Sosialurinarkiv
Sosialurin 1960-01-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. januar 1960síða 3

‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

post nuar 1960 « t3 . ÞE ) SOSIALURIN Útgevari : FØROYA JAVNAÐARFLOKKUR Blaðstj.: Villi Sorensen. Box 76. Prentsmiðjan á Heygsbreyt TELF 1820 Vit løgdu út... Fiskimenn mistu Suðurlandið — einaferð álitið. Hetta man vera hitt harðasta slag- ið á okkara døgum. Koltrolaraflotin hevði mist grund- arlagið av avleiðingunum av Korea- krígnum. Har fór annar stólpin undir inn- løguverkinum, vit høvdu bygt upp aftaná kríggið. Vit komu so at sita í fartroti. Men tað gav okkum ikki deyðamein, ti okkara sjófólk var so gott, at frem- mandir høvdu boð eftir tí. Yvir 1000 mannaðu íslendskar trolarar og onnur íslendsk før fyri ovurstóra løn. Hundraðir av monnum fóru til Nor- egs, Bretlands, Týskalands og Dan- markar. Hesir útibúgvar av okkara sjó- monnum bóru miklan pening heim aftur við sær. Men so settu Íslendingar skák á okkum við teirra míklu peningaav- giftum — 55 pst. Tá ið vit, samgonguflokkarnir, tóku við, vóru so statt góð ráð dýr. Hin sosiala forsorgin, ið var aftur- úr, skuldi lyftast ájavnt við sosialu forsorgina í hinum partinum av rík- inum. Skip — góð nútímans skip — skuldu fáast til vega í bráðskundi. Grønlandsspurningurin skuldi loy- sast munandi áleiðis móti málinum, at Førovingar skuldu hava somu veidiatstødur í Grønlandi, sum Grøn lendingar hava i Føroyum og niðri í Danmørk, Husalånsskipan, ið botti lántrotið, ið nívdi yvir alt landið, mátti verða fingin til vega. Sjúkrahúsviðurskiftini máttu verða gjørd góð og á hædd við nútíðar- innar krøv. Studentaskúlamálið kundi — ikki bíða longur eftir at verða greitt. Ravnmagns útbyggingin skuldi verða fullfiggjad, og vega- og havna- byggingin halda fram sum samtykt og ætlað. Sjómarksmálið loysast við 12 míla marki. Við fremjan av hesum og øðrum málum var hin nýggja politiska sam- gongan skipað við javnaðarmanni sum fyrsta mann. Slakt ár er farið — 3 ár eru eftiri av stjórnarskeiðinum. Hvat er náað? spyrja fólk. Vit hava fingið samtykt nýggja sosiala skipan við fólkanen- sjón. avlamispensjón og øðrum sosi- alum ábótum. Eitt stórt framstig! Vit hava fingið 6 nýggjar útróðra- havnir í Grønlandi og sett hol á skilnaðarmúrin millum Føroyingar og Grønlendingar við at hava gjørt ta fyrstu samarbeiðsroyndina. Eisini eitt stórt framstig! Vit hava fingið eina financiering- arskipan til bygging av fiskiskipum. Hava eftir hesi skipan finansierað byggingina av 5 trolarum, 13—15 linubåtum og 40 grønlandsbåtum. Og aftrat hesi skipan er komið i lag lånimøguleikar til bygging av ollum eina teimum skipum, ið okkum enn á- resta, lånimøguleikar, ið eru betri enn nakra tíð í søguni hevur borist okkum. Spurningurin um at fáa nýggj og góð skip kann so statt sigast at vera loystur. Hetta er stórsta framstigið. Málið við skipabyggingini er, at hvør einasti føroyskur fiskimadur skal kunna fara umborð á eitt før- oyskt skip, ið er líka gott sum hitt besta útlendska. Uppskot er sett fram um eina nýggja húsalánsskipan. Men hetta málið er ikki loyst enn. Tað stendur á hálvum gekki. Vónandi verður tað loyst í hesum landsstýrisskeiði. Sinnissjúkra- og sjúkrahúsmálið er nú komið so langt áleiðis, at tað nú liggur á arkitektunum at fáa sítt ar- beiði frá hondum. Eitt framstigi! Studemrtaskúlin er við at fara í bygging. Vit gleða okkum yvir, at vit í kom- andi ári (árum — ið hvussu er — í landsstýrisskeiðinum) fáa hetta mál- ið loyst. Ravmagns útbyggingin norðan fyri eins og sunnan fyri er í fullari gongd. Hetta er í lagi! Sjómarksmálið kom veruliga