Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. apríl 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 79 - 26. apríl 2002 27 27 C M Y K 26 Nr. 79 • fríggjadagur • 26. apríl 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Høvuðsstaðarfelagið fekk javnleik í seinnu hálvfinaluni, og vann sostatt samanlagt móti Esbjerg, so nú er klárt til finaludystin, sum verður í Parkini Kristi Himmal- ferðardag DONG-CUP Jákup Mørk Todi Jónsson kom ikki á vøllin, men hann kundi tó saman við liðfeløgunum fegnast um, at FCK nú hev- ur tryggjað sær sætið í donsku steypafinaluni. Eftir at FCK í fyrra dyst- inum móti Esbjerg hevði vunnið 1-0, skuldi liðið bara halda javnleikinum, tá teir vitjaðu í Esbjerg, og hetta eydnaðist eisini í ein- um dysti, sum ongan tíð gjørdist tann heilt stóra leikliga upplivingin. Dovnaði Frá dystarbyrjan hevði Peter Møller hesa ferð fing- ið møguleikan ístaðin fyri Toda í álopinum, og eftir einum tíggju minuttum var tað um reppið, at hann legði FCK á odda, tá hann úr spískum smekkaði til móti málinum, men skotið fór beint uppum. FCK hevði tá longu havt ein góðum møguleika, sum Zuma tó sendi beint fram- við, og yvirhøvur tóktust gestirnir vera sera væl fyri, men so við og við fánaði álopsspæl teirra burtur í várlýkkuni í Esbjerg. Tað vóru sum so heldur ikki gestirnir, sum skuldu skapa nakað, og eftir kátu byrjanina, gjørdist talan eisini í nógv størri mun um taktiskt spæl. FCK vildi ikki vága ov nógv frameftir, nú teir kortini høvdu saml- aða munin, og heimaliðið hevði snøgt sagt ikki tær dygdirnar, sum krevjast, um tann fyri tíðina so væl virkandi FCK-verjan skal latast upp. Í seinna hálvleiki var søgan í stórum tann sama. FCK hevði valla nakra veruliga roynd móti mál- inum hjá Esbjerg seinastu trý korterini, og tó at tað nógva av spælinum fram- haldandi gekk fyri seg á hálvuni hjá FCK, so gjør- dist ongan tíð talan um heilt vandamiklar støður, og tí kundu gestirnir fegnast um samlaða sigurin, tá dysturin var lokin. »Føroysk« mótstøða Hvat mótstøðuliðið hjá FCK verður í finaluni, var ikki greitt fyrr enn fríggja- kvøldið eftir evstamark okkara, men undir øllum umstøðum er greitt, at talan verður um lið við føroysk- um tilknýti. Mótstøðuliðini í hinari hálvfinaluni eru nevnliga felagið hjá Atla Gregersen, Randers Freja, og felagið, sum annars útlænti Johan Byrial Hansen hevur sátt- mála við, OB. Fyrru hálvfinaluna í Odense vann OB við einum máli móti ongum, og tó at talan er um felag úr næst bestu donsku deildini, so varð óttin í Odense stórur fyri, at einsamalla málið á heimavølli ikki fór at verða nóg mikið. Undir øllum umstøðum, so er lítið at ivast í, at FCK veðrur mett sum favorittur, tá farið verður undir sjálvan finaludystin. Soleiðis sum liðið hevur leikt eftir vetrarsteðgin, er neyvan nakað danskt mótstøðulið, sum kann standa teimum kurl, og tá dysturin eisini verður leiktur á heimavøll- inum hjá FCK framman fyri hópi av trúføstum heimaáskoðarum, so eru leiklutirnir greiðir. Hvørt hvítu leyvurnar so megna at standa ímóti trýstinum, sum hetta leggur á teir, er ein onnur støða, men í fjør sóðu vit í øllum førum, at liðið trívist í stóru dystunum. FCK í steypafinaluni Kappingin um løgmanssteypið Fjórðingsfinalur 26.04 GÍ-B68 Suni Johansen 26.04 VB/EB/S Birgir Sondum 26.04 HB-B36 Niklas á Líðarenda 26.04 NSÍ-FSV Oddmar Andreasen Hálvfinalur 28.04 NSÍ/FSV-GÍ-B68 Petur Skarðenni 28.04 VB/EBS-HB/B36Dagfinn Olsen Landskapping, kvinnur 26.04 B36-GÍ Eigil Olsen 26.04 B68-KÍ Dan Højgaard 26.04 