Sosialurinarkiv
Sosialurin 1960-11-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. november 1960síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 47 Einki berghol - SÓSIALURIN Endurnýggjanin av skipaflotanum uttan javnaðarsigur Málini um berghol í Suðuroy og berghol í Norðoyum reisti javnaðar- flokkurin longu undir seinasta landsstýri. Lítið og einki spurdust burtur úr tá. Bergholsmálið í Norðoyum havnaði Norðoyatingmaðurin og landsstýrismaðurin í onkrari skrivborðsskuffu í Finganesi, og einki spurdust burtur úr málinum, fyrr enn nytt landsstýri undir javnaðarleiðslu var sett. Undir hesum landsstýrinum hevur verið arbeitt við málunum og: skøtil er settur á. Bergholið í Suðuroy er liðugt projek terað, og tingi Ohevur sett sær fyri at útvegað peningin — umleið 3 mili. kr Peningur er játtaður til projekteringi- na av bergholinum í Norðoyum, og projekteringin verður liðug gjørd nú. Stórpeningur skal til; men hesin pen- ingur er væl nýttur, tá ein hugsar um hin ovurstóra og lívsneyðuga tydning þergholini hava fyri tey gki, tey um- ata. Bergholið í Norðoyum halda konir menn fer at kosta einar 6—7 milj. kr. Hin brennandi spurningurin er nú at útvega henda mikla pening. Ein og hver kann vera fullvissadur um, at so leingi, javnaðarmenn hava leiðsluna í landsstýrinum verður ikki helmað í, fyrr enn peningamálið er greitt — eisini fyri Norðoyar — o - holið gjørt. ; ster Hitt almenna er ikki ført fyri å ein- um sinni at greida hetta mikla figgjar- mål eftir vanligum inntøkuhåtti til lands kassans. ... Her mugu aðrar leiðir roynast eisini. Og tær leggur javnaðarflokkurin til brots fyri. Fólkatingssessurin verður her av al- stórum týdningi — ein miðstøð á leið ini til fulla loysn av málinum. Hetta má hvor veljari gera sær greitt — og tað er størsta álvarsmál fyri hvønn Norðoying, hvønn teir velja. KARSTEN HOYDAL hevur bert eitt Skip — og arbeiði til allar hendur mål at fremja sum fólkatingsmaður: AT MÓTMÆLA. Hvor einasta atkvøda til Karsten Hoy dal er eitt NEI til bergholið. KJARTAN MOHR verður undir ong um umstýðum valdur. Hvor einasta at kvøda til hansara er burturspilt eitt NEIL til bergholid. JÓHAN POULSEN er afturhaldsmað- ur — við honum kemur einki berg- hol. HÁKUN DJURHUUS hevur sýnt sítt fyrsta bragd í bergholsmálinum. Hann havnaði ti í landsstýrinum, so eingin hoyrdi eitt orð aftur frá tí. Eisini hann skal niður í fólkatingið at mótmæla. Hvar einasta atkvóða til Hákun Djurhuus og fólkaflokkin er eitt dyggi ligt NEI til bergholið! JAVNAÐARFLOKKURIN hevur reist málið um bergholið — og ikki fyrr enn javnaðarmenn komu í lands- stýrið, varð nakað gjørt við málið. NÚ er bergholið nærum liðugt pro- jekterað. Og nú ræður tað um at út- vegað peningin. Í slíkum peningamáli er tað ikki minst av stórtýdningi, at vit eiga fólkatingsmenn, sum á ærlig- um grundarlag og í dyggari samvinnu við nógv hin størsta flokkin á rikis- degi, kann virka og tala fyri hesum stórmáli. EINKI BERGHOL JAVNAÐARSIGUR UTTAN Størsta takið hjá hesum landsstýrinum var at fara undir eina skjóta end- urnyggjan av skipaflotanum. Tey tiltøk, ið gjørd var av seinasta lands- stýri, tå skipaflotin MINKAÐI vid 5500 TONSUM, munaði einki. Eitt tiltakið var at útvega landsstýrinum 3 milj. kr. eyka um árið í 5 ár. Undir hesum landsstýrinum er snar- ferð komin á endurnýggjan skipaflotans og stødugt sleppa fleiri og fleiri hend- ur í arbeiði. 