fríggjadagur 31. mai 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 101 - 31. mai 2002
25
Italia tykist vera
greiður favorittur, og
so mugu Kroatia og
Mexico dystast um,
hvør annar skal koma
víðari úr bólkinum
BÓLKUR G
Jákup Mørk
Italskur landsliðsfótbóltur
fekk eina sanna uppreisn, tá
liðið kom í finaluna í EM
fyri tveimum árum síðani.
Talan var kanska ikki um so
ógvuliga framsøkið spæl,
sum nøkur av hinum lond-
unum sýntu, men destrukt-
ivi verjufótbólturin, sum
liðið áður hevur staðið fyri,
var í øllum førum ruddaður
burtur. Hetta gav pláss í
finaludystinum, og í veru-
leikanum var liðið bert
góðan minutt frá at vinna
EM, men tað er so ein onn-
ur søga.
Trap hevur vunnið alt
Grundað á góða avrikið í
EM, og á spælið í undan-
kappingardystunum,
eru
italiumenn nú veruliga
farnir at trúgva uppá, at
Azzurri, sum liðið verður
rópt, kann gera seg gald-
andi í HM-kappingini. Ikki
tí. Liðið stendur seg aloft-
ast væl, men tað so smátt
við at vera nakað langt
síðani, tá tað nú eru liðin 20
ár, síðani liðið seinast vann
HM.
Vanliga hevur liðið ein
sera sterkan hóp, og í
summar verður talan so av-
gjørt ikki um nakað undan-
tak. Leikarar sum Vieri,
Del Piero, Totti og Inzaghi
borga allir fyri góðsku í
framrættaða spælinum, og í
verjupartinum hevur liðið
eisini fleiri av heimsins
bestu verjuleikarum, so
leikara fyri leikara tykist
Italia hava sterkasta hópin í
bólkinum.
At teir so eisini hava
Trappatoni á beinkinum,
ger avgjørt møguleikarnar
hjá liðnum enn betri. Trap
hevur sum venjari vunnið
alt tað, sum vinnast kann
við italskum liðum. Hann
er taktiskur snillingur av
aðrari verð, og seinastu
árini hevur hann enntá um-
stillað sína fótbóltsáskoð-
an, soleiðis at lið hansara
nú eisini hava leikt álops-
fótbólt. So tað kann væl
vera, at Italia bæði kann
vinna og undirhalda hesa-
ferð.
Neyvan bronsa
hesaferð
Av hinum liðunum í bólk-
inum munnu Mexico og
Kroatia verða tey, sum
stríðast um næsta sessin.
Kroatia vann bronsu við
HM í Fraklandi. Enntá í
fyrstu royndini hjá landin-
um í HM, og tað var einki
minni enn eitt bragd.
Bronsan tá var tó grundað á
eitt óvanliga gávuríkt ættar-
lið av fótbóltsleikarum, og
hóast nógvir av hesum
framhaldandi eru við á
liðnum, so eru árini farin at
seta síni spor.
Bóltsnillingurin, Boban,
er ikki við longur, og hóast
leikarar sum Boksic og
Suker framhaldandi eru
vandamiklar fyri mótstøðu-
verjurnar, so kann ikki
roknast við, at teir røkka
eins langt, sum teir gjørdu
seinast, men teir hava av-
gjørt møguleika at koma
víðari í kappingini.
Tað hevur Mexico eisini,
og yvirhøvur hevur sterka
tjóðin í Miðamerika eisini
til siðvenju at teir í øllum
førum koma víðari úr
bólkaspælinum. Sjáldan er
tað vorðið til meira enn tað
sama, og heiðursmerki er
talan ikki blivin um. Hesa
ferð hevði liðið stórar trup-
ulleikar í annars veika
undankappingarbólkinum,
men eitt venjaraskifti í
evstu løtu vendi gongdini,
og tá vandamikli Blanco so
varð klárur at spæla, eftir at
hann hevði verið skaddur,
kom verulig ferð á. Spurn-
ingurin tykist bert vera, um
hendan er nóg stór til HM.
Nýggja liðið
Ecuador hevur sjáldan havt
eitt stórt orð at siga í altjóða
høpi. Seinnu árini hevur
liðið tó fingið ein alt størri
leiklut í Suðuramerika, og
hesa ferð vóru tað bert
Brasilia og Argentina, sum
stóðu seg betri í undan-
kappingini.
