mikudagur 2. mars 1966síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
esirå
SOSIALURIN
Tey tekna øll-
Undir hesum heiti bjóðar nú Foroya Banki
ollum børnum
sum eru 10 ár og yngri
at kappast um hver raskast er at tekna
Hvat skulu tit tekna?
Teknið tað, sum tit hava bestan hugin til.
Hvussu stórar skulu tekningarnar vera?
Her er einki mark, hvorki uppeftir ella niður-
eftir.
Hvørjar litir skulu tit brúka?
Tit kunnu tekna við svørtum ella við litum,
púra sum tykkum lystir.
Hvussu skulu tit merkja tekningarnar?
Á hvørjari einstakari tekning skulu tit á ti
síðuni, sum tekningin er á, skriva fornavn og
aldur. Á baksíðuni á hvørjari tekning skulu
tit síðan skriva fult navn og bústað.
Hvussu skulu tit senda tekningarnar?
Fyrst og fremst mugu tær verða pakkaðar so-
leiðis, at tær ikki verða rukkaðar í postinum.
Síðan skulu tær verða stílaðar:
FØROYA BANKI, TORSHAVN
Uttanå skal eisini standa:
TEY TEKNA ØLL
Nær skal bankin hava tekningarnar?
Fyri at kunna luttaka i kappingini, mugu tit
senda tær í so góðari tid, at bankin fær tær,
áðrenn apríl mánaði er komin.
Til foreldrini: Tá ið sagt verður, at einki aldursmark er niðureftir,
verður sjálvsagt roknað við, at onkur vaksin tekur sær av at skriva tær neyðturviligu upplýsingarnar á tekningina
Hvor skal finna vinnararnar?
Bankin biður eina nevnd av listarmonnum
ætla um, hverjar av tekningunum eru bestar.
Hvat er at vinna?
Tær tríggjar bestu tekningarnar fáa hver sína
bankabók, sum ljóðar uppá navnið á vinn-
arunum.
Fyrsti vinningur kr. 500
Annar vinningur kr. 300
Triði vinningur kr. 100
Í aðrar mátar:
Ein onnur treytin fyri luttoku í kappingini er
tann, at bankin vissar sær rætt til burtur úr
teimum innkomnu tekningunum at nýta hverja
hann vil eftir egnum tykki. Í slíkum feri verður
serligt gjald latið fyri hverja nýtta tekning.
Allar aðrar tekningar verða aftursendar til tekn-
ararnar.
Í einari seinni lýsing verður sagt frá, hvussu
hugsað er at nýta tekningarnar.
Spennið FØROYA
tykkum
nu ut!
BANKI