hósdagur 25. apríl 2002síða 19
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 78 - 25. apríl 2002
Nr. 78 - 25. apríl 2002
37
VALGREINAR
tralala.....
Í Norðstreymoy
ein sólskinsdag.....
Sigvald
Zachariasen
valevni fyri
Sjálvstýrisflokkin
- og norðstreymoyingur
við stórum N.
Sitið og hugsi um
tíðina, mær er givin, at
vaksa upp og búleikast í
Sundalagnum, ein sonn
náttúruperla vit føroy-
ingar eiga. Einamest um
gingið verður ein túr
niðan á fjøllini, kemur
hesin vakurleiki beint
inn
í
hjartarøturnar.
Sálarbót av aðrari verð.
Eg var við til, at leggja
tann nýggja samskiftis-
kaðalin úr Tjørnuvík til
Mýrarnar
omanfyri
Vestmanna. Haðani frá
og víðari til Kolla-
fjarðar, fyri síðan at
enda í Havn. Hesir túrar
góvu nakað ið er so gott,
at tað má upplivast, tí
ikki er lætt at seta orð á.
Havi eisini veri úti á
Dølum, so langt vesturi,
at einans sjógvur foraði
einum, at gangað longur.
So eg havi í øllum førum
forstáilsi fyri teimum
monnum, ið røkja Dalar
v.m., sjálvt um onkur er
ið sigur seg ikki skilja
hesar menn. Tað sama er
galdandi fyri teir, ið
røkja Kvívíkshagarnar,
við Leynavatn, í Kolla-
firði, í Hósvík, í Hvalvík
og Streymnesi, í Saksun,
á Langasandi, í Hald-
arsvík, og ikki minst
norðuri í Tjørnuvík.
Góðu norðstreymoy-
ingar, latum okkum ikki
geva
okkara
kosnu
monnum á Føroya Løg-
tingi, meir enn tað einu
ferðina, loyvi til at klíva
Norðurstreym í tvey
ymisk øki, nevniliga
eystur og vestur.
Hetta gjørdi Hans
Pauli Strøm alment í
bløðunum, samstundis
sum hann kallaði sítt
bygdafólk fyri huldu-
vestmenningar,
eisini
alment
í
bløðunum.
Jógvan Durhuus tykjist
mær bert koma hartil, at
hann hugsar "skal eg
siga naka"? Nei, lat meg
bara sita her í frið, eg
bíði til vali, tí eftir tað
fái eg helst aftur frið.
Fólkafloksumboði
í
Kollafirði kom á ting,
men svíkti, fólkaflokk-
inum so líkt
Norðstreymoyingar
eiga og mugu standa
saman lið um lið, og
verða stoltir. Øki er stórt
geografiskt, og upplandi
er sera gott, bæði til
sjógvin og landi. Standa
vit saman, kunnu vit
menna tað til alt slag av
vinnuvirksemi, sum er
treytin
fyri,
at
vit
styrkjast og trívast, bæði
til ítrótt, gæman og
álvara. Treytin er tó, at
vit samlast á miðjuni.
Vilja tit, at okkara øki
skal mennast "saman"
við okkara fólkavaldu
umboðum? Eg vil!
V.V.V. Viljin Vísir
Vegin.
Velji Sjálvstýrisflokk-
in, ein samfelagsvinar-
ligan flokk, sum hevur
ein knúsandi sterkan og
sunnan vilja. Flokkurin
er eisini gamal í garði,
so hann veit vegin. Allir
flokkar vilja nú á henda
sama veg, og tað beint
eftir miðjuni. Men góði
veljari, takka fyri, og
styrk um Sjálvstýris-
flokkin fyri hansara
vilja, ið vísti á henda
samfelagsveg eftir 96
ára langt stríð. Sjálv-
stýrisflokkurin kemur
innaftur á ting, tað eri eg
steinsikkur uppá. Huga-
ligt hevði veri, um vit í
Norðstreymoyar
val-
dømi góvu flokkinum
eina virðiliga 100 ára
føðingardagsgávu. Men
hetta gerst bert við at
standa saman, og seta
umboð fyri flokkin á
Føroya Løgting valdagin
tann 30-04-2002, fyri
okkara valdømi.
Finnleif Guttesen,
sambandsvalevni í Suðuroy
Fýra samríkislimir?
