Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. apríl 2002síða 18

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 78 - 25. apríl 2002 Nr. 78 - 25. apríl 2002 35 VALGREINAR Ein háðan móti mammuni og heiminum Bill Justinussen valevni Miðfloksins Á veljarafundi í Eystur- oynni spurdi eitt valevni Tjóðveldisfloksins, hvør skuldi gjalda fyri, at helvtin av føroyingum skuldi sita og nina hvørjumøðrum og nevndi í hesum sam- bandi familju-politikk Miðfloksins. Ein býttur spurningur, sum ikki er verdur svar. Men tá tíðin var ov stutt at greiða eysturoyingum frá, hvussu einfalt ansingar- spurningurin verður loystur, skal tað her verða gjørt. Fyrst skal tó við- merkjast, at mamman, sum er heima og ansar børnunum, meðan pápin vinnur til lívsins uppi- hald, er góð føroysk mentan. Hesa mentan hevur tann flokkurin, sum ætlar at gera sam- felagið meiri føroyskt, háðað. Samstundis hev- ur hann sagt sína mein- ing um, hvussu lítið hann virðir tað týdn- ingarmiklasta arbeiði í samfelagi okkara, nevni- liga at geva børnum okkara tíð, umsorgan og kærleika. Ansingin er longu fíggjað Smb. svari frá fíggjar- málaráðharranum um hjúnarskatt, eru bert 379 hjúnafelagar ídag, sum ikki hava inntøku. Tað merkir, at so at siga allar mammur og allir pápar eru úti á arbeiðs- marknaðinum so ella so. Hvør ansar teirra børnum? Tað gera ans- ingarstovnar, dagp- leygumammur v.m. Hvør rindar fyri tað? Foreldrini gjalda 35% og land og kommunur 65%. Tað vil siga, at so at siga øll barnaansing longu í dag verður fíggjað smb. galdandi lógum, og skal tí ikki nógvur peningur játtast afturat, inntil ansing til ØLL BØRN Í FØR- OYUM er fíggjað. Stuðulin skal fylgja barninum og ikki stovninum Eitt høvuðsorð í poli- tikki Miðfloksins er VALMØGULEIKIN. Eitt ansingarpláss kostar tí almenna uml. kr. 3.200 um mánaðin. Hugsa tær, um tú eigur trý børn, og tú hevði fingið kr. 9.600 frá tí almenna hvønn mánaða til ansing fyri hesi børn. Tað er jú tað, sum hendir í dag, bara fær stovnurin peningin í staðin fyri tú. Um lógin broyttist til, at stuðulin skal fylgja barninum, hevði tú frítt kunnað valt, hvussu tú vildi brúkt peningin. • Tú kundi givið barna- garðinum peningin, og fingið børnini ansað har • Tú kundi valt at verið heima hjá børnunum og soleiðis fingið løn- ina sjálv/ur • Tú kundi latið eini dagpleygumammu peningin og fingið børnini ansað har • Tú kundi latið omm- uni, abbanum ella onkrum øðrum pen- ingin og soleiði fingið børnini ansað Familju- og trivnaðarmálastýrið At seta hesa skipan í verk verður ein av upp- gávunum hjá familju- og trivnaðarmálastýrinum. Hetta kostar so at siga onki eyka, og kann tí spurningurin um, hvussu tað skal fíggjast, vera ein forðan. So greiður er politikkur Miðfloksins. Men tað er upp til tín, góði veljari, um hetta skal gerast møguligt. Tað kann tað við at velja Miðflokkin. Petur Karl av Rana Valevni Miðfloksins í Suðuroy "Jú, tað leggja okur merki til, Miðflokkurin hevur altíð stuðla Suðuroynni, tá mál hava verið á skránni, sum viðvíkja oynni"- hetta er beinleiðis endurgivið frá manni, je tosaði við ein av farnu døgunum. Óivað hugsaði hann um viðgerðina á løgtingi av oljuútgerðarhavnini, har Miðflokkatingmaðurin manniliga stríddist fyri at leggja hesa í oynni, argu- menteraði við, at hetta vildi verið útjaðarapolitikkur í verki og ikki bert orðum. Men tíverra batti tað lítið, tí teir flokkar, sum við valið høvdu fingið atkvøð- urnar