Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. apríl 2002síða 16

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 78 - 25. apríl 2002 Nr. 78 - 25. apríl 2002 31 VALGREINAR Miðflokkurin, ein verja og vernd, tá ið á stendur! Elin Tausen Valevni Miðfloksins í Suðursteymi Hvat hevur størsta týdn- ing fyri hvar tú setur tín kross 30. apríl 2002. Er tað spurningurin um Samband ella Loysing? Er tað lyftini um hægri pensiónir, røktarheims- pláss, skattlækking o.s.fr.? Ella er tað tey kristnu virðini, sum tú setur hægst? Nógv lyftir verða givin í hesum døgum, men hvussu nógv fara at verða hildin, vita vit ikki, tí peningur verður ikki til alt. Miðflokkurin er ein flokkur, sum hevur eitt ørvísið grundarlag, Mið- flokkurin hevur Bíbliuna sum grundarlag og út frá tí, koma allar tær politt- isku avgerðir, sum Mið- flokkurin fer at taka, tey komandi 4 árini. Tí kanst tú vita, at við at velja okkara flokk, fært tú tað, sum tú hevur fingið lovað; ein flokk sum ynskir at standa sum verja á tingi fyri Føroya landi og fólki. Men hvat skulu vit verja Føroya land ímóti? Tað vit ynskja at standa sum verja ímóti, er tí ávirkanini, sum floymir oman yvir okkum, bæði av ringum og góðum. Vit eru av tí áskoðan, at neyðugt er, at hava ein flokk, sum torir at standa fram, tá á stendur. Ein flokk sum, tá ið avgerðir skulu takast, sum bæði beinleiðis og óbeinleiðis torir at tala at, og ávarða á Føroya Løgtingi. Eitt dømi eg ynski at taka fram, er ein lóg í demokratisku háborgini í Evropa, Frankaríki, sum bleiv set í gildi 30. maj 2001. Henda lóg er ímóti sektum, so sum Jehovas vitni, Scientology, Bap- tistum, Hvítusunnurørsl- um og øðrum smáum trúðarbólkum í Franka- ríkið. Hetta hevur gjørt tað, at eftirlit er sett við fríðsamkomum. Løgregl- an luttekur á møtum, har teir skriva niður, hvat verður sagt. Millum ann- að hava samkomunar ikki loyvið at hava sunnu- dagsskúlar, tí tað er at heilavaska børnini, halda tey. Ein samkomuleiðari er stevndur fyri rættin fyri heilavaskarí av ein- um fyrrverandi limi, og kann hesin leiðari vænta sær fongsulsrevsing um hann verður dømdur. Hetta er ikki eitt komm- unistiskt stýri vit tosa um, men eitt land mitt í Evropa, sum skuldi um- boða trúðarfrælsi. Nógv onnur lond í Evropa umhugsa eisini at taka hesa lógina til sín, mill- um annað Svøriki (Kelda CBN News). Ein onnur lóg, sum kanska fer at koma ígjøg- num í Svøriki, er ein lóg ímóti at prædika tað, at tað at verða samkyndur er synd. Henda lóg kann geva fongsulsrevsing, um hon verður brotin (kelda Udfordringen). Men, Elin, hetta eru Føroyar, hetta hendur ikki her! Kanst tú verða vísur í tí? Í 1999 greiddi løgmað- ur frá í uttanlandsfrá- greiðing síni, at land- stýrið hevði biðið um handilssamstarv við m.a. PLO ("fyrrverandi" terrorist bólkur). Ting- maður okkara setti fram fyrispurning viðvíkjandi hesum, og tað bleiv játtað av løgmanni. Hendan ætlan var niðurløgd aftur. Til Fólkatingvalið 2001 bleiv hetta mál umrøtt av tingmanni okkara, og tá bleiv svara, bæði frá løg- manni og landstýris- manni í vinnumálum, at hetta var eitt krav frá EU fyri at samstarva við EU. At eg takið hetta fram, er bara at vísa eitt dømi um hvussu vit kunnu blíva trýst til at taka avgerðir vit ikki eru áhugaði í at taka. Tað er sera týdningar- mikið, at tú hugsar teg