leygardagur 27. juni 1959síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NI. 27
SOSIALURIN
Einar Waag 65 ár
Mánadagin 29. juni verður Einar
Waag, bryggjari Klakksvík, 65 ár.
Hetta er eingin høgur aldur; men
fåur man gruna, at Einar kortini
hevur 65 ár á baki, so væl hann ber
seg og so ungsinnaður hann er.
Einar er bryggjari, yvirtók eitt
lítið bryggjarí eftir faðir sín; men í
dag hevur hann eitt stórvirki
landsins størsta og mest nýmótans
øl- og mineralvatnsvirki. Tað eru
ikki so nógv ár umlidin, síðan vidk-
anin og nýbyggingin fór fram; men
so væl hevur gingið og so nógv er
selt, at neyðugt hevur verið at bygt
afrat, víðka um, keypt nýggjar ma-
skinur o. s. fr. Nú hevur virki hans-
ara egnan bát, ið siglir runt um oyggj
arnar við vørum.
Eisini í almenna lívinum hevur
Einar roynt seg. Hann hevur verið
løgtingsmadur; men bar seg undan
at vera ov frammarlaga á lista
Javnaðarflokksins í Norðoyum til
seinasta val. Hetta vildi kortini íkki
siga, at hann tók seg burtur úr poli-
tikki. Nei, sterka og rótfesta polit-
iska stóða hansara er honum ein
drívkraft til stríð fyri sosialistisku
hugsjónum. Undan seinasta vali vitj
aði hann flest allar bygdir í Norð-
oyum, og tað er ikki minst honum
at takka, at flokkurin gekk so væl
fram í fleiri av bygdunum. Einar
leggur ikki so lætt frá sær. Tað vil-
di verið eitt vónbrot, um hann gjør-
di tað; tí millum javnaðarmenn í
Norðoyum verður hann mettur hin
mætasti, tann, ið avrikad hevur
mest fyri Javnaðarflokkin og sek
hansara í Norðoyum.
Norðoya Javnaðarfelag er eitt hitt
størsta politiska felag i Føroyum, og
i hesum felag hevur Einar altid ver-
ið ein av leiðararunum. Hann hevur
verið formaðurin; men mestu tíðina
Úr Hvalba
Smáligt gongur við kolaavskipingi-
ni nú, tá bert 100 tons eru farin allan
juni mánað. So lítið tonsatal er íkki
avskipað nakran mánað, síðan kola-
sølan bleiv stovnað, (ella síðan kola-
arbeiðið byrjaði.) So tað hevði verið
smáligt hjá onkrum, um íkki so nógv
ir royndi at søkja sær burt, og at tað
bar so væl i lag at sleppa til Grøn-
lands at rógva út. Um tað verður
hildið hánt um groónlandsútróðurin
av teimum vissu. Kortini vilja teir
flestu siga: væl veri teimum fyri sum
hava verið so heppnir at slóða ein
vinnuveg uppi i Grønlandi. Betur er
ein bøtandi hond enn ein spillandi
tunga.
Fyri gott 14 døgum síðan kom
dekksbáturin Jóhanna aftur av skipa-
stød úr Vági.
Sum altíð ætlað, varð byrjað at
dríva kalvalínu beinan vegin. Men
veðrið gjørdist so vånaligt, at bert
nakra fáar ferðir hevur verið roynt,
og veiðan var reiðiliga góð 2000 pd.
Ein danskur verkfrødingur sum
kom higar seinast við Tjaldur hevur
verið og kannað tunnelluna millum
Hvalbæ-Tvøroyri fyri at fáa útvega
eina haldgóða kostnaðarætlan, sum
síðan verður løgd fyri Yavsøku-
tingi.
Tað gleðir Hvalbingar, at málið
ikki verður lagt undir grónu torvu,
sum onkur vildi vera við, at javnaðar
menn hevði í hyggju at gera við mál-
ið. Men hetta var tó ollum skilafótki
greitt, at so var ikki. Vit eru greiðir
yvir, at málið hvílir í tryggum hond-
um, sum ikki gevast fyrr enn málið
er framt.
Tidindamadur.
kassameistari. Hetta starv hevur
hann røkt við skili og dugnaskapi
og væl er burtur úr. Felagið hevur
nógv at takka Einari fyri. Har hev-
ur hann verið ein avreksmaður og
gjørt eitt stórt og skilagott arbeiði,
og tað er eingin sum ivast í, at hann
framvegis verður at leggja rygg til
og vera felagnum sami dyggi stuðul
eins og hann hevur verið tað nú í
mong ár.
Eitt tíðarskeið var Einar limur av
sóknarstýrinum, og nú í fleiri ár
hevur hann verið formaður fyri
Klakksvíkar skúlanevnd.
