fríggjadagur 31. mai 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 101 - 31. mai 2002
Stóri spenningurin
tykist snúgva seg um,
hvør sleppur at fylgja
heimsmeistarunum
úr Fraklandi til
1/8-parts finalurnar
BÓLKUR A
Jákup Mørk
Frakland hevur sýnt seg
sum sterkasta landið sein-
astu fýra árini. Eingin ivi
um tað. Sum verjandi
heims- og europameistarar
hava teir vunnið seg ovast á
styrkislistanum hjá FIFA,
og hóast teir beint fyri HM
sera óvæntað máttu lúta
fyri Belgia á heimavølli, so
er neyvan nakar ivi um, at
meistararnir fara at vinna
seg víðari í kappingini.
Tað er tó eitt bakkast fyri
Frakland, at teir í øllum før-
um mugu vera Zidane fyri
uttan til fyrsta dystin, og
møguliga í øllum teimum
trimum fyrstu dystunum.
Hinvegin kann eisini hugs-
ast, at hetta verður ein fyri-
munur. HM er ein long og
strævin kapping, har stórar
byrður verða lagdar á leik-
ararnar. Vinnur Frakland
seg víðari, og Zidane tá er
púrasta frískur, kann tað
væl gerast ein fyrimunur, at
hava ein feskan leikara í
heimsflokki, tá stjørnurnar
hjá kappingarneytunum kan-
ska fara at møðast. Og so
skal heldur ikki gloymast,
at sjálvt uttan Zidane hevur
Frakland eitt lið í heims-
flokki.
Vandamiklir
outsidarar
Kappingin um at gerast
tvey’ari í bólkinum, tykist
hinvegin sera hørð. Bæði
Uruguay og Danmark hava
áður sýnt, at tey væl eru før
fyri at standa seg í slíkum
kappingum, men outsidar-
arnir úr Senegal eiga sanni-
liga eisini at takast í álvara.
Hóast liðið ikki telur tær
heilt stóru stjørnurnar, so er
talan um leikarar, sum ofta
hava roynt seg á altjóða
pallinum.
Eitt
nú
við
fronskum liðum, har størsti
parturin av leikarunum
dagliga hava sítt yrki.
Minnini úr Mexico
Grannar okkara úr Dan-
mark hava undir leiðslu av
Morten Olsen ment seg
heilt nógv. At teir vunnu sín
undankappingarbólk fram-
man fyri eitt Kekkia má
eisini metast sum eitt lítið
bragd, og sigur hetta ikki so
lítið um styrkina, sum dan-
ska liðið hevur í løtuni. Hó-
ast fráverur av ymsum slag
hava verið undir fyrireik-
ingunum, so verður mett, at
allir leikarar hjá dønum
verða tøkir til HM, og so
eigur ikki at gloymast, at
tær báðar ferðirnar, sum
Danmark hevur tikið lut í
HM, hevur liðið spælt seg
víðari úr bólkaspælinum.
Fyrru ferðina, danir tóku
lut í HM var í 1986, tá
kappingin
fór
fram
í
Mexico. Neyvan er nakar
danskur
ella
føroyskur
hyggjari, sum hevur gloymt
hetta, og í Uruguay er tað
so í øllum førum ikki
gloymt. Tað varð nevnliga
mett sum landaskomm, tá
danir við millum øðrum
júst verndi venjaraparinum
á odda vundu burtur úr tví-
faldu heimsmeistarunum.
6-1 gjørdist úrslitið ta ferð-
ina, og umframt stríðið um
at koma víðari í kappingini,
fer júst dysturin móti døn-
um at vera tann kanska
týdningarmesti hjá verandi
landsliðnum úr Uruguay.
Tað kann tó hava avger-
andi týdning fyri Uruguay,
hvussu væl stjørnurnar á
liðnum eru fyri. Hin størsta
av hesum er uttan iva
Alvaro Recoba, men hann
dregist við skaða í knæ-
num, og sigst vera sera iva-
samur til fyrsta dystin í
kappingini.
Dystirnir:
31.05 Frakland-Senegal
01.06 Uruguay-Danmark
06.06 Danmark-Senegal
06.06 Frakland-Uruguay
11.06 Danmark-Frakland
11.06 Senegal-Uruguay
Spania er favorittur,
men teir hava áður
kiksað, so møguliga
verður tað lítla Slo-
venia, sum enn eina-
ferð tekur øll á bóli
BÓLKUR B
Jákup Mørk
Undanfarna
HM-undan-
kapping gjørdist fyrstu
ferðina, at Føroyar tóku stig
frá einum landi, sum seinni
leikti seg til endaspælið í
kappingini.
