Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. apríl 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 28 Nr. 79 - 26. apríl 2002 C M Y K 28 Kvinnurnar á Páll Fanga og menninir á Havnarbátinum fara í komandi viku til Scilly-oyggjarnar, har tey skulu kappast í HM-kappingini í gig- róðri KAPPRÓÐUR Jákup Mørk Týsdagin fara tvær før- oyskar bátsmanningar við flogfarinum til Danmarkar, haðani leiðin umvegis Ong- land gongur til Scilly- oyggjarnar, har árliga kapp- ingin í gig-róðri verður hildin. Seinnu árini hava før- oyskir bátar verið fastir lut- takarar í kappingini, og kom hetta í lag við fyrst sponsorpengum frá Ame- rada Hess, og síðani við pengum, sum the Faroese Partnership hevur latið róðrarsambandinum. Góð úrslit Serliga er tað í kvinnuróðr- inum, at føroysku bátarnir hava fingið góð úrslit. Fyrru ferð Jarnbardur tók lut í kappingini, gjørdist talan um eitt fimta pláss, og í fjør gjørdust tær besti bát- urin í B-bólkinum. Í ár verður tað Páll Fangi úr Klaksvík, sum skal um- boða Føroyar, og hóast tær ikki vilja siga, at tær skulu standa seg eins væl sum Jarnbardur, so hava tær í Klaksvík lagt nógv fyri í venjingunum. – Vit byrjaðu at venja longu í september, men fyrstu mánaðirnar var talan ikki um so harða venjing. Einamest varð hetta gjørt, so vit kundu halda okkum í gongd, sigur Solby A. Elia- sen, sum er bátsformaður á Páll Fanga. Eftir at tær høvdu tosað við Róðrarsambandið og manningina á Havnarbátin- um varð greitt, at Brendan so ikki skuldi til Havnar fyrr enn í mars mánaði, og í oktober varð báturin so fluttur til Klaksvíkar. – Kanska vandu vit ikki so øgiliga nógv at byrja við, men síðani januar hava vit vant við fullari ferð. Fram til februar vóru vit í bátin- um hvønn dag, sum tað viðraði, og síðani hava vit havt bátin aðru hvørja viku, sigur Solby. Farnar at troyttast Tá vant verður somikið leingi – at kalla uttan íhald – er sjálvsagt, at hugurin ikki alla tíðina er eins góð- ur, og Solby viðgongur eis- ini, at tær gleða seg, til hetta er liðugt. – Nú hava vit bara tvey venjingarkvøld eftir, áðr- enn vit fara avstað, og so kunnu vit aftur fara at hugsa um vanliga róðurin. Vit hava jú nógv at verja her heima, eftir góða árið í fjør, og tað í sjálvum sær verður nóg trupult, sigur hon. Hóast tað soleiðis kann ljóða, sum um tær á Páll Fanga ikki hava so góðar vónir, so tykist hetta tó ikki at gera seg galdandi. – Tað er kanska torført at meta um, hvussu vit kunnu standa okkum. Úrslitið hjá Jarnbardi var ótrúliga flott í fyrraárið, og vit hava ikki sett okkum nakað mál í so máta, men klára vit at rógva seinasta róðurin í A-bólk- inum, so haldi eg, at vit eiga at vera væl nøgdar, sigur Solby at enda. Róðurin á Scilly er skip- aður soleiðis, at róð verður í fýra umførum. Fyrsta um- farið, har teinurin er 3.200 metrar, rógva allir bátarnir saman. Síðani verður býtt upp í bólkar við 12 bátum í hvørjum, og tveir teir næstu róðrarnar ber til at flyta upp og niður ímillum hesar. Fjórði róðurin er so hin avgerandi, og eru tað so- leiðis bara teir 12 bátarnir, sum tá eru í A-bólkinum, sum hava møguleika