Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. mai 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 81 - 1. mai 2002 15 Áhoyrarar streyma til konsertirnar og dansikvøldini saman við Heidi, og ikki so sjáldan er neyðugt at steingja hurðarnar, tí fultsett er TÓNLEIKUR Vilmund Jacobsen Kenda norska country- drotningin, Heidi Hauge, kemur til Føroya í juni. Tað eru Tvøroyrar Bóltfelag, TB, og Kaggin, sum skipa fyri. 7. juni verður dansur í Ítróttarhøllini í Trongis- vági, og 8. juni verður dansað í Ítróttarhøllini á Hálsi. Tríggjar ferðir gull Sagt verður um Heidi Hauge, at hon at kalla gjørdist kend eftir einari nátt sum norsk country- drotning. Hon er uppvaksin í norska býnum, Skien, har hon og maður hennara, kapelmeistarin, Bjørn A. Hauge, búgva og eru sera væl umtókt. Fyrsta fløgan hjá henni, Country Time, sum kom út í 2000, er seld í fleiri enn 25.000 eintøkum og selir framvegis. Sølan av næstu fløguni, Country Rose, sum kom í 2001, táttaði eisini í tey 25.000 eintøkini eftir bert tveimum mánaðum. Í juni 2001 kom Heidi aftur við einari fløgu, Country Girl, og hendan selir eisini sum heitt breyð – og ikki minni væl enn hinar báðar fyrru. Heidi hevur sostatt givið út tríggjar fløgur í 2000 og 2001, sum allar hava nátt hvør sínum gull-plássi. Áhoyrarar streyma til konsertirnar og dansikvøld- ini saman við Heidi, og ikki so sjáldan er neyðugt at steingja hurðarnar, tí fultsett er. Væl umtókt í Føroyum Absalon Vatnhamar, sum tekur sær av fyrireikingun- um fyri Kaggan, sigur, at Heidi er sera væl umtókt í Føroyum í løtuni, og tí vænta Kaggin og TB, at dansikvøldini, 7. juni á Tvøroyri og 8. juni í Havn, verða væl vitjað. – Hon er nógv at hoyra í Útvarpi Føroya og kanska ov nógv á Rás2, sigur Absalon. Hann veit annars at siga, at Heidi Hauge einaferð hevur vitjað í Danmark, og tá undirhelt hon fyri fullum húsi av fólki. Hetta er so fyrstu ferð, at norska countrydrotningin kemur til Føroya. Dansikvøld við Heidi Hauge Tíðindaskriv »Í hondum leirkerasmiðarins« er slagorðið fyri aðalfundin hjá Bláa Krossi Føroya í ár, sum verður hildin komandi vikuskifti 4.-5. mai í missiónshúsinum í Leirvík. Í sambandi við aðalfundin verður skipað fyri nógvum áhugaverdum og spennandi tiltøkum, bæði fyri ung og eldri og Blái Krossur leggur dent á, at øll tiltøkini eru almenn, so øll eru hjartaliga vælko-min, bæði blákrosslimir og ikki blákrosslimir. Spennandi ungdómsmøti Tiltøkini í sambandi við aðalfundin byrja leygarmorg- unin kl. 11.00 við bíbliutíma, har Thomas Dam fer at tosað um evnið: Hevur leirkerasmið- urin vald á leirinum? Eftir døgurða kl. 14.00 verður sjálvur aðalfundurin, har skráin verður smb. viðtøkum felagsins. Kl. 16.00 verður fundur og orðaskifti um arbeiði í teimum staðbundnu blákrossfeløgunum kring landið og kl. 20.00 leygar- kvøldið skipar BKU fyri spennandi ungdómsmøti undir heitinum: Í húsum leir- kerasmiðarins. Á skránni verður m.a. andakt, sangur, lovsangsbólkur, kór, filmur, upplestur, frágreiðing og ein leikur. Blái Krossur 125 ár Sunnumorgunin kl. 11.00 verður gudstænasta við altar- gongd í Leirvíkar kirkju, har Sverri Steinhólm prestur prædikar. Kl. 14.30 verður familjumøti, sum BKU skipar fyri og har barnakór luttekur. Kl. 16.30 verður skipað fyri kunning um Altjóða Bláa Kross í smb. við, at felags- skapurin seinni í ár fer at há- tíðarhalda sín 125 ára føð- ingardag. Hugnalig samvera Tiltøkini í sambandi við aðal- fundin í Leirvík enda sunnu- kvøldið kl. 19.00 við hugna- ligari samveru, har skráin er bæði fjølbroytt og spennandi: Torleif Johannesen talar um evnið: Í hondum leirkerasmið- arin. Stutt kut um fjølbroytta virksemið hjá Bláa Krossi verða framløgd. Fyrrverandi misnýtari sigur frá lívi sínum. Eisini koma kór og sangbólkur at luttaka og landsnevndar-for- maðurin, Sverri Steinhólm endar. Máltíðir og barnaansing Neyðugt er at tekna seg á Blá- krossskrivstovuni tlf. 44 93 43 um ein ynskir døgurða ella nátturða. Um fólk ynskja tað, er eisini møguleiki at fáa innivist hjá privatfólki. Meðan tiltøk eru fyri vaksin, verður skipað fyri barnaansing við ymiskum virksemi, undirvís- ing, ítrivi o.