Sosialurinarkiv
Sosialurin 1961-12-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. desember 1961síða 6

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 51 Blaðsíða 6 hann seg upp: skal vera rætt. Ikki ætli eg at skjóta alla skuldina yvir å teg! Mundu vit verid komnir so frægt å leid nu, um vit ikki tóku til at rógva i ring, tå tokan kom å okkum?« Bjarni stardi at bróðuri sínum. Tárini runnu úr eygunum á honum. So hallaði hann seg at bringuni á bróðuri sínum og segði: »Hetta hetta skal eg ongantid gloyma tær, beiggin!< Torkil legði armarnar um bróður sín, men mátti taka teir burtur aftur annaðhvort, til at turka sær um eyguni. "So við eitt lurtaðu báðir ålspentir og stardu inn móti landi. Har kom ein motorbåtur gravandi, froðan stóð frå bógnum og neistarnir úr rør inum. Hesaferð var tað Bjarni, ið gav ovíarakætið leyst: »Hurrå, hurrá! so komu vit kort- ini at landi, áðrenn tað varð heilt myrkt, sjálvandi vera allir dreing- irnir á stødni og menninir við.“ Móðirin saknaði ikki dreingirnar við tað sama, hon kom upp um morgunin. Síðan í heyst hevði hon latið teir sovið í kamarinum innar av køkinum, tveireinar. Hon vildi tova tejmum at sova sum longst. Jólafrítíðin var byrjað. hálv- svangir vóru teir lagstir í gjárkvold- ið. Hon mátti víst bíta tað í seg og fara at tala við stjóran í keyp- felaginum í dag ella kommunu- formannin, um ikki gekk betur, at fáa fyribils lán til hitt alra neyð- syntasta. Tá tað leið móti middegi, fór hon innar í kamarið hjá dreingjunum. Hon vorðin undarliga við, at teir so leingi. Har vóru eingir dreingir. Tá hon kom uttar aftur í køkin, var henni hyggjandi í krókin við dyrnar. Har áttu skoyt- urnar at hanga. Tær vóru burtur. Hevdi hon ikki grunað hetta? Dreingirnir høvdu snikt seg inn i dalin, eyðvitað deyðsvangir, og hvat teimum, tá tejr komu aftur? Sveittin stak útum hana og hon stunaði tungliga. Hon mátti gera okkurt í kundi eins væl beinanvegin til kom- munuformannin. og var SVÓVIU átti hon at geva dag fara farið var um miðdag fór hon dreingirnar, men teir høvdu hitt adrar dreingir og vóru farnir heim við teimum Maturin ... Nei. hetta bar ikki; til. Hon mátti bjarga teimum okkurt at liva av. Og å Á brýrnar og fór ist um hon brá at g og studdist fram á stavin. Tey heils- adust, og so segði móðirin: »Teir muna vera farnir inn í dal á skoytum. teir báðir hjá mær. Eru helst farnir heilt snimma í morgun, teir vóru ið hvussu er farnir tá eg kom upp.« »Sja, sjú, eru ikki afturkomnir enn, revskinnini?« segði hin gamli. »Ni, og eg veit einki. hvat eg skal hugsa. Teir ikki vanir at gera soleidis.« Men so við eitt gjørdist gamli eru Jákup so undarligur í andlitsbrøgd- um. Hann hirsaði seg, livdi við eygnabrúnum, síðkaði og heyjaði tær, og klóraði sær í skegginum. Móðirin segði farvæl, men hann svaraði henni ikki. Hon fór so sína leið, men tá talaði hin gamli á hana, og hon steðgaði á aftur. Nú greiddi hann henni frá tí, sum talað varð um, millum dreingirnar og hann, dagin fyri. »Far og vita, Gunnu-barnið, um snørini eru ikki burtur. Móðirin skundaði sær heim. hugdi SOSIALURIN »Meén beiggi, rætt | inn í úthúsið og sá, at snørini hjá - dreingjunum vóru ikki har. So út víkina, hon rann hvort spor, men har var eingin bátur. Nú var gitin gáta. Hár var mannfjøld á bryggjuni, tå ið motorbåturin legði at við ti lítla båtinum i togi. Onkur hevði tendrað bryggjulyktirnar og nú lýstu tær niður á fiskin í báðum skut- unum... Og nú varð målagangur: Hvat var hetta? Bar hetta til? Bát- urin næstan laðin av fiski, hesum stóru kroppunum! Konurnar njeltu og skumpaðu undir hvørja aðra i ovfarakæti, men tað leit til, at menninir vistu ikki reiðiliga, hvussu teir skuldu taka