væl um hvar tú setur tín kross 30.apríl 2002. Hugsa tær eitt Løgting uttan Miðflokkin. Sterk- ari vit koma inn, sterkari standa vit til vernd, verju og lív fyri Føroya Fólk. Set tey kristnu virðini hægst fyri hvar tú setur tín kross, tí tey lyftini halda við, bæði í fram- gongd og afturgongd Set Kross við lista H. etausen@kallnet.fo Eliesar Poulsen valevni Javnaðarfloksins í Suðuroy Tá tú ert komin illa fyri, antin tú ert vorðin sjúkur, ella tú ert komin til skaða, er skipanin her hjá okkum soleiðis háttað, at tú skalt stríðast fyri at fáa røttu hjálpina. Nógvar frásagnir eru um, hvussu fólk eru send frá Heródusi til Pilatus í strembanini eftir at fáa ta røttu ráðgevingina, tann rætta stuðulin ella yvirhøvur fyri at fáa at vita, hvussu tey kunnu fáa hjálp í neyðini. Hetta eru ikki bara søgur, hetta er tíverri tann kaldi veruleiki í nútíðar Føroy- um. Mangan sær tað soleiðis út, at eingin vil kennast við, hvør tað er, ið skal veita hjálp, og hvør hjálp, kann veitast. Fólk siga frá, at nógvar telefonsamrøður skulu til fyri í fyrsta lagi at koma á tal við rætta stovnin. So tekur tað eins nógva tíð at koma á tal við rætta máls- viðgera. Tá man so at enda er komin so langt, tekur tað aftur drúgva tíð hjá hesum at fáa málið avgreitt, tí pappírsdungarnir eru stórir, og ofta eru fleiri almennir stovnar blandaðir upp í mál, sum snúgva seg um fólk sum eru komin til skaða, ella fólk, sum eru brekaði vegna sjúku. Nevnda gongd ger, at tey, sum hava rætt til hjálp og stuðul ikki hava ein livandi møguleika at fóta sær í teimum nógvu og ógreiðu skipanum, um ikki onkur, sum kennir sniggøturnar kemur teimum til hjálpar, onkur, sum hevur kreftir at stríðast við skipanina. Tað er átaluvert, og tað kann eitt samfelag sum okkara ikki loyva sær. Tað kunnu vit ikki góðtaka. Umstøður og viðurskiftir hjá vanliga borgaranum í Føroyum, skal setast í miðdepilin, so at hann kennur, at endamálið við almennu stovnunum er at hjálpa honum, at stuðla honum, tá á stendur, so hann ikki skal nýta tær síðstu kreftirnar at berja seg gjøgnum skipanina fyri at fáa ta hjálp, sum hann hevur rætt til. Stovnarnir eru til fyri okkara skuld. Tilboðini til hjálp skulu vera skipaði og setast í verk, so skjótt, sum tann, sum hevur hjálpina fyri neyðini, hevur rætt til stuðul. Skipanin við teimum sjey aðalstýrunum, har hvørt ber seg at sum eitt sjálv- støðugt landsstýri, skal broytast, so at vit fáa eina miðfyrisiting, sum virkar sum ein samskipa eind. Um henda broyting verður gjørd, fer úrslitið at vera, at mál, sum nú mugu eina sniglaferð gjøgnum fleiri Stýrir, tá verða skjótari avgreidd, tí vegurin er styttri, skipanin greið, og vinstra hond veit, hvat høgra ger. Sólja Fríða Jóanisdóttir valevni Fólkafloksins í Suðurstreymoy Tann føroyska ferðavinnan er í stórari menning. Íløg- urnar, sum eru og verða gjørdar í ferðavinnuna, eru ovurhonds stórar. Nýggj stór og flott NORRØNA er kjølsett og kemur í sigling komandi vár, eisini verða nógvar góðar íløgur í ferðavinnuna gjørdar á landi. Ferðavinnan er arbeiðs- krevjandi og virkar sum útflutningsvinna, tí hon dregur fremmant gjaldoyra til landið. Ferðavinnan kann, um rætt verður farið fram, gerast eitt munagøtt íkast til landshúsarhaldið. Hotell og annað gisting- arvirksemi er sera arbeiðs- krevjandi og kann geva pening