og álit frá suðuroy- ingum, teir sviku og sleptu oynni upp á fjall. Sambandsflokkurin lovaði á fundi í Øravík at stuðla, men á løgtingi at- kvøddu allir uttan ein nei! Fara suðuroyingar at gloyma hetta 30. apríl? Fólkaflokkurin fekk 494 atkvøður frá suðuroyingum fyri at tosa søk teirra á løgtingi, lagnudagin, tá oljuútgerðarhavnin var til viðgerðar, atkvøddu allir fólkakloksmenn nei! Fara suðuroyingar at gloyma hetta 30. apríl? Tjóðveldisflokkurin lov- aði høgt og heilagt at fáa oljuvirksemi í oynna, tá atkvøtt varð á løgtingi, taldust bert tvær tjóð- veldisatkvøður fyri hesum! Fara suðuroyingar at velja hesar aftur 30. apríl? Jú mangt er løgið, so løgið tað ljóðar kann væl hugsast, at hesir flokkar aftur megna at blinda suðuroyingar at velja seg. Tó, løgið um søgan ikki talar sterkari enn tómu orð og lyfti teirra! Hevði Miðflokkurin átt tær 300-400-500 atkvøð- urnar, hinir flokkarnir fingu við valið í ´98 og harvið ein tingmann fyri Suðuroynna, so skuldi veruleikin sæð øðrvísi út. Tí tá hevði oyggin átt eitt talirør, eitt umboð á løgtingi, sum íðið vildi virka fyri oynni. Hugsa um søguna, tá tú velur 30. apríl, vel øðrvísi, vel eitt umboð sum veru- liga umboðar oynna á løgtingi, vel Miðflokkin. Miðflokkurin og Suðuroyggin Thomas Arabo valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymi Lichtenstein royndi tað, ið onkur vil gera við Føroya Tele, við vánaligum úrsliti. Alt hetta tosið um at petta almennar fyritøkur sundur, má merkja, at starvsfólk gerast ótrygg, og eigur slíkt at vera manað í jørðina beinanveg. Skal nakað seljast, so má tað vera í heilum líki, og ikki dekkast sum eitt búgvið borð til spekulantar at taka tað lønandi, meðan landið og Palliba sita eftir við undir- skotinum. Kapping má verða á jøvnum føti Kapping má merkja, at Føroya Tele sleppur at kappast eins og einhvør onnur privat fyrtøka, so prísirnir koma enn longur niður til gagns fyri brúk- aran. Vit í Javnaðarflokk- inum trúgva ikki uppá, at kapping merkir eitt sjálv- tøkuborð fyri tey fáu av almennum rovum. Privatisering kann altíð diskuterast Privatisering kann altíð diskuterast, men vit í Javnaðarflokkinum hava ikki tiltrúgv til motivini hjá Fólkaflokkinum, og tí eru vit á varðhaldi. Skatt- gjaldarin í Føroyum eigur fortekningarrætt, um parta- brøv í eitt nú Føroya Tele, Føroya Banka og Fiska- virking skulu seljast. Man kann ikki hava nakað ímóti, at fyritøkur gerast fólka- ogn, men nøkur full privati- sering kann neyvan verða talan um tey fyrstu nógvu árini, uttan at prísurin verður ov lágur ella útlend- ingar mugu uppí - og tað er so aftur ein annar spurn- ingur. Kursurin hevði skramblað niður Eg má siga, at eg eri glaður fyri, at eingin partabræva- marknaður er í Føroyum í dag. Partabrøvini i Føroya Tele og Fiskavirking høvdu farið í botn, eftir útmeld- ingunum frá Bjarna Djur- holm og Vinnumálastýrin- um seinastu tíðina. Vel lista C og fá ábyrgd aftur í Vinnumál. Føroya Tele fantilsið av samgonguni Anna Dam Valevni Miðfloksins í Suðuroy Hóast hann var í andstøðu, so eydnaðist Miðflokkinum í farna valskeiði at fáa samtykt uppskot um bata til felagsskapir, sum virkaðu til verju fyri tey, ið vegna ymisk brek illa megna at verja seg sjálvi. Niðanfyrinevndu dømi av mongum vísa betur enn orð, hvørjum "hjarta" Mið- floksins brennir fyri! Eitt av seinastu upp- skotum Miðfloksins var at fáa sett játtan á fíggjar- lógina at stuðla felagsskap- um, sum virka fyri teimum, ið misbrúkt eru kynsliga. Tvær ferð í desembur fullu uppskot floksins, men tá roynt varð aftur í mars, eydnaðist at fáa sett kr. 200.000 av til slíkar umsóknir. Summir politikarar og fjølmiðlar skíra hetta virksemi floksins fyri "at halda gildi", tað kunnu vit saktans liva við, men tað er ein skomm fyri teir. Júst hetta økið, kynslig mis- nýtsla av børnum, áttu fjøl- miðlar okkara at viðgjørt, heldur enn at speireka tey, ið vilja rætta eina hjálpandi hond!