12 linubåtar eru komnir. 25 eru í gerð ella umbidnir. Aftrat hesum eru rættuliga nógvir í umbúnað, og øll orka verður løgd í, at eisini teir skulu koma til landið, so skjótt atstødur eru til tess. Trolaraflotin er rættuliga stórur — 14 í tali, flest alir nýmótans og nýggir Eitt aðalmál javnaðarmanna, tá teir komu í landsstýrið, var at endurnýggja skipaflotan eftir 5 árum, og um alt gon gur væl, verður hetta eisini at eydnast. Nú má eingin bakbrestur henda. FYLKIST UM JAVNADARFLOKK- IN 15. NOV. ! Nyggir møguleikar fyri føroyskt vinnuliv i Danmark hava teir nú í fleiri ár havt lóggávu — nevnd EGNSUDVIKL INGSLOVEN —, hvers endamál tað er at veita fíggjarhjálp til virki á stóðum, har ikki aliar hendur kunnu koma í arbeiði. NÚ GELDUR HENDA LÓGIN EISINI FYRI FOROYAR. mikla tiltak landsstýrisins: at fáa hesa lóg galdandi fyri Føroyar, er eitt hitt størsta framstig, ið henda kun- di føroyskum vinnulívi. Nú eru um rætt verður farið fram bestu líkindi til at skapa vinnu og virkir á stoðum, ið hava ligid í vinnu- og arbeiðsloysi. … ALLAR HENDUR Í ARBEIÐI — er aðaltáttur javnaðarflokksins. Stór tiltøk eru gjørd, og stór tiltøk verða gjørd aldri er so nógv hent her á landi sum hesi 2 árini, landsstýrið hev- ur verið undir javnaðarleiðslu. Hvor einasta atkvøda tl andstødu- ílokkartar er burturspilt atkvoða. FYLKIST UM JAVNAÐARFLOKK- Hetta VÆLFERÐARSAMFELAGIÐ Rætturin at draga skattin frá farna ári frá årsinntøkuni á sjálvsuppgávuni eru eini trammihjårættindi — eini frammi- hjárættindi hjá teimum ríku at sleppa undan — stigvist hækkandi skattaskála- num. Avtøka av frammihjårættindum mætir altíð harða mótstøðu, tí vil tey, ið vard eru av hesum rættindum vita, at eru tey einaferð avtikin, koma tey aldri aftur. Longri vit drála, verri fyri sam- felagið og smámannin ið má gjalda so mikið meira til frama fyri stórmannin. IN — og veri við til at skapa arbeiði til aliar hendur. Studentaskúlin veruleiki Leingi noyddist hesin skúlin — lærdi skúli landsins — trívast undir ringas- tu arbeiðslíkindum; men longu nú — 2 ár aftaná at landsstýri kom undir javnaðarleiðslu — er farið til verka, og studentaskúli við kostdeild verður nú gjørdur í Hoydølum. Tað er av alstórum týdningi fyri av- bygdanæmingar og annars allar teir næm ingar, ið ikki hava tær bestu fíggjarván- irnar, at teir kunnu vitja hægri skúlar- nar, fáa ókeypis undirvísing eins og búgva fyri einki ella lítið og lætt. Allur skúlaskapur púra ókeypis er ein aðaltáttur í javnaðarstevnuni og íikki verður helmað í fyrr enn málið er vunnið til fulnar. VÆLFERÐARSAMFELAGIÐ SONN MENTAN er mentan, ið ikki veitir nøkrum borgara í samfelagnum nøkur frammihjårættindi ein mentan og menniskjuligur felagsskpaur, ið lívir tvørtur um og undir øllum skilnaðum i samfelagnum. Håkun Djurhuus, fólkatingsvalevnið fyri fólkaflokkin, gongur av fundi á fund og reypar av, at tað er fólkaflokk- urin, sum eigur æruna av, at vit nú fáa eina rúgvu av nútímans skipum, tí tað skal vera hann, sum hevur syrgt fyri finansieringini. Høpisleyst! Vidvikjandi finansieringini liggur veruleikin soleiðis: Undir = næstseinasta landsstýri var nevnd sett at arbeiða við spurninginum um finansiering av okkara vinnulívi og bygging á