VB-HB Petur E. Kjærbo Steypakapping, kvinnur 28.04 KÍ-B36 Edvard Højgaard Atlantic Cup 28.04 B36-ÍA Akranes Lassin Isaksen Gevið gætur Um so er, at B36 vinnur fjórðingsfinaluna móti HB dýra biðidag, verður hálvfinalan móti VB/EBS flutt til 12. mai. Hetta tí B36 spælir dyst móti ÍA Akranes í Atlantic Cup. Tað er ikki bara í heim- ligu samferðsluni, at verkfallið órógvar. Eis- ini kappingin hjá Sosial- inum og Atlantic Air- ways um atgongumerki til dystin millum FCK og Brøndby verður nú órógvað. Upprunaliga var ætl- anin, at vit skuldu kunn- gera vinnaran av kapp- ingini í blaðnum í dag, men fyri at tryggja okk- um, at allir teir seðlar, sum eru sendir við post- inum, koma við, verður vinnarin av kappingini ikki kunngjørdur fyrr enn í mikudagsblaðnum komandi. - jm Útsett vegna verkfall Dystir um vikuskiftið Besta møguleikan í dystinum hevði Zuma longu eftir fimm minuttum, men eftir hetta dovnaði dysturin, og yvirhøvur tóktust gestirnir mest um at verja leiðsluna, sum teir høvdu frá fyrra dystinum Eftir ætlan skuldu fimm dystir hjá kvinnunum verið leiktir um vikuskiftið, men orsakað av verkfallinum verða tveir teirra helst avlýstir FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Kvinnurnar fara undir fyrsta umfarið av fótbólts- landskappingini fríggja- dagin. Eftir ætlan skulu tríggir dystir spælast hetta fyrsta umfarið, men tað ty- kist mest sum greitt, at verkfallið ber við sær, at dysturin millum VB og HB verður útsettur. Spenningur á Toftum Hjá teimum liðum, har verkfallið ikki órógvar eins nógv, verður tað kanska serliga spennandi at vita, hvussu leikur fer, tá B68 fær vitjan av KÍ. KÍ kvinnurnar vóru í fjør nógv tað sterkasta liðið í kappingini, og aftur í ár verða tær mettar sum favorittar. Tær fingu tó ein minni skelk, tá tær í fjórð- ingsfinaluni í steypakapp- ingini hittu B68. Tvær ferð- ir í dystinum vóru tofta- kvinnurnar nevnliga á odda, áðrenn tað móti dystarenda eydnaðist KÍ at vinna dystin. Spurningurin er so, hvørt tað hesa ferð skal eydnast B68 at gera meira við KÍ enn bara at kløkka tær. Í Havn spælir B36 móti GÍ, og her eru tær á havnar- liðnum uttan iva favorittar. B36 vann silvurmerkini í fjør, og í ár tykist liðið ikki vera verri mannað, enn tær vóru í fjør, og tá talan er um dyst móti uppflytarunum úr Gøtu, so skuldu sannlíkind- ini fyri einum sigri í øllum førum verið stór á pappír- inum. Ein hálvfinala Umframt hesar dystir, so verður fyrra hálvfinalan í steypakappingini millum KÍ og B36 eisini avgreidd sunnudagin. Upprunaliga var ætlanin, at HB og VB/B71 eisini skuldu av- greiða fyrra dystin síná- millum, men verkfallið hevur viðført , at dysturin millum VB og B71 enn ikki er leiktur, og tí er neyðugt at bíða við hálvfinaluni. Hópur av dystum í kappingini um løg- manssteypið verða leiktir um vikuskiftið, og kanska verður ein góð ábending um finaluliðini longu at fáa sunnudagin LØGMANSSTEYPIÐ Jákup Mørk Áðrenn Sosialurin næstu ferð kemur á gøtuna, hevur lesarin helst longu fingið eina góða ábending um, hvørji mótstøðuliðini verða í teimum báðum steypa- finalunum, sum verða leiktar um ólavsøkuna. Tað er nevnliga so, at umframt fjórðingsfinalurn- ar, sum verða leiktar dýra biðidag, verða fyrru hálv- finalunar hjá monnunum eisini leiktar. Kvinnurnar hava longu avgreitt sínar fjórðingsfinalur, og fara um vikuskiftið at spæla fyrru hálvfinalurnar, umframta at teir nú eisini seta hol á landskappingina. Tveir favorittar Vanliga verður tikið til, at í steypakappingini ber ongan tíð til at