fríggjadagur 26. apríl 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 79 - 26. apríl 2002
Nr. 79 - 26. apríl 2002
25
Eliesar Poulsen
valevni Javnaðarfloksins
í Hvalba
Tað komandi ættarliðið er
ein av teimum berandi súl-
unum í einum og hvørjum
samfelag í menning. Søgan
hevur víst, at samfeløg har
ungdómurin hevur mistriv-
ist ella ikki hevur havt
møguleikar at ment seg,
ikki hevur átt nakra fram-
tíð.
Samfelagið hevur hesi
síðstu hálvthundrað árini
verið
fyri
kollveltandi
broytingum.
Vanliga mynstri er nú, at
foreldrini arbeiða úti, og
hetta førir við sær, at ans-
ingin av okkara komandi
ættarliði verður latin til
samfelagið at taka sær av.
Hetta hevur so aftur við
sær, at fleirtalið av okkara
ungdómi ein stóran part av
tíðini verður ælt upp uttan
fyri heimið, meðan talið av
teimum, ið vaksa upp við
heimagangandi foreldrum
fækkast í stórum.
Verandi gongd setur sera
stór krøv til samfelagið.
Stovns- og ansingarpláss til
unga ættarliðið skulu út-
vegast.
Tað er somuleiðis sera
umráðandi, at samfelagið
bjóðar børnum og ungum
ein so góðan fólkaskúla
sum gjørligt. Ongantíð hev-
ur tað verið meira umráð-
andi enn júst nú, at ung-
dómurin fær eitt gott støði
at standa á, tí útbúgvingar-
krøvini gerast alt fleiri og
fleiri.
Tað er ein farin tíð, har
sigast kundi, at tann, ið ikki
kláraði seg bókliga, kundi
brúka hendurnar. Sjálvsagt
er tað sera týðandi at hava
góðar handverkarar, men
nýggja tøknin setur heilt
onnur krøv til handaligu út-
búgvingarnar
enn
fyrr.
Tøknin mennist og broytist
alla tíðina. Teldan er vorðin
ein størri partur av amboð-
unum, ið vera nýtt í vinnu-
ni, og grundlærdómurin til
nýggju tøknina skal leggj-
ast í fólkaskúlanum.
Verandi
gongd
setur
somuleiðis samfelagnum
enn størri krøv, tá tað snýr
seg um undirvísing til børn
og ung við serligum tørvi.
Hesir næmingar mugu fáa
eina enn størri hjálp enn í
dag, um teir skulu megna at
klára seg í framtíðar sam-
felagnum.
Bólkurin
av
veikum
næmingum í fólkaskúla-
num økist munandi, og
hugtakið »skúlin fyri øll«
er tíverri bert møguligur á
pappírinum, tí umstøðurnar
eru ov vánaligar, og játtanin
síðstu 10 til 20 árini til ser-
ligan tørv hevur bert verið
frá einum triðingi til eina
helvt av tí, hon átt at verið,
um tørvurin skal nøktast.
Henda skeiva gongd hev-
ur tíveri havt við sær, at
fleiri eru farin úr fólka-
skúlanum sum taparar, og
tað hevur okkara lítla sam-
felag ikki ráð til. Øll børn
eiga at fáa undirvísing á
sínum serliga støði, so tey
kunnu kenna, at tað er brúk
fyri teimum, tá tey gerast
vaksin.
Málið má vera, at flest øll
skulu fáa eina útbúgving,
sum hóskar til teirra.
Ungdóminum skal standa í
boðið útbúgvingarmøgu-
leikar í miðnámsskúlum úti
um landið. Best er, at ung-
dómurin kann vera sum
longst í heimbygdini ella
nærumhvørvinum, tí so
vera tey nærri knýtt til
heimstaðin, og tey fáa eitt
gott grundstøði fyri eini
framhaldandi útbúgving og
menning
av
heimaum-
hvørvinum.