eitt stórt stig áleiðis móti teirri endaligu loysnini. Eitt framstig! Oyggjarvegurin er í gerð. Fullfíggjað projekt til fjallaholið millum Tvøroyri og Hvalbæ fingið til vega. Hetta projektið er bíligari enn væntað — og skuldi tí ligið beint fyri at framt tað. Og fjallaholið í Norðoyum skal projekterast. Hr er + á j 2 Men árið var kortini eitt vónbrot. Ísur og óveður spilti grønlands- veiðina, og fiskiskapurin aðrastaðni kom at vera slakari enn árini undan. Vit byrja tó nýggja árið við góð- um vónum. serliga líta vit á, at oll tey nýggju veidiførini, ið eru komin, og sum eru á veg at koma, vilja økja so munandi um framleidsluna, at vit verda at orka at taka okkum fram eisini å sosiala og mentunnar økju- num, soleiðis sum stevnt hevur verið fram ímóti. Partamonnum, vinum eins væl og ollum ødrum Føroyingum, hvar ið teir enn standa, ynski eg egna og javnaðarflokksins vegna alla góða eydnu í tí nýggja árinum. P. M. Dam. Vågbingur' „Vágbingur Við måttøkuna av Vágstrolaranum »Vågbingur« helt Dam, løgmaður, hesa rødu: Góðu Vågbingar og oll, ið av bygd og bý eru komin saman her! Tann gleði og fagnaður, ið anda úr tí stórslignu móttóku, kennist hug- takandi. Og vil eg av innsta hjarta og full- um huga taka undir við hesum fagn aði og ollum teimum góðu ynskj- um, ið søgd eru. og sum eg veit, brenna í hjørtum allra, ið her eru. Bygdin og fjørdurin Vågsbygd og Vágs fjørður liggja her so fjálgt. vakurt og vinarit1 og bjóða gævum monnum og kvinnum til sín. Og tað kann av sønnum eisini verða sagt, at her hevur búð og býr eitt gott og framburðshugað fólk. Ringar tíðir, ið hava brotið við stórum 6løgum inn vvir land okk- ara, hava eisini borið við her. Men tað stásiliga farið eitt hitt prýðiligasta í fiskiflota okkara sum her flýtur, ber vitni um RF Í Á.f 3 vé 8 tt + SOSIALURIN áræði og eitt seiggi, ið ikki fellur í fátt, men heldur ímóti og vinnur á trupulleikunum. Og landsstýrið eins og alt Føroya fólk ynskir tykkum Vågbingum og øllum, sum hava lagt saman fyri at taka hetta ódnar- takið, alla góða eydnu við skip- inum. Verði »Vågbingur« at bera navn sítt við æru, og verði hann við góð- um fongi at skapa góð kor hjá teim um, sum á sumri sum á vetri, Í góðveðri sum í illveðri ótroyttiligir verða at troyta tær næru sum tær fjaru havleiðir við honum, og verði hann at uppfylla tær vónir um skap an av lívi og virki á landi, sum ein arbeiðshugað — arbeidarafjøld eins væl og allir Vágbingar og vit oll hava til hansara. Gleðin yvir hetta snotiliga og við øllum nútímans greiðum og hent- leikum utgjørda fiskiskip fær líka- sum ein vóntreystari dám við, at vónir eru fyri, at fleiri før verða at fylgja tí á baki. Vit, sum vita, hvussu okkara fiski menn igjøgnum tidirnar hava torgað hitt villini havið í róðrabátum, mo- torbátum, sluppum og líknandi før- um við Føroyar og á fjarum hav- leiðum, kunna ikki ynskja okkara sjómonnum nakað betri enn nýggj og tíðarhóskandi fór. Eingin byggir borð fyri báru, søgdu teir gomlu. Men tryggleikin við góðum fórum er kortini fiskimonnum hentasti gripur. Ein nýggj tíð er við at loysa ta gomlu av. Tað lýsir í eystri. Og eitt vakið fólk stendur fúst at taka ímóti hesi tíð við ídni og ar- beiðsgleði. Hjartaliga tillukku, Vágbingar og allir, ið her hava tikid lógvatak saman. Guðs vælsigning verði við á ferð- ini. Eitt leingi livi fyri Vágs bygd, fyri trolaranum — >Vágbinginume, fyri hesi nýggju fyritøku. ; 1959—60 Aftur standa vit vid eitt årslok. Tad kann vera bædi neydugt og forvitnisligt at stedga å eitt bil og lita aftur til tad, ið er farið, fyri at vita, hvussu úrslitið av farna árinum hevur verið, bæði vinnu- liga