at vinna kappingina. Á Havnarbátinum hava teir sett sær sum mál, at fáa betri úrslit enn tað, sum Eysturoyingur fekk á sinni KAPPRÓÐUR Jákup Mørk Besta úrslitið, sum mennin- ir hava fingið á Scilly- oyggjunum, er framvegis áttanda plássið, sum Eysturoyingur fekk í 1999, men stendur tað til mann- ingina á Havnarbátinum, so verður hetta betrað í næst- um. – Tað er sjálvandi ilt at meta um, hvussu vit kunnu standa okkum, men mann kann so sjálvandi altíð seta sær mál. Og vit hava so sett okkum sum mál, at gera tað betri, enn eysturoyingar gjørdu, sigur Magni Brøðraberg, sum er for- maður á Havnarbátinum. Nýggjur bátur Til hetta krevst sjálvandi nógv venjing, og teir á Havnarbátinum hava eisini vant í alt ár. – Vit byrjaðu so spaku- liga við venjingini í januar mánaði. At byrja við var talan bert um vanligu venj- ingina, sum vit plaga at hava. Kropsliga er munurin jú ikki so stórur millum okkara kappróður og gig- róðurin. Tað ræður í báðum førum um at vera væl fyri, heldur Magni. – Síðani mars mánað hava vit so eisini vant við Brendan, umframt venjing- ina við Havnarbátinum, so alt í alt skuldu vit verið so hampuliga væl fyri. Umframt nógvu venjing- ina, so hava manningarnar í ár kanska betri fortreytir enn áður, tá um sjálvan róð- urin ræður. Í mun til árini framman- undan verður talan í ár um ein spildurnýggjan bát, sum stendur fyri føroying- unum á Scilly, og roknað verður við, at hetta kann gera mun. – Nú veit eg sjálvandi ikki, hvussu tað ávirkar hetta bátaslagið, men er munurin millum gamlar og nýggjar bátar eins stórur, sum hann er her heima, so er talan um stóran mun. Tað einasta vit vita um Kerens, sum nýggi báturin eitur, er at hann hevur tikið lut á einum róðri, har hann gjørdist nummar trý, so tað boðar í øllum førum frá góðum, heldur Magni. Kann ávirka Sum tað so ofta er nevnt, so er talan um heilt annað rógvingarlag, tá róð verður í gig. Spurdur, um hetta ikki er nakað, sum kann ávirka heimligu kapping- ina, sigur Magni, at tað er tað heilt víst. – Vit eru fýra, sum bæði eru á Havnarbátinum og venja við Brendan, og tað er fullkomuliga hvør sítt, so tað er væl hugsandi, at hetta kann kosta her heima, men tað vóna vit sjálvandi ikki, at tað fer at gera. Hóast hetta, so dylir Magni tó ikki fyri, at tað er ein gularót hjá føroysku manningunum, at besti bát- urin fær eina slíka ferð í vinningarløn. Og hann hel- dur eisini, at hetta elvir til eina innanhýsis kapping ímillum bólkarnar. – Serliga seinastu róðr- arnar haldi eg, at vit merktu hetta. Onkun tíð tosaðu vit við teir á Nevinum Reyða, har vit taldu, hvussu nógv sekund hvør av okkum hevði vunnið við, men teir kiksaðu so á varmakeldu, so í stigum gjørdust vit besti báturin, sigur Magni at enda, áðrenn hann aftur fer í holt við fyrireikingarn- ar, sum nú liggja fyri framman. Next stop: Scilly Gentumanningin á Páll Fanga var nógv sterkasta manningin í fjør, og afturfyri sleppa tær í ár at royna seg í gig-kappróðri á Scilly, har føroysku kvinnumanningarnar áður hava fingið sera góð úrslit Metið skal betrast Tað var á varmakeldu, at Havnarbáturin fekk