mikudagur 1. mai 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 81 - 1. mai 2002
19
Í kvøld, mikukvøldið,
bresta havnarliðini
HB og B36 saman í
fjórðingsfinaluni í
steypakappingini.
HB-liðið er fullmann-
að, meðan B36 má
klára seg uttan stríðs-
mannin á miðvølli-
num, Klæmint
Matras, sum hevur
meitt sær fótin
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Tær báðar krígslegurnar í
Gundadali fyrireika seg til
fyrsta veruliga slagið í hes-
um kappingarárinum. Bólka-
spælið er farið afturum bak,
og liðini skulu nú royna seg
í fjórðingsfinaluni.
Til henda dystin hevur
HB hvørki skaðar ella leik-
bann at dragast við, og tað
er nakað nýtt í hópinum hjá
HB, sum var sera illa raktur
av skaðum í fjør.
B36 hevur hinvegin ein
spælara sitandi uttanfyri
við skaða. Tað er Klæmint
Matras, sum spælir á defen-
siva miðvøllinum hjá B36.
Hann forstúvaði fótin í
venjing fyri trimum vikum
síðani, og hann er ikki
sloppin av við skaðan enn.
Tí má Piotr Krakowski
finna ein annan leikara at
røkja
uppgávuna
hjá
Klæmint.
– Eingin ivi er um, at
hetta er ein stórur smeitur
fyri liðið og ein missur á
miðvøllinum, sigur John
Petersen, liðformaður hjá
B36. Hann vísir tó á, at
Klæmint ikki hevur verið
við tveir teir seinastu dyst-
irnar, og tí kann liðið venja
seg við at spæla uttan Klæ-
mint.
Jens Kristian Hansen
hevur drigist við ein skaða
seinastu tíðina, men hann
er við aftur móti HB, og
John Petersen er eisini
komin fyri seg, hóast hann
ikki vandi mánadagin und-
an dystinum.
Vind eller forsvind
Eingin ivi er um, at ein sig-
ur hevur alstóran týdning
fyri bæði liðini mikukvøld-
ið. Eitt er, at hetta er fjórð-
ingsfinalan í steypakapp-
ingini, men hetta er sam-
stundis ein grannauppgerð
millum tveir argar fíggind-
ar.
– Hesin dysturin skal
bara vinnast. Tað er »vind
eller forsvind«. Eingin ivi
er um, at hetta verður ein
harður dystur, sigur Rúni
Nolsøe, liðformaður hjá
HB. Og liðformaðurin hjá
B36 er samdur.
– Hetta verður óivað ein
tættur og intensur dystur, tí
nógv stendur uppá spæl.
Tað kann væl enda við eini
brotssparkskapping, heldur
John Petersen.
Hann vísir á, at B36
kanska hevur eitt lítið sálar-
ligt yvirtak, tí tað B36
hevði gott tak á HB í fjør,
men hinvegin ásannar John,
at HB hevur verið sera væl
spælandi í bólkaspælinum,
har teir ikki taptu nakran
dyst. Hjá B36 hevur gingið
heldur
striltið
seinastu
dystirnar, har teir hava tapt
móti NSÍ, VB og so ÍA
sunnudagin.
Rúni Nolsøe hevur góðar
vónir til dystin, og hann
heldur, at leikararnir hava
lagt árið fjør afturum bak.
– Hetta er eitt nýtt kapp-
ingarár, og tað hevur gingið
væl í steypakappingini, hó-
ast spælið ofta kundi verið
betri, men vit eru í góðari
venjing upp til fjórðings-
finaluna, heldur Rúni Nols-
øe.
Í kvøld skulu liðini so
standa sína fyrstu veruligu
styrkiroynd í hesum kapp-
ingarárinum. Ilt er at vísa á
nakran favoritt undan dysti-
num, men um hugt verður
at dagsforminum og úrslit-
unum í seinastu dystunum,
so hevur HB kanska munin.
Nr. 81 • mikudagur • 1. mai 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
John Petersen væntar ein tættan og intensan dyst í kvøld. B36 má klára seg uttan Klæmint
Matras
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
Rúni Nolsøe hevur góðar
vónir undan dystinum.
HB hevur havt undan-
vind í bólkaspælinum,
har liðið ikki tapti
nakran dyst
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
Fyrsta slagið um
Havnina í kvøld
19
18
Nr. 81 - 1. mai 2002
Flagdagsrøða hildin í
Funningsfirði.
FLAGGDAGSRØÐA
Jústinus Leivsson Eidesgaard
At Elduvík og Funnings-
fjørður bjóða seg fram mill-
um tey mongu plássini,
sum skipa fyri flaggdags-
haldi, vísir, at flaggið hevur
djúpar røtur niður í minstu
pláss í landinum. Eg eri
takksamur fyri, at tit hava
víst mær tann heiðurin at
flyta nøkur orð fram í dag á
flaggdegnum, tí hóast eg
havi bú meginpartin av
vaksna lívinum í stóðbýum
úti í heimi og heima, so
kenni eg meg framvegis
sum ein bygdarmann, djúpt
rótfestur í hesum vind og
ísbardu
fjøllum
kring
Funningsfjørð og aftanfyri
tey liggur heimbygd mín
Oyndarfjørður. Mín sam-
leiki er her norðuri og tað
er ikki dagur í lívinum, at
mínir tankar ikki leita aftur
til hesa stórfingnu náttúru,
sum er tykkara heim og
mín longsul.
