hósdagur 25. apríl 2002síða 17
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 78 - 25. apríl 2002
Nr. 78 - 25. apríl 2002
33
VALGREINAR
Hvat er eftir hjá
hjúnum, sum for-
vinna 408.000 kr??
Jóanis Nielsen
Valevni Fólkafloksins í Vágum
Hjún, sum tilsamans forvinna
408.000 kr. um ári ella 17.000
kr. um mánaðan, og eiga nýggj
hús við eini skuld uppá t.d.
1.020.000 kr. fáa ikki endarnar
at røkka saman.
Um vit hugsa okkum eini
hjún, sum
Forvinna íalt 34.000 kr. um
mánaðin ella 17.000 kr. hvør
um mánaðin
Hjúnini eiga 3 børn og búgva
í eini kommunu har skatta-
prosentið er 19%, Barnafrá-
drátturin er íalt 7.500 kr. pr. barn.
Hjúnini hava bygt hús, sum kosta 1.200.000 kr.
Tey hava eina eginfígging uppá 15%, ella 180.000
kr.
Restin 1.020.000 kr. er lán, 1. veðrættur 700.000 kr.
yvir 20 ár og 320.000 kr. til 2. veðrætt yvir 15 ár.
Hjúnini fáa ikki endarnar at røkka saman!
Tí verður neyðugt, ongantíð ov skjótt, at fáa gjørt
okkurt munagott, serliga fyri ungfólk, sum skulu seta
búgv, tað er jú tey, ið skulu føra samfelag okkara
víðari.
Fíggjarætlan fyri hesi hjún:
Lønarinntøka
kr. 34.000,-
- skattur
kr. 13.200,-
+ barnafrádrátt
kr. 1.875,-
Inntøka eftir skatt
kr. 22.675,-
Fastar útreiðslur:
Lán útreiðslur
kr. 6.900,-
Olja
kr. 1.000,-
Húsatrygging
kr. 350,-
Vegskattur
kr. 200,-
Sjúkrakassi
kr. 480,-
Barnaansing
kr. 3.600,-
SEV
kr. 800,-
Telefon
kr. 500,-
Biltrygging
kr. 140,-
Bensin
kr. 600,-
ÚF og SVF
kr. 250,-
Matur
kr. 7.000,-
Fastar útreiðslur íalt
kr. 21.820,-
Sum sæst omanfyri so eru kr. 855,- pr. mánaða eftir til:
Klæði, limagjøld, eftirløn og aðrar óvæntaðar
útreiðslur, hjúnini eiga 3 børn (íalt 5 fólk). Netto
úrslitið hjá hesum hjúnum við 3 børnum kemur helst at
verða negativt.
Hetta kunnu vit ikki bjóða okkara unga fólki.
Reimund Langgaard
valevni fyri Sambands-
flokkin í Eysturoy
Venstre opfatter rigsfæll-
esskabet som et fælles-
skab mellem ligeværdige
partnere, mellem tre lige-
værdige folk, det færøske,
det grønlandske og det
danske. Og vi er meget
åbne over for en moderni-
sering af hjemmestyre-
loven, så netop denne
ligeværdighed kommer til
at fremstå klarere, hvis
dette fremføres som et
ønske fra færøske side
(Orð hjá Anders Fogh
Rasmussen í smb við Ný-
skipanaruppskotið
hjá
Sambandsflokkinum).
Tað hevur verið sagt, at
nýskipanaruppskotið hjá
Sambandsflokkinum er
alt ov gott til at verða satt.
At tað er nakað, sum
danska Stjørnin als ikki
kemur at taka undir við.
Tað skuldi hervið verið
avsanna.
Javnsettar tjóðir
í sama ríki
Absalon Matras
valevni Sambandsfloksins í
Norðoyggjum
Tá sitandi landstýrið var
skipað fyri 4 árum síðan,
kundi ein merkja, at fólk
aðrarstaðir
í
landinum
misunntu okkum, at vit
fingu so stóran part av
landstýrismanningini. Vit
fingu løgmann, fíggjar-
málaráðharran og olju-
málaráharran.
