Sosialurinarkiv
Sosialurin 1960-08-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. august 1960síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 31 i Framhald frå 1. síðu. Kongo-stríðnum hevur tarnað endaligu góðkenningina frá belgisku stjórnini av láninum. Tann íleggingarskipan, ið løgd er fyri endurnýggjan av skipaflota okkara, skuldi kunna hildið og orkað at loyst uppgávuna, so langt sum vit kunnu fáa høvudslånini til vega frá Realkreditt- stovninum, Fiskaríbankanum ella frá aðrari síðu. Vit seta sum kunnugt ár- liga miljónir í fíggjarlógina til studn- ingsveitan til skipabygging. Heraftrat kunnu vit við veðhaldi frá statinum læ- na 4 miljónir um árið i $ år, herav eru ætlaðar 3 miljónir til skipini. Real- kredittstovnurin lænir $0 pst., so langt peningurin røkkur. Hann er við hjálp frá tjóðarbankanum og statinum gjørd- ur førur fyri at læna 8 miljónir um ár- ið í 5 ár. Í letun. hevur hann játtað tann pening, hann hevur og kann fáa til 1961. Nyjåttanir frá hesum kunnu so- statt ikki væntast fyrr enn aftan á hesa tíð. Hjá Fiskaríbankanum skuldi ikki staðið á at latið uppískoytislán upp í 20 pst., tí hann ræður yvir stórum ólænt- um peningi. Aftrat hesar: sum neynt royndir meguleikar, ið eru, fyri at fáa útlendsk lán til skipabygging, sbr. nevnda tilboð frá Belgía. Tilboð um lán eru eisini givin av fransmonn- íleggingarskipan verða um, og hálendingar hava boðað frá, at teir vilja koma við tilboði uppá skipa- bygging við íleggingarláni frá teimum. Umframt neyndu skipin. hava menn við lånitilsagni frá landsstýrinum bundið seg til at byggja 5 línubátar i Eystur- týskaland.. Hesi skip skulu ikki koma til Foroya fyrr enn í 1963. Avgerðin um at byggja tey eru gjørd fyri at fremja sildasølu í Eysturtýskalandi. Handils- og uttanríkisviðurskiftir okkara Heimurin hevur býtt seg í tvinn- ar stórar bólkar og so aftur í undirbólk- ar. Teir tveir meginbólkarnir eru eystan- londini og vestanlondini. Eitt sokallað jarntjald stendur millum hesar bålkar, og handils- og onnur sam- vinna teirra millum hevur verið trupul, í mongum verið ómogulig. Í hesum er stórt spell. Allir menn, eystan sum vestanmenn kenna mikið spell vera í hesum skilnað, og verður nú eisin. sterkari í hverjum talað um at bróta hol á og helst taka hetta jarntjadið burtur og royna at ko- ma sær á eitt óheft samvinnustødi. Vit rokka einki her, so fámentir vit eru. Men vit hava alstóran athuga fyri. at londini vinna á hetta stødi. Okkara lívsvirk. er jú framleiðsla av fødivørum, sum tað er almikið um hjá okkum at gera at fáa høvi at selja á øll um teimum marknadum, ið hava brúk fyri teimum. Í eystanlondum liggur á hjá okkum at vinna ein fastan marknað fyri havsild- ini og flakafiski, sum vit eru við at fara at framleiða í vaksandi muni. Í sudurlondunum í Europa og lond- unum í Suðuramerika og kanska eisini á Afrikalondunum finnast marknaðar- nir fyri salt- og klippfiski okkara. Í teim ymsu europeisku londunum, serliga í Bretlandi og í sambandsstat- unum og Kanada eru marknaðir fyri flakafiski og ísfiski. Takið hjá okkum er at koma so fyri, at vit sleppa so ótarnað.r sum møguligt við okkara verum á hesar marknaðar- * nar. Tað hevur tí ligið og verður at liggja landsstýrinum á sinni at vera vak ið her og liggja fram við og royna at gera tað, ið er møguligt at vinna fast og ódarvað fótafesti á hesum markn- aðum. Men tað er, sum borið við, ikki sum fótur í hosu. Eg nevnd: jarntjaldið, ið