leygardagur 6. januar 1962síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
se
6. januar 1962
(Framhald frå 2. síðu)
Sum tað sæst av hesum er her talan
um munandi hækkingar, og eru tær frá
53 % upp í 194 %. Men ikki nokk við
tað, hetta er bert ein partur av teimum
krøvum talan er um. Sáttmálin ásetur,
at sjúkrakassagkið, við undantak av út-
plássum, har eingin lækni býr, koma
undir at gjalda fasta gjaldið, tað so-
nevnda >basishonorariðk. Læknin skal
hava rætt til feriu í 4 vikur uttan frá-
drátt í tí fasta gjaldinum, og harum-
framt hava 8 % í feriuløn, roknað av
lønini árið fyri. og kassarnir skulu so,
til tann lækna, sum røkir arbeiði i feri-
utíðini, gjalda dupultan grundtakst.
Undir sjúku hevur læknin rætt at vera
úr arbeiði í 4 vikur uttan at frádráttur
verður gjørdur í letuni. Varir sjúkan
longur, verður lítil frádráttur gjørdur,
men sjúkrakassarnir skulu gjalda tí
lækna, sum røkir arbe'ðið, dupultan
takst við frádrátti av 25 %.
Eisini hava læknarnir eina umsitingar-
nevnd og skal henda nevndin hava 2 %
um árið av útreiðslunum til læknahjálp.
Loksins skulu læknarnir hava rætt at
fara á skeið eina viku um árið, eisini
uttan frádrátt í lønini.
Tey her nevndu gjøld verða at pris-
talsviðgera eftir donskum pristali og
skulu umframt tað hava sáttmálatillegg
fyri hverja portión, sum tænastumenn
statsins.
Enn er eftir at nevna tann stóra mun,
sum er í inntøkuvidurskiftunum her á
landi og i Danmark. Inntøkumarkid fyri
at vera i sjúkrakassa er i København
kr. 16.700, og úti á landinum kr. 15.300.
Hesi mark verða hækkað við 1.600 kr.
fyri hvort barnið. Markið í Føroyum er
kr. 12.000, og fyri hvort barnið kr.
1.075— og eru útrokningar gjørdar á
sama grundarlag. Eisini er at nevna, at
inntøkurnar hjá avlamis- og fólkapen-
sion'stum er lægri í Føroyum enn í
Danmark.
Meðan sáttmálaloysi er, kunnu vit
ikki annað enn mæla sjúkrakassalimum
frå at fara óneyðugt til lækna, tí part-
urin, sum limurin sjálvur skal gjalda,
liggur um helvt ella meir av tí, lækn-
arnir krevja. Og eitt aftrat: Tey sum
hava læknahjålp neyðuga, eiga um gjør-
ligt at fara til lækna í tí vanligu arbe'ds
tíðini, ið er kl. S—16, leygardæ kl.
8—12.
Meginfelagið av sjåkrakøssum í Før-
oyum.
Elias Johansen / Harry S. Johansen
SOSTALURIN Nr. I
Hold fast ved det faste
brændsel - skift til...
HESS-O-MATIC
«den tænkende kakkelovn.
dobbelt termostatstyret
dobdelt brændselsbesparende
P/£
VALDEMAR LUTZEN
. co
Ekspeditrisa
Ein ålitandi genta, sum er von vid
at flyggja ut, fær plåss vid tad sama.
Eitt dugandi tilkomið fólk kann
vænta sær góða løn.
Skrivlig umsókn til
HAVNAR KEYPSAMTØKA
AKTIESELSXABET U
DEN DANSKE MÆLKEKONDENSERINGSFABRIK
ra
i v ;
Sambært lóg frá 12. mars 1923 um kommunala skattaálíkning í Føroyum
verður einhver, ið åliknast skal persónligan skatt ella vinnuskatt, og øll bóka-
haldsskyldug í Tórshavnar kommunu biðin um annaðhvort sjálv ella við full.
trúa, tó um so er — við fulltrúargevarans egnu ábyrgd — at geva upp inn-
tóku sína í árinum 1961 ávikavist innan 15. og 31. januar 1962 samsvarandi
teim sjålvuppgåvuskjølum, sum nevndin útflýggjar skattgjaldarunum. Serliga
verður víst á, at hann, sum í yrki sínum vanliga nýtir annað rakstrarár enn ál-
manakkaárið, hevur rætt til at nýta hetta i sjálvuppgávuni. Hesi útfyllingarblað
verða at endurflýggja TÓRSHAYNAR LíKNINGARNEYND.