Afturat
komu so sjálvsagt løgtings-
limirnir, 4 í tali.
Nú skuldi ein trú, at stórir
møguleikar vóru at fáa
nøkur mál avgreidd í Norð-
oyggjum, men ein má
ásanna, at lítið er komið
burturúr.
Lagt var hart út við at
tosa um bygdamenning.
Byrjað var við stórum
fólkafundi í Fugloy. Men
hvat er hent á smábygdun-
um hesi árini?
Hvussu við farleiðunum
millum oyggjarnar: Dúgv-
an, Barskor og Másin, alt
gomul skip, sum ikki nøkta
tørvin og ikki eru tíðar-
hóskandi. Tunnlarnir
á
Borðoynni
eru
eisini
ótíðarhóskandi og kunnu
ikki taka stórar bussar, og
tunnlarnir á Kallsoynni eru
í ringum standi. Arbeiðið
við breiðkan av Norðoyar-
vegnum er steðgað. Mær er
sagt, at eingin peningur er
játtaður í ár.
Ein kann spyrja, hví
Norðoyggjar hava verið so
misrøktar seinasta val-
skeiði, tá ið vit vita, at
landskassin hevur verið á
tremur. Eg dugi bert at
síggja eina orsøk, og tað er
fullveldispolitikkurin.
Peningurin, sum skuldi
verið nýttur til at loysa
nøkur mál í okkara væl-
dømi, stendur á konto í
landsbankanum og skal
brúkast til at fíggja loys-
ingina.
Sambandsflokkurin
prioriterar øðrvísi.
Í einum demukratiskum
samfelag kunnu flokkar
reka tann politikk sum
teimum listir, um veljarin
tekur undir við teimum. Tí
er tað upp til hvønn ein-
stakan veljara at avgera, um
førdi
politikkurin
skal
halda fram, ella ein annar,
meira
framburðsinnaður
politikkur, skal førast.
Fullveldisflokkarnir vilja
einki hava við Danmark at
gera, teir vilja loysa, vit
skulu klára okkum uttan tey
rættindini, vit eiga í ríkis-
felagsskapinum.
Hetta
hevur hægsta prioritet hjá
teimum.
Sambandsflokkurin vil
ikki hava loysing, men vil
halda fram í ríkisfelags-
skapinum og halda fast við
tey rættindi, vit eiga í
honum. Tí hevur flokkurin
nógv størri møguleikar at
loysa tey mál ið nevnd eru
omanfyri.
Veljarin skal 30. apríl
taka støðu til, um Føroyar
skulu halda fram á full-
veldisleiðini, ella vit skulu
ganga sambandsleiðina.
Vel sambandsleiðina!
Eli Christiansen
valevni Fólkafloksins í
Suðurstreymoy
Gjørdi mær tann ómak at
hyggja eftir Tinggáttini við
Sambandsflokkinum
og
Lisbeth Petersen. Tað skal
sigast beinanvegin, at Lis-
beth er ein siðilig og ordilig
dama, sum flestu hava
virðing fyri.
Tí eri eg keddur av, at eg
má siga, at eg var rættiliga
deprimeraður eftir at hava
sæð sendingina. Alt var
bara so trupult. Øll hini
høvdu oyðilagt alt. Tú
fekst ta fatan, at vit máttu
bara pakka saman nú, tí nú
var festin slutt. Vit høvdu
ikki ráð og kundu ikki
roknað við nøkrum serlig-
um komandi tíðina. Men
soleiðis hevur Sambands-
flokkurin verið, síðani hann
varð stovnaður. Um vit so
áttu allar verðsins pengar,
so var tað ikki gott nokk.
Eg var ein av teimum,
sum vónaði, at formans-
skiftið í Sambandsflokkin-
um fór at hava við sær, at
flokkurin gjørdist meira
positivur og sá meira ljóst
uppá tað. Flokkurin sigur
seg jú vera borgarligan og
standa fyri áræði. Men eg
kenni ongan borgarligan
persón, sum hevur tílíkt
mistreysti og so lítið áræði.