er sett mill- um eystur- og vesturheimin. Kear“in SOSALUEUN Vesturheimurin, sum vit liggja i, hev- ur býtt seg handils- og samvinnuliga aft ur i tvinnar bólkar, teir soneyndu »6« og >7%. Hvussu endiliga verður at koma at liggja við handli og samvinnu millum hesar bólkar, er enn ikki greitt. Odda- menn innan fyri bæði teir »6« og teir »7« tala um at byggja brú og royna at javna út teir ónáttúrligu skilnaðarnar. Eingin er sterkari interesseraður í, at henda brúbygging og slættan av vegn- um til samhandil og samvinnu má eydn ast. Okkara høvudsmarknadir í fyri salt- og klippfiski liggja í londum sum (Italia, Grikkaland og Spania, ið oll eru uttan fyri tey »7«, sum vit gjøgn um rikisfelagsskapin við Danmark eru knýttir næst at. Europa Sildasølan Vid sildahandlinum liggur so fyri i løtuni, at vit hava i ár selt eins nógva sild í Svøriki og Danmørk sum í fjør, og sildasølunnar fyristødumenn kenna seg vísar í at kunna selja uppí einar 60.000 tunnur av sild í Eysturtýskalandi Hervið skuld; sildasøluspurningurin ver- ið greiddur fyri í ár. Tað sigst, at íslendingar hava boðið sildina niður í Svøriki og Danmørk. Hetta er harmiligt. Tað má vera bein- ast og avgjørt vert at arbeiða fyri, at íslendingar, vit og norðmenn standa saman heldur enn at reka hver fyr. seg at niðurbjóða sildina. Rusland hava føroyingar ikki handl- að við seinastu árini, hvat sild viðvíkur. Sildasølustjørin upplýsir, at tað var ilt at fáa handil í lag við Rusland við nóg góðum prísi. Russar søgdu seg lítlan hug hava fyri keypi av sild frá okkum. Um henda støda russanna er »diploma- ti«, ið stendur í samband við ynski um at fáa loyvi at umskipa sildaveiðuna innan fyri sjómarkið, millum 6 og 3 fjórðingar úr landi ella — og helst tað — at fáa ávísan fjørð ella havn at nýta til umskipingar, er sjálvandi ein spurn- ingur, ið menn kunna meta um, men reint teknisk-handilsliga skuldi tað sam- bart upplýsing frá uttanríkisráðnum lig- ið væl fyri nú at selt sild til Ruslands. Valutatrupulleikar eru eingir, og í sjálv- ari handilsavtaluni er sildakontingentið, ið russar hava sagt seg — uttan bundna skyldu — at kunna keypa, reiðuliga stórt, 150.000 tunnur fyri 2 ár. Við okkara føstu sølu til Svørikis og Danmarkar, einar 60—80.000 tunnur, og við rætti til at selja 75.000 tunnur um árið í Ruslandi, um russar vilja keypa, og vón um at sleppa av við 40—60.000 tunnur í Eysturtýskalandi skuldi verið møguleikar fyrf størr: sildaveidu, enn vit hava havt higartil. Aftrat kemur okkara egna bruk av agni. Tad verdur vaksandi, sum linubåtatalid øk- ist. Vit skuldu helst kunna veitt okk- ara egna agn. Sildasølan var í 1958 120.015 tunnur fyri kr 17.625.000 og í 1959 83.920 tunnur fyri kr. 12.328.000. hesum Fiskahandilin Hin tátturin í okkara fiskahandli, sum L/f Føroya fiskasøla hevur í hond- um, hevur litið mest á salt- og klipp- fiskaframleidsluna, men er nú eisini far in undir flaksølu. Sølan av saltfiski og klippfisk: hevur í seinastuni verið fyri ringum skákum. Bras.l-marknadurin var einaferð við at vera hitt stóra álitið. Tað sá út, sum hann kundi taka so nógvan fisk til hampuligar prísir, sum vit vóru før fyr. at veiða, men tað skiftandi virðið, sum brasilianski peningurin hevur havt, kom at skaða fiskasøluna, gjørdi handilin ótryggan og trýsti ofta prísin so langt niður, at tað loysti seg ikki at selja til Brasilia. Men nú eina tíð hevur brasilianski marknaðurin verið í lagi. Prisurin tyk- ist at