Eg kenni meg sum ein
part at hesum heimi og eg
eri velduga stoltur av hon-
um. Eri her ofta, kenni fólki
og um ikki altíð upp á per-
són, so av familju og tað
gongur ikki long tíð, so
hava vit okkur til felags at
tosa sum. Hetta er ein góð-
ur partur av Føroyum, við
ríkari náttúru, og góðum
fongi av sjógvi. Tit kunnu
vera errin og eg eri errin av
at verða ættaður higani.
Í dag er flaggdagur, dag-
urin, har vit minna okkum
á, at vit ikki bara eru menn-
iskju, men at vit eisini eru
ein tjóð, eitt fólk og merkið
er felagsmerkið fyri okkum
øll. Tað merkir, at undir
merkinum eru vit øll líka,
vit eru føroyingar. Øll sum
viðurkenna sær føroyska
flaggið
eru
føroyingar,
uttan mun til hvørja polit-
iska áskoðan vit hava.
Merkið er líka kært fyri
tann argasta sambands-
mannin, sum fyri tann mest
ídna tjóðveldismannin og
øvugt
Men hevur Merkið nú so
stóran týdning í landinum.
Um vit telja flaggstengur
kring landið, so stendur
kanska ikki so væl til. Men
vit kenna fløvan av merki-
num, tá vit síggja tað, tá vit
eru umboðaði úti í heimi,
ella tá onkur av okkara
kæru er farin. Ella til brúd-
leyp og aðra høgtíð.
Og flaggið bleiktrar eis-
ini í Funningsfirði, ikki
bara flaggdagar, men aðrar
dagar við. Fyrstu ferð eg sá
føroyskt flagg í Funnings-
firði var í eini grind fyri nú
mongum árum síðan. For-
mannsbáturin bar flaggið
og tað var virðing um hend-
an bát. Hesin bátur skuldi
skipa soleiðis fyrr, at kær-
komni fongurin ikki slapp.
Flaggið kann eisini vera
vandamikið, ógvuliga vanda-
mikið. Eitt politiskt høgra-
rák fer um vesturheimin í
hesum døgum og fremst í
hesum ráki stendur flaggið.
Flaggið gerst vandamikið,
tá vit knýta ávísan húðalit
til flaggið, tá flaggið ikki er
felagsnevnari fyri øll í sam-
felagnum, men bert ein
bólk, sum heldur seg vera
betri og meira enn hini.
Tá serbiska flaggið bleik-
traði víða um á Balkan fyri
nøkrum árum síðan, lógu
hópdráp í slóðini á tí. Vit
hoyra um hesi í rættarmáli-
num í altjóða dómstólinum
í Haag í hesum døgum. Tá
flaggið hjá Nazi-Týsklandi
bleiktraði lógu hópdráp,
sum vit valla kunnu ímynda
okkum, í slóðini á tí.
Og hví so taka slík óhug-
nalig dømi upp ein várdag í
friðaliga Funningsfirði, her
ongantíð kríggj av týdningi
hevur valdað, her fjørðurin
hevur andað og givið lív í
øldir.
Tí flaggið, so vakurt tað
enn er, hevur stóra makt og
kann misbrúkt elva til stór-
an skaða. Vit hava sæð
nógv til tað seinastu árini,
har samfelagið gongur í
tveimum bólkum, antin
loysin ella samband. Vit
síggja eina polarisering í
føroyska samfelagið, har
skyldfólk valla tosa við
hvønn annan, tí tey eru
ósamd um okkara ríkisrætt-
arligu støðu. Har politikkur
setir split í heldur enn at
savna. Valið týsdagin fer
helst eisini av prógva hetta.
Lat eitt verða sligið fast,
ongin føroyingur, uttan
mun til um hann kann vísa
reina ættartalvu í øldir, ella
er ættleiddur uttan úr
heimi, kann siga, at hann er
meira føroyingur enn nakar
annar. Uttan mun til húðalit
ella politiska sannføring, so
kann ongin siga at hann er
meira
føroyingum
enn
nakar annar. Ongin kann
siga at hann eigur meira av
merkinum enn nakar annar.
Flaggið er ein partur av
okkara samleika, av okkara
identiteti og vit kenna tað
sum okkara felags eyð-
kenni. Onkuntíð er langt í
millum, at ein sær flaggið.
Eg havi sjálvur verið útiseti
eini 10 ár av mínum lívi. Tá
eg sum blaðungur gekk á
skúla í Danmark, hekk eitt
stórt føroyskt flagg sum
prýði inni á lítla kamari-
num hjá mær. Tað var gam-
alt og slitið, men var so
sjónligt og stórbært og tað
minkaði um longsulin.