avgerandi fyrimunin í kappingini um plássini á Scilly. Nevið Reyða kiksaði í sínum róðri, meðan havnarmenninir, sum tað framgongur á myndini, kundu fegnast um fyrsta plássið Frá fríggjadegi 26. apríl til hósdagin 2. mai Stýrivolt Barnasendingar I hendes majestæts hemmelige tjeneste Valkvøldið verður í Norðurlandahúsi- num í samstarvi millum útvarpið og sjónvarpið. Sent verður beinleiðis frá klokkan 19.00. Umboð fyri flokkarnar – val- evni og onnur – verða stødd í Norð- urlandahúsinum undir uppteljingini. Fyrstu úrslitini koma beint eftir at valhølini lata aftur kl. 20.00. Endaliga úrslitið fyri alt landið verður helst klárt millum 22.30 og 23.00. Alt kvøldið verða viðmerkingar frá gestunum í Norður- landahúsinum, men eisini fylgja vit við, hvussu leikur fer fram kring landið. Valdagurin í Sjónvarpinum Fólk og frítíð Týs-, miku-, hós-, leygar- & sunnukvøld Fríggjakvøldið kl. 20.00 Undirhald, upplýsing og uttanumtos! Hans Magnus Ensenberger – týskur heimspekingur og krit- ikari – gav fyrst í nítiárunum út eitt essaysavn, hann nevndi Ach Europa! – Í hesum savni av eygleiðingum og hugleið- ingum ferðast høvundurin um allan heimspartin, og hevur sjálvandi sínar viðmerkingar til tey rák og tær støður, ið koma fyri. Í fyrsta kapitli eru vit stødd í flokshølunum hjá Moderaterna í Svøríki. Tað er val! Í hugleiðingunum loddar týskurin dýpið, prátar við fólk, men borgarligu svensk- ararnir hava ikki góðar vónir móti tí altvaldandi sosialde- mokratínum við Olufi Palme á odda. Ein teirra sigur við Hans Magnus, »sum so kann tað vera líkamikið, um vit koma til valdið ella ei, vit fara jú kortini at føra sosial- demokratiskan politikk!« Hvat svenska valið fyri tjúgu árum síðani hevur við miðlavikuna farnu at gera, kann man so sjálvandi spyrja. – Helst einki! – Men tá allir miðlar eru á tremur við valtil- fari og hvørt góðdýr, sum í landinum býr, skal taka støðu til øll hugsandi evni í hesum døgum, so er tað kanska rætt at steðga á við hesa týsku eyg- leiðing. Tí valtilfarið í øllum teim professionelt tilrættis- løgdu sendingunum kann, eitt sindur einfalt sagt, býtast í tvey: 1) Tað allir flokkar eru samdir um – Føroyar eru fan- tastiska vakrar! Vælferðin skal tryggjast øllum, og at teir ymisku áhugabólkarnir í landinum skulu hava sømilig kor, umframt at vit skulu hava eina sunna vinnu! – og so 2), ið umfatar teir smærru mun- irnar, ið skulu geva tær fulla vissu í, hví júst hesin ella hasin hevur uppiborið tína at- kvøðu. – So kanska hovligi sviin segði satt um føroysk viðurskifti eisini? Annars ætl- aði eg at sleppa politikkinum nú, tó eru tvey ting verd at taka fram áðrenn. – Kjaksend- ingarnar á Rásini, har polit- isku ungmannafeløgini hava dystast í orðadrátti. – At tey kanska ikki søgdu so nógv nýtt ger minni. Tey vóru nýggj! Og tað er stundum ein lætti í sjálvum sær. Og so tað, at kjakið um javnstøðu innan tinggátt, er kyknað aftur. So er at vóna, at tað ikki einans er enn eitt upplop, tí har hava verið fleiri áhugaverd portrett av og kjak við kvinnur, sum bjóða seg fram, og tað er upp- lívgandi (og næstan nýtt), og heimligi