vera hækkandi og gjaicingarvidur- skiftini góð. Menn eru í løtuni við at turka til henda marknað. Tað er bara spell, at so lítið av saltfiski er komið á land í ár. Tað stavar frá, at menn ha- va havt hevi at sleppa av við saltfiskin til ein reiðuliga hegan prís og fingið peningin í hondina við avreiðingina. Spanski marknaðurin hevur givið og gevur besta prís fyri klippfisk, men hann krevur stóran fisk, sum tað stend- ur á hjá okkum at fáa, nú vit eru skotr- aðir burtur av Suðurlandinum, har vit áður fiskadu hin størsta og feitasta fisk- in. Liberaliseringin av fiskahandlinum er eisini komin okkum tvørtfyri við tað at onnur lond sum t. d. Ísland og Noreg hava størri fiskanøgdir og harvid lætt- ari at fáa hendur á stóran fisk, sum kann bjóðast spaniamonnum. Spania sigst annars at vera í umbúnað at fara upp í tey »6« marknarlondini, men kortini meina menn, at tað verður neyvan beint nú. Spania saman við teim um >6< kann bera við sær meinar trup- ulleikar fyri okkara Kklippfiskaselu í Spania. Vit hava borið ótta fyri, at Italia, sum hevur verið og er stórkeypari av salt- og klippfisk: hjá okkum, kom sum limur av teimum »6« at fremja ætl- anina við tollbyrgingunum til frama fy- ri samhandilin millum teir >6<. Talan hevur verið um eina hækking av salt- og klippfiskatollinum yvir fyri okkum frå 3 pst. upp í 13 pst. Hendi hetta, vil- FÆRØSK MARGARINE 6. au tst 1950 — ——————N%———— A ff[f[yfyffyff——>>aØ0ØOcocD o————o di tað gjørt fiskasølu okkara í Italia , stórar neisir. Landsstýrið hevur sjálvandi arbeitt fyri at fáa :talskar fiskakeyparar og ta italsku stjórnina yvir fyri sínum sam- gongulondum innan fyri teir »6« at krevja undantak gjørt viðvíkjandi hækk- an av fiskatolli á føroyskum fiski. Her er sostatt talan um eina serstødu líkn- andi teirri ið danskar búnaðarvgrur ha- va fingið á týska marknaðinum. Sambart skriv frá ítalska uttanríkis- ráðnum er eydnast italskum fiskakeyp- arum og stjórnini at vinna eina tílíka serstødu fyri okkara salt- og klippfiski í Italia, Hesi boð lættu fyri andanum. Hóttanin um so munandi tollhækkan sum frå 3 til 13 pst. lá sum tungur stein ur á bringuni. Grikkaland, sum við hvørt hevur ver- ið ein góður salt- og klippfiskakeypari hjá okkum, sigst at reiðrast við at ganga saman við teimum »6«, men tað verður vist eisini at taka eina tíð, halda menn, og ímeðan fáa vit so ein søluskåa. Tann broyting, sum marknaðarliga er hend við samgongu teirra »6« og teirra >7<, vil saman við minkandi hugi at eta salt- og klippfisk lættliga kunna bera eykatrupulleikar við sær fyri salt- og klippfiskasølu okkara, men stríðið fyri at økja um keypikraftina í teimum suðurlendsku londunum og tann stóri fålkavøkstur, sum talan er um har, verða kanska kortini at gera tørvin á salt- og klippfiski ikki minni, enn hann Framhald å 3. sidu. Vita No | VITAMINISERET FÆRØSKT PRODUKT FINT PRODUKT TRYGGINGARSAMBANDID FØROYAR telf. 1090 telf. 1093 Føroya Kríggstrygging . Føroya Brunatrygging.. Føroya Sjóvátrygging ...telf. 1090 Føroya Vanlukkutrygging telf. 1721 Vit tryggja: Bátar - skip - veru - hús - innbúgv - ferðagóðs bilar o. a. Føroyingar eiga at tryggja í landsins egnu trygging Føroya Bjór ØL- og MINIRALVATNSVIRKI Foroya Pilsnar Ekta Maltøl. Citrón sodavatn Appelsin iimonada Hindber limonada Jørdber limonada Vanillie limonada Åppolinaris EINAR WAAG, Klakksvík — MÁLTRÁÐUR 4 PRENTSMIÐJAN Á HEYGSBREYT TÓRSHAYN AVRIKAR ALT PRENTINGARARBEIÐI TELF. 1820