Tað verður beinþiðis gjørt kunnigt, at hann, sum ikki í tókum tíma gevur
inntøku sína såmsvarandi ådurnevndu lóg, míssir rættin til at mótmæla skatta-
ålikning sini, um hann ikki kann visa å, at skattaålikningin er meir enn 25
% hægri enn veruliga inntøka hansara. Er munurin meir enn 25 %, skal hann
gjalda skatt av veruligu inntøku síni við 25 % í viðbót.
Hann, sum einki útfyllingarblað hevur fingið, eigur sjálvur at snúgva sær til
TÓRSHAVNAR LÍKNINGARNEYND,tá møgulig mistøk við útbýtingina onga
ávirkan á undannevndu ásetingar hava
Persónar, sum eru skyldigir at føra løggildar handilsbøkur, og skattskyldig
deyðsbúgv skulu saman við sjálvuppgávuni senda inn raksrarroknskap og upp-
gerð yvir fíggjarstóðu við rakstrarársins byrjan og enda.
Sjålvuppgåvur, sum ikki eru innkomnar áðrenn ådurnevndu freistir í tí fyri-
skrivaða sniði og rætt undirritaðar, kunnu ikki verða kravdar tiknar til um-
hugsunnar.
Arbeiðsgevarar verða bidnir um at geva frágreiðingar um goldnar lønir o.
a. m. til arbeiðsfólk sítt, og mugu teir innan 15. januar 1962 senda líkningar-
nevndini hesar frågreidingar, sum teir eru skyldigir til samb. $ 34 í ådurnevndu
lóg. Um arbeiðsgevari ber seg undan, kunnu hesar frágreiðingar verða kravd…
ar fram av yvirvaldinum við dagbót.
Somuleiðis verður kunngjørt, at hann, sum til skaða fyri kommununa miðvíst
gevur skeiva sjálvuppgávu ella gevur likningarnevndini skeivar upplýsingar um
inntøku ella ognar- og førimunarvidurskifti síni, verður sektaður við, at hann
til kommununa bøtir upp til 10 ferðir tann skatt, hann hevur svikið.
Øl verða biðin um at skriva nøvn og bústað (gøtunavn og húsanummar) skil-
liga á sjálvuppgávuna, so tey verða ikki misskild.
Hússánarar fáa at vita virði av bústaði í egnum húsum við at venda sær til
likningarnevndina, máltr. 1068, Rektarsgøtu 2.
TORSHAVNAR LÍKNINGARNEYND
KERVUR
græt, eiga at venda sær til
)
r
GROT OG
Øl, ið vilje
kommunukantórið.
Grót og skervpr megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða
heimtað.
Bilstjórar verða ámintir, at teir ikki kunnu heimta grót ella
skerv uttan við einum lími av vegnevndini ella einum umboðs-
manni fyri kommununa.
FROÐBIAR SÓKNAR KOMMUNA
r
keypa skerv ella
GUTTI IO KT TIL SØDE AF NL SKØRT SD OD BRUNE LR: 3 ron
PERK
Teir heimsgitnu PERKINS DIESEL båtamotorarnir
støddum frå 20—120 HK
BIÐIÐ UM BROCHURU
KARL PETERSEN, Tvøroyr
TO
Skipaielagid Førovar
TELEFON 1225
Térshavn
Á ;
Lýsing frå landsstýrinum
4. Í |
Menn sum ætla at søkja undantaksloyvi at føra skip, mynstra sum
maskinmenn ella bestamenn mugu fyrst vissa sær viðmæli frá sínum
yrkisfelag, áðrenn umsókn verður givin inn higar.
FØROYA LANDSSTYRI, 2. jaunar 1962.
TL
FÆRØSK MARGARINE
Vita No |
VITAMINISERET
í PRODUKT FINT PRODUKT
—