landi. Við hugtaki frá Kampmanni státsmi- nistara vórðu rammurnar lagdar fyri re- alkreditstovninum fólkaflokksmenn vóru líkasælir. Teirra stóða var tá sum nú principielt einki at fáa í lag í sam- arbeiði við danir. Tað var eyðsæð, at javnaðarmenn og eisini sambandsmenn vóru ógvuliga sterkt interesseraðir í, at nakað kom burtur úr royndunum at skapa eitt real- kredittinstitut fyri alt okkara vinnulív og fíggjarligu uppgávur, herundir eisini bygging av sethúsum. Men í fyrstu atløgu bar ikki til at gera realkreditinstituttið so víttfevnandi. Steðgað var í fyrstu atløgu við skipa- byggingaruppgávuni. Skipað var fyri, at marshallpeningk urin, ið var útlæntur og nakrar millión- ur aftrat skuldu fara í realkreditinsti- tuttið, tær tøku milliónurnar við tað sama, hin útlænti peningurin so við og við sum hann kom inn aftur. Marshallpeningurin varð so skjótt uppi. Fólkaflokkslandsstýrið hevði ikki kunnað, ikki vilja kanska, fingið meiri í grunnin. Tá ið nýggja landsstýri kom til, var eingin peningur í realkreditinstituttinum Fólkaflokkurin hevði heldur eingi nýggj skip kunnað skaffað. Jú, Håkun Djurhuus hevði tað sigst ikki í sera klárum skili — skrivað undir ein sáttmála at byggja 3 trolarar fyri 3,8 milliónur hver. Hinir landsstýrismenninir vistu einki um Hákunnar Djurhuusar gerð, óða- mannagerð, fyrr enn tað frættist við fjarriti. Men teir tóku kortini ábyrgdina fyri politiska friðin — ein dýrur friður, so dýrur, at tað er nú ein spurningur, um menn ikki hava grund til at klikkja teir líka so nógv sum harra H. D. Hesir trolarar eru í prísi vaksnir frá nevndu kr. 3,8 til 6,8 hvør — ein yvir- prísur uppá 6—seks— milliónur. ,, Av tøkum peningi var neyvan meiri enn til at klára løgtingsins part av hes- um trolarum. Hin parturin var óloystur út yvir stuttfreistað fyribilslán frá før- oysku peningastovnunum. Vit vóru altso berir fyri finansNings skipan til nýggj keyp ella bygging av fiskiskipum, tá ið nýggja landsstýrið varð sett. At fáa stórfingna nýggja finansiering til endurnýggjan av okkara skipaflota var tí eitt hitt fyrsta stórtakið ið nýggja landsstýrið mátti fara undir. Hetta eydnaðist. Ein skipan varð fingin í lag, hvar eft- ir realkreditinstituttið kundi fáa 8 milli ónur í obligationarlånum um árið i 5 ár. altso 40 milliónur. Fiskaríbankin hevði tikið stóðu at læna 20 pst., hverja ferð realkredittstovnurin lænti 50 pst. Nú var hjá tinginum at fáa 20 pst. til vega. Eiginpeningurin hjá skipakeypa- runum skuldi í minsta lagi vera 10 pst. Løgtingsins partur greiddist ikki við einari ella tveimum milliónum á fíggjar lógini. Sambært ára ætlanina (uppá 190 millionur) var ståfirin gingin við til at veita løgtinginum vedhald fyri låni uppå 20 milliónur í 5 ár við 4 milliónum um úrið. YMSIR ERU LEIKIRNIR UTTAN FYRI OKKUM OG RAKA OKKUM SUM ÁBER. Undir fólkaflokkska meirlutalands- stýrinum rópti Ísland eftir føroyingum at koma til arbeiðis á landi og við skip um teirra til ovurstórar lønir. Nú er vent í holuni har. Íslendski pen ingur hevur mist virði sítt, og lénin, sum føroyingar kunnu fáa har yviri, er tí farin niður í so lítið, at tað neyvan loysir seg hjá føroyingum at fara til Ís- lands. Men sitandi stýri setur egin skip i- staðin fyri útlendsk arbeiði. 