Ímyndi tykkum, um vit øll
vóru soleiðis.
Eg hevði ynskt at komið
til ta niðurstøðu, at Sam-
bandsflokkurin var batn-
aður. Men tað er ikki so
lætt at læra gamlan hund at
sita. So eg má turrisliga
staðfesta, at lítið er hent.
Tað hevði ikki verið stór-
vegis munur á, um Sam-
bandsflokkurin slapp fram-
at í dag í mun til, tá Ed-
mund ráddi fyri borgum.
Tó skal sigast, at tær ungu
kreftirnar í flokkinum vísa
tekin um ein annan hug-
burð, so vónandi hendir
okkurt innan ikki ov nógv
ár.
Sambandsflokkurin hev-
ur altíð verið sera aftur-
haldssinnaður, men tað
hevur hann sín grund-
lógarfesta rætt til. Higartil
havi eg bert dugað at sæð
eitt gott endamál í hesum.
Tað er, at um teir siga, at
okkurt ikki ber til, ja, so
seta vit onnur okkum tað
mál at klára hetta. Tak t.d.
bruttotjóðarúrtøkuna, sum
er hækkað fleiri miljardir
um árið.
Eg má endurtaka, at eg
eri keddur av at skula skera
tingini soleiðis út í papp.
Men tit mugu ikki gloyma,
at tað snýr seg um, hvør
skal stjórna okkara landi.
Her hugsi eg ikki beinleiðis
um
partapolitikk,
men
meira um tann hugburð,
sum landsins leiðarar hava.
Skal eg siga nakað um
Fólkaflokkin, so er hann
ikki feilafríur, men vit vilja
ásanna okkara feilir og
mistøk við dirvi. Vit
ásanna, at neyðugt er at
føra ein heildarpolitikk,
sum byggir á áræði og virk-
isfýsni. Vælferðarskipanin
skal tryggja, at øll hava
møguleikar og kunnu hava
tað gott óansæð førleika.
Tað er ein náttúrulóg, at vit
mugu húsast í mun til
fíggjarorku. Tí er neyðugt,
at vit hava góðar inntøku-
møguleikar at reka sam-
felagið forsvarligt fyri.
Karl Olgar Joensen
valevni Sambandsfloksins í
Norðoyggjum.
Seinastu tíðina hevur nógv
verið frammi um, hvussu
eftirlønarviðursiftini
hjá
fólkinum skulu skipast,
men
sitandi
samgonga
náddi ikki at avgreiða hetta
so týdningarmikla mál.
Sambandsflokkurin fer at
virka fyri, at hetta málið,
sum rakar allar føroyingar,
verður loyst í komandi
valskeiði.
Tá talan er um eftirløn og
trygd hjá útróðrarmonnum,
er støðan ikki góð. Fiski-
maðurin er tryggjaður í
samband við skaða, óar-
beiðsføri ella við deyða,
meðan
útróðramaðurin,
sum oftast, er illa fyri, tá
tílík óhapp henda.
Tað er avgjørt neyðugt, at
teir, sum sum stríðast fyri at
skaffa tær inntøkur, sum vit
øll liva av, hava tryggar
karmar at virka innanfyri.
Útróðrarmaðurin
skal
hava eina tryggingarskipan,
sum tryggjar bæði ímóti
skaða,
óarbeiðsføri
og
deyða, og tryggingin skal
galda, sjálvt um óhappið
hendir á sjónum, ella tá
utróðrarmaðurin er heima
millum túrar.
Listi B
Soltið 4-ára skeið fyri Norðoyggjar
Deprimerandi
Útróðrarmaðurin
VALGREINAR
Rætting til Jørgin
Niclasen
Marjus Dam
Løgtingsmaður
Sambandsfloksins
Eg skal geva Jørgini
Niclasen rætt, tá hann
sigur, at eg havi "túta
oyruni full" á Løgtingi
og aðrar staðir, fyri at
fáa undirsjóvartunnilin
bygdan. Tað havi eg
sjálvandi gjørt, tí hetta
var og er eitt av mínum
hjartamálum. Hann er
nú veruleiki, og skjótt
verður koyrandi. Eg eri
sum øll vágafólk, og
føroyingar annars, sera
glaður um at tunnilin nú
kemur, tí hon er ein av
fyritreytunum fyri at
framburður fer at vera á
oynni, og í Føroyum.
