29. apríl 2002.
Fuglafjørður, tann 17. apríl 2002.
Fuglafjarðar býráð
Bókavørður
Á Fuglafjarðar Bókasavni er eitt starv sum bóka-
vørður leyst at søkja til 1. august 2002.
Tann, ið sett/ur verður, skal arbeiða við øllum van-
ligum bókavarðaarbeiði í tøttum samstarvi við
Kunningarstovuna í Fuglafirði,sum heldur til í somu
húsum, sum bókasavnið.
Til starvið krevst útbúgving sum bókavørður.
Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt sambært
sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Starvs-
mannafelagið.
Umsóknir saman við próvskjølum verða at senda
Fuglafjarðar býrráð, Postsmoga 30, 530 Fuglafjørð-
ur í seinasta lagi 14. juni 2002 kl. 15.00.
Býráðið skilar sær rætt til at velja millum innkomnar
umsóknir ella onga at taka.
Fyrsta árið verður at rokna sum royndarár.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at
venda sær til Sigurð S. Simonsen, borgarstjóra ella
Jákup Frants Larsen, býráðsskrivara á tlf. 444006.
Fuglafjørður, tann 15. apríl 2002.
Fuglafjarðar býráð
Sethús í Hvalba til sølu
Við hesum verður matr. nr. 121 í Hvalba lýst til
sølu.
Talan er um grundøki,vídd 843 m2,við ástandandi
eldri sethúsum og úthúsum.
Húsini kunnu síggjast eftir nærri avtalu.
Suðuroyar Sparikassi
900 Vágur
tlf. 373064
afholder
FÆRØ MARCH
26. april (St. Bededag)
kl. 1200
FÆRØ MARCH
26. april (St. Bededag)
kl. 1200
Mjørkadal Idrætsforening afholder igen i år
den traditionelle FÆRØ - march. Det er i år
25. gang marchen afholdes, det vil vi gerne
markere med præmier til alle der
gennemfører marchen.
Startsted:
FK-HOYVIK
Ruten:
FK/Hoyvik - Vegurin Langi -
Sundsvegurin - Norðari
Ringvegur - Oyggjavegur
Húsareyn - Mjørkadal.
Forplejning:
Der vil være en ledsagebil,
der medbringer kaffe,
sodavand, chokolade mm. Der
kan købes pølser mm. i
personaleforeningens lokaler
i Mjørkadal.
Startgebyr:
Det er gratis at deltage.
Ingen tilmelding.
Præmie:
Der er præmie + diplom til
alle der gennemfører.
Vel mødt, MIF
Skrivstovufólk
Søkt verður eftir fólki at arbeiða í 1/2 tíð hjá Tórs-
havnar havn.
Arbeiðsuppgávur:
Útrokning av vørugjaldi
Journalisering (DocuLive)
Telefonavgreiðsla
Skrivligt samskifti
Annað skrivstovuarbeiði
Setanarviðurskiftir:
Starvið verður sett skjótast til ber. Løn sambært
sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
og Starvsmannafelagið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Jónsvein Lamhauge tlf. 31 17 62
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving,
royndum og møguligum viðmælum, skulu vera
Tórshavnar havn, Postboks 103, 110 Tórshavn,
í
hendi í seinasta lagi 30. apríl 2001.
Tórshavnar havn
Kunngerð
Tað verður hervið gjørt kunnugt,at atkvøðugreiðsl-
an til løgtingsvalið tann 30. apríl 2002 verður á
kommunuskrivstovuni í Leirvík.
Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 fyrrapartin og
heldur fram til kl. 20.00 og so leingi veljarar møta
uttan steðg.
Valkort verða send øllum,ið sambært vallistan hava
valrætt í Leirvíkar Kommunu.
Valkort skulu nýtast til valavgreiðsluna.Veljari, sum
ikki hevur fingið valkort, ella sum fær valkort við
villum í, eigur at venda sær til kommunuskrivstov-
una skjótast gjørligt,men annars til og við valdagin.
Brævatkvøður
Tey,ið av ymsum orsøkum heldur ynskja at velja við
brævatkvøðu á fólkayvirlitinum (kommunuskriv-
stovuni) ella heima, mugu boða kommunuskriv-
stovuni frá. Seinasti dagur fyri brævatkvøðu-
greiðslu er mánadagin tann 29. apríl 2002.
Leirvík tann 23. apríl 2002
Leirvíkar Kommuna
Heimarøktin øki 5
Suðuroy
Sjúkrasystir
Søkt verður eftir sjúkrasystir til Heimarøktina øki 5,
at arbeiða 30 tímar um vikuna í skiftandi vaktum frá
1. juni. Arbeiði er mest í sunnaru helvt av oynni, úti
í økinum og inni á Eldrasambýlinum.
Ynskiligt er at umsøkjarin hevur kunnleika til
eldraøki.
Lønar- og setanartreytir:
Stgarvið verður sett sambært sáttmála millum
Sjúkrasystrafelag Føroya og Fíggjarmálastýrið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
økisleiðaran tlf. 373907.
