fríggjadagur 31. mai 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 100 • fríggjadagur • 31. mai 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Strembanin eftir at
vinna FM kostar
nógv, hon ber lítlar
inntøkur við sær, og
føroysk fótbóltsfeløg
fara eisini í framtíðini
– á sama hátt sum
stór feløg uttanlands
gera tað – av og á at
kenna fíggjarligan
sviða
NEVNDIR OG PENGAR
Jóannes Hansen
Tað hevur verið vaktarskift-
ið í tveimum av feløgunum,
sum eru í 1. deild í fótbólti.
Í blaðnum í gjár varð sagt
frá, at GÍ hevði aðalfund í
síðstu viku, og at nevndin
varð skift út, og tað stóð
eisini, at KÍ hevði aðalfund
týskvøldið, og at formaður-
in varð skiftur út.
Í førinum hjá KÍ varð for-
maðurin skiftur út, tí eitt
mótvalevni fekk fleiri at-
kvøður enn formaðurin
seinastu árini. Í GÍ tíðind-
unum verður einki sagt um
hetta, men tað skilst, at tal-
an so at siga var um eina
pakkaloysn. Tað vil siga, at
øll nevndin, sum sat undan
aðalfundinum legði frá sær,
og at tað frammanundan
var avgjørt, hvørji skuldu
manna nevndina. Nýggja
GÍ nevndin er fyri tað
mesta mannað við sovorn-
um, sum áður hava verið í
nevndini.
Nývaldi
formaðurin,
Jógvan Gregersen, var for-
maður, áðrenn hann í síðsta
valskeiði gjørdist formaður
í bygdarráðnum, Sonja á
Líðarenda varð formaður,
tá Jógvan Gregersen legði
frá sær, og Peter Holm var í
nevndini saman við hesum
báðum. Hinir báðir nýggju
nevndarlimirnir hava ikki
verið í nevndini, men bæði
Regin Gregersen og nýggi
næstformaðurin, Brandur
Jacobsen, hava verið tætt at
GÍ.
Stór hol
Í blaðnum í gjár varð sagt,
at roknskapurin hjá KÍ vísir
eitt stórt hall, og at skuldin
hjá felagnum er stór. Einki
varð sagt um roknskapin
hjá GÍ. Men tað er eingin
loyna, at árið í fjør royndist
út av lagi illa fíggjarliga hjá
GÍ. Felagið hevði sera ilt
við at halda fíggjarligu
skyldurnar, sum teir høvdu
yvirfyri venjarum og spæl-
arum, og nú eru teir, sum tá
mannaðu nevndina, ikki
við meiri. Men skiftið varð
framt uttan at talan var um
tann dramatikkin, sum tað
kanska kann roknast við, tá
øll nevndin fór frá.
At fótbóltsfeløgini liggja
tungt í sjónum fíggjarliga
er ikki ókent. Í heimliga um-
hvørvinum fór NSÍ ígjøgn-
um ógvusligan turbolens
fyri tveimum árum síðani.
Teir hava rættað skútuna,
og sambært formansfrá-
greiðingina, sum hevur ver-
ið á heimasíðuni hjá felag-
num, so royndist árið í fjør
væl fíggjarliga. Ein av or-
søkunum var, at teir fingu
góðan stuðul frá kommun-
uni.
Tað er eisini alment kent,
at HB kom illa fyri, tá
pengarnir rullaðu skjótari
úr kassanum, enn teir runnu
inn. Felagið umlegði tá
raksturin av besta liðnum í
eitt partafelag, og teir
skrúvaðu eitt sindur fyri. Í
staðin fyri at keypa spælar-
ar fyri nógvar pengar,
søgdu teir seg vilja dúva
upp á sínar egnu. Nú er HB
aftur á toppinum. Teir hava
onkrar spælarar aðra staðni
frá, men tað er okkum
ókent, hvussu nógvar peng-
ar teir brúka uppá teir.
Dreymurin
og veruleikin
Leiðslustílurin og opinleik-
in eru ivaleyst ymiskir frá
felagi og til felag. Tað vald-
ast um, hvørjir persónarnir
eru, sum sita í formanssess-
um og nevndum. Men undir
øllum umstøðum er tað ein
veruleiki, at øll tey, sum
hava ábyrgd í feløgunum,
hava nógv stríð við at fáa
pengarnar at røkka.
Av teimum tíggju feløgu-
num, sum eru í bestu deild-
ini, roknaðu sjey – øll uttan
TB, Skála og EB/Streymur
– ivaleyst undan kappingar-
byrjan við, at tey høvdu
møguleika at vinna FM.