ø. Spennandi blákrossvikuskifti í Leirvík! KÓR Tíðindaskriv Nakað fyri seinastu jól savnaðust fólk í Bø at vita, um tað mundi bera til at fáa í lag eitt kór at syngja jólasálmar í kirkjuni sunnu- dagin millum jól og nýggj- ár. Tiltakið var so væleydn- að, at fólk fingu hug at hitt- ast aftur nakrar ferðir til framhaldandi kórsang. Og nú í morgin, dýrabiðidag, bjóðar kórið til konsert í Bíggjar Kirkju kl.17.00, sum verður endurtikin í Sandavágs Kirkju um kvøldið, kl. 20.00. Á skránni eru sálmar, føðilandssangir og vár- sangir, nakrir norður- lendskir kórsangir og onkur altjóða kirkjukórsatsur frá eldri tíð. Bíggjarkórið konsert í Bø og í Sandavági dýrabiðidag 15 14 Nr. 81 - 1. mai 2002 UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Fiskarok Danska stjórnin er í øðini um, at ES-nevn- din hevur vrakað eitt uppskot um ein nýggj- an ES-fiskivinnupolit- ikk. Uppskotið skuldi leggjast fram í dag, men tað eydnaðist teimum suðurevrope- isku londunum við Spania á odda at forða tí. Danski matvøru- málaráðharrin, Mari- anne Fischer Boel, sum umsitur fiskivinnumál, er í øðini um avgerðina, tí hon vil vera við, at ES-nevndin hevur slak- að fyri einum órímilig- um sponskum trýsti. Danmark hevur tí við stuðuli frá Svøríki, Bretlandi, Hollandi og Týsklandi kravt, at málið verður tikið framaftur. Marianne Fischer Boel segði mánadagin, at nevndin hevur svikið og tað í ólukkumát. Hon helt mistakið hjá nevndini vera so álvarssamt, at vil nevndin ikki broyta støðu, eigur hon at fara frá. Uppskotið til ein nýggjan fiskivinnupoli- tikk ber m. a. í sær, at umleið helmingurin av fiskiførunum í ES skulu høggjast upp. Hetta hevði serliga rakt Spania meint, og tí er spanska stjórnin ímóti. Uppskotið sigur eisini, at ES skal skerja stuð- ulin til fiskivinnuna, samstundis sum tað set- ir mark fyri, hvussu nógv tey einstøku lima- londini kunnu fiska. Heldur ikki hetta vil Spania góðtaka. Lond- ini í Norðurevropa siga hinvegin, at skerjingin er neyðug fyri at bjarga fiskastovnunum og har- við fiskivinnuni sum heild. Stálstríð harðnar Stálstríðið millum USA og ES er harðnað sein- astu dagarnar, men samstundis hevur tað víst seg, at semjan mill- um ES londini um at seta hart ímóti hørðum ímóti USA er ikki so sterk, sum hon hevur verið. Tað er svenska stjórnin, sum hevur hug at draga í land. Svenski handilsmálaráðharrin segði í gjár, at stjórnin ber ótta fyri, at stál- stríðið kann enda sum eitt veruligt handils- stríð, og tí hevur Svø- ríki ongan áhuga í, segði hann. Úr Norðurlondum: Einki verkfall Spenningurin var sera stórur, tá danska sem- ingskvinnan Matte Christensen klokkan níggju gjáramorgunin skuldi almannakunn- gera, hvussu tey 650.000 starvsfólkini hjá kommunum og amtum høvdu atkvøtt um semingsuppskotið, sum hon legði fyri part- arnar herfyri. Framm- anundan var greitt, at tað fór at enda ógvuliga javnt, og úrslitið vísti eisini, at 51,9 prosent høvdu atkvøtt fyri sem- ingsuppskotinum, með- an 48,1 prosent høvdu atkvøtt ímóti. Serliga lærarar og sjúkrasystrar vóru ímóti semingsuppskot- inum, meðan flestu skrivstovufólkini tóku undir við tí. Tann nýggi sáttmálin gevur starvs- fólkunum hjá kommun- um og amtum 5,5 pros- ent meiri í løn og tveir eyka frídagar um árið. Roykibann Norski heilsumálaráð- harrin Dagfinn Høy- bråten hevur boðað frá, at hann fer at leggja fram eitt lógaruppskot, sum skal seta fólki bann fyri at roykja inni á matstovum. Samstun- dis hevur ráðharrin gjørt greitt, at tað kem- ur ikki upp á tal at geva undantaksloyvi frá roykibanninum. Dag- finn Høybråten sigur, at bannið skal verja teir matstovugestirnar, sum ikki roykja. Sambært hagtølum doyggja mill- um 300 og 500 norð- menn um árið av tí, sum verður rópt passiv royking. Einki gass Ein umfatandi norsk ætlan um at selja Pólandi gass