- tí størri brotsverk enn hendan misnýtsla finst neyvan. Felagsskapirnir Sinnis- bati og Javni virka fyri teimum, ið á ymiskan hátt eru tarnaði og illa megna at skipa dagligu tilveru sína. Tí var tað natúrligt fyri Miðflokkin fyri árið 2000 at gera avtalu við lands- stýrið um at stuðla fíggjar- lógini, treytað av at lands- stýrisflokkarnir stuðlaðu uppskotum Miðfloksins um at veita hesum felagsskap- um fíggjarligan stuðul á løgtingsfíggjarlógini. Fyri Sinnisbata var talan um nýjáttan, fyri Javna var talan um munandi hægri játtan. Fyri Miðflokkin var talan um hjartamál, og vit vilja halda fram á hesum øki eftir valið, vónandi í nógv størri mun við fleiri ting- fólkum og í samgongu. Miðflokkurin er ikki kendur fyri at sáa um seg við vallyftum, men tvey mál hava okur sett okum fyri at fáa framd so skjótt okur koma í samgongu- fyrst at fáa settan lands- stýrismann í trivnaðar- og familjumálum, harnæst at hesin, innan 1/2 ár, skal hava fingið loysn á skúla- læknaspurninginum, so at skúlalækni verður settur fyri alt Føroyar Men avgerandi er, at tú ikki bert er samd(ur) við okkum, men at tú eisini velur øðrvísi hesuferð, setir kross tín fyri lista H val- dagin. Miðflokkurin sum verji teirra veiku VALGREINAR Útoyggjamenning í Norðuroyggjum Heini O. Heinesen tingmaður Tjóðveldis- floksins Svínoy Nógv hevur verið tosað um, hvussu vit kunnu menna útoyggjarnar í norðoyggjum. Her hugsi eg serliga um Fugloynna og Svínoynna. Svínoyggin er frá natúrannar hond væl betri fyri enn Fugloygg- in, av tí at hon liggur nærri meginlandinum. Herafturat er eitt stórt arbeiðspláss í Svínoy í sambandi við aling. Hetta arbeiðspláss, og tann mjólkaframleiðsla sum er í oynni, hava tørv á betri flutningsmøgu- leikum. Bygdaráðið í Svínoy hevur í fleiri ár sent skriv til Løgtingið um at fáa tunnil yvir í Havnina, sum er kyrr- asta pláss í oynni. Har eru eisini møguleikar fyri at gera eina ferju- legu við eini minni havn. Vit kunnu eisini nevna sjógvaling út frá hesi havn. Ein slík íløga kundi verið gjørd yvir fleiri ár. Eg kann taka dømi av tí sum verður gjørt til Gásadals. Her hevur Løgtingið játtað 8 milliónir um árið í tvey ár. Fyri henda pening rokna teir við at skjóta ígjøgnum. Vit kundu gjørt á sama hátt í sambandi við at gjørt ein tunnil ígjøgnum Svín- oynna. Hetta hevði loyst teirra trupulleikar við flutningi av ferðafólki og farmi. Fugloy Fugloyggin liggur verri fyri enn Svínoyggin, men tað eru ávísir møguleikar at menna oynna. Tað hevur verið tosað so nógv um vind- myllur í seinastuni. Her skuldi verið góðir møguleikar fyri at sett eina vindmyllu. Tað sum eg kundi hugsa mær var serliga at brúkt orkuna til at skapt arbeiðspláss í Fugloy. Her er tað aftur alingin, sum kundi verið brúkt. Henda alingin átti at fari fram uppi á landi, við at sprongt hyljarnar niður í lendið. Orkan frá mylluni kundi so verið brúkt til at pumpa sjógv- in upp í hyljarnar. Hesi alibrúk hava tann fyri- mun, at