mikudagur 1. mai 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 81 - 1. mai 2002
Nr. 81 - 1. mai 2002
17
Elin Heinesen
Føroyahúsið í Keypmanna-
havn hevði flaggdagshald
hóskvøldið, 25. apríl 2002,
har Elin Heinesen varð bið-
in at halda røðuna. Elin
Heinesen er ritstjóri í
danska almannagagnliga
felagnum, Komiteen for
Sundhedsoplysning, sum
gevur út bøkur, bóklingar
og bløð um heilsumál, og
so er hon eisini ritstjóri á
fleiri heimasíðum, m.a.
www.fo-dk.dk, sum við-
gerð viðurskiftini millum
Føroyar
og
Danmark.
Hennara áhugi í hesum
spurningi speglast aftur í
røðuni, har hon – nú valið
stundar– roynir at hyggja at
aðalspurningunum oman-
ífrá og venda teimum á
høvdið fyri at koma inn til
beinið: Hvat er at velja
ímillum?:
Ørkymlandi hugtøk
Í dag hevur Merkið verið
vundið á stong manga
staðni – í Føroyum og
kanska eisini hjá onkrum
her niðri. Føroyska flaggið
fekk heitið Merkið, tí
flaggið er merki um tjóð-
skap føroyinga í umheimin-
um eitt tjóðskaparmerkið.
So tá vit í dag heiðra Merk-
ið, heiðra vit eisini tjóðskap
okkara. Tí er tað nærliggj-
andi ein slíkan dag sum í
dag at hugsa eitt sindur
nærri um føroyska tjóð-
skapin. Ikki minst nú føroy-
ingar bert um fáar dagar
fara á løgtingsval eitt val,
sum fer at hava avgerandi
týdning eisini fyri tjóð-
skaparspurningin.
Tað stendur fast, at tá val
er í hondum, tekur spurn-
ingurin seg um loysing ella
samband upp. Aftur leika
tey í um henda æviga spur-
ningin í valstríðnum í Før-
oyum, og sum føroyingum
vant verður ikki søkt móti
miðjuni, har roynt verður at
byggja brýr um gjáir. Nei,
hvør parturin lamenterar
um hin partin og søkir sær
soleiðis longur og longur út
á hvør sína rás, har ógjør-
ligt er at røkka hvørjum
øðrum. Einasta sum kann
sláast fast er, at ósemjan
ræður sum vant. Og so eru
vit líka vítt har sum vit
altíð hava verið.
Men hví er hetta so? Eftir
mínari meting eru tað mill-
um annað hugtøkini loys-
ing og samband og tvíbýt-
ingin millum teirra, sum
forbrongla alt, tí tey fáa
fólk til at býta seg upp fyri
ella ímóti og til at síggja
nakað heilt annað fyri sær
enn tað, sum tað veruliga
snýr seg um. Verða hugtøk-
ini gjølliga greinað sundur,
gerst tað greitt, at tað er
púra burturvið at tosa um
loysing
mótvegis
sam-
bandi. Sum um ein gjørdist
leysur av øllum og misti alt
samband við umheimin (og
veruleikan?), um t.d. loys-
ing varð vald framum sam-
band!? So einfalt er tað
sjálvandi ikki. Tað er tí av
stórum týdningi at royna at
gera seg leysan av slíkum
ørkymlandi og misvísandi
hugtøkum, sum seta seg í
vegin fyri at vit kunnu
síggja klárt. Hví ikki kalla
ein spaka fyri ein spaka,
sum danir plaga at taka til?
Kunnu føroyingar liva við
at vera hálv-danir?
Valið snýr seg ikki um ein-
vegis samband í merking-
ini at binda saman bond –
ella einvegis loysing í
merkingini at loysa øll
bond og kvetta alt sam-
band. Nei, tað snýr seg um
at velja sjálvræði ella ikki
at velja ímillum at arbeiða
fyri fullum sjálvsavgerðar-
rætti (demokratii) fyri før-
oyingar í Føroyum, ella hin
vegin at staðfesta, um danir
enn skulu hava rætt at
leggja seg út í føroysk við-
urskifti. Tað er hetta, sum
er aðalspurningurin. At
loysa eitt sindur her og
binda eitt sindur har á ein
annan hátt enn í dag, og
harvið vinna føroyingum
nøkur rættindi og nakrar
møguleikar, teir ikki hava í
dag.
