mikudagur 1. mai 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 81 - 1. mai 2002
Nr. 81 - 1. mai 2002
13
VIÐMERKINGAR
TÍÐINDASKRIV
frá Føroya Arbeiðsgevara-
felag og Føroya Arbeiðara-
felag
Nú
røddir
hava
verið
frammi í bløðunum og
viðgera Arbeiðsloysisskip-
anina og støðuna hjá skip-
anini í almennum saman-
hangi, halda feløgini sum
umboða
tímaløntar
ar-
beiðstakarar og privatu
arbeiðsgevarirnar, tað vera
neyðugt at gera nakrar
viðmerkingar til málið og
greina støðu sína alment.
Forsøgan og stovnan av
Arbeiðsloysisskipanini
Tað var í 1991, at lands-
stýrið setti eina nevnd at
gera kanningar viðvíkjandi
einari møguligari arbeiðs-
loysistrygging í Føroyum.
Nevndin legði fram upp-
skot sítt í desember 1991,
sum saman við eini frá-
greiðing og uppskot til
løgtingslóg um arbeiðs-
loysistrygging og arbeiðs-
ávísing.
Nevndin var samd um at
skjóta upp, at partarnir á
arbeiðsmarknaðinum fingu
fulla ábyrgd av skipanini
soleiðis at skilja, at teir ikki
bert høvdu ábyrgd av um-
siting av skipanini, men
eisini av at útvega neyðuga
peningin. Lagt varð afturat
í frágreiðingini, at um so er,
at pengar koma at vanta í,
skuldi tað vera upp til
partarnar á arbeiðsmarkn-
aðinum sjálvar at krevja
tann pening inn, sum
restaði í. Víðari verður sagt
í frágreiðingini, at skipanin
verður ikki bert bíligari fyri
samfelagið sum so, men
eisini fyri partarnar á
arbeiðsmarknaðinum, ið,
um skipanin var almenn,
eisini høvdu verið noyddir
at goldið hana um skatt og
toll.
Eitt annað sjónarmið,
sum nevndin hevði, var, at
tað skuldi verða upp til tann
einstaka borgaran at taka
avgerð um, hvørt hann lat
seg tryggja ella ikki. Tað
vísti seg kortini, at so stórur
ivi var um, hvørt tað var
møguligt
at
fáa
eina
frívilliga skipan, sum kom
at fáa nóg mikið av inn-
tøkum, orsakað av at bert
arbeiðsleys og onnur við
ótryggum arbeiði fóru at
gerast limir. Tað var tí
neyðugt, at skipanin gjørd-
ist tvingað. Hetta førdi so
aftur við sær, at neyðugt var
at lóggeva um skipanina.
Tá landsstýrið legði fram
uppskot fyri tingið um
løgtingslóg um arbeiðs-
loysistrygging og arbeiðs-
ávísing, varð m.a. sagt í
viðmerkingunum, at ,,tá tað
eru partarnir á arbeiðs-
marknaðinum, sum hava
gjørt uppskotið, so er í
veruleikanum talan um
eina semju, sum gjørd er".
Víðari
verður
sagt
í
viðmerkingunum ,,skotið
verður upp, at partarnir á
arbeiðsmarknaðinum koma
at fáa fulla umsitingarliga
og fíggjarliga ábyrgd av
skipanini".
Víðari verður sagt í við-
merkingunum, at ,,lands-
kassans leiklutur verður
sostatt, umframt 20 mió.
kr.-gjaldið, bert at gjalda
sum arbeiðsgevari. Landið
eigur bert at luttaka í tann
mun,
landið
sjálvt
er
arbeiðsgevari".