Tað skal vera eitt krav, at
øll skulu hava møguleika
fyri útbúgving uttan mun til
fíggjarførleikan hjá for-
eldrunum, og um tey skulu
ferðast til útbúgvingarstað-
ið, skal nøktandi studning-
ur gevast til hesa ferðing.
Nevndu krøv til sam-
felagið eru av stórsta týd-
ningi fyri, um vit sum sam-
felag kunnu verða við í
kappingini á altjóða støði,
tí dýrasta og størsta ognin
okkara samfelag eigur, er
ein vælútbúgvin ungdómur,
tað verður seg bókligt ella
handaligt. Ein ungdóm, ið
kann føra førningin longur
fram á vegin.
Javnaðarflokkurin fer at
gera alt tað, sum er møgu-
ligt, fyri at tryggja okkara
komandi ættaliði so góð og
mennandi kor, so Føroyar
kunnu vera eitt gott og
framkomið land at arbeiða
og búgva í.
Set ein sterkan Javnaðar-
flokk á ting við at seta X
fyri lista C.
VALGREINAR
Edmund Joensen
løgtingsmaður
Sambandsfloksins
Landsstýrið hevur leingi
roynt at gjørt eina mynd
av sær sjálvum, umboð-
andi skil í peningamál-
um. Henda talvan sigur
betur enn orð kunnu gera
tað, hvat veruleikin er. At
alt fíggjarskil sum Sam-
bandslandsstýrið setti í
verk, er at Loysingar-
landsstýrinum fyri lang-
ari tíð síðani tveitt fyri
borð.
Tvey løgting á rað
samtyktu eina nýggja
stýrisskipanarlóg. Játtan-
arreglur av strangasta
slag vóru settar í verk.
Ætlanin hjá undanfarnu
løgtingum og landsstýr-
um var at óskilið við
ótálmaðum eykajáttanum
skuldu við hesum tiltøk-
um effektivt steðgast.
Sum tølini eisini vísa,
var skil komið á undir
Sambandslandsstýrinum.
Stórar eykajáttanir vóru
vorðnar søga. Rakstrarút-
reiðslurnar vóru hildnar,
og eykajáttanir vóru bert
slakar 12 mió. krónur
fyri alt árið 1997.
Sannast má, at ongin
skipan virkar betur enn
tann manningin, sum er
sett at umsita hana. Sum
talvan omanfyri so týðu-
liga sigur frá, so hevur
landsstýrið svikið, eisini
á hesum álvarsliga øki.
Eykajáttanir eru vornar
reglan heldur enn undan-
takið, og óskilið hevur
bara tikið til.
Seinastu eykajáttanir-
nar áðrenn løgtingið fór
heim, eru ikki tiknar við í
talvuna omanfyri. Tær
høvdu sjálvsagt gjørt
talvuna
ógvusligari
skeiva
vegin.
Flestu
minnast
yvirskriftina
»Lokið farið av lands-
kassanum«, og tá sjálvur
løgtingsformaðurin seg-
ði, »skal tað vera gyldi,
so lat tað vera gyldi«!
Vit onnur mugu bara
hyggja at leikinum, rista
við høvdinum og siga
fyri okkum sjálvum, at
»disse regeres vi af«, og
vóna at tit minnast alt
hetta á valdegnum.
Tøl, ið tala 2
Ungdómurin er stórsta tilfeingið vit eiga
Vilhelm Johannesen
valevni javnaðarfloksins
í Norðoyggjum
Tað er bæði rætt og rímiligt
at veita skattalætta til lág-
og miðalinntøkurnar. Eisini
er tað rætt at bøta um lívs-
korini hjá barnafamiljunum
við at hækka barnafrádrátt-
in.
Meirvirðisgjaldsskipanin
og allar aðrar avgjaldsskip-
anir skulu endurskoðast.
Meirvirðisgjaldið
skal
lækka niður í 23%.
Hetta vilja vit í javnaðar-
flokkinum,
men
fólka-
flokkurin tosar um at gera
Føroyar til eitt lágskatta-
land. Vit kenna fleiri lág-
skattalond í heiminum. Vit
kenna lágskattalond í Mið-
og Suðuramerika, í Afrika
og í fjareystri. Har gjalda
fólk nærum ongan skatt,
men har er heldur ongin
vælferð, har eru ongar væl-
ferðartænastur.
