Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. mai 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 81 - 1. mai 2002 4rú hjá Norðan er eitt so- kallað Splinter meld. Hetta lovar hjartara við og single- ton í rútara – styrkin er til útgang. Tað kann vera freistandi hjá Sunnan at melda slemm, men Rói valdi at halda seg í skinni- num. Teir meldaðu ikki slemm, og tað eigur man heldur ikki, tá tvey av lyklakortunum mangla (klA og hjK). Við nøkur av borðunum komu NS í 6hj, men tey flestu meldaðu bara útgang. Øll, sum meldaðu slemm, fóru niður, tí tey klíptu hjartar- an, og mótspælið tók fyri klA. Arnbjørn var ikki heppin við útspælinum. Hann spældi sp9 út, Rói tók við konginum og spældi hjarta- ra til essið! Kongurin fall, og Rói tók tann seinasta trumfin, tók rúA, spældi rútara til trumf, lítlan spað- ara til trumf, enn ein rútara til trumf, og tá hann nú tók spA, fall spQ, og Rói kundi kasta allar tríggjar kleyvar- arnar á hondini uppá spað- aran. 13 stikk og ein reinan topp til Róa og Boga. Til lukku við FM heitinum tit báðir! FM kappingin fyri lið Finalu umførini í FM kapp- ingini fyri lið verða leikt komandi vikuskifti. Eftir skránni skuldi tað leikast í Klaksvík, men skal nú m.a. orsakað av verkfallinum leikast í Bridgehúsinum í Havn. Byrjað verður í fríggjakvøldið kl. 19.30, og hildið verður fram leygar- dagin kl 10.00. 20 pør spældu við í finaluni í FM kapp- ingini fyri pør leygar- dagin 20. apríl. Spælt var í Bridgehúsinum í Havn. Spæld vóru 57 spøl, og vinnarar gjørdust Bogi Simon- sen og Rói á Rógvu Joensen. BRIDGE Bogi Simonsen og Arnbjørn Sivertsen Hetta er fyrstu ferð, at teir báðir vinna FM kappingina fyri pør saman sum par, men teir hava báðir vunnið fyrr saman við øðrum makkarum. Bogi hevur vunnið tvær ferðir áður. Í 1999 vann hann saman við Arna Mikkelsen og í fjør saman við Niels Nielsen. Rói var føroyameistari 2000 saman við Heðini Mouritsen. Rói og Bogi hava í vetur spælt í Bridge- deild Kaggans. Tá avtornaði lógu teir nógv fremstir, men undan teimum seinastu umføru- num var stórur spenningur millum trý pør. Hini pørini, sum talaðu við um meistara- skapið vóru Hallberg Arn- fríðsson – Kaj Alstrup og Petur Annfinn Johannesen – Eilif Petersen. At Hall- berg og Kaj kláraðu seg so væl kann vekja eitt sindur av undran. Teir eru júst byrjaðir at spæla saman í vetur, men hava saman fingið góð úrslit í Havnar Bridgefelag. Eitt spennandi par, sum kann koma langt. Petur Annfinn og Eilif hava spælt saman í nógv ár og hava eisini javnan ligið frammarlaga í kappingum. Teir spæla dagliga í Bridge- deild Kaggans. Bogi og Rói føroyameistarar fyri pør FM finala fyri pør 2001-02 20.04.02 20 borð, 57 spøl, miðal: 0 1 Bogi Simonsen – Rói á Rógvu Joensen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .121 2 Hallberg Arnfríðsson – Kaj Alstrup . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .85 3 Petur Annfinn Johannesen – Eilif Petersen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .76 4 Carl Mikkelsen – Egil Helmsdal . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .53 5 Per Kallsberg – Dánjal Pauli Mohr . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .29 6 Magni Jøkladal – Árant Berjastein . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .28 7 Niels Nielsen – Bjarki Johannesen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .25 8 Símin Lassaberg – Árni M. Dam . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .19 9 Heðin Mouritsen – Jóannes Mouritsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .10 10 Jens Pauli G. Nolsøe – Høgni Hansen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .9 11 Marjun Restorff – Arnleyg Mikkelsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .-8 12 Eyðun Jakobsen – Øssur Winthereig . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .-14 13 Robert Langgaard – Eyðun Anthoniussen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .-18 14 Marner Joensen – Dia Jacobsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .-29 15 Jógvan Ranghamar – Atli Hansen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .-48 16 Gunnar Mouritsen – Fríðrik Heinesen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .-50 17 Hanus Bærentsen – Steingrímur Weihe . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .-55 18 Arnbjørn Sivertsen – Hans Jacob Petersen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .-67 19 Helgi Joensen – Eyðun Joensen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .-75 20 Pól Joensen – Børge Egholm . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .-83 Vit skulu síggja eitt spæl frá vinnarahond. Nr B24 V/- _ AK1042 _ 9543 _ 7 _ K97 _ 9865 _ QJ3 _ K _ 87 _ K9862 _ J1053 _ 1086 _ A542 _ 7 _ AQJ1062 _ AQ4 _ QJ3 V N E S Arnbjørn Bogi Hans J. Rói á Rógvu Sivertsen Simonsen Petersen Joensen p p p 1hj p 4ru p 4hj p p p Bogi Simonsen og Rógvi á Rógvu Joensen gjørdust føroyameistarar Hallberg Arnfríðsson og Kaj Alstrup vóru væl við í kappingini um føroyameistaraskapið Petur Annfinn Johannesen og Eilif Petersen kláraðu seg eisini væl hóðast bert hava spælt saman síðan í vetur RENNING Stefan í Skorini Komandi leygardag tann 4. mai klokkan 13 skipar Bragdið fyri FM í mara- thon í Havn. Byrjað verður á leiðini við Bursatanga, og runnið verður eftir slættari leið niðri við kajøkið og úti við Strond. Bragdið boðar frá, at øll eru vælkomin ung sum gomul. Aldursmarkið er tó 16 ár. Tey, ið hava hug at royna seg í marathon, kunnu boða frá luttøku á kajøkinum ein tímar áðr- enn startskotið. KAPPING Stefan í Skorini Vegna verkfallið hjá Skip- ara- og Navigatørfelag- num hevur Sosialurin valt at útseta lutakastið í kapp- ingini um eina ferð til dystin millum FCK og Brøndby. Verkfallið hevur havt við sær, at posturin hevur verið nógv seinkaður. Tí eru fleiri brøv til kapping- ina komin blaðnum í hendi ov seint. Hetta verður tikið eftirtektar. Ætlanin var, at vinnarin skuldi kunngerast í blað- num 27. apríl, men hetta verður ístaðin kunngjørt í hósdagsblaðnum. Marathon í Havn Vinnarin kunngjørdur í komandi blað C M Y K 20 Nr. 81 - 1. mai 2002 21 Familjulegur 2002 Ynski 1 Ynski2 Familjulega I Leyg. 25.05 - fríg. 31.05 Familjulega II Leyg. 01.06 - fríg. 07.06 Familjulega III Leyg. 08.06 - fríg. 14.06 Familjulega IV Leyg. 15.06 - fríg. 21.06 Familjulega V Leyg. 18.08 - fríg. 24.08 Navn/nøvn á foreldrum: Tlf.: Gøta: Bygd/býur: Navn og aldur á børnum: Viðmerkingar: Tekningarseðil til familjulegurnar. Um Gud vil, er ætlanin aftur í ár at hava familjulegur í Zarepta í Vatnsoyrum. Av tí at pláss bert er fyri 25 familjum á hvørju legu, er møguleikin at hava tvey ynski á tekningarseðilinum. Eru ivaspurningar, ber til at ringja til Ragnfríð Kannuberg, tlf. 286140 Fyllið seðlin út sum skjótast, og tit frætta aftur í góðari tíð. Tekningarseðilin skal sendast til: Ragnfríð Kannuberg, Postboks 201, 600 Saltangará Skeið Samtalan sum lei sluamboð Tær truplu samtalur - Leiðarin sum leiðbeinari Endamálið við skeiðinum er at styrkja um førleikan hjá luttakarunum at brúka samtaluna sum professionelt amboð í ymiskum truplum støðum. Talan kann t.d. vera um, at okkurt avrik er ov vánaligt arbeiðsliga, at siga nei til umsóknir um starv, nógvir sjúkradagar, alkoholtrupulleikar, uppsagnir o.a. Á skeiðinum verður arbeitt við framløgum, samtalum og praktiskum venjingum, ið innihalda videoupptøkur. Skeiðið vendir sær til stjórar og leiðarar við starvsfólkaábyrgd. Skeiðsleiðarar eru vinnulívssálarfrøðingarnir Nikolaj Lunøe og Jan Willemoes. Skeiðið er á føroyskum og á donskum. Skeiðið verður hildið 19.-21. juni á Hotel Vágum sum internatskeið. Skeiðið er evnað til 12 luttakarar. Skeiðsleiðslan skilar sær rætt til sjálv at seta skeiðsluttakarbólkin saman, Kostnaður fyri skeiðið er 7.500,00 kr. við øllum Tilmelding fram til mánadagin 27. mai á telduposti: wille@post.olivant.fo Svar verða send luttakarunum í viku 23 saman við endaligu skránni, profilum og luttakaralista. Ynskja tygum at vita meira um skeiðið ringi til Jan Willemoes á tlf.: 21 15 09 Útbjóðing Nýggj kommunuskrivstova í Sumba Fyri Sumbiar kommunu, verður arbeiðið at um- væla og umbyggja verandi bygning til nýggja kommunuskrivstovu, hervið boðið út alment í høvuðsarbeiðstøku: 1. Jørð-, kloakk- og betongarbeiði 2. Timburarbeiði 3. Múraraarbeiði 4. Málaraarbeiði 5. HVS-arbeiði 6. El-arbeiði Arbeiðið skal gerast í tíðarskeiðnum juni til september. Útbjóðingartilfarið fæst við at venda sær til Landsbyggifelagið í seinasta lagi týsdagin 7. mai. Tilboð í afturlatnum brævbjálva merktur »Nýggj kommunuskrivstova í Sumba« skulu vera Lands- byggifelagnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 3. juni 2002 kl. 15.00. Lisitatiónin verður á skrivstovu okkara 3.juni kl.15.00. Landsbyggifelagið P/F Postboks 228 Grønlandsvegur 5 FO-110 Tórshavn Lýsið við brúktum bilum 21