Men eg kann ikki góð-
taka, tá Jørgin Niclasen
kemur fram við bein-
leiðis ósannindum. Nú
er tað soleiðis, at eyka-
játtanarlógin okt 98 er
eitt uppskot við nógvum
málum. Nevnda eyka-
játtanarlóg fyllir t.d. 59
A4 síður.
Til 2.viðgerð kom
fram, at fullveldissam-
gongan royndi at lumpa
arvagransking ígjøgnum
løgtingið, og avreiða
alla arvagransking til
felagið DeCode. Mikil
orðadráttur kom av hes-
um.
Og
undirritaði
kundi ikki góðtaka at so
var. Tað kundi Sam-
bandsflokkurin heldur
ikki. Vit atkvøddu tí
ímóti hesum uppskoti til
aðru viðgerð. Alt hetta
kjak gjørdi tó, at arva-
granskingin ikki var
avreidd til Ísland.
Til 3. viðgerð at-
kvøddi tí Marjus Dam
saman við øllum Sam-
bandsflokkinum
fyri
eykajáttanarlógini. Og tí
eisini fyri, at vágatunn-
ilinum.
Hví Jørgin Niclasen
skal siga, at Vágating-
maðurin Marjus Dam
skal vera ímóti Vága-
tunnlinum er óskiljandi.
Eg havi alla tíðina ar-
beitt sum úlvur í skóg
fyri júst hesum máli. Og
Sambandsflokkurin
hevur allur sum ein tikið
undir við málinum. Tí-
betur kann tað eisini
sigast um aðrar polit-
iskar flokkar. Løgtingið
var samt um hetta mál -
og tí er tunnilin bygd nú
- so einfalt er tað.
Tí fari eg at heita á
Jørgin Niclasen um ikki
at " skrúva" slíkar søgur
saman. Tað er meira enn
nokk skrúva av tær,
Jørgin.
Niðurstøða:
Marjus
Dam hevur altíð arbeitt
sum úlvur á skóg fyri at
tunnilin skuldi byggjast.
Tíverri forðar tað ikki
fyri, at loysingin , sum
Jørgin Niclasen arbeiðir
fyri, hevur gjørt, at onki
er hent á flogvøllinum
seinastu 4 árini. Her skal
ein sterkur Sambands-
flokkur til - bæði fyri at
forða skaðiligu loysing-
ini - men eisini fyri at
loysa flogvallarmálið.
Jónfinn Olsen
Form. í UfM & valevni
Miðfloksins í Suður-
steymoy
Miðflokkurin ein øðrvísi
flokkur
Miðflokkurin ein øðrvísi
politikkur
Miðflokkurin eitt øðrvísi
samfelag
Miðflokkurin er ein øðr-
vísi flokkur í Føroyskum
politikki, tí hann byggir á
Kristnulívsvirðini við áliti
á Gud skaparan.
Miðflokkurin hevur ein
øðrvísi politikk, tí Mið-
flokkurin er á varðhaldi,
tá í á stendur.
Miðflokkurin er ein øðr-
vísi flokkur, við einum
øðrvísi politikki, tí vilja
vit við politikki Miðflok-
sins fáa eitt øðrvísi sam-
felag, har fólki vil liva í
Gudsótta og nøgdsemi í
hjørtunum.
VEL ØðÐVÍSI – VEL
MIÐFLOKKIN – VALI
ER TÍTT – GOTT VAL.
Miðflokkurin tín rødd á
Løgtingið.
Miðflokkurin –
Miðflokkurin
Jaspur Vang
Valevni Sambandsfloksins í
Suðuroy
Landskassi, vinnulív og
bankakerv vórðu bjargað
av ríkiskassanum, meðan
tað ikki hevur verið lands-
politiskur vilji til veruliga
at loysa trupulleikarnar hjá
mest
skuldarbundnu
kommununum.