Vit takka Einari fyri vælgjørt ar-
beiði í undanfarnu árum og ynskja
honum góða heilsu, stríðshug og
annar alt tað, ið krevst hjá manni,
ið verða skal ein oddamaður at føra
sosialistisku hugsjónirnar til sigurs.
Vit ynskja tær Einari, næstfor-
manni Føroya javnaðarflokks, hjar-
taliga til lukku, tá tú mánadagin
rundar tey 65.
på
Nýggj bók
Út er komin nýggj bók: Andreas J.
Ziska: Tórshavn — lív og vokstur.
Hetta er Havnar søga. Bókin er 148
bladsidur til støddar. Hon verdur
gjøllari umtalað seinni.
Prát
Hanus: Nú, tú er í stásklæðum í dag.
Tú man ætla okkurt. kann eg ætla.
Páll:
veitslu. Íðan, tú er jú eisini boðin við?
Hanus: Eg! Nei, vit tjóðveldis-
hava samtykt, at skulu íkki
í Danakongi. Tað kunnu
Jæ, eg færi a hotellið til konga-
tú,
menn vit
fjeppast uppi
tit, og sambandsmenn og javnaðarmenn
kappast um.
Påll: So, so, tit eru ov g6dir at fjepp-
ast uppi i Danakongi. Men hann er nú
kortini eisini kongur okkara, Føroyinga.
Vit tjóðveldismenn anerkenna
Hevdi Erlendur
so hevði flokk-
urin mannað seg upp at mótmælt hesum
Hanus:
onga danska yvirvøld.
ikki verid burturstaddur,
fjasinum.
Påll: Åjæ, Erlendur er burturstaddur.
Hvæt frætta tit fra honum?
Hanus: Hann hevur verid i
landi og er hann nå farin til Jugoslaviu
Svitsar-
at hitta andsfrændar sinar har.
Påll:
kann hann sleppa inn har?
Eystur um tjaldið harða. Hvussu
Hanus: Tú mást so spyrja. Tað er
ikki hverjum manni lagað at sleppa har
innar um. Tað gav at bíta Spaniumann-
inum, hann var í ferðalagi við.
Páll:
Hanus:
Núda, hvussu var vid honum?
Nei. hann slapp ikki um tjald-
ið. Hann hevði ikki nóg góð pappírir.
Páll: ta,
pappírir nóg góð?
Ian, Erledur vóru hansara
Hanus: 4 hann er so væl kendur.
Páll:
kortini kravdur at vísa fram. Hevdi hann
Jæ. jæ, men onkur skeytin varð
púrt eingi pappírir?
Hanus: Nei, nei, einki uttan eitt danskt
pass.
Páll:
vera einum tjóðveldismanni tøkt vidhvørt.
Tvætl!
Eitt danskt pass! Ju, tæ kann
Hanus:
Lastvognskoyring
vid vippu
Telefon 2340
Leivur Johannesen.
1
Í
27. juni 1959
Tekniska deild Tórshavnar kommunu
sóknast eftir ungum raskum manni til at koyra ein nýggjan 90-hesta
BULLDOZARA (beltatraktor). — Skrivligt svar við ollum neyðturvu-
ligum upplýsningum í hesum sambandi ynskist frá áhugaðum, ið møgu-
liga hava koyrt sovorðna ella líknandi maskinu áður.
Havn, tann 19. juní 1959.
BY ARVERKFRØDINGURIN
Niels Finsensgøta 1.
NYMOTANS TAPET
Måling, lakkir,
og penslar.
bonevox, pensilbad
seljast best og biligast.
Málingabúðin = Reyngøta 5
Skipafelagið Foroyar
TELEFON 1225
Tórshavn
FÆRØSK MARGARINE
Vita No I
| VITAMINISERET
FÆRØSKT PRODUKT FINT PRODUKT
GROT OG SKERVUR
Oll, ið vilje keypa skerv ella gråt, eiga at venda sær til |
kommunukantórið. |
Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða |
heimtað.
Bilstjórar verða åmintir, at teir ikki kunnu heimta grót ella
skerv uttan við einum limi av vegnevndini ella einum umbods-
manni fyri kommununa.
FROÐBIAR SÓKNAR KOMMUNA
Føroya Bjór
ØL- og MINIRALVATNSVI
Citrón sodan aín
Foroya
Pilsnar
Ekta Vanillie limonada
Maltøl. Åppolinaris
EINAR WAAG, Klakksvik — MÅLTRÅDUR 4
Appelsin iimonada
Hindber limonada
Jørdber limonada
TRYGGINGARSAMBANDID
FØROVYAR
telf. 1086
telf. 1089
Føroya Sjóvátrygging ...telf. 1086
Foroya Vanlukkutrygging telf. 1721
Føroya Kríggstrygging .
Foroya Brunatrygging..
Vit tryggja:
Bátar - skip - veru - hús - innbúgv - ferðagóðs
bilar o. a.
Føroyingar eiga at tryggja
i landsins egnu trygging
AO 2 ||, fy