Tað er hugaligt at síggja, at
suðuroyingar ætla at verja
garð um ríkisfelagsskapin.
Veljarakanning vísir, at
vit fáa tríggjar samríkis-
limir, tveir til Javnaðar-
flokkin og ein til Sam-
bandsflokkin.
Men kanningin vísur
eisini, at tann fjóri ting-
limur er nakað ótryggur.
Tjóðveldisflokkurin
stendur til at fáa tann fjóra,
men
um
Suðuroyingar
stuðla Sambandsflokkin-
um, so eiga samríkisflokk-
arnir allar fýra løgtings-
limirnar her suðuri.
Við fýra samríkis løg-
tingsmonnum verður mun-
andi lættari, at velja eina
mennandi kós fyri Suðuroy.
Vit sleppa undan møðandi
kjakinum um loysing, og
kunnu ístaðin brúka ar-
beiðsorkuna til at verja
okkara
áhugamál
her
suðuri.
Lat okkum standa saman
og lyfta í felag so at Suður-
oyggin aftur kann mennast,
og ikki framhaldandi vera
tann gloymda oyggin.
Suðuroyingar avgera valið og egnu framtíð
Tórbjørn Jacobsen
fólkatingsmaður
Tórbjørn Jacobsen setir
uppskot fram á fólkatingi
um, at stjórnin skal boða
ST frá, at føroyingar eru
tjóð við sjálvsavgerðarrætti
Í svari til Tórbjørn Ja-
cobsen mikudagin boðaði
danski
forsætisráðharrin
frá, at hann ikki kann
viðurkenna, at føroyingar
eru tjóð við sjálvsav-
gerðarrætti.
Tórbjørn Jacobsen góð-
tekur ikki hetta, og er tí
farin víðari við málinum.
Hann hevur nú sett fram
hetta uppskot á fólkatingi:
Folketinget
opfordrer
regeringen til at erklære
overfor
de
Forenede
Nationer (FN), at Fær-
øernes folk har ubegrænset
selvbestemmelsesret i hen-
hold til folkeretten.
Tórbjørn Jacobsen tekur í
viðmerkingunum til upp-
skotið fram hesi viður-
skifti:
• Tað er eingin ivi um, at
føroyingar
lúka
allar
treytir til tess at verða
roknaðir sum ein tjóð
sambært fólkarættinum.
• Føroyingar hava ongantíð
á demokratiskan hátt
viðtikið donsku grund-
lógina sum sína egnu
grundlóg.
• Tí kann danski staturin
ikki av røttum mótvegis
altjóða
samfelagnum
halda uppá, at Føroyar
eru ein samrunnin partur
av danska statinum. Og tí
hevur Føroya fólk krav
uppá at verða viðurkent
sum eitt sjálvstøðugt
fólkarættarligt subjekt -
t.e. ein sjálvstøðug eind í
altjóða rætti.
• Hetta ger eisini, at Før-
oya fólk hevur krav uppá
at fáa viðurkent sín
ómissandi sjálvsavgerða-
rrætt sambært fólkarætt-
inum. T.e. at tað er
Føroya fólk - ikki danska
statsvaldið - sum er
hægsti myndugleiki í
spurninginum um fram-
tíðar rættarstøðu Føroya.
• Men danska statsvaldið
hevur aftrað seg við at
viðurkenna hendan ófrá-
víkiliga veruleika mót-
vegis
altjóða
samfe-
lagnum. Í mongum frá-
boðanum til ST verða
Føroya bert umrøddar
sum eitt danskt "fólka-
samfelag". Hetta gevur
ikki Føroyum nøkur rætt-
indi yvirhøvur. Hugtakið
"fólkasamfelag" er ikki
til í altjóða rætti.
• Seinast hendan vantandi
viðurkenning fekk bein-
leiðis og negativar av-
leiðingar, var undir full-
veldissamráðingunum í
2000. Poul Nyrup Ras-
mussen noktaði tá at
viðurkenna at føroyingar
eru tjóð við sjálvsav-
gerðarrætti, og helt við
støði í hesum uppá, at
samráðingarnar vóru eitt
reint danskt innanríkis-
politiskt mál.