Áðrenn búskaparkrepp-
una fyrst í 1990-unum stóu
bæði føroyski landskassin,
stórir partar av vinnulív-
inum, nógvir sethúsaeig-
arar og nógvar kommunur í
landinum fyri alt ov stórum
lántøkum.
Hyggja vit at tí, ið síðani
er farið fram, kann ein ikki
annað enn undrast á, í
hvussu stóran mun ríkis-
myndugleikarnir átóku sær
ábyrgd,
hvat
føroysku
kommunuskuldini viðvík-
ur, og í hvønn mun skift-
andi landsstýri hava átikið
sær ábyrgd, hvat føroysku
kommunuskuldini viðvík-
ur.
Landskassaskuldin.
Tá kreppan tók seg upp, bar
danska stjórnin soleiðis í
bandi, at uml. 11 mia. av
føroyskari skuld vórðu
umfíggjaðar, niðurfrystar
og strikaðar.
Harumframt hevur góði
fiskiskapurin, høgir fiska-
prísir, lágt rentustøði og
arbeiðsevni og ágrýtni hjá
tí einstaka føroyinginum
verið orsøkin til, at føroyski
landsbúskapurin í dag er so
væl fyri, sum hann er.
Skuldin hjá
vinnulívinum.
Umvegis eitt nú Føroya
Banka og ymiskar grunnar
varð almennur peningur
nýttur til at bjarga stórum
pørtum av vinnulívinum,
sum síðani við hegni,
ágrýtni, stórum útlendskum
íløgum
og
framgongd
innan fiskivinnuna hevur
fótað sær.
Kommunuskuldin.
Hvat
kommunuskuldini
viðvíkur, kunnu vit stað-
festa, at tað higartil ikki
hevur verið landspolitiskur
vilji til veruliga at bøta um
støðuna hjá ringast staddu
kommununum.
Nevnast kann, at tá
kommunuskuldin seinast
varð umløgd, rindaði lands-
kassin einans umleið 25
mió. krónur til endamálið.
Hóast
búskaparfram-
gongdina, sum hevur verið
seinastu árini, eru komm-
unur í landinum mong ár
framyvir niðurbundnar av
skuld í ein sovorðnan mun,
at tær ikki megna at halda
t.d. vegir og havnir í
nøktandi standi, eins og
hesar
kommunur
ikki
megna at skapa karmar um
økt vinnuligt virksemi og
trivnað í økinum annars.
Niðurstøða.
Tað er tí lítið skilvísi í at
tosa
um
økismenning,
kommunusamanleggingar
og uppgávu- og ábyrgd-
arbýti millum land og
kommunur, sum støðan er í
dag. Einum og hvørjum má
vera púra greitt, at ongar
kommunur við lítlari skuld
fara at leggja saman við
grannakommunum,
sum
eru niðurbundnar av skuld,
eins og eingin meining er í
at leggja uppgávur út til
kommunur, ið framman
undan ikki megna dagliga
raksturin nøktandi.
Í og við at Føroya Lands-
stýri
sum
kommunalur
eftirlitsmyndugleiki hevði
ábyrgdina av alt ov stóru
kommunalu lántøkunum,
eigur føroyski landskassin
tí eisini at vera við til at fáa
burtur skuldina hjá ringast
staddu kommununum í
landinum.
Sostatt eigur spurning-
urin um kommunuskuldina
at verða tikin upp til
landspolitiska viðgerð nú
búskaparstøðan í landinum
er betur enn nakrantíð.