Tær 20 mió. kr., sum
landsstýrið rindaði inn til
skipanina, vóru ætlaðar
sum eitt íkast til stovns-
fæið. Somuleiðis varð gjørt
av, at Arbeiðsloysisskipanin
ikki skuldi fara at gjalda út
fyrrenn nóg mikið av
peningi var savnaður við
inngjøldum. Í tíðarskeið-
inum fram til 1. august
1992, tá skipanin byrjaði at
rinda út, vóru uml. 60 mió.
savnaðar í stovnsfæi, harav
2/3 stavaðu frá inngjøldum
frá pørtunum á arbeiðs-
marknaðinum.
Tá skipanin varð sett í
verk við løgtingslóg nr. 17
frá 10. mars 1992, var tað
eisini greitt, at ætlanin hjá
nevndini og endamálið hjá
landsstýrinum var góðkent
av løgtinginum. Sambært
lógini skuldi landskassin
lata 20 mió. kr. sum
stovnsfæ til Arbeiðsloysis-
tryggingina sum eingangs-
gjald, meðan fíggingin av
skipanini
annars
lá
á
pørtunum á arbeiðsmarkn-
aðinum, og leiðslan skuldi
liggja hjá einum stýri við 7
limum, sum vórðu valdir av
landsstýrinum, men soleið-
is, at teir skulu umboða
løntakarafeløgini og ar-
beiðsgevararnar. 1 limur
skuldi umboða hitt al-
menna sum arbeiðsgevari.
Avgerðir um tryggingar-
útgjald og mál um arbeiðs-
ávísing skuldu ikki kærast
til landsstýrið, men til eina
kærunevnd, hvørs limir
eisini vóru ásettir í lógini
sum umboðandi løntakarar
og arbeiðsgevarar, meðan
triði limurin, formaðurin,
skuldi vera løgfrøðingur.
Landsstýrið
skuldi
í
kunngerð áseta nærri reglur
um innkrevjing av gjaldin-
um og eftir tilmæli frá
stýrinum
fyri Arbeiðs-
loysistryggingina reglur um
útgjald.
Kreppan í nítiárunum
Tá búskaparkreppan tók
seg upp í 1992, var Ar-
beiðsloysisskipanin fleiri
ferðir um at kollsigla
fíggjarliga. Tað var skjótt,
at tær 60 mió. kr. vóru
brúktar, og tá Arbeiðs-
loysisskipanini
tørvaði
meiri pening, fekk hon
loyvi at taka lán úr Ar-
beiðsmarknaðareftirlønargr
unninum. Í 1995 fekk
Arbeiðsloysisskipanin
harumframt játtaðar 50
mió. kr. frá løgtinginum í
sambandi við, at mest
loyvda útgjaldstíðarskeiðið
varð longt orsakað av tí
stóra arbeiðsloysinum. Á
henda hátt slapp tað al-
menna undan einari ógvus-
ligari øking av almanna-
útreiðslum til m.a. forsorg-
arhjálp.
Hóast munandi broyting-
ar vórðu gjørdar í skipanina
við løgtingslóg nr. 113 frá
13. juni 1997, vórðu ongar
grundleggjandi broytingar
gjørdar í skipanini, sum
framhaldandi skuldi vera
rikin av umboðum fyri
arbeiðsmarknaðin.
Er ALS partur av
almennu umsitingini?
Ætlanin er ikki at fara út í
alment kjak um lógar-
grundarlagið undir Ar-
beiðsloysisskipanini
ella
løgfrøðiligar metingar um,
hvørt skipanin er almenn
ella ikki. Tað, sum er
avgerandi fyri nevndina er,
at Arbeiðsloysisskipanin,
nú hon hevur virkað í 10 ár
og hevur yvirlivað størstu
búskaparkreppu í nútíðar
føroyskari søgu og síðani tá
konsoliderað seg fíggjar-
liga, framhaldandi fær frið
at virka uttan politiska
uppílegging og uttan at
gerast partapolitiskt kjak-
evni. Tað kann bert skaða
Arbeiðsloysisskipanina,
um hon gerst ein partur av
árliga
fíggjarlógarorða-
skiftinum flokkanna mill-
um. Tað er ikki lætt at
síggja, at tað skal vera
møguligt at áseta inntøkur
og
útreiðslur
hjá
Ar-
beiðsloysisskipanini
fyri
eitt ár fram í tíðina. Tað
veldst alt um, hvussu
støðan er á arbeiðsmarkn-
aðinum.