Trupult verður tað undir
øllum
umstøðum
hjá
nýggja landinum í HM-
høpi, og ein kopiering av
avrikinum hjá Kroatia sein-
ast verður talan neyvan um.
Megna teir at vinna seg
víðari úr bólkinum, er nógv
vunnið, men hetta í sjálvum
sær verður helst ein iva-
leysa stórur biti.
Dystirnir:
03.06
Kroatia-Mexico
03.06
Italia-Ecuador
08.06
Italia-Kroatia
09.06
Mexico-Ecuador
13.06
Ecuador-Kroatia
13.06
Mexico-Italia
Japanarar vóna, at
teir fyri fyrstu ferð
kunnu vinna seg úr
bólkaspælinum, og
lutakastið hevur í
øllum førum givið
teimum ein møgu-
leika fyri hesum
BÓLKUR G
Jákup Mørk
Japan var fyri fyrstu ferð
við til HM fyri fýra árum
síðani. Tá tapti liðið allar
tríggjar
dystirnar,
men
royndirnar frá teirri ferðini
hava teir so í skjáttuni nú.
Og japanskur fótbóltur
hevur ment seg við rúkandi
ferð seinnu árini. Tað eru
ikki meira enn eini tjúgu ár
síðani, at eitt veruligt
menningararbeiði
innan
fótbóltin varð sett ígongd,
men japanum so líkt, so
hevur gingið skjótt. Hópur
av ungum, evnaríkum leik-
arum verða nú fostraðir, og
spakuliga eru hesir eisini
farnir at síggjast í europe-
iskum feløgum.
Stóra stjørnan er uttan iva
Hidetoshi Nakata, men
sjálvt ikki hann skal kenna
seg vísan í einum plássi á
liðnum. Seinastu dystirnar
hevur liðið nevnliga spælt
bæði kvikan og ágangandi
álopsfótbólt, og ikki minst
hevur stuðulin frá heima-
áskoðarunum gjørt sítt.
Tað er eisini við áliti á
heimavallarfyrimunin, at
japanar nú vóna, at land
teirra hesa ferð kann koma
longur enn til bólkaspælið.
Russiska maskinan
Og tað er kanska ikki heilt
óhugsandi, at so verður.
Sum vertstjóð verður styrk-
ismetingin til lutakastið
aloftast lagalig, og tó at
Japan skal royna seg móti
trimum hampuliga sterkum
tjóðum, so kundi tað væl
verið munandi truplari, enn
tað nú sær út til at gerast.
Russarar eru kanska fav-
orittar at vinna bólkin, og
tað er helst eisini tað, sum
teir sjálvir ætla. Liðið vann
seg hampuliga trygt úr
okkara
undankappingar-
bólki, og fótbólturin, sum
teir standa fyri, er altíð hin
sami. Kontrollerandi, ferð-
mikið og effektivt plagar
tað at vera, og tó at tað ong-
an tíð hevur borið heilt á
mál í HM-høpi, so hevur
liðið ofta verið partur av
teimum mest undirhaldandi
dystunum í HM-søguni.
Verandi liðið telir eisini
nakrar leikarar, fyri hvørs
viðkomandi hetta helst
verður seinasta stóra av-
bjóðingin, og tað er heilt
víst, at hesir meira enn nak-
að ynskja at geva heiminum
eitt minniligt farvæl á al-
tjóða pallinum.
Avbjóðararnir
Hóast Russland soleiðis er
favorittur, so slepst ikki
undan, at bæði teir og
vertstjóðin fáa harða mót-
støðu frá Tunis og Belgia.
Reyðu devlarnir úr Bel-
gia eru fyri sættu ferð á rað
partur av endaspælinum, og
tað í sjálvum sær er eitt
bragd, tá hugsað verður um
støddina
á
landinum.
Aloftast standa teir seg
eisini væl ,tá teir koma til
endaspælið, og í nógvar
mátar líkjast teir eitt nú
Týsklandi, sum bara hevur
hetta við at gerast betri, so
hvørt sum kappingin líður.
Liðið í dag telir tó ikki
tær heilt stóru stjørnurnar,
sum tað gjørdi í 80’unum.
Talan er heldur um eitt sera
sterkt kollektiv, har tað
kanska bert er Mark Wil-
mots, sum veruliga skarar
burturúr, men júst kollek-
tivið hevur eisini áður verið
styrkin hjá Belgia.