hetta ...... Var hetta trúligt, há? Ja. ju, tað hevði hent seg onkuntíð fyrr — í gomlu tidini, næstan — tå líkindini vóru sum nú, liggjandi góðveður høgt, at fiskur kundi seta inn i fjørdin í jolaføstuni og stóðast á Høvdadjupinum. Tað kundi ikki noktast fyri. Móðirin stóð uttast á bryggjuni, men hon hugdi ikki at fiskinum, skimadist bara um dekkið á motor- bátinum, við starandi eygum. Ein av konunum stoytti álbogan undir hana og segði: »Hvat bagir tær, Guðrun góðan, er tú ikki glað? Sært tú ikki. menniskja, fiskin í bátinum? Hann er næstan søkkladin, báturin hjá tykkum. »Men hvar hvar eru dreingir minir?« svaraði móðirin, og tað var gråturødd á henni. »Teir eru eyðvitað niðri undir og fáa sær ein floga. Og tann veiða, tann jólaveiða, menniskja! Hetta er fyri fleiri hundrað krónur. og nú eru vit oll bjargað. tí munu teir ikki nú fara at førka seg á flot. hesi eit- ini av monnum her á Oyruni, nú tínir dreingir koma aftur at landi við fullum báti úr Hevdadjúnvi...... Og hygg, har koma teir nú upp á dekk- 10'« Dreingirnir våru so illa tyggjadir, at teir måttu verda leiddir at hus- um. Dagin eftir vóru teir tå komnir aftur fyri seg, bara nakað móðir og eft sindur av andsperru. Hálvt- fjórða hundrað krónur fingu teir fyri fiskin, ti hóast hvor fjøl fór á flot morgunin eftir. so vildu oll fáa sær pottin reiggj av veiðuni hjá dreingjunum. Um nóntíð kom gamli; Jákup inn á gólvið hjá Guðruni. granna- konu sínari, meðan hon og dreing- irnir sótu og fingu sær kaffi við pannukøkum aftur við. Hann hevdi ein pinkalitlan kistil í aðrari hond- ini. Tá lokið varð tikid av, sóu dreingirnir, at hetta var ein gomul kumpeis. »Torkil og Bjarni, hinir rådnul« segði hin gamli og skákaði kumpeis- ini ymsar vegir å køksbordinum, og klóraði sær i skegginum. »Hyggio, hetta skulu tit eiga frá gamla Jákupi. Hon hevur fylgt mær leingi á sjónum, hendan her, og hetta er ein av teimum fáu uppfinningunum, ið alloftast er at líta á. við varni kortin. Men tað hjålpir hvorki, olmussudýrini, dugur ella ágrýtni, uttan maður veit ættarskil og dugir at leggja leiðir sínar hareftir. Tað man vera í lívinum eins og á sjó- num Man eg ikki fara at læra tykkum at brúka hana aftur at vári, Oreintsettir?« 23. desember 1961 Kunngerð Tað verður her gjørt kunnigt, at býráðið i 1962 hevur fund 1. og 3. týsdag í hvørjum mánaða, kl. 20, við hesum undantøkum: í januar verða fundirnir 2. og 3. týsdag í juni verða fundirnir 1. mikudag og 3. tysdag í juli verður fundur 1. týsdag. TÓRSHAVAR BYRAD, 16. desember 1961. TRYGGINGARSAMBANDIÐ FØROYAR telf. 1090 telf. 1098 Føroya Kriggstrygging . Føroya Brunatrygging.. Føroya Sjóvátrygging ... telf. 1090 Foroya Vanlukkutrygging telf. 1721 Vit tryggja: Bátar - skip - veru - hús - innbúgv - ferðagóðs bilar o. a. Føroyingar eiga at tryggja í landsins egnu trygging Kassameistari Søkt verður elftir dugandi og framtøkum manni til kassameistara á skrivstovu elfelagsins í Vestmanna. Løn, eftirløn og aðrar treytir verða at seta sbr. avtalu;men kann byrjunarlønin ætlast at verða eini 20.000 kr. árliga. Fyri hin rætta mannin verður hetta gott framtíðarstarv, og hava vit bert áhuga fyri umsókn frá monnum, sum eru fullkønir í ollum nútímans skrivstovuarbeiði. Starvið verður at seta so skjótt, sum til ber, og skal skrivlig umsókn við neydugum upplýsningum send ast beinleiðis til stjóran fyri SEV. Elfelagið S.E.V. EINI GLEÐILIG JÓL OG GOTI NYTTAR VID TOKK FYRI FARNA ÁRIÐ Y TC Pf. AUTO . Skipafelagið Føroyar TELEFON 1225 Tórshavn Gleðilig jól og eitt gott og litfagurt nýttár ynskir Ælabogin PERKINS DIESEL Teir heimsgitnu PERKINS DIESEL bátamotorarnir støddum frá 20—120 HK BIÐIÐ UM BROCHURU KARL PETERSEN, Tveroyri fáast í