Umframt æruna, møguleik-
arnar fyri eyka inntøkum
og íblásturin, sum ein
meistaraskapur ber við sær,
so er ítøkiliga avrokningin
frá UEFA stívliga ein
millión krónur. Tann upp-
hæddin verður útgoldin á
sumri annað árið eftir, at
meistaraskapurin er vunn-
in.
Pengarnir
frá
UEFA
kunnu brúkast sum fígging-
argrundarlag undir Europa
Cup luttøkuni árið fram-
manundan, at upphæddin
verður goldin út. Tá fígg-
ingin er farin burturav, eru
kanska einar átta hundrað
túsund krónur eftir á konto-
ini.
Hetta er tað, sum sjey
feløg kappast um, og sum
bara ein vinnari er til á
hvørjum
ári.
Feløgini
leggja nógv fyri í kapping-
ini. Fíggjarligu fyritreytir-
nar eru ymiskar kring land-
ið, og hegnið, áræðið og út-
haldnið hjá teimum, sum
bera stríðið í feløgunum,
eru eisini ymisk. Fleiri
feløg hava brent seg fíggj-
arliga, og soleiðis fer tað
ivaleyst eisini at verða í
framtíðini. Tað ber illa til at
sleppa undan hesum. Tey,
sum verða vald í nevndir og
ábyrgdarsessir, fara eisini í
framtíðini at ásanna, at
ítróttarligu
áhugamálini,
sum vóru orsøk til, at tey
vórðu vald í álitissessirnar,
mugu víkja fyri neyðini at
fáa pengar til vega. Tað er
gerandisdagurin hjá for-
monnum og øðrum álitis-
fólkum í feløgunum.
Ikki ókent uttanlands
Útlendskir fjølmiðlar fylgja
væl við í, hvussu tað gongst
m.a. fíggjarliga í fótbólts-
feløgum. Teir hava orku til
tað. Og opinleikin kring
feløgini er ofta størri, enn
hann er eitt nú í Føroyum.
Hetta er m. a. tí fleiri av
stóru feløgunum eru skrá-
sett á keypsskálunum. Í
teimum førunum er ásett, at
feløgini skulu boða frá, tá
talan er um avgerðir og til-
tøk, sum kunnu ávirka
raksturin í felagnum og
fyritreytirnar annars.
Hesa síðstu tíðina hava
fleiri dømi verið um donsk
fótbóltsfeløg, sum eru farin
av knóranum, ella sum hava
verið um at farið av knóra-
num. Undantakið er FCK,
sum tykist svimja í peng-
um.
Brøndby
gjørdist
meistari, men teir liggja
fíggjarliga tungt í sjónum.
AB hevði stórt undirskot,
AGF var um reppið at fara
á húsagang, og í hesi vikuni
hoyrdist, at roknskapurin
hjá OB vísti eitt hall uppá
20,8 milliónir av primera
rakstrinum. Teir høvdu
ætlað, at hallið skuldi verða
millum sjey og átta millión-
ir. Á aðalfundinum varð
formaðurin skiftur út. Sagt
verður at hann longu fyri
einum ári síðani boðaði frá,
at hann fór ikki at halda
fram.
Kim Brinck, sum í síni
tíð var venjari bæði í OB og
í FCK, er nú ein av løntu
stjórunum í OB, og hann
sigur, at teir eru við at tuna
felagið til at vera eitt stórt
fótbóltsfelag. Samstundis
ásannar hann, at tað eru
vánalig ella eingi útlit fyri,
at tað fer at bera til bara við
fótbóltsrakstrinum at fáa
felagið at bera seg. Sum í
FCK og øðrum feløgum
verður neyðugt við yvir-
skoti í øðrum vinnum, um
samlaði roknskapurin ikki
skal hava reyð tøl í botni-
num. Dreymurin er at
sleppa upp í part í europe-
isku meistarakappingini og
harvið at vinna nógvar
milliónir krónur. Men tað
ber ikki til at gira út-
reiðslurnar eftir inntøku-
num, sum kanska koma
tjúgunda hvørt ár.
Peningatrot fer við allari tíðini
Kappróður
Upptakt til Norðoyastevnuna
verður í blaðnum í morgin
Í fleiri av føroyskum
fótbóltsfeløgunum er
peningaligi spurningurin
vorðin ein stórur trupulleiki,
og tó at nógvir kappast um
milliónina frá UEFA, so
verður tað bert ein vinnari
C
M
Y
K
12
Nr. 101 - 31. mai 2002
13
Frakland, Italia,
Brasilia og Argentina
eru helst fremstu
favorittarnir undan
HM, og tó at onnur
helst fara at arga, so
eru tað aloftast
favorittarnir, sum
standa við gullinum,
tá avtornar
HM-UPPTAKT
Jákup Mørk
Í dag verður tað. Klokkan
12.30 okkara tíð verður fyr-
sti av teimum 64 dystunum
í HM-endaspælinum blást-
ur ígongd. Verður sæð burt-
ur frá OL, so er talan um
heimsins størstu ítróttar-
hending, og kring allan
heimin fara skíggjarnir at
glitra kring allan heimin.