Spurningurin er, um tað
ber til at fáa fult sjálvræði
innanfyri ríkisfelagsskapin.
Ber tað til at halda uppá
nøkur serlig tjóðskapar-
rættindi fyri føroyingar
innanfyri ríkisfelagsskap-
in? Annað enn bara tað
reint mentanarliga?
Og so snýr tað seg eisini
um virðing – virðingina frá
útheiminum mótvegis før-
oyingum og so føroying-
anna egnu sjálvsvirðing,
sum er nær tengd at tí fyrra.
Ynskja føroyingar at verða
viðurkendir sum egið fólk í
umheiminum? Ella ynskja
teir framvegis at verða eitt
slag av hálv-dønum í eyg-
unum á øllum øðrum uttan
sær sjálvum? Kunnu føroy-
ingar framhaldandi liva í
hesi skizofreniini?
Loysing eitt
mótafyribrygdi?
Ein hevur so ofta í hesum
valstríði hoyrt, at ynski um
eitt sjálvstøðugt Føroyar,
(sum summi rópa loysing),
verður skýrt sum eitt stokk-
ut mótafyribrigdi. Men at
kalla hetta so, er veruliga at
lata eyguni aftur. Tí hetta er
ein spurningur, sum søgu-
liga sæð heilt náttúrligt er
vorðin meira og meira
átroðkandi, jú fleiri máls-
øki føroyingar hava yvirtik-
ið undir heimastýrislógini.
Núverandi viðurskiftini
millum Danmark og Føroy-
ar kunnu kortini undir ong-
um umstøðum varðveitast
sum tey eru í allar ævir, tí
verðin broytist jú alla tíð-
ina. Men um fullveldið er
loysnin beint nú og her, veit
eg ikki.
Eg veit bara, at tað er líka
so náttúrligt, at danir fara
ikki at finna seg í at missa
meira og meira vald, jú
fleiri málsøki føroyingar
yvirtaka, og samstundis
enn gjalda hundraðtals
milliónir til føroyingar um
árið, uttan eisini at krevja
nakað afturfyri tvs. rættin
til at taka avgerðir um
føroyskt øki føroyinganna
vegna.
Men vilja føroyingar
finna seg í at vera tiknir
soleiðis av ræði? Nei, ov
nógv spreingievni liggur í
hesi skipan, til at hon kann
halda á, sum er. Vit kunnu
ikki blása og hava mjøl í
munninum í senn. So vit
eru noydd at finna eina
meira eintýdda loysn, enn
ta vit hava í løtuni. Men
hvør skal tann loysnin
vera?
Føroyar
gjørdar
til
skammar
Søgan hevur prógvað, at
ríkisfelagsskapsskipanin í
núverandi
líki
skapar
ónøgd, ørkymlan og ósemj-
ur landanna millum um
hvørja ábyrgd, hvønn rætt
og hvørjar skyldur, hvørt
landið hevur innan henda
felagsskap.
Danskir fjølmiðlar hava
ferð eftir ferð tey nógvu
seinastu árini ofta við røtt-
um eftir mínari meting –
skýrt føroyingar at vera
nassarar, av tí at føroyingar
ein vegin ynskja fullveldi
(ella eitt serstakliga víðkað
sjálvstýri), men hin vegin
vilja teir – at síggja til –
ikki sjálvir ofra nakað eyka
fyri hetta sjálvræðið. Danir
skulu bara halda á at gjalda
føroyingum studning og
fíggja sjálvræðisgildið...!
Eftir mínari meting er
føroyska tjóðin gjørd til
skammar, bæði av sam-
bandsfólki, sum so nasa-
djørv í fullum álvara tví-
halda um, at føroyingar
eiga sjálvsagdan rætt til
danskan studning og so av
fullveldisviðhaldsfólkum,
sum ein vegin leggja fram
meira og meira víðgongdar
paranoidar samansvørjing-
arteoriir um ónda imperiið
Danmark, og hin vegin
kanska fyri at gera fullveld-
ið meira etiligt fyri tey, sum
ikki tora at sleppa sam-
bandinum? í fyrstani í
hvussu so er kravdu eina
langa skiftistíð, har danir
skuldu vera við til at gjalda
fyri, at føroyingar fingu
fullveldi! Hvussu rímiligt
hetta enn kann tykjast nøkr-
um føroyingum, kunnu
danir ikki sannførast um
tað rímiliga í tí.