siga, hvør er favor- ittur ella ikki, men undir øllum umstøðum tykist tað soleiðis undan fjórðings- finalunum, at bæði NSÍ og VB kunnu gera seg til at spæla heimadyst sunnudag- in. Runavíkingar skulu dýra biðidag spæla á heimavølli móti vágamonnum, og tá FS Vágar er einasta av eftir- verandi liðunum, sum ikki eigur umboð í bestu deild- ini, so er hetta á pappírin- um lættasti dysturin. Hinvegin er einki at ivast í, at á sama pappíri eigur Vágoyggin avgjørt sterk- asta liðið í næstbestu deild- ini, og tí eiga runavíking- arnir undir ongum umstøð- um at taka nakað sum helst fyri givið. Nakað sum teir helst heldur ikki gera. Tað verður undir øllum umstøðum spennandi at síggja, hvussu teir báðir nýggju brasiliumenninir hjá vágamonnum fara at roynast, nú teir fyri fyrstu ferð skulu í eldin fyri nýggja felag sítt. Hin stóri favoritturin fríggjadagin er sum sagt VB. Sum besti tvey’arin í bólkaspælinum tryggjaðu teir sær pláss millum seed- aðu liðini, og at lutakastið paraði teir saman við samansetta liðnum úr Sundalagnum og Eystur- oynni, hava vágbingarnir helst einki ímóti. Tað er nevnliga einki at ivast í, at VB er greiðir favorittur undan dystinum, og støðan við verkfallinum man í so máta ikki minka um favorittleiklutin, um so er, at talan verður um nak- rar ferðamóðar menn, sum fara vestur á Eiðið at spæla. Tvær lokaluppgerðir Er talan um greiðar favor- ittar í hesum báðum dyst- unum, so tykist tað hinveg- in torførari at spáa um, hvussu verður við dystun- um í Gøtu og í Havn. Báðir dystirnir hava tað til felags, at talan er um dystir millum lið, sum vanliga halda til ovarliga á stigatalvuni, og at talan er um lokalupp- gerðir ger so ikki spenning- in minni. Heldur tvørtur- ímóti. Í Gøtu kemur B68 á vitj- an, og umframt at vera grannauppgerð, er talan eisini um dyst millum tey bæði mest vinnandi eystur- oyarfeløgini yvirhøvur. Hartil kann hesin dysturin eisini í mangar mátar met- ast sum ein verulig styrkis- roynd millum tvey lið, sum tey flestu rokna við fara at gera seg galdandi í ár. Hagtølini siga okkum annars, at tað oftast hevur verið so, at gøtumenn hava verið omaná B68, tá avtornar, men serstakliga í Gøtu hevur B68 fleiri góð úrslit at vísa á, og tó at hesi aloftast eru fingin til høldar í landskappingini, so er einki at ivast í, at talan fyri báðar partar verður um eina sera torføra uppgávu. Talan verður eisini um styrkisroynd í Havn, tá HB eigur heimavøll ímóti grannunum úr B36. Tað er mest sum vorðin ein vani hjá havnarfeløgunum báð- um, at tey skulu hittast ávegis móti finaluni, og í øllum førum hevur hetta verið galdandi, síðani finaludysturin varð fluttur til ólavsøkuna. Seinnu árini hava steypa- dystirnir millum feløgini bæði eisini verið sera javn- ir. Í fyrraárið skuldu brots- spørk til, áðrenn HB vann seg í hálvfinaluna, og í fjør dróg B36 longra stráið yvir tveir hálvfinaludystir, tó at samlaði munurin bert var eitt mál. Grundað á úrslitini higar- til í ár, so er HB kanska fav- orittur at vinna dystin, men ein grannauppgerð er altíð nakað serligt, og tá hendan so eisini er í steypakapp- ingini, er einki sum helst avgjørt undan dystinum, so spennandi verður tað undir øllum umstøðum í øllum fýra dystunum. Annan fótin Súni Fríði Johannesen skal fyri fyrstu ferð royna seg við GÍ ímóti fyrrverandi liðfeløgunum ú rB68, tá tey bæði mest vinnandi eysturoyarfeløgini hittast í Gøtu dýra biðidag Verkfall órógvar B68 gav KÍ ein hvøkk seinasta vikuskiftið, og hesa ferð skulu tær royna at gera álvara av hóttanum sínum