Eisini her heima hjá okk-
um, hóast fyrstu dystirnir
verða leiktir longu hálvgum
átta. Tað gerst so ikki við.
So má arbeiðið antin bíða,
ella kanska verður eitt sjón-
varp sett upp í kaffistovuni,
so tað onkursvegna ber til
at fylgja við.
Fýra favorittar
Sum útgangsstøði hava øll
luttakandi londini sjálvsagt
møguleika at gera seg gald-
andi, og einki er avgjørt,
fyrr enn seinasta bríkslið
hevur ljóðað, men tað er tó
soleiðis, at summi lond
verða mett at hava betri
møguleika enn onnur. Og
tó at vit ofta hava sæð held-
ur óvæntað úrslit, so er tað
altíð tey stóru, sum í sein-
asta enda fara avstað við
heiðrinum sum heimsins
besta lið.
Akkurát, hvørjir favoritt-
arnir í ár eru, eru sjálvsagt
ymsar hugsanir um, men
tað er neyvan at fara heilt
skeivur, tá sagt verður, at
talan helst verður um ein
dyst millum tey fýra, Frak-
land, Italia, Brasil og
Argentina.
Frakland hevur seinnu ár-
ini havt heimsins sterkasta
lið. Teir eru verjandi heims-
meistarar, og sum teir ein-
astu í søguni kunnu teir
samstundis rópa se europa-
meistarar, og tað sigur eis-
ini nakað um ein sigurs-
vilja, sum ikki følnar, bert
tí liðið gjørdist heimsins
besta. Fyrst og fremst er
tann nú so langa sigursrøð-
in hjá Fraklandi grundað á
eitt risa-stórt ungdómsar-
beiði, sum franska fótbólts-
sambandið setti í gongd í
80’unum. Eitt arbeiði, sum
nú ber frukt, og sum iva-
leyst ger, at Frakland eisini
í komandi árunum fer at
hava ein stóran leiklut á al-
tjóða pallinum.
Tað kann kosta, at Zidane
ikki er tøkur, tá fyrstu dyst-
irnir skulu fáast frá hond-
ini, men hinvegin er liðið
kortini so sterkt, at tað
uttan trupulleikar skuldi
kunna vunnið seg úr bólka-
spælinum, og
Italia hevur í mangar
mátar havt tað trupult, síð-
ani liðið í 1982 vann HM.
Gaman í vunnu teir bronsu
á heimavølli í ’90 og silvur
eftir tapta brotssparkskapp-
ing í ’94, men onkursvegna
hava teir sjáldan fingið
stórvegis kredit fyri avrik-
ini. Hetta varð broytt í
undanfarnu EM-kapping.
Kanska vóru italiumenn
hepnir at vinna seg fram til
finaluna, men yvirhøvur
stóð liðið fyri sera positiv-
um fótbólti. Og tá verju-
parturin vanliga er ein av
sterku síðunum hjá liðnum,
eins og teir duga at standa
seg væl í eini langari kapp-
ing, so er sannlíkt, at teir
kunnu gera seg galdandi.
Tað kunnu brasiliumenn
eisini altíð. Liðið hevur
kanska ikki staðið seg so
væl í undankappingini, sum
teir vanliga gera, og undan-
farnu tvey árini hava verið
merkt av stórari óróð. Men
tá tað ræður um HM, so
standa allir saman.
Og so nýtist tað heldur
ikki at vera ein vansi, at lið-
ið ikki fremsti favoritturin
hesaferð. Tað kann gera
trýstið á liðið minni, og
vinarliga lutakastið viðførir
helst eisini, at ráð verða at
spara nakrar av týdningar-
mestu leikarunum í fyrstu
dystunum, soleiðis at teir
ístaðin eru heilt klárir, tá
knock-out skipanin verður
tikin í nýtslu.
Argentina verður í ár av
mongum mett sum fremsti
favoritturin at vinna HM-
heitið, og tað er rætt, at lið-
ið í dag hevur eina mest
sum óhugnaliga styrki.
Møguliga er ein lítil veik-
leiki at hóma á málverja-
plássinum, men í aðrar
mátar er talan um spælarar í
heimsflokki á øllum pláss-
um. Eisini á beinkinum, har
tað kann roknast við, at
leikarar sum Batistuta,
Crespo og Lopez eisini
verða at síggja av og á.