Hetta er eyðmýkjandi at
vera vitni til serliga sum
føroyingur í Danmark – og
sjálvandi heilt óhaldbarar
loysnir. Líka so óhaldbarar
og eyðmýkjandi sum ríkis-
felagsskapurin í sær sjálv-
um í núverandi líki.
Danir hava evsta valdið í
ríkinum
Hesari eyðmýkjandi støð-
uni mugu føroyingar sjálv-
andi royna at berja seg
burturúr aftur! Millum ann-
að við at síggja nakrar
grundarleggjandi
sann-
royndir í eyguni, sum
summir føroyingar tykjast
hava sera ilt við at viður-
kenna. M.a. tann sann-
royndin, at ríkisfelagsskap-
urin ikki er nakar felags-
skapur av javnmettum tjóð-
um, men nettup bara eitt
ríki við einari statsmakt tí
donsku sum nágið loyvir
tveimum pørtum av ríkin-
um at hava partvíst sjálv-
stýri, men sum rættuligt
hevur tann suverena av-
gerðarrættin yvir øllum rík-
inum ífylgi grundlógini
harímillum eisini Grøn-
landi og Føroyum.
Kortini hava føroyingar
t.d. ongantíð verið – og fara
ongantíð at vera viðurkend-
ir sum javntsettir við danir
um teir blíva við at kalla
seg
sjálvar
føroyingar.
Kanska eru vit danir á
pappírinum í summum
førum, men aldrin í eygun-
um á dønum. Vit hava altíð
verið nakað annað nakað
serligt men ongantíð ein
teirra. Og tað er skiljandi, tí
vit eru jú heldur ikki danir.
Gera føroyingar nakað gott
okkurt bragd ella annað at
vera erpin av, ja, so eru
eingin smøl støð so eru vit
danir, men líka so skjótt vit
ikki uppføra okkum í trá
við tað, danir kunnu sam-
tykkja við, eru vit knapp-
liga ikki danir longur, men
forkelaðir,
tvørligir,
strævnir føroyingar. Er
hetta ein ynskilig støða at
vera í?
Ein onnur sannroynd er,
at tað er ein misskiljing, at
um føroyingar vilja hava
fult sjálvræði, mugu teir
eisini kvetta øll bond við
Danmark! At klára seg
sjálvan er ikki tað sama
sum at klára seg uttan onn-
ur. Einki land heldur ikki
Føroyar (ella Danmark fyri
tí!) kann klára seg uttan
tætt samstarv við onnur
lond.
Men skulu føroyingar
hava rætt til at samráðast
við aðrar tjóðir egna vegna
og rætt til at luttaka í al-
tjóða samstarvi t.d. í norð-
urlendskum høpi ella í EU,
mugu Føroyar viðurkennast
sum tjóð og javnsetast við
aðrar tjóðir á altjóða stigi.
Tað gerst ikki uttan, at før-
oyingar taka fult vald í
Føroyum.
Tað er ein sannroynd, at
Føroyar eru smáar og fara
altíð at vera bundnar av
góðum altjóða avtalum og
samráðingum, men tað er
ikki bara ríkisfelagsskapur-
in, sum tryggjar føroying-
um góðar avtalur. Kanska
nettup ikki, tí tað er ikki
altíð at danir og føroyingar
hava júst somu áhugamál.
Tað er tí ikki nøkur sjálv-
fylgja, at danir altíð tala
føroyinganna søk, tá teir
føra orðið føroyinganna
vegna ymsa staðni.
Skilabest at taka fulla
ábyrgd, men hvat við rík-
isborgararættindunum?
Er tað skilabesta tí ikki
undir øllum umstøðum at
føroyingar
taka
fulla
ábyrgd av sær sjálvum og
gjalda fyri seg sjálvar fyri
egin mál og egna nýtslu –
og harvið vinna rættin til
sjálvræði, rættin til at vera
egin tjóð og harvið eisini
rættin til at tala egnu søk í
altjóða samanhangi. Til-
feingi hava føroyingar jú
ríkiligt av til at klára seg og
so væl eisini – serliga nú
olja er funnin í Føroyum!
Føroyingar eru best útbún-
að fólk í heiminum við
nógv hægri livifóti enn so
nógvar aðrar tjóðir, vit
sammeta Føroyar við.
