Sosialurinarkiv
Sosialurin 1960-08-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. august 1960síða 2

‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

20. august 1960 SOSIALURIN Løgmannsrødan á 6lavsøku (Framhald) Eitt er at fáa lønarstigini ajourførd, hækkað samsvarandi príslagið. Annað og líka týdningarmikið er, at monnum verður tryggjað lønad arbeiðið. Hetta ræður um serliga her í Føroyum, har einki arbeiðsloysisgjald er. Har ið ar- beiðsloysi ræður, tyda lønarstigini einki. Hitt sum tí hevur so nógv at týða fyri ta arbeiðandi fjøldina, er at fáa reglu- ligt arbeiði. Tá fyrst ein hevur hesa trygd. muna lønarstigini, lønarajourfør- ingin hjá honum. Hitt privata saman við tí almenna megu tí leggja alla ork- una á at skapa virki og útbygging av landi okkara. so arbeiði kann verða fyr: alt okkara fólk. Hetta ek rættvíst móti arbeidarafjøldini. Men hetta er eisini hitt besta landshúsarhaldið, so satt sum tað fyri vælstandi, nøgd og lívsgleði hansara einstaklingsins sum hjá allari tjóðini. Hin størsta oyðsla í einum samfelag, hitt ringasta húsarhaldið hjá landinum, eru allir teår arbeiðsleysu dagarnir hjá arbeiðsfúsum fólki. Hver arbeiðsleysur dagur hjá manni týðir oyðslu av eini dagløn. virðinum á tí, ið ein dagløn skapar. Hugsið sær hetta ræðuliga oyðslusemi, sum fer fram í okkara land. við at falda daglønina við øllum teim- um arbeiðsleysu døgunum, sum okkara fólk er úti fyr. ár aftaná ár. Ikki bara landsstýrið og samgongu- flokkarnir, men, allir ítingsins flokkar, alt tingid, skylda at leggja saman fyri at basa arbeiðsloysinum og fáa allar hendur í skapandi arbeiði. Havi sagt tað, men lat meg taka tað upp aftur: Hetta leikar so mikið meiri á, sum at vit her á landi onga arbeiðsloysistrygg- ing hava. Fyrst í hesi setu kemur fram upp- skot um lønaråbøtur til teirra, ið ikki hava fingið hesar. Egna vegna vil eg siga, at ein ajourføring av arbeiðs- mannalønunum má fara fram. Eg vil vera við til at gera tað og rætta tað, at lénir hjá summum arbeiðsmonnum fara niður. Byggilánsfyriskipanir Eitt hitt størsta saknið í samfelag okk ara hevur verið og er trot uppá byggi- lånspening. í Nógv hevur verið talað og skrivað um hetta mál. Allir hava verið á einum máli um, at tað hevur verið og verður í størr: mun, sum tíðin gongur, hastandi neyðugt at fáa skipanir í lag, ið gera tað moguligt hjá fólki at fáa munandi og langfreist- að byggilán. Sparikassar okkara hava lán so langt, ið peningur teirra hevur rokkið. Men hann hevur rokkið alt ov stutt. Hetta hevur borið við, at mangur ikki hevur kunnað fingið húsabygg.ng- arlán, og at tey, ið hava fingið, hava fingið ov lítið og ov stuttfreistað lán. Sum menn undan hevur sitandi lands- styr.5 roynt at arbeitt við hesum spurn- ingi. Í fjør varð lagt fram á tingbord upp- skot, har eftir menn kundu fáa upp í 35 % 2. veðhaldslán við løgtingsins veð- haldi Orsøkin til, at hetta uppskot steðgaði í nevndini, er, at tað her heima veruliga ikki er peningur til at læna uppá 2. ved hald. Vegna peningatrot hava sparikass- arnir noyðst at skorið síni 1. veðhalds- lán munandi niður um tað vanliga. Og bankarnir eru á tambi í útlánum til vinnulívið. Eftir samráðing er nú komið í lag, at