Bragdið hjá Øssi Hansen
og hinum landsliðsleikaru-
num kann eisini gerast enn
størri, um so er, at Slovenia
eisini megnar at spæla seg
víðari úr bólkaspælinum,
og sannlíkindini fyri hesum
eru kanska ikki heilt eingi.
Stóri favoritturin í bólki-
num er Spania, men tað
merkir tó ikki, at teir uttan
víðari kunnu spáka sær víð-
ari í kappingini. Fyri fýra
árum síðani var støðan júst
lík henni í dag, men tá end-
aðu spaniólarnir aftan fyri
bæði Nigeria og Paraguay.
Yvir høvur hevur tað eis-
ini verið galdandi fyri
Spania, at liðið ikki hevur
staðið seg væl í endaspæli-
num, hóast liðið mangan
hevur talt hópin av altjóða
stjørnuleikarum.
Hesa ferð er einki undan-
tak í so máta. Leikarar sum
Hierro, Raul og Morientes
teljast millum stjørnurnar í
Real Madrid, og fyri flestu
av viðleikarum teirra er eis-
ini galdandi, at teir teljast
millum álitini í nøkrum av
mætastu europeisku fót-
bóltsfeløgunum.
Venjarin, Camacho, hev-
ur eisini havt hepni til at
smíða eina sterka eind burt-
ur úr øllum stjørnunum, og
so er spurningurin, um
Spania hesa ferð megnar at
vinna seg longur enn
»bara« til fjórðingsfinalur-
nar, sum tað so ofta er bliv-
ið til. Tilfarið er til staðar.
Spurningurin er bara, um
endaliga avrikið eisini er
nóg gott.
Fríspørkini tekur
málverjin
Sum nevnt, so var júst
Paraguya eitt av mótstøðu-
liðunum hjá Spania seinast,
og at liðið ta ferðina skuldi
vinna seg víðari, varð mett
sum stórhending í landi-
num. Sjálvandi var tað
keðiligt, tá Frakland í sein-
astu minuttunum av longdu
leiktíðini sendi Paraguay úr
teirri kappingini, men fram
til gylta málið hjá Blanc
hevði liðið hildið fast um
liðið, sum seinni varð kosið
heimsins besta.
Tað er eisini fyrst og
fremst í verjupartinum, at
Paraguay hevur sína styrki.
Væl stýrd av einum at bestu
málverjunum í heiminum,
Chilavert, í málinum, er
verjan bulurin á liðnum, og
so verður bara bíða eftir
kontramøguleikum. Aloft-
ast hava hesir kós móti
Roque santa Cruz, ella
verður dyrgt eftir frísparki,
sum málverjin so kann
koma fram at skjóta.
Verða neyvan
undirmettir
Hvørki Slovenia og Suður
Afrika kunnu sostatt rokn-
ast millum favorittarnar í
bólkinum, men tey eiga tó á
ongan hátt at avskrivast.
Slovenia
hevur
tvær
undankappingar á rað mót-
sagt øllum serfrøðingum, tá
teir hava leikt seg til enda-
spælið, og hesa ferð verður
tað neyvan nakar, sum uttan
víðari undirmetir Zahovic
& co., tá teir traðka inn á
grasið. Fótbólturin er hin so
typiski fyri balkanlondini,
har bólturin verður førdur
spakuliga kring vøllin, fyri
síðani at eksplodera í ógvu-
sligum temposkiftum, og
júst hetta slagið av fótbólti
kann vísa seg at gerast sera
heppið, tá spælast skal í
nógva hitanum.
Hitini verður heldur ikki
nakar trupulleiki hjá Suður
Afrika, men tað kann tó
vísa seg at gerast meira enn
torført hjá liðnum at vinna
seg úr bólkaspælinum. Við
allari virðing fyri FCK og
Toda, so ræðir tað neyvan
mótstøðuliðini, at ein hin
besti leikarin á liðnum hev-
ur sína dagligu gongd í
danska
høvuðsstaðnum.
Aðrir kendir leikarar eru
Quinton Fortuna og Benny
McCarthy, men yvirhøvur
tykist Suður Afrika at vera
veikasta liðið í bólki B.