tey kunnu sótt- reinsast. Um ein slík íløga verður gjørd, verð- ur hon verandi so leingi hon verður hildin við- líka. Her eru fleiri fyrimunir, tí viðlíkahald er so gott sum einki. Tað kann eisini henda, at ein partur av alivinnuni fer at fara fram uppi á landi fyri at sleppa undan sjúku. Herafturat slepst undan tí dýru útgerðini, sum aling á sjógvi hevur við sær. Tað nyttar ikki nakað sum helst at tosa um út- oyggjamenning, um eingin ætlan er við út- oyggjunum. Kallsoy Kallsoyggin er ikki nøkur útoyggj, men allíkavæl verður hon enn í dag røkt sum ein slík, tá talan er um ferða- møguleikar til og frá. Men nú hevur Løgtingið so játta pening til ferjulegu á Syðradali. Játtaðar eru 16 milliónir til hetta arbeiði. Nú er so eftir at finna bestu loysnina. Vit vóru ein túr har í vikuni, men eg má siga, at tað restar nógv í til at siga, at komið er á mál. Tað er tí umráðandi at fáa gjørt ferjuleguna sum skjótast. Hetta fer at gera tað høgligari at flyta tung amboð í og úr oynni í sambandi við asfaltering. Skulu vit hava fólk búgvandi í útoyggjun- um, er tað umráðandi at stilla teimum nakað sikti at síggja fram til. Hetta er nakað av tíð sum eg fari at virka fyri, um eg verið afturvaldur tann 30. apríl. Elin Lindenskov valevni Javnaðarfloksins Við seinasta val vóru 28 menn og 4 kvinnur valdar. Hetta er eitt ófatiliga skeift býti. Er tað veruliga so, at vit føroyingar eru so funda- mentalistiskir og so kon- servativir, at vit halda okkum kvinnur vera minni verdar? Ella halda føroy- ingar framvegis, at kvinnur einans eiga at taka sær av heiminum og tiga í sam- komum? Vilja vit fram- haldandi góðtaka eitt slíkt býti? Fyri meg er tað beinleiðis skakandi at síggja, at støðan er, sum hon er. Hetta førir eftir mínum tykki til eitt sera skeift kjak, har kvinnuligu sjónarmiðini mangla, og at Føroyar fara haltandi inn í nýggju øldina. Av tí sama hevur kjakið mest snúð seg um vegir, tunnlar, fiskidagar, ferjur og slík mál, sum fáa smá- dreingin fram í monnum. Trivnaðarmálini, so sum íbúðarmálini, eldramálini og barnamálini hevur verið lítið tosað um. So gott sum einki hevur verið gjørt við hesi mál seinasta valskeið- ið. Men til hetta valið hevur Javnaðarflokkurin sett hesi mál fremst í valskránna. Og eiga hesi mál eisini at fáa fremstu raðfesting í eini komandi samgongu. Tá trivnaðarmál eru sett ovast á dagsskránna, eigur tú eisini høvi til at velja fleiri kvinnur á ting. Tí trivnaðarmál liggja fremst í huganum hjá kvinnum. Harafturat fáa vit eisini nøkur kvinnulig sjónarmið til mál, sum vanliga verða mett sum rein mannlig mál. Kanska vísir tað seg, at vit tá finna loysnir, sum vit annars ikki høvdu funnið. Og at sloppið verður undan skeivleikum, sum annars høvdu verið íkomnir. Góðu føroyingar! Farið á val og vísið, at vit eru eitt framkomið land - og ikki eru eitt tilafturskomið og konservativt fólk. Farið á val og veljið Javnaðarflokkin. Setið X við lista C. Setið X við eina kvinnu. www.lindenskov.com Veljið kvinnur í løgtingið Jákup Olsen Valevni Fólkafloksins í Suðuroy Fullvæl veit eg, at okur fáa ein nýggjan Smyril, og tað eru okur takksom fyri, men líka mikið, um tað er ein nýggjur – ella gamal Smyril, ella tað er eitt ella annað Landsstýrið, sum situr, so verður Suður- oyggin lammað, hvørja ferð ein streika er. Alt steðgar upp her suðuri. Suðuroyggin verður løgd lamin, so eingin vøra ella nakað annað kemur til oynna. Eingin flutningur