aldingarðurin hevur helst eisini eitt hvørt, sum skal rættast upp á tí økinum. – Hóast tað ikki er heilt á sama stigi sum hjá teimum burka- kløddu afghansku kvinnu- num, vit sóu í globussinum týskvøldið. Óhugnaligt var at síggja hesa sending. Ein kvinna, sum helt seg skula pískast, fekk nakkaskot! Tað sigur eitt sindur um okkum, at hugsa um, hvussu lítlan áhuga vesturlendskir miðlar høvdu fyri støðuni hjá hesum mus- limsku kvinnum, áðrenn World Trade Centre varð sprongt í luftina, og tað er sera skilligt, at hesar vælútbúnu kvinnur eru sera skeptiskar um áhugan, frúurnar Blair og Clinton nú knappliga vísa teirra áralanga stríði fyri mannsømiligum korum. Men tær skulu eisini onkursvegna tekkjast miðlunum! sum RAWA aktivisturin Danish málbar seg. - Hesi innsløgini uttan úr heimi eru nakað av tí besta sjónvarpi sum finst, og fyri mína skyld gjørdi tað einki, um sjónvarpið sendi nógv fleiri av hesum slag. Somu rósur hava tey í Sortu- díki uppiborið fyri upplýsandi sendingarnar um Sjónarring- in. Ikki tí tíðindasendingarnar eru verri enn so altíð á so høg- um stigi. Tak til dømis tíð- indasendingina mikukvøldið tann 17., tá fekk upplesarin ein tíðindastubba í hondina um eina ótrúliga søgu, sum sjálvt Hilmar Jan helst hevði aftrað seg at tikið við í »stutt- ligu« stubbunum í morgun- sendingini um eitt vatnkríggj í Thailandi. Upplesarin misti fullkomiliga tráðin og tíðinda- sendingin var avbrotin í heil- um. Tað kann væl vera, at onkur á tíðindadeildini hevur havt tað stuttligt, men eigur útvarpið at borðreiða við slík- um? So var eitt sindur meiri stílur yvir tí leygardagin, tá ið yvirskriftin; »Hoyggjhúsprát verður nú bannað í ES!«, var sett yvir ein tíðindastubba um forboð móti sex-chikanu á Evropiska arbeiðsmarknaði- num. – Tað var í hvussu er humor! Føroyskur humor! Jens Tumm-as og Tróndur á botninum eru eisini sera føroyskur humor. Kanska ikki so sofistikeraður sum hjá journalistinum, men skemtilig er hon, elski/hati sending nummar eitt í landinum, tí antin elskar tú simpulthen tann útvatnaða Vatnhamar og tann næsadjarva Næs, tá ið teir vita, hvør er vussur ella ei. Ella orkar tú ikki gronina á teimum! – Hvussu er og ikki, miðlarnir eru eisini ætlaðir at undirhalda, og undirhaldandi er manningin á undirvatns- botninum, sjálvt um søgurnar um venjingarnar hjá B36 ikki eru so stuttligar, sum vertar og gestir tykjast halda. Men sjálvandi er einki í kassanum eitt kvøldið, so kundi tú kanska lisið eina bók!? – Bókadagur var í vikuni, og havandi gamla orðið blindur er bókleysur maður í huga, so hevði kanska verið eitt hug- skot? Høvundurin Piet Hein hevði í øllum føri eitt gruk um sjónvarpsmentan, sum sigur mestsum alt, um hví menn- iskjan onkuntíð upp í millum eigur at spyrja seg sjálva, um einki annað tilboð er: En seer var engang en mand, / som modig så de største syner. / Nu ser han det TV han kan, / og bagefter vil han se dy- ner!… lukkutíð búgva vit so langt norðuri, at summarið í sær sjálvum setur ein stoppara fyri passivitetinum í sofuni. Bergur Rasmussen ummælir: Valkvøldið Mánakvøldið kl. 19.00 Mikukvøldið kl. 19.30