• Harvið var tað ein stjórn,
ið samráddist við ein
undirskipaðan myndug-
leika. Tí var eingin javn-
støða millum partarnar,
ið sum kunnugt høvdu
heilt hvør sítt endamál.
Og harvið hevði Føroya
Landsstýrið heldur ongan
møguleika fyri at fáa
skapt javnstøðu millum
partarnar.
• Tá landsstýrið, eftir at
nógvar
avtalur
vóru
brotnar, vendi sær til ST
og spurdi um fram-
ferðarháttin, tá ST er
eygleiðari undir slíkum
samráðingum,
boðaði
danska stjórnin ST frá, at
Føroyar bert eru eitt
"fólkasamfelag" sum ikki
hevur nakran rætt til at
virka á fólkarættarligum
støði.
• Tá forsætisráðharri Ís-
lands beyð sær at vera
eygleiðari, bleiv eisini
tað blankt avvíst.
• Og tá landssyrið royndi
at koma í samband við
NATO til tess at fáa
greiði á nøkrum fyri Før-
oyar
týdningarmiklum
málum, forðaði danska
stjórnin eisini hesum. Í
staðin fekk landsstýrið
upplýsingar um trygdar-
viðurskifti frá stjórnini,
sum
vóru
beinleiðis
skeivar.
• Alt hetta vóru brot á tey
rættindi, sum Føroya fólk
hevur. Tí Føroya fólk
hevur, sum tjóð sambært
fólkarættinum, ávís rætt-
indi á altjóða pallinum.
M.a. rætt at seta spurn-
ingar til felagsskapir sum
ST og NATO.
• Úrslitið av framferðini
hjá Nyrup-stjórnini var,
at tað var ógjørligt at
samráðast.
• Tann nýggi forsætisráð-
harrin er tíverri komin
við
útsøgnum,
sum
benda á, at heldur ikki
hann viðurkennir tjóðar-
rættindi Føroya. Og tá
hann 17. apríl beinleiðis
varð spurdur um hann
vildi viðurkenna tann
veruleika, at Føroya fólk
er eitt fólkarættarligt
subjekt
við
sjálvsav-
gerðarrætti, var svarið
noktandi.
• Tað er ógvuliga óheppið,
at hetta er støðan hjá
danska statinum í 2002.
Tí hetta er eitt greitt brot
á rættindi Føroya fólks,
og er eisini í stríð við tær
demokratisku
grund-
reglur, sum eru galdandi
um okkara leiðir.
• Danskir forsætisráðharr-
ar kunnu ikki afturvísa
hesum atfinningum við
aftur og aftur at siga, at
eitt føroyskt ynski fer at
verða virt av fólkating-
inum. Hetta snýr seg jú í
fyrsta umfarð um at fáa
eina javnbjóðis samráð-
ingarstøðu. Tað fingu
føroyingar ikki í 2000. Í
øðrum umfari snýr tað
seg um, at Føroyar fólk er
evsti myndugleiki í hes-
um máli. Ein sjálvsav-
gerðarrættur, sum byggir
á vælvild frá danska
fólkatinginum, er ikki
sjálvsavgerðarrættur
sambært fólkarættinum.
• Tað er eisini vert at
minna á, at 35 lond í
Europa
og
Norður-
amerika í 1975 viðtóku
Helsingforsskjalið.
Í
øðrum parti av 8. grund-
reglu í hesi viðtøku
stendur soleiðis:
"Við heimild í grundregluni
um javnrættindi tjóðanna
og
sjálvsavgerðarrætti
teirra hava allar tjóðir altíð
rætt til, í fullum frælsi, tá ið
tær vilja og sum tær ynskja
tað, at taka avgerð um sína
innaru og ytru politisku
støðu, uttan uppílegging
uttaneftir, og eftir egnum
ynski at fremja politisku-,
búskapar-, samfelags- og
mentanarmenning sína".
Tá talað verður um rættin
til at taka avgerð um sína
"ytru
politisku
støðu",
verður sjálvsagt meint við
rættin at stovna egnan stat.
Tað er tað sama sum tann
fólkarættarliga
ásetingin
um "external self-deter-
mination" - t.e. at ein tjóð,
sum evsti myndugleiki,
hevur rætt at taka hesa
avgerðina.
Uppskotssetarin
sær
onga sakliga grundgeving
fyri, at tann føroyska tjóðin
skal falla uttanfyri, tá
Helsingforsskjalið talar um
"allar tjóðir".