Ført verður fram, at av tí,
at landsstýrismaðurin hevur
tikið
avgerð
um,
at
fyrisitingarlógin og lógin
um alment innlit eru gald-
andi fyri Arbeiðsloysis-
skipanin, fylgir av tí, at hon
er ein almennur myndug-
leiki.
Hetta er ein misskiljing.
Sambært § 1 í fyrisiting-
arlógini og lóg um alment
innlit, ið báðar eru so gott
sum einsljóðandi, kann
fyrisitingarlóggávan um-
framt at vera galdandi fyri
almennu
fyrisitinginga,
eisini vera galdandi fyri
nærri ásett feløg, stovnar og
felagsskapir (§ 1, stk. 3).
Hetta er tó bert galdandi,
um annaðhvørt útreiðsl-
urnar av virkseminum hjá
hesum stovnum í høvuðs-
heitum verða rindaðar av
landi ella kommunu ella í
tann mun tey við ella sam-
bært lóg hava fingið heim-
ild til at taka avgerð vegna
land ella kommunu.
Tað ber sostatt væl til at
halda, at nevnda lóggáva er
galdandi fyri ALS, hóast
ALS ikki er ein partur av
almennu fyrisitingini. Tað
er júst henda støða, ið er
galdandi fyri ALS, sum í
ávísan mun hevur heimild
at regulera sítt virksemi við
kunngerðum
innanfyri
lógarkarmin.
Víðari verður sagt, at tá
tað stendur í § 9 í ALS-
lógini, at ALS-gjaldið kann
krevjast inn við panting,
fylgir av einari lóg frá 1935
og einari kunngerð frá 1936
um vegleiðing fyri panti-
fútar, at ALS er almennur
stovnur, av tí at panting bert
kann fremjast fyri skatt og
onnur avgjøld til tað al-
menna. Harav skal so
fylgja, at ALS-gjaldið má
vera ein skattur ella eitt
avgjald til tað almenna.
Hetta er eisini ein mis-
skiljing. Tað, sum veruliga
stendur í vegleiðingini frá
1936 fyri pantifútar er, at
pantifútar bert kunnu gera
útpanting fyri skatt ella
onnur almenn gjøld. Tað
stendur einki um, at aðrir
myndugleikar ikki kunnu
panta fyri onnur gjøld, ella
at pantirættur ikki kann
vera fyri onnur gjøld enn
skattir og gjøld til tað al-
menna.
Sum dømi kann nevnast,
at í einari lóg frá 1963 um
innkrevjing av uppihalds-
peningi til børn og einari
lóg frá 1996 um barnagjøld
til einsamallar uppihaldarar
er ásett, at tílík gjøld kunnu
krevjast inn við panting.
Eingin hevði funnið uppá at
sagt, at hesi gjøld eru
skattur ella annað gjald til
tað almenna.
Síðani verður víst á, at
stýrið sambært fleiri grein-
um í ALS-lógini hevur
heimild til at gera kunn-
gerðir um nærri ásett
viðurskifti. Hetta verður so
við stýriskipanarlógini sum
grundarlag lagt út sum, at
ALS-stýrið hevur fingið
lóggávuvald, og at privatir
stovnar koma sostatt ikki at
hava lóggávuvald. Harav
skal so fylgja, at ALS er ein
almennur stovnur.
Hertil er bert at siga, at
ALS-stýrið við lógini um
Arbeiðsloysisskipanin hev-
ur fingið heimild og skyldu
til at standa fyri rakstrinum
av Arbeiðsloysisskipanini,
og í hesum sambandi at
áseta nærri reglur fyri,
hvussu skipanin skal virka.