Hetta eru alt u-lond, har
neyð, armóð og fátækra-
dømi valdar. Ein má sjálvur
gjalda fyri læknahjálp, fyri
viðgerð á sjúkrahúsi, fyri
útbúgving, fyri flutning
o.s.fr. Tey vælbjargaðu –
tey múgvandi, megna sjálv-
sagt at gjalda fyri seg, men
øll hini, tey detta niður
ímillum. Og orsøkin er júst
tann, at hetta eru lágskatta-
lond, ið ikki hava ráð til
vælferð og vælferðartæn-
astur.
Rætturin til eina íbúð er
bert galdandi fyri tey ríku -
tey væl bjargaðu, tey
múgvandi. Íbúðin hjá øll-
um hinum, er úti á gøtuni,
undir opnum himni eins og
himmalsins fuglar. Tey væl-
bjargaðu, tey ríku og múgv-
andi hava tað gott, tí tey
sleppa undan at rinda skatt
til ymiskar vælferðartæn-
astur. Eitt dreymaland fyri
tey – ja, eitt satt paradís,
men ein ræðuleiki fyri øll
hini.
Politiska kósin hjá fólka-
flokkinum er at gera Føroy-
ar til eitt u-land við ongari
vælferð og ongum vælferð-
artænastum til landsins
íbúgvar. Hesum er javnað-
arflokkurin hart ímóti. Vit
vilja stríðast við hond og
fót og til síðsta blóðdropa
ímóti einum slíkum sam-
felag.
Javnaðarflokkurin
vil
varðveita,
útbyggja
og
menna vælferðarsamfelag-
ið. Tí fara vit mannsterk á
val og seta ein sterkan javn-
aðarflokk á løgting kom-
andi týsdag. Seti X við lista
C ella eitt av valevnum
javnaðarfloksins.
Lágskattasamfelagið og vælferðin
Eirikur Dam
Valevni Sambandsfloksins
í Norðstreymi
Góðu føroyingar, nú eru
bert fáir dagar eftir til tit
skulu gera av hvørjir flokk-
ar skulu mynda eitt kom-
andi løgting. Tey seinastu 4
árini hendan fullveldis-
samgongan hevur sitið,
siga teir, at tað hevur gingið
so sera væl, men teir nevna
ikki, at tað er undir heima-
stýrislógini teir hava stýrt,
tí í Føroyum er einki full-
veldi. So teir mugu við-
ganga, at heimastýrislógin
er eitt gott amboð sambært
teirra reypi.
Samgongumenn siga, at
kemur millum annað Sam-
bandsflokkurin framat, so
verður landskassin tømdur.
Men góðu føroyingar, verði
ikki bangnir fyri tí. Sam-
bandsflokkurin hevur altíð
dugað at stýrt fíggjarmál-
um, tá hann hevur havt tey
um hendi, tað er so ofta
prógvað.
Tá saman um kemur er
ikki so nógv avlop í lands-
kassanum, tað er ein knøpp
milliard, tí tann 1,6 milli-
ardin, íð eftir er, má standa
ikki um bankatreytin skal
vera í lagi.
Tað verður nógv at taka
hond um hjá komandi sam-
gongu, ið skal taka við eftir
hetta stýrið. Sambands-
flokkurin bjóðar seg fram
at stýra hesum landi, so vit
kunnu liva trygt í hesum
landi. Tað er galdandi fyri
allar samfelagsbólkar, vinnu
bæði á sjógvi og landi,
gomul, sjúk og ikki minst
tey brekaðu, og tey ungu í
teirra læruyrki, familjulív
og andslív. Her eru bert
nøkur fá av nógvum málum
flokkur okkara hevur á
skránni.
Góðu
landsmenn
og
kvinnur, viljið ein sterkan
Sambandsflokk
á
ting,
hann stendur við ábyrgd og
heldur sítt lyfti.