Tá eg ár seinni settist
búgv í Singapore var merk-
ið við. Tað stóð í stovuvind-
eyganum, sum eitt lítið
borðflagg og vísti seg fyri
slangum og øðrum vanda-
miklum djórum, sum livdu
uttanfyri, beint í frum-
skóginum, sum var okkara
nærmasti granni.
Og tá eg ár seinni aftur
helt til í Hamborg, sá eg ein
dagin
føroyska
flaggið
bleiktrað afturi á reyv á
stoltu skútuni Helenu hjá
Hassa í Miðvági. Eg minn-
ist, at hjarta hoppaði, so
fegin gjørdist eg, tí árini
frammanundan hevði eg
vitjað umborð á hundrað-
tals skipum og ongantíð
hevði eg sæð føroyska
flaggið.
Merkið ber boð um eins
egna samleika og tá tú ikki
sær flaggið, so gerst tú góð-
ur við fløggini, sum standa
nærmast tínum egna. Úti í
stóra heimi sá eg dagliga
danska flaggið Dannebrog
og eg gleddist eisini við at
síggja hetta.
Og í eitt nú Singapore
vóru øll glað um flaggið,
hóast tað neyvan finnst
land í heiminum við meira
blandaðum fólki, enn júst í
hesum landi. Tú kundi
síggja krunkasvartar indar-
ar og og snjóhvítar kinesar-
ar sita ernar og tosa um
hvussu vakurt teirra flagg
var og talan var um sama
flagg. Flaggið er ein partur
av samleikanum.
Tí eigur flaggið at vera
tatoverað djúpt inni í hjørt-
um okkara, sum stemplið
fyri at vit eru føroyingar,
eitt gott fólk, ikki betur enn
nakað annað fólk, men eitt
gott fólk, sum ikki nýtist at
skammast, líka mikið hvar
tað ferðast í heiminum.
Og flaggið sum okkara
samleikaeyðkenni
hevur
eisini annan týdning fyri
føroyingar. Flaggið knýtir
okkum saman við hinum
brøðratjóðunum í Norður-
londum, sum eisini nýta
krossin sum høvuðstekin í
flagginum. Krossurin knýt-
ir okkum til kristindómin
og merkið sýnir, at vit eru
ein kristin tjóð, sum byggir
á kristnu lívsvirðini. Og tí
kundu vit kanska oftari
hugsa um flaggið, tá okkara
egoisma skapar sundur-
lyndi og klandur millum
okkum og okkara næstu.
Hugsaðu vit um krossin í
flagginum oftari enn sjálv-
an flaggdagin, so kanska
vit klandraðust minni, og
kanska vóru vit eitt sindur
betri við hvønn annan.
Danska
flaggið
kom
sendandi niður av himli fyri
mongum hundrað árum
síðan. Okkara sá dagsins
ljós millum studentar fyri
mongum árum síðan niðri á
Garði í Keypmannahavn.
Tað var ungdómurin tá sum
á fyrsta sinni bar merkið
fram. Seinni varð merkið
málað á føroysku skipini,
sum sigldu vandasjógv og
nú ber ungdómurin aftur
merkið í alskyns ítróttar-
stevnum her heima á landi
og úti í heimi við. Vit vísa
flagg í okkara fiskaútflutn-
ingi og nú sæst eisini føroy-
ska flaggið innan oljuvinnu
og altjóða flúgving. Vit vísa
flagg á sendistovum kring
heimin. Okkara skip vísa
flagg í fremmandum lond-
um. Hendan lítla fjarskotna
tjóðin smæðist ikki burtur.
Onnur hava kanska onga
meining um okkum, men
vit føroyingar halda, at vit
eru eitt dugnaligt fólk, og at
vit avgjørt ikki eru verri
enn nakað annar.
Lat okkum tí vóna, at
flaggið frameftir fer at
knýta okkum landsmenn
enn meira saman sum
felags merki fyri funnings-
fjarðarmenn, eysturoyingar,
tjóðveldismenn, sambands-
menn, kirkjumenn og brøð-
ur, suðuroyingar og norðoy-
ingar, tystar og ótystar, rík-
ar og nætar, klapparar og
sjeyndadagsadventistar, eldu-
víkingar og oyndfirðingar,
funningsmenn og gjáar-
menn ella stuttsagt okkum
øll somul. Gud signi flagg-
ið, Gud signi okkum øll
somul.
Ongin hevur patent upp á flaggið
Lesið
-tað loysir seg
C
M
Y
K
18
Ætlar tú at keypa
nýggjan bil
og
ongan brúktan
lata inn í býti? So ber til at gera
kvetti nú
Vit hava plásstrot vegna ov stórar goymslur av hesum modellum:
Mazda 626
Mazda Premacy
Mazda E2200 við trælast
Mazda E2200 innilokaður vørubilur
Mazda E2200 6 og 9 pers. Stationcar
Mazda B2500 RegCab, StrCab og DblCab, 4x2 og 4x4
Avsláttirnir eru frá
Kr. 20.000 og uppeftir