Størsti trupulleikin hjá
Argentina verður kanska
ikki
favoritt-leikluturin.
Hendan hava teir roynt fyrr.
Men tað kann kosta, at teir
eru endaðir í sonevndu
»group of death«. Tað kann
bera við sær, at tað ikki
verður rúmd fyri at hvíla
føstu leikararnar, soleiðis at
hesir ikki eru eins feskir
sum teir hjá mótstøðuliðu-
num. Men undir øllum um-
støðum er tað eitt sterkt
Argentina, sum fer undir
HM.
Avbjóðarir
Tá hesi fýra eru nevnd, so
sømir tað seg helst eisini at
nevna nøkur teirra, sum
eisini kunnu gera seg gald-
andi, tó at tað neyvan verð-
ur heilt frammi í oddinum.
Tey vandamestu av hes-
um eru helst Týskland,
Ongland,
Portugal
og
Spania, umframt at eitt land
sum Uruguay kanska eisini
kann koma upp á tal.
Onkur vildi kanska hild-
ið, at hesi eins væl og tey
fýra fyrst nevndu kunnu
koma heilt fram í oddin,
men tað eru ymsar orsøkir,
sum gera, at tey neyvan
røkka heilt fram.
Týskland hevur fyrst og
fremst ikki staðið seg ser-
liga væl, síðani liðið í ’96
vann EM. Og hóast eitt nýtt
ættarlið av leikarum nú
veruliga er farið at gera um
seg, so merkja skaðar hjá
týdningarmiklum leikarum,
at hópurin er dekan ov
tunnur, eins og spælið í ov
stóran mun er bygt kring
Michael Ballack.
Í Onglandi tykjast øll at
hugsa, at bara Beckham
verður tøkur, verður alt
gott, men soleiðis hongur
veruleikin sjáldan saman.
Ein leikari einsamallur
kann ikki bera liðið til
sigurs, og hóast Beckham
helst verður tøkur, so er tað
framvegis
ein
dyggur
smeitur, at Gerrard ikki er á
liðnum. Og so telja vænt-
andi royndirnar hjá Ong-
landi eisini skeiva vegin.
Einki er at ivast í, at liðið
hevur møguleika at røkka
ovastu tindunum, men talan
er í stóran mun um eitt lið,
sum hevur framtíðina fyri
sær, og har flestu leikarar-
nir í veruleikanum ikki
toppa fyrr enn um fýra ár,
so enn er helst nakað tíðliga
at rópa teir til favorittar.
Fyri iberisku grannarnar,
Portugal og Spania, er al-
oftast galdandi, at tey
megna at sláa til í stóru
kappingunum. Serstakliga
Spania hevur ofta sýnt stór-
spæl í undankappingunum,
fyri síðani at tveita alt burt-
ur, meðan Portugal ofta
hevur ilt við at vera nóg væl
skipaðir, tá veruliga stóru
dystirnir standa á skránni.
Fyri bæði er tó galdandi, at
leikararnir á liðnum eru so-
mikið frægir, at fellur alt í
rættlag kunnu tey basa øll-
um hinum.
At Uruguay eisini verður
nevnt í hesum sambandi,
kemst einamest av, at liðið
ofta hevur sýnt seg sum eitt
gott kappingarlið. Tað vil
siga at hóast liðið kanska
ikki er heilt so sterkt, so
standa teir seg ofta væl í
stóru kappingunum. Og í ár
hevur liðið eisini fleiri leik-
arar, sum veruliga teljast
millum teir bestu, so møgu-
leikan hava teir.
Sensatiónirnar
Tá omanfyrinevndu lond
verða nevnd sum tey sterk-
astu, so skal eisini leggjast
afturat, at tað nærum altíð
er so, at onkur av favorittu-
num fellur. Eitt HM uttan
nakra sensatión er ikki nak-
að veruligt HM.
Tað er millum annað eis-
ini við hesum fyri eyga, at
vit fara at nýta komandi
mánaðin
framman
fyri
skíggjan.
Men fyrst av øllum verð-
ur tað fyri at síggja fótbólt.
Fleiri av bestu leikarunum í
heiminum skulu vísa okk-
um, hvussu vakurt spælið
við leðurkúluni kann vera,
og so er at vóna, at sjálvt
spælið kemur í hásætið. At
talan verður um ta sonnu
fótbóltsveitsluna, sum eitt
HM eigur at vera.
Favorittarnir sigra nærum altíð
Frakland vann sítt fyrsta HM-heiti á heimavølli fyri fýra árum síðani, og í sumar telist liðið aftur stóru favorittarnar at vinna
størsta heiðurin í fótbóltsheiminum
Mynd: Reuters
Dystir
HM-kappingin
31.05 Frakland-Senegal
13