Tunis fær kanska eina
ógvuliga trupla uppgávu í
sín lut, men avskrivast eiga
norðurafrikanararnir á ong-
an hátt. Teir vunnu seg
hampuliga lætt ígjøgnum
undankappinga, og tradit-
ionelt hava lið úr norðara
partinum av Afrika ofta
staðið seg sera væl í HM-
høpi.
Her hevur Tunis tó bert
verið tvær ferðir. Báðu
ferðirnar hevur bólkaspælið
verið endastøðin hjá liðn-
um, men royndin verður so
í øllum førum at gera tað
betri hesaferð.
Dystirnir:
04.06
Japan-Belgia
05.06
Russland-Tunis
09.06
Japan-Russland
10.06
Runis-Belgia
14.06
Belgia-Russland
14.06
Japan-Tunis
Italia, Ecuador, Kroatia og Mexico:
Himmalin er
aftur bláur
Japan, Belgia, Russland og Tunis:
Heimavøllurin gevur vónir
Tríggir av leikarunum, sum aftur hava italsku tjóðini vón um hópin av málum á altjóða pallinum. Inzaghi, Vieri og Totti teljast
allir millum vandamestu framherjarnar í heiminum
Mynd: Reuters
25
24
Nr. 101 - 31. mai 2002
Argentina eru millum
størstu favorittarnar
at vinna HM, men
sjálvt ikki teir skulu
taka tað sum nakra
sjálvfylgju at vinna
seg víðari úr
bólkaspælinum
BÓLKUR F
Jákup Mørk
Deyðsbólkurin.
Dópurin
fór fram, so skjótt lutakast-
ið til bólkaspælið í HM var
avgreitt, og nakað var eisini
um heitið. Við somikið
sterkum luttakarum, sum
talan er um í bólki F, er bert
ein lutur greiður undan
HM. 1/8-parts finalunum.
Nevnliga at tvey av liðun-
um, sum annars hava styrki
til at gera seg galdandi, ikki
koma longur enn til bólka-
spælið.
Seinasti møguleiki hjá
Batigol
Argentina hevur síðani HM
í Fraklandi sýnt eina mest
sum óhugnaliga styrki, tá
teir hava verið á vøllinum. Í
framrættaðu 3-3-1-3 skip-
anini hjá Marcelo Bielsa
vann liðið seg sera sannfør-
andi fram til endaspælið.
Einasti av teimum 18
undankappingardystunum,
sum endaði við tapi, var
útidysturin móti Brasilia.
Og tað eru ikki bert úr-
slitini, sum hava verið góð.
Aloftast hevur spælið verið
av slíkum slag, at mót-
støðuliðini snøgt ikki hava
kunna gjørt nakað. Arg-
entinska
blandingin
av
suðuramerikanskum show-
bólti
samantvinna
við
styrkini í verjupartinum,
sum liðið vanliga hevur, er
tykist sera effektiv. Og so
eru tað sjálvandi teir leikar-
ar, sum Bielsa hevur til
taks.
Chamot,
Walter
Samuel og Ayala í verju-
partinum.
Gallardo,
Zanetti, Simeone, Veron,
Kiko Gonzales, Aimar við
fleiri á miðvøllinum og ikki
at gloyma álopspartin. Ein
álopspartur, sum er somik-
ið sterkur, at sjálvt ikki
Gabriel
Batistuta
kann
kenna seg tryggan, og har
tað ikki so mikið sum var
pláss fyri unga stórtalentin-
um, Javier Saviola.
Júst hjá Batistuta er hetta
eisini seinasti møguleikin
at vinna HM gull. Áleyp-
arin, sum í 75 landsdystum
hevur skotið 55 mál, og
sum
endiliga
gjørdist
italskur meistari eftir skift-
ið til Roma, hevur gjørt av,
at hann gevst á landsliðnum
eftir HM. Í sínari tíð var
Bielsa maðurin, sum fann
stórtalentið, og sendi hann
á vøllin í bestu argentinsku
deildini, og tí kundi tað
verið hóskandi, um hann
saman við Bielsa endaði
landsliðstíðina við HM-
steypinum í hondini.
Beckham-skaðin
Í Onglandi er støðan sera
spent, nú HM nærkast.
Mest sum hvørt mansbarn
fylgir við, hvussu heilsu-
støðan hjá landsliðsskipar-
anum, David Beckham, er.