Østifternes Kreditforening vil læna til føroyska húsabygging, har ið matri- kulerað er, og kanska eisini har, ið skilagóð loftsavtaking av lendinum í eini bygd dr farin fram. Fyri at Østift- veitt húsa- ernes kredittfelag kann byrja útláns- virki sítt her uppi, megu tinglesingar- reglurnar smíðast eitt sindur um. Hetta er lættliga gjørt. Landsstýrið vil koma fram við einum slíkum uppskoti. Kre- dittfelagsins útlán vilja so fram, at keyptar verða obligasjónir, ið ganga inn í samlaðu obligasjónir hjá felagnum. Hetta vil bera við sær, at obligasjónir uppá lånini til Føroya vilja koma at fáa somu styrk og sama virði sum hin- Verða vit at Østifternes ar obligasjónir felagsins. kunna fáa 50 % í láni frå Kreditforening, vil verða lættari at fáa uppískoyti sambart tað uppskot, ið ligg- ur á tingborði, hareftir tingið skal veð- halda. Tað vil vera rætt í hesi tingsetu at samtykkja hetta uppskot. Sosialu framstigini Tað var okkara fólki til størsta fram- stig og mikla gleði, at lógirnar um fól- kapensjón og avlamispensjón vórðu sam tyktar. Tær hava virkað við 2/3 av hækk- ingini. Hin 1. april 1961 verður asti tridingurin at falla til gjaldingar. Hin 1. oktober í ár verða at koma í gildi hinar lógirnar um einkjupensjón, barnahjálp og almenna forsorg til tey treingjandi, sum ikki kunna fáa hjálp fólka- og avlamispensjónarlógu- sein- eftir num. Vit eru ikki komin á mál í lóggávuni. Men vit hava tikið eitt risa- tak fram móti málinum: fullgóð lívs- trygd eisin. fyri tey, ið eru rakt av van- lagnuni. sosialu Sjúkhúsbyggingin Sum kunnugt var byggingin av lands- sjúkhús. og sinnissjúkhúsi ein tåtturin í uppbyggingarætlanini í fyrstu 5 árini. Spurt er av mongum, liggur fyri við hesari bygging. hvussu Her er at svara, at tekningararbeiðið hevur gingið striltið. Men hetta arbeiði er nú lagt á annan bógv, so tað verður nú gjørt sum »hastisøk«, so arbeiðið kann verða byrjað eftir timaplåninum. Vega- og havnaarbeiði Av ti at verkfrødingsskrivstovan á- tók sær at standa fyri byggingini av oyggjarvegnum, hevur ov lítil verk- frødingsmanning verið til at gera tað prosjekteringararbeidi, ið skal til, fyri at tey planløgdu og játtaðu arbeiðini kunna hava verið gjørd ella verið far- in í gerð. Tey arbeið.r, ið eru í gerð, eru: Vegir: Oyggjarvegurin Fjarðavegurin Moskranesvegurin Skælingsvegurin Tjørnuvikarvegurin Hvannasunds— Vidareidisvegurin Eiðis—Gjáarvegurin Dal—Húsavíkarvegurin Sandvík —Hvalbiarvegurin Undir breiðkan eru: Sandslíð Hellisvað í Skopun Sydrugøtuvegurin Og havnir: Klakksvik Midvågi Heima å Sandi Og lendingar: i Æðuvík á Viðareiði í Skálavík í Fámjin Havnirnar i Vestmanna, Skopun, Tvøroyri og Vági, ið hava fingið veð- hald frá tinginum fyri lån; at byrja havnaarbeiðið við, bíða eftir prosjek- teringini. Á Tvøroyri er fyrsti táttur av pro- sjekteringini liðugur, so har skuldu menn skjótt kunna byrja arbeiðið. Summi: líndinga- og havnaarbeiðir sum t. d. umvølan og leingjan av bryggj uni í Sandvík bíða eftir kavara. Kavaratrotið er meint, nú so nógv ar- beiðir úti í sjónum skulu verða gjørd. Havi borið upp á mål við verkfrøding- arnar um serlig tiltøk fyri at fáa kav- arar. Tað hevur verið spurt um framhald av Oyggjarvegnum, tá ið