Umsókn:
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi v.m. sendast til:
Heimarøktin øki 5
att: Jastrid Nielsen
900 Vágur
Umsóknarfreist: 1. mai.
Valkort
Hervið verður gjørt kunnugt, at til løgtingsvalið 30.
apríl 2002 verða valkort send øllum veljarum í
kommununi.
Um veljari ikki hevur fingið valkort, skal verða sagt
frá á kommunuskrivstovuni, tlf. 424103, innan 29.
apríl 2002, kl. 15.00.
Vestmanna kommuna
Boltar og skrúvur
stál - sýrufast - messing
www.faroeyard.fo · E-mail: sale@faroeyard.fo
P/F Tórshavnar Skipasmiðja
Tel: 31 11 55 · Fax: 31 11 25
P/F Skipasmiðjan á Skála
Tel: 44 11 55 · Fax: 44 11 25
24 tíma Vakt
tel: 21 11 55
Á Toll- og Skattstovu Føroya, Streymoyar øki, eru trý størv
leys at søkja til setan 1. juni 2002, ella so skjótt til ber. Eitt
fast starv fulla tíð,eitt fast starv hálva tíð og eitt starv sum
avloysari í 1 ár fulla tíð.
Øll størvini eru á Eftirlits- og innheintingardeildini.
Høvuðsuppgávurnar eru eftirlitsarbeiði og málsviðgerð
innan meirvirðisgjald, skatt og toll, herundir at geva um-
mælir í møguligum kærumálum.
Førleikakrøv
Tey,sum sett verða í fulltíðarstørvini,skulu hava roknskap-
arligan førleika, so sum cand. merc., HA, HD ella líknandi
útbúgving.
Tann, sum settur verður í hálvtíðarstarvið skal hava rokn-
skaparligan førleika, so sum merkonom ella líknandi út-
búgving.
Harumframt skulu nýggju fólkini vera fyrikomandi og ar-
beiðssom og kunna arbeiða sjálvstøðugt.
Vit kunna bjóða
Spennandi størv við nógvum avbjóðingum, sum sam-
stundis eisini eru fakliga krevjandi og við møguleikum fyri
eftirútbúgving, v.ø.o. trý sjálvstøðug størv í góðum ar-
beiðsumhvørvi.
Setanartreytir
Løn- og setanarviðurskiftir, sum eru treytað av starvs-
royndum og útbúgving,eru eftir sáttmála millum Fíggjar-
málastýrið og avvarandi yrkisfelag.
Núverandi setanarøkið er Streymoyar øki, men fevnir
annars um Fíggjarmálastýrið og stovnar undir tí,og tey,ið
sett verða, skulu kunna røkja tænastu á hesum støðum,
um tað verður kravt.
Nærri frágreiðing fæst við at venda sær til Toll- og Skatt-
stovu Føroya, Streymoyar øki, Hallbjørg Hansen á tlf.
310260.
Umsóknir
Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum,ummæl-
um og upplýsingum um viðkomandi starvsroyndir skulu
vera okkum í hendi í seinasta lagi
29. apríl 2002
Toll- og Skattstova Føroya, Streymoyar øki
Postsmoga 3139
110 Tórshavn
Størv sum grannskoðarar
Toll- og
Skattstova
Føroya
Toll- og Skattstova
Føroya er stovnur undir
Fíggjarmálastýrinum,
hvørs uppgáva er at
fyrisita toll-, mvg-,
kolvetnisskatta- og
avgjaldslógirnar, inn-
tøkuskattalógina v.m. og
alla skudarinnkreving
hjá landinum.
Stovnurin hevur 150
starvsfólk og er skipaður
soleiðis, at planlegging
og menning fer fram í
Stýrinum á Argjum. Tær
seks økisskrivstovurnar,
ið eru á Tvøroyri, í
Skopun, Sørvági,
Tórshavn, Saltangará og
Klaksvík røkja raksturin.
Í Streymoyar øki starv-
ast 60 fólk. Høvuðs-
skrivstovan, har viðkom-
andi koma at starvast, er
á Smyrilsvegi,
Posttollurin heldur til á
Óðinshædd og Tollbúðin
er á Eystaru Bryggju.
Heimasíða:
www.tollskatt.fo
E-mail:
streymoy@tollskatt.fo
Heilsøla, smásøla & umbo - Tel. 315600 - Fax 318008
Hoyggjturkari
· Turkar 20' kontainara við vátum grasi uppá uml. 6-8 tímar
· Bíligur í rakstri uml. kr. 20,- um tíman írokna streym og dieselolju
· Tú kanst turka gras í oysandi regni fyri umleið kr. 20,- um tíman
· Kvalitetur og long livitíð
· Royndir í Føroyum við sera góðum úrsliti
Seinasta freist at bíleggja fyri at náa levering til
slátturin í ár er innan 01.05.02
Willian Max Hansen
Birgir Mohr
Jógvan Páll Poulsen
Sverri Midjord
Eiði
Sandur
Klaksvík
Tvøroyri
SYSTKINAAVSL TTUR Œ BARNAANSINGINI
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
C
M
Y
K
49
48