av ferðafólki og heldur ikki okra útflutningsvøra slepp- ur av oynni. Hetta hendir ferð eftir ferð. Hví skal Suðuroyggin verða tikin gísli hvørja ferð? Hvat hava okur suðuroyingar gjørt til saka, at alt skal ganga út yvir okkum, bara tí menn ikki kunnu semjast, hava teir ongan semingsanda í sær? Tað sær soleiðis út, at Suðuroyggin altíð skal nýtast sum ein partur av streikuni. Trýstið frá fak- feløgunum og sitandi fíggjarmálaráðharra skal bara ganga út yvir suður- oyingar, tað hvørki kann ella skal vera meiningin. Suðuroyingar kundu bara gjørt eitt, teir kundu bara tikið Smyril og siglt við honum, men hesa ferð kundi hetta ikki lata seg gera, tí menn vóru so snildir, at teir løgdu hann í Havn og ikki á Drelnesi, men einaferð verður tolið hjá ogum uppi. Karstin fría okkum frá gíslatøkuni! Eg fari hervið at heita á fíggjarmálaráðharran, Karstin Hansen, sum hevur verið tann fíggjarligi part- urin í samráðingunum, um at fría okkum suðuroyingar frá gíslatøkuni. Vit skilja eisini tína støðu, Karstin Hansen, men álvaratos, hvat er meiningin, tí norð- anfjørðs virkar alt normalt, meðan Suðuroyggin verður rakt, hvørja ferð streika er. Fá okkum Smyril aftur í sigling skjótast gjørligt ella eitt annað skip, tí okur suðuroyingar hava als ikki uppiborið slíka ósømiliga viðferð. Mikkjal Sørensen valevni Javnaðarfloksins í Suðuroy Suðuroyggin hevur ikki verið forkelað, tá tað ræður um útbygging, nútímans- gerð ella viðlíkahald av vegakervi og havnum. Hetta ásannar ferðamað- urin mangan undrandi á síni fyrstu ferð í Suður- oynni og ítróttarfólk kring landið kenna støðuna. Her eru oyggin eftirbátur og hetta kann ikki halda fram. At Suðuroyggin er fleiri ár aftanfyri restina av land- inum viðvíkjandi farleiðum á sjógvi og landi, kann hvørki fólk ella vinnulív longur góðtaka og her má broyting koma í. Miðstaðarøkið er í vøkstri og farleiðir styttast. Tunnil undir Vestmanna- sund er veruleiki og fyrstu stigini eru tikin til tunnil undir Leirvíksfjørð. Tá eru ikki nógvar av stóru strandfaraleiðunum eftir. Og hvat er tá meira náttúrligt, enn at av- greiðslan av Smyrli verður flutt til Suðuroyar? Annað vandamál merkja vit í Suðuroynni í hesum døgum. Tá verkfall er, so er tað nærum bert ein partur av landinum, ið merkir av- leiðingarnar, nevniliga Suðuroyggin. Her eigur at verða skipað so fyri, at viðurskiftini verða broytt, so hesin eintáttaði vani ikki heldur fram, fólki og vinnu í oynni til miklan ampa. Avskipanarmøguleikar- nir mugu fáast í betri legu. Framleiðslan í Suðuroynni í dag steðgar á middegi tórsdag, tí soleiðis er farmaleiðin løgd tilrættis. Atlit verða tikin til mið- staðarøkið, ikki útjaðaran. Lat okkum fáa boyting í hesa vanahugsan, øllum pørtum at gagni. Lat okk- um veruliga fáa útjaðaran við aftur við ítøkiligum ætlanum og tilrættalegging. Álit eru skrivað um út- jaðaran seinnu árini, men lítið av ítøkiligum politikki hevur verið at sæð. Brúk er kanska fyri at lýsa ymsar støður og at gera kanningar, gamaní, men hetta loysur ongar trupulleikar. Brúk er fyri ítøkiligum átøkum og ikki orðaskvaldri og álitum, ið oftast savna dust í skrivi- borðsskuffum í miðstaðar- økinum. Brúk er fyri, at atlit verð- ur tikið til útjaðaran, ikki bert miðstaðarøkið. Broyt- ingar eru her neyðugar, skal endin ikki gerast, at øsku- kalt er í útjaðaranum. Veljið kvinnur í løgtingið Suðuroyingar aftur við skerdan lut Útjaðarin aftur á føtur C M Y K 35 34