Men hvat við teimum
rættindum vit hava nú sum
danskir
ríkisborgarar?
spyrja summi so stúrin. Ja,
vit missa nøkur fá rættindi,
men ikki rættindi, sum vit
ikki kunnu endurskapa ella
tryggja
á
annan
hátt.
Jamen, hvat við teimum
bondum vit hava í dag til
familju í báðum londum?
Hvat
við
mentanarligu
bondunum? Og handilsliga
sambandinum? Spyrja tey
aftur. Eg má spyrja aftur-
ímóti, hví í allari víðu verð
skuldu tey bondini blivið
kvett, bara tí føroyingar fáa
sjálvræði? Tað er jú ikki so,
at telefonsambandið verður
avkvett! Ella at flogførini
halda uppat at flúgva mill-
um Danmarkar og Føroya.
Stundin komin at taka tjóðskaparmerkið í álvara
Framhald á síðu 17
Men tey stúra meir og
spyrja: Hvat við teimum
sjúku og gomlu? Eg haldi
ikki føroyingar eiga at taka
danska heilsuverkið fram
sum nakra fyrimynd, tá tað
snýr seg um at taka sær av
sjúkum og gomlum! Les
donsk bløð, so veist tú hví.
Danir liva eisini í miðal 10
ár minni enn føroyingar í
Føroyum bæði kvinnur og
menn.
Eg rokni ikki við at
føroyingar
hava
minni
ábyrgdarkenslu fyri sínum
sjúku og gomlu, enn danir
hava, so eg dugi ikki at
síggja hví ikki føroyskir
politikkarar í framtíðini,
um so var at Føroyar
gjørdust sjálvstøðug tjóð,
ikki eisini tá skuldu haft tey
sjúku og gomlu høgt á
prioriteringslistanum. Tað
er ov grunt, um hetta skal
vera einasta próvgrundin til
at tvíhalda um ríkisfelags-
skapin. Vit hava ríkiligt
ressursurnar til framhald-
andi at gjalda fyri tað
sjúkuviðgerð, vit ikki sjálvi
kunnu bjóða heima.
Kunnu vit anda uttan
respirator?
Sjálvandi snýr tað seg eis-
ini um at skapa eitt dygdar-
gott berandi fíggjarligt
grundarlag fyri sosialu væl-
ferðini í Føroyum – og tað
eri eg sannførd um, at grun-
darlag er fyri í Føroyum,
um føroyingar bara umsita
tilfeingið bæði náttúruna
og fólksins førleikar –
skilagott og við skynsemi.
Serliga um føroyingar fáa
rættin at gera millumtjóða
avtalur m.a. við Danmark,
hini Norðanlondini og EU
um tey øki, har føroyingar
standa knapt so sterkir t.d.
tá tað snýr seg um víðari
útbúgving og tann meira
spesialiseraða partin av
heilsuverkinum. Tað er jú
ikki so, at føroyingar ikki
hava nakað at bjóða aftur-
ímóti. Føroyingar kunnu jú
hin vegin selja teirra egnu
spesialisering í fyrsta um-
fari teirra djúptgangandi
praktiska, tøknifrøðiliga og
vísindaliga kunnleika til
havið og fiskin t.d. Her
kunnu góðir býtishandlar
uttan iva gerast.
Men tað er serstakliga
torført at blíva tikin í álv-
ara, tá ein ikki hevur fulla
ábyrgd av sær sjálvum. Og
tað er serstakliga torført at
arbeiða við føroyska bú-
skapinum á einum verulig-
um grundarlag at anda
sjálvi uttan respirator so at
siga – so leingi føroyski bú-
skapurin heldur á at fáa
kunstigan andadrátt ígjøgn-
um danska blokkstuðulin.
Og tað ger tað ikki minni
torført at krevja meir og
meir sjálvræði, so leingi
danir hava møguleikan til
sum endurgjald fyri blokk-
stuðulin at krevja evsta av-
gerðarrættin yvir føroysk-
um øki. Henda rættin
kunnu danir nær sum helst
hevda ífylgi grundlógini,
líka mikið hvørjar avtalur
teir annars hava við føroy-
ingar.
Her mugu føroyingar fyrr
ella seinni velja: Vilja teir
hava avgerðarrættin yvir
sær sjálvum fult og heilt og
missa blokkstuðulin og
donsku ríkisborgararætt-
indini? Ella vilja teir varð-
veita
blokkstuðulin
og
afturfyri finna seg í at yvir-
láta suverenitetin yvir før-
oyskum øki til danir? Finst
nakar triðji vegur?