Hann breyt eitt bein í fót-
inum, tá argentiski Aldo
Duscher framdi eina ljóta
takling í fjórðingsfinaluni í
Champions League, og síð-
ani hevur bert verið bíðað
eftir, hvørt hann verður tøk-
ur til HM. At miðvallar-
motorurin, Steven Gerrard
úr Liverpool, eisini varð
skaddur, var mest sum bert
ein smálutur við síðuna av,
um ensku bløðini skulu
nýtast sum mátistokkur.
Tað tykist hann nú at ger-
ast, og tað er sjálvandi ein
styrkur fyri Ongland, men
tað eigur tó ikki at gloym-
ast, at liðið eisini er meira
enn Beckham. Rætt og
slætt, so tykist Ongland í
løtuni at hava í øllum førum
sterkasta liðið síðani 1990,
og lági miðalaldurin ger, at
talan helst er um eitt lið,
sum hevur eina stóra fram-
tíð fyri sær. Við Sol Camp-
bell og Rio Ferdinand at
stýra verjuni, Dyer, Har-
greaves, Beckham og Scho-
les á miðvøllinum og sjálv-
andi Owen í álopinum, er
liðið ein hóttan móti øllum.
Væntandi royndirnar kunnu
tó gerast truplasta mótstøð-
an hjá liðnum, men hinveg-
in spæla leikararnir dagliga
í einum av sterkastu deild-
unum í Europa, so teir eru
helst menn at liva við trýst-
inum.
Og so eiga vit ikki at
gloyma, at dystirnir millum
Ongland og Argentina van-
liga eru nakað serligt. Hvør
minnist ikki »Guds hond«
hjá Maradona í ’86 ella
reyða kortið hjá Beckham í
’98. Jú – Dramatikkur er í
øllum førum væntandi í
uppgerðini.
Ov tunt frameftir
Svensku grannar okkara
fáa tað trupult í so máta, nú
talan verður um somikið
sterk mótstøðulið, men teir
standa seg kortini aloftast
væl, tá stóru kappingarnar
eru á skránni.
Í mun til undanfarnar
HM-kappingar, so kann tó
hesa ferð tykjast, at liðnum
væntar tí heilt stóru stjørn-
una, sum kann gera munin í
avgerandi løtunum í stóru
dystunum.
Í verjupartinum er sjáld-
an nakað at finnast at, og
tað er einki at ivast í, at lið-
ið ikki fer at lata fleiri
óneyðug mál fara inn, men
spurningurin er bara, um
teir megna at skapa nóg
nógv hinvegin. Er tað nóg
mikið við stórspælinum,
sum Ljungberg og Larsson
hava víst í seinastuni, ella
verða Ongland og Argen-
tina ov stórir bitar hjá svi-
unum? Tað tykist vera
størsti spurningurin hjá
grannum okkara.
Ørnirnar flúgva lágt
Nigeria hevur vanliga verið
mett sum eitt hitt sterkasta
afrikanska landið, men
hesa ferð tykist innanhýsis
ófriður at hava oyðilagt
stóran part av fyrireiking-
unum hjá liðnum, og eitt nú
eru nøkur av kendu nøvn-
unum útihýst frá landsliðs-
leguni.
Grundað á hetta kann tað
tykjast ósannlíkt, at Nigeria
vinnur seg úr bólkaspælin-
um, men liðið telir fram-
vegis leikarar, sum megna
at skapa ein góðan dyst.
Spurningurin er bara, um
samskipanin bæði á og
uttanfyri vøllin er somikið
góð, at liðið megnar at
standa ímóti trýstinum, tá
sterku mótstøðuliðini í
bólkinum koma herjandi.
Dystirnir:
02.06
Argentina-Nigeria
02.06
England-Svøríki
07.06
Svøríki-Nigeria
07.06
Argentina-
England
12.06
Nigeria-England
12.06
Svøríki-Argentina
Argentina, Nigeria, Ongland og Svøríki:
Deyðsbólkurin
Gabriel Omar Batistuta hevur í mong ár talst millum avgjørt bestu álopsleikarar í heiminum, og við 55 málum í 75 landsdystum eigur hann metið á
landsliðnum. HM-kappingin verður seinasta altjóða uppgáva hansara, og hóast hann fær harða kapping um álopssessin frá Hernan Crespo, vil hann helst gera
alt, til tess at ogna sær HM-gullið sum eitt virðiligt farvæl til altjoða pallin
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
24