er eftir øllum at døma løgd á hyllina. Í heyst fekk Póland nýggja stjórn, og hon hevur ikki víst seg at hava sama áhuga fyri norska gassinum sum tann undanfarna stjórnin. Norðmenn ætlaðu at leggja eina rørleiðing til Pólands, og at fimm mia. rúm- metrar av gassi skuldu fara ígjøgnum leiðing- ina um árið. Framgongdin hjá tí víðgongda høgra- manninum Jean- Marie Le Pen í Frak- landi órógvar leið- andi bretskar politik- arar, sum ávara ímóti at lata franska høgra- rákið koma yvir um Ermasund BRETLAND Árni Joensen Teir fyrstu dagarnar aftan á fyrra umfarið í franska forsetavalinum vildi bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, ikki gera nakrar við- merkingar til ta stóru fram- gongdina hjá Front Natio- nal og Jean-Marie Le Pen. Grundgeving hansara var, at tað vóru fransmenn, sum vóru á vali, og at fronsku veljararnir áttu avgerðina. Men nú hevur Blair kortini valt at lata munnin upp. Í morgin eru lokalval ymsastaðni í Bretlandi, og í fjølmiðlunum hevur Blair ávarað fólk ímóti at velja valevni, sum eru uttast á bretska høgravonginum, og sum hava sjónarmið, ið líkjast teimum hjá Le Pen. Politiskir eygleiðarar í London siga, at júst teir víðgongdu hava góðar møguleikar á bretska lokal- valinum. Hetta kemst av, at valluttøkan vanliga er ógvuliga lítil ella umleið 25 prosent, og tí kunnu teir víðgongdu sum eitt nú flokkurin British National Party fáa lutfalsliga stóra undirtøku. Bretsku politikararnir hava eisini orsøk til at stúra. Ein meiningakann- ing, sum varð almanna- kunngjørd nú um dagarnar, vísti, at 66 prosent av teim- um spurdu eru misnøgd við tann politikk, sum stjórnin hevur rikið í spurninginum um tey fremmandu og inn- flytarar. British National Party stillar upp í 68 valdømum í morgin, og hildið verður, at flokkurin fer at fáa stóra undirtøku í teimum fátæku býunum í útnyrðingspartin- um av Onglandi so sum Oldham, Burnley og Brad- ford. Í hesum býunum búgva tey, sum eru av asiat- iskum uppruna, í egnum býlingum, og viðurskiftini millum tey og onglending- arnar í býunum eru ógvu- liga spent. Tað var júst í hesum býunum, at harðir samanbrestir vóru í fjør millum onglendingar og asiatar, og sagt verður, at British National Party hevði ein virknan lut í ófriðinum. Í einari røðu mánadagin ávaraði Tony Blair fólk ímóti at atkvøða fyri Bri- tish National Party. Hann segði, at vildu tey ikki at- kvøða fyri hansara egna flokki Labour, áttu tey at atkvøða fyri teimum libe- ralu ella teimum konserva- tivu. Bara ikki BNP. Valið í morgin fer at vísa, at veljararnir lurta eftir ávaring hansara og ávaring- ini úr Fraklandi. Eitt flogfar hjá amer- ikanska flogfelagnum US Airways fekk boð um at venda aftur, tí trý av ferðafólkunum líktust arabarum og høvdu bert keypt ein- vegis ferðaseðil, sum tey høvdu goldið í hondina USA Árni Joensen Flogfarið hjá US Airways var á veg úr Philadelphia til Orlando í Florida, tá em- bætismenn hjá samveldis- løgregluni FBI vórðu kunn- aðir um tey trý ferðafólkini og ferðaseðlakeyp teirra. FBI gav alt fyri eitt flog- skiparanum boð um at venda aftur, og tá flogfarið við teimum 134 ferðafólk- unum lendi aftur í Phila- delphia, fóru løgreglumenn umborð eftir teimum trim- um ferðafólkunum. Sam- stundis leitaðu servandir bumbuhundar eftir spreingievnum umborð á flogfarinum. Talskvinnan hjá FBI, Linda Vizi, sigur, at mynd- ugleikarnir bóru ótta fyri, at tey trý ferðafólkini kundu hava ætlanir um eina yvirgangsatsókn, og at flogfarið tí fekk boð um at venda aftur. Tey trý ferða- fólkini, tríggir menn, vórðu avhoyrd og síðani latin leys. Aðrar amerikanskar keldur vistu mánadagin at siga frá, at tvey onnur amerikansk ferðamanna- flogfør fingu boð um at venda aftur sunnudagin. FBI vil ikki gera nakrar viðmerkingar til tey tíð- indini. Blair ávarar ímóti høgra- ráki í Bretlandi FBI bar ótta fyri yvirgangi umborð á flogfari Myndir sum hendan frá mótmælandi fransmonnum hava elvt til ótta millum bretskar politikarar C M Y K 14