Harafturat
hevur ALS-
stýrið fingið heimild til
innanfyri ávíst í lógini ásett
mark at áseta ALS-gjøldini.
Hetta er ikki talan um nakra
lóggávu, men um nærri
regulering
av
einum
virksemi, sum er skipað í
lóg, og sum í lógini hevur
fingið ógvuliga gjølla ásett,
hvat
endamál
skipanin
hevur, hvussu hon skal
virka, og hvat hon skal
brúka sínar pengar til.
Samanumtikið
Í gjøgnum tíggju ár hava
partarnir á arbeiðsmarkn-
aðinum
við
umboðum
teirra í ALS-stýrinum tikið
sær av einari samfelags-
uppgávu, sum almennir
myndugleikar
í
øllum
øðrum londum hava hildið
tað verið neyðugt at greiða
sum almenna uppgávu.
Hesi tíggju árini hava óivað
verið tey torførastu í Før-
oya nýggjastu søgu, tá
ræður um viðurskiftini á
arbeiðsmarknaðinum við
methøgum arbeiðsloysi og
harav fylgjandi trupulleik-
um. Partarnir á arbeiðs-
marknaðinum meta, at tað
eru teir og limir teirra, sum
gjøgnum síni gjøld til
skipanina eru veruligu eig-
arar av skipanini og eru
samdir um, at teir ikki fara
at góðkenna, at tað al-
menna nú fer at leggja
hendur á peningin hjá
skipanini ella taka ræði av
skipanini.
Føroya Arbeiðsgevarafelag
Vilhelm M. Johannesen
Føroya Arbeiðarafelag
Ingeborg Vinther
Partarnir á arbeiðsmarknaðinum:
Hava tikið okkum av eini samfelagsuppgávu
Ingeborg Vinther
Vilhelm M. Johannesen
VIÐMERKINGAR
Veruligt
sjálvbjargni
Roar Heini Olsen
Valevni fyri Sjálvstýris-
flokkin í Suðurstreymoy
Vit skulu ikki liva av
álmussu frá donskum
skattgjaldarum,
sum
sambands- og javnaðar-
flokkurin vilja ella av
avgjaldi frá hernaðar-
samgonguni NATO, sum
Miðflokkurin við Jenisi
á odda heldur uppá.
Tað sum vit skulu liva
av eru tey virðir, sum vit
sjálvi skapa við okkara
egnu hondum. Og før-
oyingar megna tað sjálv-
andi væl, um vit leggja
gondina so sinniliga til
rættis, at vit fyrst tryggja
førleika og eitt føroyskt
lógargrundarlag,
sum
ikki er rein umseting av
donskum lógum, men er
lagað til tørv og um-
støður her á landi, búgva
okkum til sjálvi at gjalda
rokningina, og tá hetta
hevur eydnast stendur
okkum púra frítt at gera
tað, sum halda vera
rættast.
Tit, sum kenna meg
vita, at eg havi ferðast
og búð nógv í útheimin-
um, harav ein part í
menningarlondum.
Ongastaðni hevur fólkið
so lítið álit á seg sjálvt
og ongastaðni er fólka-
sálin so spilt og viljin til
sjálvur at bróta upp um
armar so lítil, sum har
hjálpin úr útheiminum
hevur verið stórst.
Tað hevur gingið alt
ov striltið á sjálvstýris-
leið síðan heimastýris-
lógin varð sett í gildi.
Hetta hevur Sjálvstýris-
flokkurin verið við til at
broytt farna valskeið.
Gamaní
vóru
hinir
flokkarnir í samgongu
ov naivir og trúðu, at
danska stjórnin fór at
leggja seg skerflatan fyri
okkum. Tí gjørdust sam-
ráðingarnar eitt heldur
óvirðiligt spæl fyri báð-
ar partar, sum vit eftir
mínum tykki ikki kunnu
líta aftur á við stoltleika.