12. november 196 Av hesum 4 milliónum skuldu 3 myt- ast til skipabygging (studning) og 1 til vega- og havnabygging um árið. Av heilt nýggjari finansiering hevði sitandi landsstýri so statt fingið til vega; Sx8 = 40 milliónur til realkredittstovn- in, (2+3=5) x 5 — 25 milliónur at greida løgtingsins 20 pst. studning. Tær 40 milliónur frá realkredittstovn- inum vildi kunnu loysa eina bygging uppá 80 milliónur við at fiskimenninir sjálvir kunnu greiða 8 milliónur, fiska- ríbankin 16 og landsstýrið 16 milliónur. Landsstýrið vildi so hava eftir av teim- um 25 milliónunum 9 milliónur sum studningslán til skipabygging við aðrari finansiering, ið stendur í boðið — um- framt belgiska tilboðið, ið av Kongo- stríðnum er komið í vanda, er talan um vesttýsk og eysturríks tilboð. Men einki av hesum tilboðum er enn endiliga greitt at seta í verk. Men útlitið er gott, um prísirnir kunnu gbrast kappingar- førir við t. d. norskar skipabyggingar- prísir. Av hesum sæst, at Hákun Djurhuusar prát er reyp og grundleyst. Skipini, ið nú koma, koma einans við finansiering, ið er skipað av hesum landsstýrinum. VÆLFERÐARSAMFELAGIÐ ANDLIGT OG SOSIALT virksemi kenn ir einki mark, ti hvørja ferð vit røkka at einum måli, skapa vit eitt nytt, og og hvøria ferð vit metta eina trongd, kemur ein onnur fram. Vælferðarsam- felagið er stødugt í yøkstri. VÆLFERÐARSAMFELAGIÐ ALLAR ATFINNINGAR at vælferðar- samfelagnum eru asosialar, ein stríðs- mentan, ið ikki tænir arbeiðinum: eim betri tilvera; hon er einki annað uttan eitt skálkaskjól fyri privatum ella snæ- vurskygdum politiskum endamálum, eim ørkimladur hugsunnarháttur. Grønland — eis- ini fyri Føroyingar Í tí sáttmála, ið hetta landsstýrið fekk gjórt við Grønlendingar sjálvar, verð- ur sagt: AT FISKIRIKIDØMID VID GRØNLAND SKAL VERA TROYTT AV OG i FYRSTA LAGI VERA GRØNLENDINGUM, FØROYING- UM OG ØDRUM DONSKUM STATSBORGARUM AT GAGNI. Hetta er fyrstu ferð, tað hevur eydn- ast monnum at fáa Grønlendingar at ásanna okkum javnbjóðis rætt við teir sjálvar, tað ræður um at troyta fiskiríki dømid við Grønlands strendur. Ein vinningur av alstórum týdningi, sjálvt um ikki allir meinbogar eru bein- dir burtur enn, og sjálvt um ikki allar gøtur eru greiddar so langt at vunnið er at endaliga málinum. Fyri javnaðarmenn var hesin tåtturin av so alstórum týdningi fyri føroyska fiskivinnu og føroyska fiskimannin, at teir beinavegin, sum teir vóru kom nir í landsstýrið, fóru undir at greiða hetta mål — og nú er so grundarlagið lagt fyri javnrættindi Føroyinga við aðrar ríkisborgarar í Grønlandi. Í 8 ár sótu sambandsmenn og fólka- flokksmenn í landsstýrinum. Ongatíð sum júst hesi árini hevur tað leikað so nógv á at vunnið fiskimonn- um og fiskivinnuni víðari vinnuræsur, ti í hesum tidarskeidi minkaði skipa- flotin sum ongatíð áður og aldri hava fiskimenn í so stórum tali noyðst at rýmt av landinum til fremmandar tjóðir og harðrendar konkurentar — at finna sær arbeiði. Hesin verunleiki rein ikki á sam- bands- og fólkaflokksmenn. Teir rættu ikki hondina frá liðini at vinna fiskiinonnum betri sømdir og víðari vinnuræsur. EINGIN FISKIMAÐUR kann til ko- mandi val fara at velja hesar flokkar! FÍSKIMENN FYLKJAST UM JAYN ADARFLOKKIN! Tað er einasta leið og full trygd fyri at vunnin verða Føroyingum óskerð, javnbjóðis rættindi við aðrar ríkis borgarar at veiða og virka í Grøm- kandi,