Kommunuskuldin
Sverre Midjord
Valevni Javnaðarfloksins í
Suðuroy
Eg veit væl, at tað eru
trúgvir
javnaðarveljarar,
sum til hetta valið eru iv-
ingarsamir, tí teir eru ør-
kymlaðir av fullveldisrús-
inum, og tí halda at sam-
bandsleiðin er tann einasti
tryggleiki fyri, at vit fram-
haldandi verða í ríkis-
felagsskapinum. Vit vóru í
samgongu við sambands-
flokkinum, og vildu tá hava
eina kanning av heima-
stýrislógini. Hon var blivin
fimti ára gomul, men har
var hvørki at høgga ella
stinga í, sambandsflokkurin
vildi einki, men nú er líka
sum vent í holuni, teir hava
uppskot um eina skipan,
hvør vítt hon er til bata fyri
Føroya fólk, tað fari eg at
ivast í.
Tann skipan, sum vit
hava í okkara ríkisfelags-
skapi, hon gevur okkum
somu sømdir sum borgarar
í hinum partinum av rík-
inum. Tað er ein góð skip-
an, sum vit eiga at varð-
veita, og tað er ein skipan,
sum eg um eg verði valdur
fari at verja, tí hon gevur
okkum rættindi á so nógvar
mátar. Eg gangi ikki við til
nakrar yvirtøkur, sum vilja
økja um útreiðslurnar hjá
okkara samfelag, og sum
vilja økja um trupulleik-
arnar hjá Føroya fólki. Eg
verði ikki við til at máa
støðið
undan
teimum
møguleikum, sum liggja í
teimum góðu viðurskift-
unum, sum vit hava havt,
og sum nú av fullveldis-
rúsinum eru heilt farin av
lagi.
Mína politisku støðu
kennir veljarin, og geva tit
mær álitið sum krevst, fari
eg at virka fyri, at tey bond,
sum binda saman ikki
verða loyst mera enn tey
eru av verandi samgongu,
sum við skerjanini av
blokkinum hava gjørt tað
fíggjarliga torførari at fáa
endarnar at hanga saman.
Tær
400
milliónirnar
kundu verið brúktar til at
betra
og
bøtt
um
viðurskiftini hjá okkara
eldru, og til at útbygt
okkara sjúkrahúsverk og
nógv annað, tí tað sum
verður latið til Føroyar frá
Danmark eru skyldur, sum
danski staturin hevur yvir
fyri Føroyum. Hesa rokn-
ing sum danir eiga at
gjalda, hana hava fullveld-
ismenn yvirtikið, hvussu
framhaldandi verður er ilt
at spáa um. Við teimum
ætlanum, sum hava verið
frammi, verður tað eisini
torført í framtíðini at vita
hvussu tað verður við
okkara lesandi ungdómi,
sum í dag hava rættindi
sum ríkisborgarar, men
sum, um verandi samgonga
heldur fram, koma at hanga
í leysari luft. Teir eru byrj-
aðir at máa støðið undan,
so vit aftur koma í ta støðu,
at bert tey sum eru múgv-
andi hava møguleikan at
fáa eina útbúgving. Vit
brutu niður tann garðin og
eg fari at gera alt hvat eg
kann, at hann ongantíð
kemur aftur, tí tað skulu
vera evnini sum skulu tala
og ikki pengarnir.
Tað er greitt, at eg og
javnaðarflokkurin fara at
verja borg og at tryggja
betri livikor og møguleikar
fyri Føroya fólk. Á tí lokala
økinum, sum fyri meg
hevur størsta týdningin, fari
eg, um álitið verður víst
mær, at krevja av einum
landsstýri, sum vit verða
partar av, at arbeiðsmøgu-
leikar
verða
skaptir
í
Suðuroynni, at íbirtingar
møguleikarnir verða teir
somu í Suðuroy, sum í
miðstaðarøkinum.
Javn-
aðarflokkurin fer saman
við flokkum, sum tryggja
framburð her hjá okkum og
somuleiðis tryggja okkara
ríkisrættarligu støðu, sum
er til gagns fyri alt Føroya
fólk.
So mín áheitan á suður-
oyingar er, velji Javnaðar-
flokkin, hann er besta
trygdin fyri framburði og
trivnaði hjá okkum.
Javnaðarflokkurin er trygdin fyri
framhaldandi ríkisfelagsskapi
C
M
Y
K
33
32