Men hetta hava flokk-
arnir nú lært av og allir
taka nú undir við tí poli-
tikki, sum Sjálvstýris-
flokkurin allatíðina hev-
ur trúð uppá og staðið
fyri: at fáa fólkasálina
við okkum og fyrst at
gjalda, síðani at valda.
Tá er mín vón, at før-
oyingar ikki taka sjálv-
stýri av haturi til ella
nationlum
undirluta-
kenslum yvirfyri Dan-
mark. Tá vit í Sjálv-
stýrisflokkinum
vilja
sjálvstýri, so er tað tí vit
meta, at hetta veruliga er
tað rætta fyri land og
fólk. Seinnu helvt av 20.
øld gjørdist føroyska
tjóðin av álvara ein
almannaklientur, og ein
slíkur ræður sum kunn-
ugt ikki fyri sínum egn-
um
viðurskiftum
og
kann heldur ikki gera
krav uppá tað.
Tí vilja sjálvstýris-
flokkarnir fáa føroysku
tjóðini
burturúr
ta
óvirðiligu støðu, sum
hon sum stuðulsmóttak-
ari er í og gera vinnu-
lívið og búskapin sjálv-
berandi, soleiðis at tað
ikki er føroyski og
danski
skattgjaldarin,
sum saman fíggja undir-
skotið
hjá
føroysku
vinnuni, men føroyska
vinnan,
sum
fíggjar
tørvin á samfelagsút-
byggingar.
Tað
eru
knúsandi
dugnaligir
føroyingar
bæði heima og alla-
staðni kring heimin og
tá vit noyðast, spíla vit
okkum út og noyðast
ikki at liggja nøkrum til
byrðu.
At gjalda fyri eitt væl-
ferðarsamfelag krevst
eitt sunt og sjálvberandi
vinnulív, har spardur
almennur stuðul m.a.
verður nýttur til ráðgev-
ing, gransking og menn-
ing - men við munandi
størri játtanum enn nú, tí
verandi støði tryggjar
okkum niðurrykking til
3. División - vinnuliga,
samfelagsliga og sosialt.
Setið bert kross við
mítt navn og við Sjálv-
stýrisflokkin, um tit
vilja, at veruligir batar
skulu henda á hesum
økjum.
Brúkið
høvdið
og
veljið við hjartanum!
Nógv orrusta hevur
verið um lýsing frá
Tjóðveldisflokkinum,
sum stóð í Sosialinum
í gjár. Team 85 hevur
gjørt lýsingina og
sent Sosialinum hana
– men Tjóðveldis-
flokkurin hevur ikki
góðkent hana
frammanundan
VALLÝSING
Eirikur Lindenskov
– Tjóðveldisflokkurin hev-
ur hvørki gjørt ella góðkent
hesa lýsing, sigur Høgni
Hoydal, formðaur Tjóð-
veldisfloksins um lýsing-
ina, sum stóð á síðu 3 í
Sosialinum í gjár.
Lýsingin er frá Tjóð-
veldisflokkinum, og boð-
skapurin í henni er, at
Lisbeth L. Petersen og
Jóannes Eidesgaard ikki
eru rættir føroyingar.
Lisbeth er »hálv donsk«
og Jóannes er »hálvur
føroyskur«, meðan Høgni
Hoydal er »rættur føroy-
ingur« – og so hevur hann
eisini ein »frælsan fugl«
flúgvandi uppi yvir sær,
meðan myndirnar av Lis-
beth og Jóannesi ávikavist
eru settar saman við Anders
Fogh Rasmussen og Poul
Nyrup Rasmussen.
Tað er lýsingafyritøkan,
Team 85, sum hevur gjørt
lýsingina og sent Sosial-
inum hana. Hendan lýs-
ingafyritøkan hevur gjørt
allar vallýsingarnar hjá
Tjóðveldisflokkinum – og
staðið fyri allari valher-
ferðini hjá flokkinum. Vit
hava spurt stjóran á Team
85, Johnny Gaard, hvussu
tað ber til, at tey lata frá sær
eina slíka lýsing.