Tá mælir hann fólkating-
inum til at viðtaka upp-
skotið.
--
Hjálagt hesum skrivi er
sjálvt uppskotið, sum lagt
er fyri fólkatingið.
Tað er framvegis ikki
greitt, nær hetta uppskot
kemur til viðgerðar.
Føroyingar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti
VALGREINAR
Tað skal verða gott
at eldast í Føroyum!
Eliesar Poulsen
valevni Javnaðarfloksins,
Hvalba
Tey seinastu tretivu til
fjøriti árini er tað før-
oyska samfelagið broytt á
flest øllum økjum. Tað
vanliga samfelagsmynstr-
ið, har maðurin arbeiddi
úti, og konan var í heim-
inum og ansaði børnum
og teimum gomlu, er
skjótt ein farin tíð.
Nútíðarsamfelagið er
fulkomuliga broytt, tá tað
snýr seg um arbeiðsbýti
millum menn og kvinnur.
Flest allar kvinnur ar-
beiða uttan fyri heimið,
um møguleikar eru fyri
hesum, bæði tí tær hava
hug til tað, og í nógvum
førum eisini, tí tað er
vorið so kostnaðarkrevj-
andi at útvega tað dagliga
breyði og tak yvir høvdið.
Tað er neyðugt er við
tveimum inntøkum um
endarnir
skulu
røkka
saman. Hetta setur heilt
onnur og nýggj krøv til
okkara samfelag.
Nú mugu børnini og tey
gomlu ansast uttan fyri
heimið. Fyri at nøkta
hendan tørv, er alneyðugt
at útvega barnaansingar-
og røktarheimspláss, men
ikki kann sigast, at hetta
hevur verið sett í fremstu
røð.
Tørvurin
hevur
ongantíð verið størri enn
nú, og hann sýnist bert at
økjast.
Í farna valskeiði er alt
ov lítið gjørt fyri at nøkta
tørvin á ansing fyri okk-
ara gomlu. Um vit skulu
bera
heiti
í
okkara
skjaldramerki, at tað skal
verða gott at eldast í
Føroyum, mugu vit taka
annað skinn um bak, tí
støðan er vanlukkulig.
Fyrsta treyt fyri at bøta
um hesa støðu er at økja
um heimarøktina við eini
dagrøktarskipan, so okk-
ara eldru og gomlu fáa
alla tað hjálp, ið tørvur er
á, fyri at tey kunnu vera
sum longst heima hjá sær
sjálvum, tí sjúkan ella
tørvurin á hjálp endar ikki
kl. 18.00 - 20.00 - 22.00.
Tað er neyðugt, at ein
skipan við náttarvakt
kann setast á stovn, so tey
gomlu altíð kunnu kenna
seg trygg bæði á nátt og
degi.
Næsti møguleikin fyri
at bøta um støðuna hjá
hesum
okkara
gomlu
medborgarum er at út-
vega hølir til eldrasam-
býli, har gomul, ið ikki er
før fyri at búgva heima,
kunnu búgva. Hetta setur
sjálvsagt krøv til eina
vaktarskipan bæði á degi
og nátt. Nógvir møgu-
leikar eru fyri hvussu
hølir kunnu útvegast til
hetta endamál. Bæði ver-
andi- ella nýggjar bygn-
ingar kunnu nýtast, tí
sjálvsagt eru tørvur og
møguleikar ymiskir frá
øki til øki í landinum.
Nevndu
møguleikar
kunnu nøkta tørvin í ein
stóran mun, um nóg nógv
orka
verður
nýtt
til
endamáli, men ein og
hvør má gera sær greitt, at
hesar loysnir nøkta ikki
allan tørvin, tí vit hava
nógv gomlul, ið ikki
kunnu verða heima hjá
sær sjálvum ella á sam-
býli. Tey krevja røkt mest
sum alt døgnið. Hesum
gomlu fólkum er sjálv-
sagt neyðugt at útvega
røktarheimspláss. Mett
verður, at tann akutti
tørvurin á røktarheims-
plássum er millum trý- til
fýrahundrað í øllum land-
inum.