Gott val.
Ein góð Heimastýrislóg
Elsa í Garði
valevni Fólkafloksins
í Suðurstreymi
Røða hildin á kvinnupolit-
iskum fundi 20. apríl í
Havn
– Eg lærdi til sjúkrasystir
í Danmørk. Í míni útbúgv-
ing var eg í starvsvenjing á
Læbe-
Gane-
Gumme-
spalte barna- og ungdóms-
deild.
– Mær dámdi sera væl
tíðina har, og tá ið eg skuldi
gevast og fáa umdømið,
varð eg biðin um sjálv at
døma um mítt avrik. Eg
gjørdist sera illa við, tí eg
hevði aldri roynt hetta fyrr,
at skula siga nágreiniliga
hvat eg helt um meg sjálva.
– Seinni í míni næminga-
tíð var eg á Finsen. Eg
minnist væl, tá ið eg skuldi
»evaluerast«
seinastu
ferð: Eg byrjaði við at siga,
at eg helt at eg skuldi fá
toppkarakter, og eg grund-
gav tað fyri hvørt einkult
mál.
– Eg fekk toppkarakter, tí
próvdómararnir vóru púra
samdir við mær.
– Út frá hesum báðum
dømum kanst tú spyrja:
Hvat hevði eg lært?
Jú, eg hevði lært at seta
mær eitt mál, og at halda
fast við málið. Eg var
ágrýtin og fekk eitt gott úr-
slit, – og eg hevði lært at
meta um og virðismeta meg
sjálva!
– Hevur tú sett tær eitt
mál í lívinum?
– Eg havi!
Í gjár var 10-ára stovning-
ardagur fyri onkologisk
ambulatorium. Í tí sam-
bandi var eg biðin um at
halda ein fyrilestur um
»Look Good – Feel Better«
átakið, sum ætlanin er at
seta í gongd í Føroyum.
Kanningar hava víst, at
kvinnur kenna størri væl-
veru og fáa styrkt sjálvsálit-
ið, um tær undir sjúkralegu
fáa møguleika at røkta út-
sjóndina.
Í bókini hjá Eiler Jacob-
sen: »Skálavíksdrongur -
Sildakongur« sigur hann
soleiðis:
»Okkara
tvørrandi
sjálvsálit hevur nívt okkum
sum fólk og tjóð.«
– Men hvat hevur hetta, at
seta sær eitt mál, ágrýtni og
sjálvsálit við politikk at
gera? Og kanska serliga
fyri okkum kvinnur?
– Jú, eg haldi, at um ein
kvinna hevur meiningar um
politikk, hví so ikki gera
seg galdandi har tær stóru
avgerðirnar verða tiknar.
– Vit kvinnur hava serlig-
ar lívsroyndir. Vit eru kan-
ska mammur og ommur.
Eisini hava vit í ein vissan
mun serligar útbúgvingar
so sum: læknar, sjúkrasyst-
rar, pædagogar, social-ráð-
gevarar osfr. umframt, at
nógvar kvinnur reka smá-
virkir og handil.
– Hvat kunnu vit brúka
hetta til í politikki? Jú, um
fleiri kvinnur vera valdar
inn á ting, kunnu vit í felag
ávirka tey tungu økini so
sum Almanna- og Heilsu-
mál. Familju- og Ungdóms-
politikk,
Eldrarøkt
og
Barnaansing.
– Jú, eg hugsi, at serliga
vit kvinnur í Føroyum
kunna gera munin her, tí vit
koma ikki uttanum, at her
verða skeivar politiskar av-
gerðir tiknar. Kanska tí, at
tað eru ov fáar kvinnur at
leggja dent á tey tungu øki-
ni.