av sær, eisini kann gisting og ferðavinna sum heild gerast eitt gott íkast til útoyggjarnar, sum mangla veruligt vinnuvirksemi. Punktgjøldini eiga at verða lækkað á vørum, sum kunnu draga ferðafólk til Føroya og eggja føroying- um til at keypa vørur í Føroyum heldur enn aðra- staðni. Tað vísir seg allastaðni, har smálond eru sjálvstýr- andi, at ferðavinnan hevur sera góðar dagar og stóran týdning fyri búskapin í teimum londunum, tí kann eisini roknast við, at so- leiðis verður gongdin eisini hjá okkum, tá ið vit koma hartil. Vit eiga at samstarva við grannalondini - serliga Ísland og Noreg - innan ferðavinnuna. Tað, sum kann stimbra ferðavinnuna, eigur at stuðlast. Vit ungu eiga at leggja størri dent á útbúgving innan ferðavinnuna, fyri at vera fult fyrireikað og før fyri at taka ímóti nýggjum og sera spennandi avbjóð- ingum, ið skulu koma saman við ferðavinnuni. GOTT FÓLKAFLOKS- VAL! X við A! Heimasíða: http://Solja.huxa.fo Elsa í Garði valevni Fólkafloksins í Suðurstreymoy • Í 1984 var ein av mínum allarnærmastu so sjúk, at hon ikki kundi venda sær í seingini. Tí mátti hús- fólkið upp um náttina, annan hvønn tíma í fleiri mánaðar, fyri at "leira". • Í 1995 arbeiddi eg sum sjúkrasystir á kirurgisku deild B5. Tá var eg vitni til, at maður varð innlagdur saman við konu síni, bert tí eingin var at ansa honum heima. • Í 2002 tosaði eg við eina konu omanfyri tey áttati. Hon var farin at mis- trívast álvarsliga, hevði mist svøvnin og var nógv afturfarin, tí hon var hótt við, at maður hennara, sum krevur tunga røkt, fór at verða útskrivaður, - heim til hana at passa. • Hvør er tað sum ansar okkara sjúku heima og á sjúkrahúsinum? Kvinnur- Sjálvandi. Hví? Tí vit hava lívsroyndirnar og- ella útbúgvingarnar til tað. Hvat hevði verið meira náttúrligt, enn at valt eina kvinnu á ting, sum bæði hevur lívsroyndirnar og útbúgvingina til at loysa hendan gamla trupulleika, ið ikki átti at hoyrt nútíðar- samfelagnum til. Eg vil virka fyri, at • Heimahjálpin verður víðkað til samdøgurs- vakt. • Bygdar verða vardar, hugnaligar eldraíbúðir, soleiðis at hjún kunnu búgva saman, eisini um annað av teimum gerst røktarkrevjandi. Fleiri røktar- og ellis- heimum. Tænastan til borgaran skal betrast Ferðavinnan kann gerast sera týðandi fyri Føroyar Hvør er tað sum ansar okkara sjúku heima og á sjúkrahúsum? – Kvinnur! VALGREINAR Tað ger mun at velja sambandið Marja Lamhauge Valevni Sambands- floksins í Eysturoy Tí lati eg meg stilla upp tilløgtingsvæli komandi. Nógv umráði í okkara samfelag eru forsømd tey síðstu árini og kemur hettar av at teir polittik- arar, ið hava sitið við valdinum hava brúkt meira tí og pening uppá, sum teir hava ført seg fram við, "at gera Føroy- ar til ein suverenan stat", men eg spyrji bara hvat er komi burtur úr? Einki uttan at nógvur peningur er nýttur til at náa einum máli, ið ikki er nátt, meðan nógv tíðandi mál, sum eldra øki o.a eru forsømd. Vilt tú góði veljari tryggja tær, at økir sum: • Eldra røkt, • Umsorgan fyri sjúkum og brekaðum, • Barnaansing til øll børn • Eitt betri skúlaverk o.s.v. verða sett í hásæti, ja so er at velja Sam- bandsflokkin og tað er ikki verri um tú velur eina kvinnu, tí tær brenna fyri tílíkum mál- um. Jógvan Arge Valevni Tjóðveldisfloksins í Suðurstreymi Løgtingsvalið týsdagin stendur