Um
komandi
sam-
gonga ikki tekur viður-
skiftini á eldraøkinum í
stórsta álvara og bøtir um
støðuna, er tað ein stórur
spurningur, um vit kunnu
kalla okkum fyri eina
framkomna og mentaða
tjóð.
Í Føroyum skulu fólk
hava eini virðilig og
mannsømulig ellisár.
Vit skulu tryggja okk-
ara gomlu, at fólkapen-
siónin og samhaldsfasti
eftirlønargrunnurin skulu
vera á einum slíkum
støði, at tey gomlu skulu
hava ráð at liva.
Einasta veruliga trygd
veljarin og tey gomlu
hava fyri at landsins
myndugleikar gera álvara
av at bøta um korini hjá
teimum gomlu, er at seta
ein sterkan javnaðarflokk
á ting týsdagin 30 apríl.
Javnaðarflokkurin
er
einasti veruligi sosiali
flokkkur, ið kann tryggja
borgaranum
góð
og
mannsømilig kor. Og
hetta er galdandi fyri
bæði gomul og ung.
Set tí tín kross fyri
Javnaðarflokkinum ella
einum av valevnum hans-
ara.
Dan R. Petersen
løgtingsmaður
Lesa vit samgonguskjalið
hjá fráfarandi samgongu,
so vóru lyftini bjørt og
vónirnar stórar.
Nøkur
hissini
brot:
Nýggj grundlóg skuldi
evnast og leggjast til fólka-
atkvøðu. Loysingin skuldi
út til fólkaatkvøðu. Øll
málsøkir undir føroyska
lóggávu og umsiting. Av-
gjøld á húsarhald lækka .
Meirvirðisgjaldið endur-
skoðast. Umsitingin ratio-
naliserast og gerast bíligari.
Lóg um endurnýggjan av
fiskiflotanum setast í gildi.
Landbúnaðurin styrkjast.
Trupuleikarnir á røktar-
heimsøkinum
loysast.
Nýggja
pensiónslóg.
Greiðan
íbúðarpolitikk
o.s.f.- o.s.f. Men onki av
hesum
hendi.
Upp
á
langlegg og niður á tjólegg.
Eitt eljustríð við danir
øll 4 árini hevur hult teir
verunligu trupuleikarnar í
mjørka.
Hesar trupuleikar, hesi
óloystu mál, samgongan
lovaði, hevur eggja javnað-
arflokkin til eina nýggja
valskrá, sum setur navn á
trupuleikarnar.
Røktarheimspláss, døgn-
røktarskipan, munandi
hægri pensiónir. 1-ára
barnsburðarskipan og ans-
ingartrygd. Vard størv fyri
brekað. Búpláss til brekað.
Kollegiu bygging og
mentanartilboð. Verka-
fólkið skal hava greið
setanarviðurskiftir. Rætt
til eftirútbúgving, og gott
arbeiðsumhvørvi.
Og vit skulu ikki klandr-
ast við danir. Í frið og
náðum fara vit við sam-
gonguflokkum til tingingar
við danir og gera semju um
eina sjálvstýrislóg, har vit
fáa fult lóggávuvald á
øllum málsøkjum, sum vit
yvirtaka tá politiskur vilji
og búskaparligar umstøður
eru til tess. Gera ein
sáttmála, sum liggur innan
fyri ríkiselagsskapin.
Bert miðjan í føroyskum
sjálvstýrispolitikki
kann
savna nóg stóra undirtøku
fyri eini loysn á ríkisrættar-
liga málinum og her situr
janvnaðarflokkurin
við
lyklinum.
Ein stórur tjóðveldis-
flokkur ger ein stóran
sambandsflokk. Ja teir liva
av hvørjum øðrum, og tann
óvirðiliga støðan heldur
fram.
Vallyfti okkara eru góð,
og sum fyrsti flokkur hava
vit gjørt útrokningar so-
eiðis, at tað sæst, hvat
okkara politikkur kemur at
kosta komandi 4 árini.
Javnaðarflokkurin
setur
fólkið fyrst. - So er tað enn
einaferð sagt.
Jógvan Páll Poulsen
valevni Javnaðarfloksins í
Norðoyggjum
Teir, sum mynda sitandi
samgongu,
føra
fram,
hvussu væl teir hava stýrt.
Sum prógv fyri tí, vísa teir
á, at teir hava fingið
búskapin á føtur aftur. Tað
verður sagt, hvussu nógv
teir hava sett í landsbankan.