Dystirnir:
02.06 Paraguay-Suður Afrika
02.06 Spania-Slovenia
07.06 Spania-Paraguay
08.06 Suður Afrika-Slovenia
12.06 Slovenia-Paraguay
12.06 Suður Afrika-Spania
Brasilia hevur sterk-
astu siðvenjuna av
øllum í HM-høpi, og
bólkaspælið líkist ikki
nakrari forðing hjá
samba-landinum
BÓLKUR C
Jákup Mørk
Teir hava verið við hvørja
ferð. Fýra ferðir hava teir
verið heimsmeistarar. Legg
hartil tvey silvur- og tvey
bronsumerki. Jú. Einki er at
ivast í, at Brasilia er eitt
stórveldi innan fótbóltin,
og tí verða teir aloftast
mettir millum favorittarnar,
tá mett verður um kapping-
ina.
Hesa ferð er støðan tó eitt
sindur øðrvísi. Í samba-
landinum halda tey ivaleyst
enn, at landið er hitt besta í
heiminum, men úrslitini
seinnu árini siga nakað
annað. Tað var nevnliga um
reppið, at Brasilia als ikki
kom við til HM. Í undan-
kappingini gekk tað av
skriðjuni til í útidystunum,
men sterki heimavøllurin
slóðaði tó í seinasta enda
fyri ferðini til Japan og
Korea.
Við nøvnum sum Rival-
do, Carlos, Lucio, Ronal-
dinho og Denilson skal tó
vera løgið, um Brasilia ikki
vinnur seg víðari úr bólka-
spælinum, har lagnan hevur
verið teimum blíð, men tað
verður tó neyvan hesaferð,
at Brasilia vinnur sítt fimta
HM-heiti. Heldur ikki hó-
ast teir nú aftur kunnu gera
nýtslu av bóltsnillinginum,
Ronaldo, sum eftir drúgvan
skaðasteðg nú tykist vera
komin fyri seg.
Royndirnar koma
Tá sagt verður, at lagnan
hevur verið Brasilia blíð, so
er hetta grundað á mót-
støðuna, sum teir fáa í
bólkaspælinum. Costa Rica
og Kina verða á ongar
roknaðir sum stórar fót-
bóltstjóðir, og hóast Turka-
land hevur ment seg nógv
seinnu árini, so er enn nak-
að eftir, áðrenn teir røkka
upp móti hægstu tindunum.
Turkarar fara tó uttan iva
at leggja seg eftir at arga
brasilumenn, tá dystirnir
verða leiktir. Síðani liðið
fyri góðum tíggju árum síð-
ani spældi javnt móti Før-
oyum í Gundadali eru stór
framstig
hend.
Millum
annað hevur Galatasary
sum fyrsta turkiska felagið
vunnið europeiska kapping,
og í dag eru fleiri av leikar-
unum at finna í stórum
europeiskum feløgum.
Hóast teir soleiðis hava
vunnið seg til nbæði EM og
HM, so tykist tað enn so, at
teir ikki hava tað, sum
krevst fyri at gera seg gald-
andi í endaspælinum, men
royndirnar gerast alsamt
fleiri, og í møguleikin at
koma til næsta umfarið
hevur neyvan verið betri,
enn hann er hesaferð.
Sensatión krevst
Fyri bæði Costa Rica og
Kina er galdandi, at tað er
mest sum ein sensatión, um
hesi megna at vinna seg
víðari í kappingini.
Gaman í megnaði Costa
Rica hetta fyri tólv árum
síðani, tá kappast varð í
Italia, men at rokna við
hesum enn einaferð, er
helst ov nógv kravt. Møgu-
leikin er tó altíð til staðar,
og er tað í stóran mun Paolo
Wanchope, sum umboðar
hendan. Megnar málslúkur-
in á liðnum at spæla upp til
sítt, samstundis sum van-
liga sterki verjuparturin
kann gera sítt, so kann
sensatiónin ikki útilokast.
Tað kann hon heldur ikki,
tá tað ræður um Kina.
Landið við fleiri enn einari
milliard íbúgvum hevur
ongan tíð áður tikið lut í
HM, men hesaferð hava teir
so vunnið seg fram. Fræg-
astu leikararnir á liðnum
eru í europeiskum høpi
rættiliga ókend nøvn, men
onkur kennist kanska við
Sun Jihai frá Manchester
City, ella Yang Chen úr Ein-
tracht Frankfurt.
Megnar liðið at vinna seg
víðari, er hetta at meta sum
ein risa-sigur, men alt í alt
líkist hetta einum fjórða
plássið í bólkinum.