– Talan er um eitt mistak,
sum vit eru ómetaliga kedd
av. Nú gera vit fleiri túsund
lýsingar um árið, og tær
verða ongantíð latnar, fyrr
enn kundin hevur góðkent
lýsingina frammanundan.
Hesaferð er tíverri tað
mistak hent, at kundin ikki
hevur góðkent lýsingina,
sigur Johnny Gaard.
Johnny Gaard veit ikki,
hvussu
mannagongdin
hevur verið millum Team
85 og Tjóðveldisflokkin,
ella um Tjóðveldisflokk-
urin hevur góðkent allar
hinar lýsingar, sum Team
85 hevur gjørt. Men tað er
sama starvsfólk, sum hevur
staðið fyri allar valherferð-
ini hjá Tjóðveldis-flokkin-
um.
Johnny Gaard sigur, at
hann nú fer at kanna,
hvussu hendan lýsingin er
vorðin til, og hví hon er
send Sosialinum, uttan at
kundin hevur góðkent hana
frammanundan.
– Út frá teirri staðfesting,
at
kundin
ikki
hevur
góðkent lýsingina, so taka
vit okkum fulla ábyrgd av
mistakinum. Men hví tað er
hent, veit eg ikki, og tað
skal eg hava greiðu á, sigur
Johnny Gaard.
Høgni Hoydal, formaður
Tjóðveldisfloksins sigur í
viðmerking, at flokkurin
vendir sær harðliga ímóti
innihaldinum í hesi lýsing-
ini.
Tjóðveldislýsing
uttan avsendara
Hetta er lýsingin, sum øll
orrustan hevur verið um:
Boðskapurin er, at Lisbeth er
»hálv donsk« og Jóannes er
»hálvur føroyskur«, meðan
Høgni Hoydal er »rættur
føroyingur«. Hóast
Tjóðveldisflokkurin ikki
hevur góðkent lýsingina, so
hevur lýsingafyritøkan, sum
hevur gjørt alla valherferðina
hjá Tjóðveldisflokkinum, sett
hana í Sosialin. Talan er um
eitt mistak, sigur
lýsingafyritøkan, sum tekur
sær fulla ábyrgd av
mistakinum
BARNABIOGRAFUR
Tíðindaskriv
Tað er ikki so ofta, at
foreldur kunnu taka børnini
við til handils, men hesa
vikuna er eitt gott høvi at
vitja húsið og hava børnini
við. Tí mikudagin 1. mei
lata vit nevnliga ein stóran
barnabiograf upp á Torgin-
um.
Vit seta upp stórskýggja,
har vit fara at sýna nýggjar
og spennandi barna- og
teknifilmar allan dagin.
Mikudagin til fríggjadagin
lata vit upp kl. 13.00 og
hava opið til handlarnir lata
aftur. Leygardagin er bio-
grafurin opin frá kl. 10.00-
17.00.
Tað er ikki hvør sum
helst, sum tekur sær av
børnunum hesar dagarnar.
Vit hava fingið Angelu,
sum flest øll børn í Føroy-
um kenna, at verða vertur.
Afturat sær hevur hon ein
lítlan hjálpara, sum m.a.
eisini dugir væl at ganda.
Tey bæði vera á Torginum
hvønn dag frá tá ið
biografurin letur upp og til
latið verður aftur á kvøldi.
Minst til: Eingin orsøk er
at skunda sær í SMS at hitta
Angelu og tey, tí tey eru har
allan dagin, heilt frá miku-
degnum til leygardagin.
Vit gleða okkum at síggja
tykkum!!! ……og bara eitt
afturat: Tiltakið er ókeypis,
sigur SMS í tíðindaskrivi.
Barnabiografur á Torginum í SMS:
– Angela er vertur
C
M
Y
K
13
12