Tað sær út, sum teir vilja
hava fólk at trúgva, at tað er
sitandi samgonga, sum
hevur æruna av, at rok-
fiskiskapur hevur verið á
nærum
øllum
økjum
(burtursæð
hjá
rækju-
flotanum). Tað sær eisini
út, sum teir halda, tað eru
teir, sum hava fingið prísin
á fiskavørum í topp á
heimsmarknaðinum.
Sitandi samgonga sær
eisini út til at rokna við, at
henda gongdin, sum hevur
verið hesu seinastu árini,
skal halda fram óbroytt
langt fram í tíðina.
Vit mugu bara staðfesta,
at enn hava vit bara tað,
sum kemur upp úr sjónum
at dúga uppá. Vit hava ikki
rætt hond frá síðu til at fáa
nakra aðra vinnu upp at
standa, heldur ikki hesi
seinastu góðu árini.
Nei, vit eru ikki inni í
einari tryggari fullveldis-
gongd, sum onkur førir
fram, alt annað.
Heldur tú, at hesi fólk
skulu sleppa at halda fram
eftir valið?
Gott val
Gunnar K. Nattestad
valevni Sambandsfloksins í
Vágum
Ríkisfelagskapurin
við
Grønland og Danmark er
eitt av beinunum hjá Sam-
bandsflokkinum.
Sam-
bandið millum hesar tjóð-
irnar er til eina og hvørja
tíð, ein mynd av viljanum
til samstarv. Um viljin er til
staðar, er ríkisfelagsskap-
urin ein góður grundvøllur
fyri framhaldandi trivnaði
og menning av okkara land.
Innanfyri
felagskapin
hevur eingin tjóð full-
veldið, men allar tjóðirnar
hava størri rásarúm og fleiri
møguleikar enn um tær
vóru einsamallar. Hettar er
kjarnin
í
sambands-
hugsjónini.
Ríkisfelagskapurin
er
ikki átrúnaður. Tíðirnar
broytast og eingin veit hvat
hendir um 100 ár. Men sum
støðan er nú, er lítil yvi um
at tær smáu tjóðirnar standa
seg best í felagskapi.
Tað er ikki altíð ein
dansur á rósum at sam-
starva, heldur ikki við Dan-
mark. Men hyggja vit at
hvussu nógv okkara sam-
felag er ment seinastu gott
hundrað árini, so er skilligt,
at fyrimunirnir hava verið
nógv størri enn vansarnir.
Vit eru komin frá bónda-
samfelagnum til eitt væl-
ferðarsamfelag
ið
er
millum heimsins fremstu.
Flestu onnur lond hava
brúkt tvey til tríhundrað ár
um somu menning.
Samstarv krevur dirvi,
ikki minst frá okkara síðu.
Vit eru tann minsti parturin
í felagskapinum, bæði í
talið og vídd, men vit hava
nógv at bjóða. Hettar hevur
verið, er og skal prógvast í
verki framyvir.
Sum er fáa vit eina
peningaliga veiting frá
Danmark og hettar hevur
verið okkum til stórt gagn.
Nú er tó tíðin komin, at vit
mugu byrja at seta kósina
móti einum sjálvberandi
búskap. Liberala hugsjón-
ini gevur tí einstaka frælsi
og ábyrgd. Hettar merkir
m.a. at einstaklingurin so
vítt gjørligt, skal klára seg
sjálvan búskaparliga. Rík-
isfelagskapurin er ikki ein
búskaparligur koddi at sova
á og tí skula vit í longdini
gjalda okkara egna húsar-
hald; men tað merkir ikki at
vit
kvetta
felagskapin.
Tvørtur í móti!
Vit eiga at uppbyggja og
laga okkara felagskap til
tey krøv og broytingar ið
koma. Hettar, saman við
liberalu og sosialu hug-
sjónini, er eitt sera gott
grundarlag fyri nútíð eins
væl og framtíð. Sambands-
flokkurni ferð ikki at leggja
árarnar inn bara tí tað eru
nøkur rista í brókunum av
at verða í felagskapi við
onnur lond.
Javnaðarflokkurin er lykilin
Búskaparvøksturin
Hugsjónin
C
M
Y
K
37
36