millum ein poli- tikk, sum miðar eftir einum sjálvberandi Føroyum, og eitt stýri, sum ikki hevur aðra hugmynd enn at tøma landskassan. Vit hava hoyrt, hvat Sam- bandsflokkurin og Javn- aðarflokkurin hava ført fram upp undir hetta valið. Teir hava onki álit á, at føroyingurin megnar at vera harri í egnum húsi. Teir hava heldur onki álit á, at føroyingurin megnar at framleiða til sín egna tørv. Javnaðarflokkurin leggur eina víðfevnda ætlan fram, men hevur onga hugmynd um, hvaðani hann skal fáa pengarnar - uttan at tøma landskassan. Sambandsflokkurin boð- aði frá, at hann hevði loysnirnar fyri framtíðina hjá føroyska samfelagnum. Sum tað hevur liðið út í valstríðið er komið undan kavi, at hann hvørki hevur eitt ella annað. Tað gav at bíta hetta kvøldið, tá floksformaðurin segði, at samfelagið skuldi útbyggjast og allir núver- andi trupulleikar loysast - samstundis sum skattur og MVG skula lækka. Tað veit ein og hvør, at tað ber ikki til, og í øllum meldrinum varð lagt aftrat, at Sambandsflokkurin fer ikki at tøma allan lands- kassan - beinanveg. Vit ivast ikki í, at eisini hetta er ein avmarkaður sannleiki. Tí, hyggja vit at, hvat Sambandsflokkurin hevur staðið fyri seinastu fýra árini, so hava vit alla grund til at óttast. Flokkurin hevur lagt eina rúgvu av útreiðsluupp- skotum fyri løgtingið. Hesi uppskotini fevna um meira enn eina heila milliard krónur, sum Sambands- flokkurin vildi hava játtaðar aftrat tí, sum var á fíggj- arlógini. Tað vil siga, at fáa Sam- bandsflokkurin og Javn- aðarflokkurin makt, sum teir hava akt, hevur Føroya fólk alla grund til at óttast fyri einum nýggjum bú- skaparligum skrædli í landinum. Tá fer alt fyri bakka, sum bygt er upp seinastu fýra árini Tjóðveldisflokkurin stendur fyri eini ábyrgd- arfullari búskaparligari kós, har álitið verður sett á føroyingin í Føroyum, vinnan og vælferðin ganga hond í hond og megin- reglan er at brúka minni enn vit tjena! X við E. Hans Jacob Hermansen valevni Sjálvstýris- floksins í Suðurstreymi Heimastýrislógin leggur upp til, at føroyingar kunnu yvirtaka mál, tá ið vit vilja. Hesum gongur Sjálvstýrisflokk- urin inn fyri, men við orðunum úr okkara stevnuskrá sum stavn- haldi: Vit yvirtaka, tá ið vit eru búgvin til tess. Seinasta setan hevur víst, at vit skulu vera varin við at yvirtaka, fyrr enn alt er væl fyriskipað. Okkara land er sera viðkvæmt fyri teimum broytingum, sum henda uttanlands. Eina løtu sær alt ljóst og bjart út, men næstu løtuna er alt um at fara av knóranum. Hetta rakar øll, men serliga tey veiku í samfelagnum, tí hjá teimum er ringt at laga seg eftir broyttu og versnaðu umstøðunum.. Sum áður nevnt fer Sjálvstýrisflokkurin at vera sera varin viðvíkj- andi yvirtøkum næstu árini. Fólksins trivnaður og persónliga frælsið verður tikið fram um politiskar yvirtøkur, sum vit eru ikki búgvin til: Einki mál verður yvir- tikið, fyrr enn formlig viðurskifti, fíggjar- og fyrisitingarviðurskifti eru í lagi, og yvirtøkan er fyrireikað saman við teimum, sum dagliga starvast har. Alt annað hevði verið ábyrgdar- leyst. Verða vit ikki varin og virka við skili, verða vit øll sett undir umsiting eina ferð afturat. Setið ein sterkan Sjálvstýrisflokk inn á Føroya Løgting, tí svík- ur miðjan, nytta endarnir einki! Valið 2002 - stutt og greitt 4: Fíggjar- viðurskifti og yvirtøkur Byggja land ella tøma landskassan Tummas í Garði Valevni Fólkafloksins í Eysturoynni Uttan ein sterkan Fólka- flokk,- steðgar sjálvstýris tilgongdin upp! Vit eru komin longur á sjálvstýrisleið seinasta val- skeið enn øll tey undan- farnu valskeiðini síðan heimastýrislógina. Vit havt fokus á spurn- inginum loysing/samband sum ongantíð áður. Teir mest víttgangandi loysingar-mennirnir hava frøtt seg: Jú meira kókar, tess skjótari er vegurin til "republikkina". Hinumegin vena sam- bandsmenn seg um dóma- dag og undirgang, um nortið verður við "blokkin ella Drotning Margrethu". Hvørjir av hesum pørt- unum hava so sannleikan í skjøldri sínum? Hvørgin er nær námind á leið! Sannleikin liggur sjálv- andi einastaðni mitt ímill- um: Uttan eina lagaliga bú- skaparliga tillaging fyrst, kemur eingin verðulig broyting í okkara ríkis- rættarligu støðu. Hvussu skulu vit so koma víðari? Skal sjálv- stýristilgongdin steðga upp nú? Einasta gongda leið er ein loysn sum fólkið tekur undir við! Hesin leistur liggur í "Sjálvstýrissamtyktini". Eina stigvísa minking av blokkinum yvir 10 -12 ár siga allir teir stóru flokk- arnir seg kunna taka undir við. Lat okkum so fáa eina breiða semju í lag, og leggja "processina" í eina trygga legu!! Úrslitið 30. apríl kemur at fáa avgerandi týdning fyri sjálvstýristilgongdina. Um tær hóvligu sjálv- stýriskreftirnar, ella "miðj- an" í føroyskum politikki ikki vera sterkt umboðaðar, steðgar øll sjálvstýristil- gongdin upp! Ein sterkur Tjóðveldis- flokkur kann einki gera einsamallur, og ein reinur Javnaðar-Sambands-meiri- luti førir okkum ikki ein millimetur nærri "sjálvber- andi búskapi ella størri frælsi", tvørturímóti: Blokkur og Danskt Amt hómast ímillum reglurnar. Ein sterkur Fólkaflokkur kemur at fáa avgerandi týðning. Við okkum heldur tann hóvliga sjálvstýris- tilgongdin fram, uttan okkum steðgar alt upp: Aftur til blokkstuðul og fjarstýring av Christians- borg! Eg vil tí heita á øll tykk- um, sum ynskja gott samstarv og eina virðiliga støðu í viðurskiftunum ímillum Føroyar og Dan mark at fara á val og velja ein sterkan Fólkaflokk á ting. Jákup Fróði Djurhuus valevni Sambandsfloksins í Suðurstreymoy Hann situr við borðið og hyggur út ígjøgnum vind- eyga í heimi sínum her í Havn. Hann er farin um tey áttati. Er vorðin í ørviti. Einaferð taldist hann ímillum fremstu fiski- klógvir í landinum. Og hann hevur drigið og drigið og drigið tosk inn um stokkin. Eitt langt lív. Dóttirin, sum býr í Danmark, hevur biðið um orlov frá sínum arbeiði, og er komin heim at passa pápan. Mamman doyði herfyri. Men dóttirin má aftur til arbeiðis í maj Mána. So støðan er als ikki góð. Men onki pláss er fyri manninum á nøkrum ellis og røktarheimi. Alt er fult. Tað er tað vælferðarsam- felagið Føroyar hevur at bjóða honum, nú honum langt um leingi tørvaði eina hjálpandi hond. Hann passaði ikki inn í heildarætlanina um repu- blikkina Føroyar - hann passar ikki inn í býtið ímillum land og kommunur - sum ongantíð hevur framt so nógvar batar á hesum og hasum økinum. Sambært teimum sjálvum í útvarpi, bløðum og sjónvarpi. Men hvat skal hann brúka orðini til? Polariseringin er stórsta hóttanin ímóti sjálvstýristilgongdini - og Føroya framtíð! Føroya Fremsta Fiskiklógv sleppur ikki á Ellisheim C M Y K 31 30