Bert spurningur um tíð
Líka mikið um okkum
dámar tað ella ikki, er
gongdin, at føroyingar fáa
meira og meira sjálvstýri.
Við sjálvstýrinum kemur
eisini kravið um, at føroy-
ingar sjálvir gjalda fyri tey
málsøki teir yvirtaka og
harvið gerst tankin um at
taka fulla ábyrgd, tvs. stigið
móti fullum veldi, so eisini
meira og meira nærliggj-
andi heilt av sær sjálvum.
Serliga nú, tá oljan fer at
gera Føroyar fíggjarliga
enn meira sjálvberandi og
harvið eisini fíggjarliga
meira óheft av Danmark.
Hvat forðar so føroying-
um í at taka stigið, annað
enn egið – eftir mínari met-
ing – grundarleyst mátt-
loysi? Alternativið er jú –
um vit skulu hava eintýddar
loysnir væl at merkja – at
Føroyar venda aftur til at
gerast eitt danskt amt, og at
allar avgerðir aftur verða
yvirlatnar til eina danska
stjórn og eitt danskt fólka-
ting, harav teir fægstu lim-
irnir hava traðkað sín fót á
føroyska jørð! Er tað hetta,
føroyingar heldur vilja?
Nei, tí fái eg meg neyvan
at trúgva. Líkamikið um vit
lata eyguni upp ella aftur,
so er gongdin, at Føroyar
og Danmark undir øllum
umstøðum mugu sleppa
ríkisfelagskapinum í tí líki,
sum hann hevur í dag. Tað
er bert ein spurningur um
tíð – og um á hvønn hátt.
Kvettið bara tey óhepnu
bondini ikki tey góðu
Sjálv haldi eg avgjørt ikki,
at Føroyar eiga at kvetta øll
bond til Danmarkar. Eg
búgvi sjálv í Danmark, og
fari helst at vera búgvandi
mong ár aftrat, tí eg havi
bundið meg til danska fam-
ilju, so eg hevði persónliga
ligið undir tí, um Føroyar
og Danmark kvettu sam-
bandið. Tað haldi eg nú ikki
fer at henda, óansæð hvat
úrslitið verður av løgtings-
valinum, tí tað ber jú í veru-
leikanum ikki til. Har eru
ov nógv bond millum fam-
iljur, handilsliga og ment-
anarliga sum binda okkum
saman. Og soleiðis haldi eg
eisini tað framhaldandi eig-
ur at vera, tí tað er eftir
mínari meting best fyri
allar partar at varðveita øll
tey góðu bondini millum
londini.
Men skulu vit endiliga
varðveita bondini innanfyri
núverandi ríkisfelagskap?
Tað eru ikki øll bond, sum
eru líka góð. Tey bond, sum
skerja frælsi hjá føroying-
um og forða teimum í at
menna eitt fult demokrat-
iskt samfelag – tey bond,
sum forða fyri viðurkenn-
ingini av føroysku tjóðini
og tjóðskapi føroyinga, so-
leiðis at føroyingar ikki
kunnu møta øðrum tjóðum
sum javnbjóðis partar, ja,
tey bondini meti eg at vera
sera óheppin. Hesi bondini
eiga føroyingar tí at arbeiða
fyri at loysa seg úr.
Vónandi fer valúrslitið
ikki at vera eitt bakkast fyri
hesum arbeiðnum. Er stun-
din ikki komin, nú føroyska
flaggið hevur veittrað í 83
ár, at vit í felag øll sum ein
taka hetta tjóðskaparmerk-
ið okkara í fullum álvara?
Við hesum orðum fari eg
at ynskja tykkum øllum eitt
gott flaggdagshald!
Tá Listastevna Føroya á
øðrum sinni verður sett í
Norðurlandahúsinum
leygardagin hin 3. aug-
ust 2002, verður sjøtul
settur á sekstan spenn-
andi dagar við hópin av
prísvinnarum.
Ernst Sondum Dals-
garð, ið sunnudagin varð
heiðraður,
tá
ársins
Reumert
Virðislønir
vórðu latnar, fer á setan-
ini at frumframføra nýtt
verk, sum tónaskaldið
Tróndur Bogasson hevur
skrivað. Stevnudagarnar
fer Ernst Sondum Dals-
garð eisini at luttaka í
stórfingnari operakon-
sert, har m.a. Nina Pav-
lovsky eisini verður við.