Dystirnir:
03.06 Brasilia-Turkaland
04.06 Kina-Costa Rica
08.06 Brasilia-Kina
09.06 Costa Rica-Turkaland
13.06 Costa Rica-Brasilia
13.06 Turkaland-Kina
Frakland, Senegal, Uruguay og Danmark:
Hvør verður tvey’arin
Spania, Slovenia, Paraguay og Suður Afrika:
Slovenia hevur møguleikan
Brasilia, Turkaland, Kina og Costa Rica:
Lætt samba-spæl
C
M
Y
K
14
Frá fríggjadegi 31. mai til hósdagin 6. juni
HM-skráin í fótbólti
Føroyar í dag
Roxanne – næsen er i vejen
Bubber
er vertur
í einari
sending
sum er
hvønn
sunnudag
í tveir
tímar
á TV2.
Sendingin
er fyri
børn og
blaðung
og ofta er
pláss fyri
ungum
stjørnu-
skotum
og hesa-
ferð er
Brandur
Enni við
Brandur vitjar Bubber
Leygarkvøldið kl. 19.00
Borð um borð umborð
Farna mánaðin og farnu vik-
una hevur framhaldssøgan av
Gamla Apotekinum verið
fastur táttur í loftmiðlunum.
Framhaldssøgu hava miðl-
arnir so hegnisliga doypt hesa
politisku oyðimarkargongd.
Tað kemst næstan ikki undan
at hugsa um, at vónandi verð-
ur hetta ikki sum hjá høv-
undanum J. P Heinesen, sum
fór á ferð inn í eina óendiliga
søgu. Henda er annars júst
týdd til týskt, so her er tilfar til
mentanardeildirnar hjá loft-
miðlunum.
Verkir
Í skrivandi stund tykist tað tó,
sum er ein samgonga við at
síggja dagsins ljós. Tungur
burður, má sigast.
Veit ikki, um tingmenn
hava verkir. Tað hava í hvussu
er tey, sum liva undir avleið-
ingunum av tiknu avgerðu-
num teirra. T.d. tey, ið nýta
farleiðirnar millum oyggjar-
nar. Har slepst ikki undan sjó-
verki.
Hóast eitt landsstýri, sum
røkkur fullum aldri, fýra ferð-
ir í liviskeiðnum fær sama
trupulleika, so endar á sama
hátt hvørt ár. Har læra fólk
ikki av mistøkum. Eingi hósk-
andi avloysaraskip eru at seta
inn, tá gamli strandfaraflotin
skal sminkast og bøtast.
Her er tilfar til miðlarnar at
grava í. Og tað hava teir eisini
gjørt. Men saknur er í eini
sending, sum veruliga tekur
og endavendur samfelagstrup-
ulleikum, sum eru frammi í
dagsljósi at kalla alla tíðina.
Vit kunnu her sammeta við
DR-Dokumentar ella líknandi
sendingar,
sum
veruliga
ganga
fólkunum
við
ábyrgdini upp á nervarnar.
Nú skal tað sigast, at eg vil
ikki kalla føroyskt fjølmiðla-
arbeiði fyri mikrofonhaldarí,
sum tað í ov stóran mun var
fyri nøkrum árum síðani.
Nei, her eru framstig hend.
Men rættuligar endavendingar
síggja vit sjáldan. Her kundu
vit havt gott av at fingið
okkurt munabetri.
Áðrenn vit fara heilt burtur
frá evninum viðvíkjandi poli-
tikki og ferjum, so var eg í tí
løgnu støðu at síggja Borð um
borð umborð.
Nevniliga umborð á nýggj-
asta farinum í ferðamanna-
flotanum. Dangan nevnist
Scania. Vit sigldu í logn. Tó
bóltaði nógv til síðis í løtum,
so leysu stólarnir høvdu hug
at skifta pláss.
Skilligt er, at her er ein ferja
leigað til føroysku havalduna,
sum er von at sigla á deyða-
vatni. (Í Føroyum hevur Sca-
nia eisini bert loyvi at sigla
við umleið helvtini av tí, sum
hon siglir við har hon kemur
frá).
Tá hatta vóru rembingarnar
í logn, so kanska vit fara at
hoyra onkra avlýsing, um
veðurguðarnir ikki skikka sær
heilt væl næstu vikurnar.
Men tað var sendingin um-
borð, nevniliga Borð um borð,
sum eg skuldi nevna.
Á Botni og umborð
Ein fín mótvekt til Botnin er
henda sendingin í hvussu er.
Tað tykist greitt, at mál-
bólkurin hjá Leivi Hansen og
Marius Rein er tey ungu,
sum eru farin um tey hálvt-
hundrað.