Nato-arbeiðið er liðugt. Landsstýrið heldur, at oyggjavegar- beiðið má ikki steðga, men verða fram- hildið, Nato-arbeiðið er lið- ugt, til tess vegurin er gjørdur. Bergholsarbeiðið í Suðuroy er við fyriskipan av landsverkfreðingi okkara útboðið til nøkur feløg í Danmark, Noregi og Sviariki. Højgaard Schultz, ið hava gjørt detailprosjektið, skipa fyri aftaná at hesari útbjóðing. Hetta felagið er eisini gera detajlprosjekt yvir gerðina í Norðoyum. Men felagið krev- biðið um at ætlaðu tunnel- ur nærri avtalur um arbeiðstreytir, áðrenn tað fer undir arbeiðið. Lands- Skattur 1959-60 ser seeesrerecrr> Tollur 1959-60 ...... + irer Ein munur ella meirinntøka upp kr. 3.498.751. Brúkið hevur eisini enn ætlað, orsakað av óvæntaðum krøv- vegna teir portugisisku verið væl stórri um sum t. d. trolararnar. Men gjaldstovan metir kortini at verða avlop, ið kann koma at liggja frå 1 til 1 milljón. SKÚLASKAPUR OG MENTAN Studentaskúlin Viðvíkjandi = mentunnarmálum kann verða víst á, at endiliga er leiðin greið fyri bygging av studentaskúlanum. Nr. 33 verkfrødingurin skal samráðast lands- stýrisins vegna við felagið. Vónandi kunnu vit koma til sættis við felagið um prosjekteringararbeiðið, so eisini henda tunnellin kann verða gjørd. Nato-arbeiðini og tollurin Blaðskriving hevur verið av teimum tíðindum, at Nato ongan toll skal rinda av tollskyldugu vørunum, ið verða inn- fluttar til tess arbeiði. Í hesum er einki. Táið tað lá ógreitt, ið av- talur landanna millum vóru, um Nato var tollskyldugt hjá okkum, ella um tað átti somu sømdir her hjá teimum ymsu natolondunum, nevnliga toll- og av- giftarfrælsi, var tollurin, ið talan kundi vera um at Nato var skyldugt at rinda, fyribils bókaður á millumrokning við statin. Tað, ið Nato er bókað fyri av toll, er kortini ikki meir: enn kr. 17.825,42 Hesin peningur er goldin av danska sta- ti. Ikki var meiri Viðvíkjandi tolli og beinleiðis skatti, ið innkomið er, samanborfð við tað, sum varð budgetterað og brúkt. liggur landið soleiðis fyri farna fíggjarárið: hvussu í hesum. Ætlað: Innkomið: kr. 6.400.000 kr. 7.584,635 kr. 10.000.000 kr. 12.314,116 Sum monnum kunnugt, var ætlanin at keypa nakað av jørð aftrat ti, ið landið eigur uppi í Hoydølum, at seta studenta skúlan á. Men ognarmenninir til hesa jørð vildu ikki selja og mótmæltu tøku. Samráðingar eru farnar fram við hes- ar óðalsmenn uttan úrslit. Valið kom so at standa millum tøku ella at seta skúlan á annað lendi, tí skúlin mátti og skuldi verða bygdur. Tá ið tøka kundi tarna byggingini, valdi landsstýrið at seta skúlan tætt hjá og í framhald av sanatoriubygninginum Nú verður byggingin boðin út. Framhald á 5 síðu. FØROYA BJOR appadráttur FØROYA BJÓR KLAKKSVÍK HELDUR ÁFRAM Vinningar henda mánaða verða: Í premia á 1 fotografiapparat 3 premiur á í ks. FOROYA BJÓR mineralvatn Og so verða tygum sjálvandi. vid í lutakastinum um 1 PHILIPS SONATE radioapparat til jóla. Radioapparatið kann síggjast Tórshavn. Vinnarar síðsta mánaða vóru Sofus Jacobsen, Kvívík vann 1 armbandsur Magnhild Hjemsten, Klakksvík Mia Hansen, — M. og J. Nielsen — í synisglugganum hjá WELLEJUS. vunnu 1 ks. FOROYA BJÓR mineralvatn hver Sjálvandi biðja tygum um FØROYA BJÓR, betri fæst ikki. *