og á ein hvønn annan hátt. Hetta er avgjørt neyðugt, um møguligt skal gerast til at hóma eina mynd av tí farna. Ta er nú ikki bara at fara úr einum ári og inn í eitt nýtt, tað krevst meira | enn so, tí tað er so mangt, sum einhvørj um okkara hevur vidurfarist í einum ári, at tað má kunna vekja hugsan okkara til at líkasum fáa okkum at steðga á gåttini, áðrenn farið verður inn í eitt nýtt, ár. Árið. ið er farið, hevur íkki bert givið, men eisini tikið tað hevur kravt endurgjald fyri sínar gávur og soleiðis vil tað alvíð verða, so leingi tað andar her á fold. Sjáldan man eitt ár geva so, at ikki er onkur, ið er mis- nøgdur. Onkur var hann, id fór út á villini hav at vinna sær fødi og ikki varð lagað at festa fótin aftur á ta grónu jørð, men fann sær váta grøv, og so- leiðis verður ofta hjá honum, sum má taka sína úrkomu úr sjónum. Kanna vit so eftir. hvat ið kom úr sjónum í farna ári. so má ásannast, at tað var miseydn- að í so máta. Grønland miseydnaðist orsakað av serliga ringum isvidurskifti, sum menn ikki minnast í mong år, og rakti hetta ikki minst menu, ið høvdu sett nógvan pening í stórar grønlands- bátar. Tað er so mangt, sum mannavit ikki megnar at forða. Men livast skal Ísland tað avskornir blivu vit heilt Nr. I Vælkomin »Vågbingur« Hesin sangur varð yrktur til móttek- una av »Vågbingi«: Lag: Av øllum londum i eyst og vest. Vælkomin »Vågbingur« gilta far, frå suðurlondum teg lagnan bar: av mannahondum, úr sterkum bondum tú bygdur varð. Vælkomin »Vågbingur« her á Våg. ein vekur skúta tú ert at sjá, so vágbingar allir, væl kvinna sum kallur seg gleða má. Vælkomin »Vågbingur« higar í dag, væl verið teimum, tað fingu í lag, hesa knørru at gera, sum eydnu skal bera til hendan stað. Vælkomin »Vågbingur«, bjartur sum sól, og innanborða øll hentleikans tól; royn lat tað kennast. at aftur kann mennast har tú fanst ból. Vælkomin »Vågbingur« til okkum her, so víða um havið gongur tín ferð, har fiskur sveimar, tú ristir reimar og okkum ber. Vælkomin »Vågbingur«, signing vár hon fylgi tær, hvar enn leiðin gár: lat myrkur har dvína, lat sólina skína í komandi ár. Vælkomin »Vågbingur«, snotiligt skip, hann øllum valdar, vardveiti teg grip. vid skipara góðum, vælroyndur i slóðum. og mongum sip. Vælkomin »Vågbingur«, systir trý. mót' stormi og havi búgvist til strid: alt gott tær fylgi. um atlantsbylgju. til alla tíð. Vælkomin »Vågbingur«, legg útá, frá hesum oyggjum á Ægirs-vág, til væðing vit fylgja. so fjalir teg bylgja. tó hjørtur slá. Ipt. frá vegna flytan av fiskimarkinum út á 12 fjórðingar. Í farna árinum eydnaðist tað okkum at fáal2 mílamark ella 6 og 6 istadim fyri tað 3-mílamark, vit høvdu Okkara nýggi fiskimarkssáttmáli varð undirskrivaður 27. apríl 59 Nýggj fiskifør eru 6 komin til landið, og er tað leiðin uppeftir úr skipaneydint. Munandi framgongd á teimum sosialu økjunum, tó takið er ikki tíkið fult enn, men verður at fremja í tí nýggja år inum. Tó at árið 1959 må sigast at vera mis eydnað í mun til 1958, so megu vit fara at ríða aldudalin av uttan stórvegis mein fíggjarliga, og í vón um, at nýggja árið fer at eydnast betur Eitt annað ár, ein onnur lukka Hvat nýggja árið fer at bera okkum er okkum ókent, men sum áður sagt byrja vit tað í teirri vón, at tað vil blíva okkum blítt og við góðari vinnu í allar mátar eitt innløguår lat okkum vóna tað! Gleðiligt nýggjár! —n. EEE — Kunngerð Tað verður her gjørt kunnigt, at býráðið i 1960 hevur fund 2. og 4.. tysdag í hvørjum mánaði, kl. 20, vid undantak ev juli, har bert verd- ur hildin fundur 2. tysdag, og de- sember 1. og 2. tysdag TÓRSHAVNAR BYRAD., tann 28. desember 1959