Og
tað
mundi
eisini
treingja til. Tí neyvan er
Botnurin fyri øll. Á Botni-
num er helst ov grunt og tunt,
so tey eldru og tey meira »at
sær komnu« falla frá. Ov
langt er ímillum, at tær meira
djúpu glósurnar falla. Hóast
orðið »djúpt« verður nevnt
nakrar ferðir, so er heldur
grunt og tunt.
Men tað er jú júst ætlanin,
so tað er í ordan!! Hetta er
lætt, um enn tað ikki er djúpt.
Har eru tó løtur, sum eru
áhugaverdar hjá teim flestu,
t.d. húsarannsóknin.
Hini, t.d. tey eldru, hava nú
Borð um borð at hyggja at.
Tey kunnu fara av Botni og
upp til vatnskorpuna og um-
borð.
Annað gleðiligt, sum sjón-
varpshyggjarar hava at gleð-
ast um er, at í summar verður
kanska ikki tíðindaloysi í
SvF. Herfyri varð lýst eftir av-
loysarum til summarfrítíðina,
so her verður kanska ikki slit
í tíðindafloyminum.
Og summarið er vanliga
eisini á góðari leið í ÚF, so vit
hava eitt gott summar í
væntu.
Hetta, um vit ikki leggja
okkum alt ov langt í annað
borðið og fara at spæla okk-
um við orðini; borð um borð,
umborð, djúpt og botnurin…
Nei, kanska vit fáa eina sam-
gonguskútu, sum vil nakað
meira á samferðsluøkinum.
Um
ikki,
so
eiga
miðlakanónirnar at rættast
mótvegis teim skeivleikum,
sum
hvørt
ár
skapa
yvirskriftir. Á so mongum
økjum.
Og skotið eigur nú at verða
við skørpum. Tí hetta er í
roynd og veru ein týðandi
uppgáva hjá fjølmiðlunum,
sum jú sum kunnugt eru
fjórða statsmaktin. Og hetta
tykjast føroyskir miðlar nú
eisini at hava tikið at sær.
Alt er ikki bert undirhald,
hóast tað síðstu vikurnar
mangan hevur sæð soleiðis
út. Men undirhald skal til, og
tað kann so mangan eisini
nýtast til at seta álvarsama
veruleikan í sterkari ljós.
Vónandi fáa vit eitt summar,
har ljósið verður varpað
lættliga á gaman og álvara. Tí
tað
eru
ikki
dugnalig
fjølmiðlafólk, sum okkum
vantar. Tey hava vit. Kanska
eru tað heldur fólk á hægri
rókum, sum duga at taka í
egnan barm, ið okkum vantar,
tá ljósvarparin verður settur á
røkur, har tað tykist hava
verið heldur illgongt og
trupult at fóta sær.
Dagfinn
Olsen
ummælir:
Fríggjadagur 31. mai
12.00 HM í fótbólti: Frakland-
Senegal
20.25 HM-fótbóltur
Leygardagur 1. juni
9.50 HM í fótbólti: Uruguai-
Danmark
12.20 HM í fótbólti: Týskland-
Saudiarabia
20.50 HM-fótbóltur
23.25 HM2002 - dysturin í dag
Sunnudagur 2. juni
8.20 HM í fótbólti: Paraguai-
Suðurafrika
10.20 HM í fótbólti: Ongland-
Svøríki
12.20 HM í fótbólti: Spania-
Slovenia
20.40 HM-fótbóltur
23.00 HM2002 - dysturin í dag
Mánadagur 3. juni
7.20 HM í fótbólti: Kroatia-
Meksiko
9.50 HM í fótbólti: Brasil-
Turkaland
12.00 HM í fótbólti: Argentina-
Nigeria
20.25 HM-fótbóltur
23.05 HM2002 - dysturin í dag
Týsdagur 4. juni
9.50 HM í fótbólti: Japan-
Belgia
12.20 HM í fótbólti: Korea-
Pólland
14.20 HM í fótbólti: Italia-
Ekvador
20.25 HM-fótbóltur
23.35 HM2002 - dysturin í dag
Mikudagur 5. juni
07.20 HM í fótbólti: Russland-
Tunesia
9.50 HM í fótbólti: USA-
Portugal
12.00 HM í fótbólti: Kina-Kosta
Rika
20.25 HM-fótbóltur
23.30 HM2002 - dysturin í dag
Hósdagur 6. juni
7.20 HM í fótbólti: Danmark-
Senegal
9.50 HM í fótbólti: Kamerun-
Saudiarabia
12.00 HM í fótbólti: Týskland-
Írland
20.25 HM-fótbóltur
23.40 HM2002 - dysturin í dag
Týskvøldið kl. 19.00
15