Eg vil enda aftur við nøk-
rum orðum frá bókini hjá
Eiler Jacobsen: »Men eg
havi altíð havt sum lívs-
reglu, at hetta bert at halda
støðuna er afturgongd. Tí
einki stendur í stað uttanum
okkum.«
Og soleiðis hugsi eg, at
tað verður eisini fyri kvinn-
ur í politikki. Eg trúgvi, at
tað eru fleiri kvinnur á veg
inn í politikk, og um tú
brennur fyri somu søk, vil
eg eggja tær og siga:
1 Ger tær eitt greitt mál.
2 Virð teg sjálva, fyri tað tú
ert.
3 Ver ágrýtin!
Ágrýtni og sjálvsvirði
VALGREINAR
Jákup Lamhauge
valevni sambandsflokksins
í Eysturoy
Á
veljarafundinum
í
Runavík týskvøldið 23.
apríl vísti undirritaði á
hvørjir flokkar atkvøddu
fyri málinum um yvir-
tøku av fíggjarligu
ábyrgdini av Skúlamál-
unum og almennu for-
sorgini hvørs avleiðing
varð, at stuðulsveitingin
frá ríkinum lækkaði við
366 mill. kr.
Í almennu viðmerking-
unum til lógaruppskotið
sigur Høgni Hoydal, sum
legði málið fram vegna
samgonguflokkarnar, at
útrokningar hjá Fíggjar-
málastýrinum vístu, at
skúlamál kostaðu 261
mill.kr.og almenn forsorg
95 mill kr. ella tilsamans
356 mill. kr. - sum síðan
er rætta til 366 mill. kr.
Umboðið fyri Mið-
flokkin, Bill Justinussen,
noktaði fyri at teirra
flokkur hevði atkvøtt fyri
málinum – ella v.ø.o
legði undirritaða undir at
siga ósatt.
Aftaná at omanfyri
nevnda mál hevði fingið
1. viðgerð í tinginum fór
tað til viðgerðar í uttan-
landsnevndini, og býtti
nevndin seg í fýra minni-
lutar.
Umboðini fyri sam-
gonguna tóku undir við-
málinum, umboðini fyri
sambandsflokkin
og
javnaðarflokkin tóku ikki
undir við málinum, með-
an
fjórði
minnilutin,
Jenis av Rana fyri Mið-
flokkin, tók undir við
uppskotinum.
Málið kom til aðru og
triðu viðgerð ávikavist
21. og 28. september og
varða samtykt við ávika-
vist 18 atkvøðum fyri og
9 atkvøðum ímóti við 2.
viðgerð og 19 atkvøðum
fyri og 10 atkvøðum
ímóti við 3. viðgerð.
Teir sum atkvøddu fyri
málinum vóru tinglimir-
nir fyri samgonguna og
síðan eisini umboðið fyri
Miðflokkin, Jenis av
Rana.
Miðflokkurin
atkvøddi fyri at
yvirtaka málsøki
fyri 366 mill.kr.
Marjus Dam
løgtingsmaður
Sambandsfloksins
Sera væl skiljandi er út-
spæl Skipara- og Naviga-
tørfelagsins, at manning
teirra, ið er til arbeiðis í
sjúkravakt, eigur at fáa
sína vanligu grundløn
umframt vaktargjald.
Tað líkist púrt ongum,
at halda fólk bundin í ar-
beiði fyri 17 kr og 32
kr/tíman, harav helvtin
fer í skatt.
Latið manningina ið er
til arbeiðis fáa tað løn
teir eiga.
Tað er ikki rætt at gjal-
da teimum trælaløn!
Trælaløn!
Jóanis Nielsen
Valevni Fólkafloksins
í Vágum
Greitt er, at sera fáir íbúgv-
ar eru eftir í Mykinesi. Fá
fólk í arbeiðsførðum aldri,
nøkur eldri fólk, men tað
gleðiliga er tó, at nú eru
tvey børn í Mykinesi. Hetta
eru tó alt ov fá til at endur-
nýggja búsetingina, og tí-
skil verður neyðugt við til-
flyting, skal Mykines ikki
verða avtoftað.