Fyrsta
Listastevnu-
kvøldið verður eisini
rokk konsert í Ítróttar-
høllini í Havn við Týr og
Runrig. Bólkurin Týr
vann í vár donsku Melo-
dy Maker-virðislønina
og forsangarin í skotska
bólkinum Runrig, Bruce
Guthro,
sum
er
úr
Kanada, er har í landin-
um kosin besti sangari,
við bestu fløguútgávu í
egnum nvani og sum
partur av besta bólki í
2002.
Listastevnudagarnar
fær
rithøvundurin
Jóanes Nielsen handaða
norðurlendsku dramat-
ikaravirðislønina, eins
og leikur hansara, sum
vinnandi
handritið
byggir á, »Eitur nakað
land Week-end?« verður
framførdur.
Danski saksofonleik-
arin Anders Banke, sum
á Listastevnuni fer at
spæla saman við bras-
ilska Egberto Gismonti,
er kosin ársins nýggja
jazznavn.
Hetta í sambandi við
Danish Music Awards
2002
og
útgávuna
»Doctor Structure«.
Sama dag, sum Lista-
stevna Føroya verður
sett, verður eisini avdúk-
að, hvør vinnur í kapp-
ingini um besta handrit-
ið til útvarpsleik. Vinn-
andi leikurin verður
sendur í Útvarpinum
sama kvøld.
Allar sekstan Lista-
stevnudagarnar í august
verður eitt ríkt úrval av
virðisløntum barna- og
vaksnamannafilmum
sýndir í Havnar Bio.
Teirra millum er franski
filmurin »Amelie frá
Montmartre«.
Hví eiga Föringar so
langt eftir enn til meiri
sjálvræði?
Tað er dirvið, ið trýtur,
tað er tað fyrsta. Ríman
um
kellingina,
sum
»saðlaði
sín
gumpingrá«, passar her
væl, altíð var tað onkur,
sum
teir
ið
skrifta
skuldi, ikki tordi fyri. So
eisini her. Summir tora
ikki
fyri
skyldfólki
sínum, aðrir vænta ein
ellar annar yvirmaður
verður
teimum
á
nakkanum, gera teir
nakað, og uppaftur aðrir
vænta at doyggja í raki,
um teir lata munnin í
tvey.
Hvat
mundu
teir
gomlu sagt um okkum
sógu teir Föringar nú:
»Tit eru í uppisetri sum
gamlar
landbukkur«,
soleiðis hövdu teir tikið
til. Ikki fyri tað, vit duga
betri bæði at draga torsk
og turka torsk enn teir
gjördi, og vit duga væl
eisini betur enn teir bæði
at sigla og rógva, men
tað dirvi sum gjördi
mannin
til
mannm,
fríðan og sjálvbjargnan
har hann stóð, hvar er
tað?
Vit
síggja
okkara
bestu menn kanske eina
lötu í ungum árum gera
eitt glepps ella tvey, so
fara teir at himprast og
áðrenn nakar veit av, er
tonnin læst, hys, hys, lat
tað endiliga ikki hoyrast,
at Föringar vilja hava
nakað ræðið, sum annað
vaksið fólk, lat okkum
bara vera börn, sum vit
altíð hava verið.
»Börn
gera
barns
gerningar«, hvat er tað
annað nógv av tí, vit
síggja
avrikið
hjá
okkum nú á dögum.
Onkur stórur maður
finnur okkum upp eitt
»leika« at spæla okkum
við, og vit leggja doyðin
á at gera so mikið út av
hesum leikanum, sum
möguligt, bara tí hesin
sami stóru maður segði,
at tað var gott hjá
okkum, ella vit fara sum
börn at biða »mammi«
geva
okkum
ein
sukurmola, bara ein so
ela, ela pinkulítlan, vit
skulu vera so góð, so
góð aftur fyri og tað skal
vera leingi áðrenn vit
biða aftur.
Tann, sum kundi ripa
nevan so í borðið, at
hann gjördi »kvökk« í
barnaflokkin
–
so
Íkast til politiska
orðaskiftið
Prísvinnarar á
Listastevnu
C
M
Y
K
17
16