Av teimum19 íbúgvunum
í Mykinesi búgva bert 9 í
oynni. Tey, sum búgva í
Mykinesi halda, at tað eru
fleiri, ið vilja seta búgv í
Mykinesi, um bert nøkur
grundleggjandi viðurskifti
vórðu broytt, og umstøður-
nar vóru fyri bústaði og
vinnu.
Fólka- og
farmaflutningur
Í nógv ár hevur tað verið
ein stórur trupulleiki, at
einki líknandi skip hevur
røkt rutuna vestur í Myki-
nes, – Súlan er ótíðarhósk-
andi – men so leingi lend-
ingarviðurskiftini eru sum
tey eru, er ikki hugsandi, at
stór framstig verða gjørd
við ferðafólka- og farma-
flutningin á farleiðini.
Nýggj lending
á Hellisgjógv
Niðri á gjónni, har Súlan
leggur at, er so mikið grunt,
tá ið fjørða er, at báturin
stendur á stórum steinum.
Eisini er sera avmarkað,
hvat kann gerast á gjónni, tí
haldi eg at neyðugt verður
at kannað aðrar møguleik-
ar.
Á Hellisgjógv eru sera
góðir møguleikar at gera
lending. Vegur má gerast
yvir til gjónna. Á Hellis-
gjógv er bládýpi í klettin,
lætt skuldi verið við teim-
um amboðum sum í dag
eru at skotið ein góðan
slættan kant til atløgu-
bryggju, her kundi ein góð
bílig loysn fingist.
Tí er mín metan at ar-
beiðast má fyri at fáa
nýggja lending á Hellis-
gjógv, soleiðis at møguleiki
verður hjá eini komandi
vinnu at kunna fáa alt tilfar,
sum brúk er fyri til oynna,
og somuleiðis lætt at kunna
sleppa av við tað, sum
framleitt kemur at verða.
Góð vinnulig hugskot
tróta ikki, men hetta er alt
treytað av politiskum vilja
til at gera broytingar. Sum
sagt verður í Mykinesi,
»Tað verður neyðugt at
vera avgjørdur, og tað ber
ikki longur til at ganga í
smáum skóm«.
Nýggj lending í Mykinesi
Eyðgunn Samuelsen
valevni Javnaðarfloksins
í Norðoyggjum
Tjóðveldisflokkurin er far-
in undir eina lýsingarher-
ferð mótvegis sambands-
og Javnaðarflokkinum, vit
lesa í teirra lýsing í Norð-
lýsinum:
Vil tú søpla alt burtur vel
so Sambands- ella Javnað-
arflokkin!! og víðari siga
teir: Teirra fremsta endamál
ar at skapa einar ósjálv-
bjargnar Føroyar, einar Før-
oyar ið onki megna,duga
ella kunna. Besti háttur at
náa hesum máli, er at søpla
alt burtur og koyra sam-
felagið út í eina nýggja
kreppu og so siga:
»Hygg, vit søgdu tað al-
tíð, Føroya fólk megnar
ikki at standa egnum bein-
um.«
Burtursæð frá, at hetta er
ein ótrúliga ósaklig lýsing,
so er hon sjálvandi ikki røtt
og tað vænti eg at Føroya
fólk skilur uttan nærri frá-
greiðing!!
Er hetta tað fair play ið
formaður tjóðveldisflok-
sins tosar um? vit eru nógv,
ið standa spyrjandi. Hann
hevur gingið á odda við, at
allir hinir flokkarnir júka
ræðumyndir fram, men um
hetta er støðið fyri politiskt
orðaskifti í hansara flokki,
so veit eg ikki hvussu velj-
arin skal hava álit á teim-
um.
Tá ein, ið ramasta álvara
kann seta eina slíka ræðu-
mynd fram fyri at fáa at-
kvøður, so kann ein loyva
sær at ivast í sakligheitini í
restini av tí ið teir føra
fram.
Ynskir tú ein sakligan
politik ið byggir á hugsjón-
ir velur tú Javnaðarflokkin!
Eydgunn@post.olivant.fo
Hugsjónir ella ræðumyndir
C
M
Y
K
25
24